Silja Strøm framsýnir í Víngarðinum
/I Wanted another Landscape, another Tongue
Leygardagin 3.juni klokkan 15 letur ein framsýning upp við verkum hjá Silju Strøm í Víngarðinum í Havn. Hóast hesir málningarnir tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini ein farri av sorgblídni í teimum. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks.
Silja Strøm er úr Vestmanna við útbúgving frá The Glasgow School of Art – hon býr í London, men ferðast ofta heim til Føroya og hevur gjørt part av framsýningini í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban. Hon hevur havt nógvar framsýningar úti og heima t.d. serframsýningina Listaleikir í Listasavni Føroya í 2019 og hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn.
Í málninginum (sæst í erva her) við sama longsulsfulla heiti sum framsýningin, I Wanted another Landscape, another Tongue, tekur tað eina góða løtu at týða hvat gongur fyri seg á myndini, ið bæði er figurativ og abstrakt við einum løgnum geometriskum strikubygnaði í miðgrundini, men so bera vit eyga við dansararnar, ið taka saman hendur í einum ringi miðskeiðis á eini skógarfløtu í einum málandi hurlivasa av grønum trøum, gulum bløðum, ljósabláum vatni og fleirlittum málningastrokum, ið undirstrika ekstatiska huglagið. Myndevnið minnir um longsulsfullu lýsingarnar hjá fauvistum og øðrum modernistum av naknum dansarum í einum arkaiskum og arkadiskum felagsskapi. Myndirnar bera brá av at hanga saman t.d. koloristiskt við lýsandi strokum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í sveimandi ljósareyðum ella pastellittum támi. Mátin, myndin er skorin í erva, so at hon tykist ójøvn og organisk, bendir somuleiðis á, at hon er partur av eini størri heild.
Tað snýr seg framvegis um gerandisviðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvið hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur ment seg nógv sum málari og tað sæst á nýggju málningunum. Teir eru sterkir, flóta næstan yvir við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum og tað sama er galdandi fyri poetiska framsýningarheitið: Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av sorgblíðari frástøðu við sær eins og óbundna orðingin ikki er eintýðug, men heldur fevnir um fleiri sløg av longsli.
Vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 3.juni klokkan 15-17, tá listakvinnan verður til staðar.
Mentanarnátt 2023 - setanarrøðan hjá Hansinu Iversen
/Á mentanarnáttini 2.juni 2023
Góðu fólk, vælkomin á mentanarnátt, ið verður hildin í Havn fyri 22 ferð.
Alt fleiri lata dyrnar upp á mentanarnáttini. Tað sæst á umfatandi skránni.
Nógv teirra, ið lata dyrnar upp, stovnar, - privatir sum almennir og kommunalir hava stórt savn av list, sum prýðir veggir og rúm og hetta vísa tey errin fram fyri vitjandi á mentanarnáttini.
Mentanarnáttin gevur okkum møguleika at síggja listaverkini í teimum ymsu stovnunum og fyritøkunum, sum vit annars ikki hava atgongd til, tí vanliga er bert opið fyri starvsfólki, ið dagliga arbeiða har. Hesir stovnar, - bankar, móttøkuhús o.a., hava keypt listina frá listafólkunum fyri at stuðla teimum. Listafólkini fingu eitt sindur av inntøku burturúr og kundu keypa sær tilfar og annað til, at arbeiða víðari við listini. Soleiðis riggar skipanin, samanumtikið enn, tó hava listafólk eisini møguleikan at søkja um stuðul og løn frá mentanargrunninum í dag.
Skipanin, sum er ment gjøgnum tíðina, til at útvega listafólki pening, verður kallað stuðul. Listafólk verða stuðlað. Ein, ið verður stuðlaður er ein, ið ikki klárar seg og stuðul verður hugsaður sum góðgerð og verður latin við subjektivum umráðingum um, hvussu nógv í er hóskandi at geva og ikki hvat virði er í arbeiðinum hjá listafólkinum. Listafólkið má taka til takkar fyri tað, sum tað fær. Ongin skriftfestur sáttmáli er millum partarnar, - ongin samtykt skipan millum gevara og takara.
Stuðulsskipanin, sum vit hava til listafólk, og her tosi eg um listafólk innan allar listagreinar, sjónleikarar, tónleikarar, rithøvundar, myndlistafólk o.s.fr., er mannminkandi fyri listafólkini og snópislig fyri gevaran. Gevarin er aloftast eitt vælmeinandi umboð fyri skipanina og frøðist um, at kunna lata einum listafólki stuðul. Listafólkið nígur og ber fram takkarkvøðu. Í eina stokkuta tíð er listafólkinum lív lagað. Og um listafólkið ikki bukkaði so djúpt og við føgrum orðasnildum frambar sítt stóra takksemi, -hvat var tað tá ikki eitt ótakksamt vittuggi, ið ikki átti annað uppiborið enn sítt ússaliga lív.
Hesi viðurskifti í skipanini, hava skapt eina mentan, sum máar støðið undan javnvágini. Tað eru tó tey, á báðum veingjum, ið ynskja hesi viðurskifti á haldgott støði, tey, ið vilja, at listafólk fáa burðardyggar arbeiðsumstøður, tí tey halda, at listin hevur týdning fyri samfelagið.
Í 1929 var bókin ”a room of one´s own”, útgivin hjá Virginiu Woolf.” A room of one`s own”, tað kundi kanska verið sagt “egið kamar” ella - at hava sítt egna rúm -, ella kanska heldur, at hava sítt egna arbeiðsrúm. Virginia Woolf skrivaði um tað, at hava sítt egna rúm, um tað skuldi bera til at skriva. Hvussu umráðandi tað var fyri skrivingina, at fáa arbeiðsnáir við at hava sítt egna kamar at skriva í. Og um tað, at hava ráð til at hava sítt egna kamar, sítt egna arbeiðsrúm. Viðmerkingin hjá Virginiu Woolf var skrivað fyri næstan hundrað árum síðani: Hon var listafólk og gjørdi vart við týdningin av at hava arbeiðsnáir í egnum rúmi tá ein arbeiðir við listini burturav.
Listafólk í Føroyum hava leingi gjørt vart við hetta, men vanta enn sítt egna arbeiðsrúm. Nøkur hava, - tey flestu hava ikki, tí tey hava ikki ráð og tí at rúmini eru ikki til. Tað tikist ikki at vera rúm fyri listafólkum, - men hóast tað, so eru tey her.
Mentan er eitt vítt hugtak og føroysk mentan tað sama. Eitt heilt einastandandi fyribrigdi í Føroyiskari mentan er, at nærum øll, ella kanska øll? heim í landinum eiga originala list á vegginum. Føroyingar ogna sær originala list til at prýða um heimið, - eins náttúrliga sum at útvega sær innbúgv til heimið. Hetta er ein heilt serlig mentan, sum valla finst aðrastaðni í heiminum, - og gævi hon stendur við.
Hóast tað ikki tikist at vera rúm fyri listafólkunum, so er, í Føroyum, rúm fyri teirri lidnu listavøruni, tí lidna úrslitinum. Og tað er pláss fyri haldgóðu listini. Og haldgóð list verður skapt í góðum umstøðum í arbeiðsligum umhvørvi. Við tíðini, mugu vit royna, at fáa javnvág ímillum gevaran og móttakaran, millum stuðulin og listafólkini. Vit eiga at leggja eitt haldgott støði undir listalívið og finna rúmini og fylla tey við fulltíðarstarvandi listafólkum, ið hava ráð, tí eisini tey fáa løn fyri sítt arbeiði.
Takk!
Góða mentanarnátt!
Marius Olsen 60
/litografiskt katalog til eina framsýning í steinprenti í 2015
Í dag fyllir listamaðurin, suvereni grafikarin, Marius Olsen seksti ár. Hann býr og arbeiðir í Finnlandi, men vitjar stundum aftur til heimbýin, har hann hevur arbeiðsuppihald í Steinprenti umframt framsýningar. Marius er kendur sum tann triði av listapowerbrøðrunum úr eyðkenda Olsenbandanum, tí hesir brøður hansara eru framúr listamenn eins og hann sjálvur eisini handverkliga – teir duga allir at fáa fram ófatiligan vakurleika og eru kanska meira líkir enn mann skuldi hildið við serligum áhuga fyri ljósi og skugga (teir vóru heili fimm brøður, ið allir dámdu at tekna, tá teir vóru børn).
Í føroyskari list er Marius Olsen í grundini eisini eitt slag av missing link ella ein sovorðin millumfigurur, ið er elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hann er tann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð, sum ger okkum varug við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og landslagið. Einastaðni síggja vit klassiska føroyska myndevnið av eini bygd við havið og so miðskeiðis sveimar ein løgin UFO, ið vísir seg at vera speglingin av eini lampu í vindeygaglasinum. Myndirnar hjá Mariusi seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar og aktivera okkum, sum hyggja, og tær eru ongantíð heilt eintýðugar. Tí eydnaðist tað listamanninum í 1994 at gera eitt politiskt listaverk, ið tó at tað er sprottið úr krepputíðum, er leyst frá tíð og stað og harvið ein modernaður klassikari innan føroyska grafiska list. Á sama hátt sum fína sendirøðin O móðirland, setir henda myndin, Flaggstong, spurningin um hvønn tjóðskaparligan samleika vit vilja hava
Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bert fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Í summum førum er tað sum um listamaðurin spælir sær við romantiskar klisjéir sum t.d. í myndini av ryggvendu persónunum, sum at síggja til standa við sjóvarmálan og skoða út yvir brim, sjógv og sjónarringin, ið hvørvir í eini ljósglæmu. Myndevnið minnir um kenda málningin, Der Wanderer über dem Nebelmeer, sum Caspar David Friedrich málaði í 1818, og sum er ein romantisk grundmynd av pinkalítla menniskjanum í veldugu náttúruni, skoðandi út yvir eitt náttúrunnar endaloysi. Janus Djurhuus rakar sama romantiska háspenta tóna í kendu yrkingini Ódn frá 1902 við byrjanraregluni ”Við strondina stóð eg, tá ódnin brast á”. Huglagið í myndini hjá Mariusi Olsen sýnist kortini modernað og samtíðarligt m.a. orsakað av einum serligum dynamikki í kompositiónini, leysu figurtekningini, serstøku stoffligheitini í myndini, sum er bæði neyv og cool og sera eyðkend fyri Marius Olsen. Í 2016 var ein stór afturlítandi framsýning við prentunum hjá Mariusi Olsen í Norðurlandahúsinum og samstundis gav Sprotin út eina risastóra bók við myndum og tekstum. Hjartaliga til lukku, Marius!
List í Keypmannahavn
/Komandi vikuna verða nógvar listaframsýningar í Keypmannahavn, har tann árliga listastevnan Art Week byrjar 1.juni. Fleiri føroysk listafólk vera at síggja á framsýningum í danska høvuðsstaðnum, m.a. fer Jóhan Martin Christiansen at framsýna í Ole Vinter Room. Hjá Lars Borella lata framsýningar við verkum hjá Hanna Bjartalíð og Anker Mortensen upp 3. og 4.juni. 9.juni letur ein framsýning upp hjá íslendska listamanninum Ragnar Kjartansson á Louisiana og Gallery Marie Kirkegaard framsýna Claus Carstensen og Manuel Ocampo felagsverk. Á Statens Museum for Kunst læt ein stór framsýning av barokklist upp 27.mai og í Kunsthal Charlottenborg letur stór serframsýning upp við Alexander Tovborg. Í Classeværelset í Classensgade framsýna Hjørdis Haack og Hans Pauli Olsen saman við øðrum listafólkum m.a. Pernille Kløvedal Helweg og Nina Maria Kleivan, sum báðar hava arbeitt í Steinprenti - tann framsýningin, Husets Hvin letur upp 1.juni. Bonne Espérance er eitt nýtt framsýningarstað í Keypmannahavn í atelierinum hjá Jóhan Martini Christiansen á Værkstedsvej í Valby, sum letur upp 2.juni við framsýningini Hi, it´s Travis við verkum hjá Kaare Golles. Eisini verður ymiskt listaligt spennandi at uppliva í Havn komandi vikuskifti, tá yrkingasavnið hjá Kim Simonsen kemur og vernissage verður í Víngarðinum í sambandi við framsýningina hjá Silju Strøm. Nógv meira um hetta seinni - her er fyri fyrst leinki til artweek og nøkur tíðindaskriv, sum eg seti inn.
https://artweek.nu/
Ole Vinter Room’s inaugural exhibition is a site specific installation by Jóhan Martin Christiansen. The exhibition is thought especially for the meeting room in Ole Vinter’s iconic one-storey terraced building from 1953 situated in Håndværkerbyen, Valby. In his installation Christiansen addresses the building’s double-height ceilings and the warmth of the light that pours in from the north turning windows of the studio. He accentuates the imprints of time with the installation of a horizontal band of a delicately tinted pink frieze of plaster that defines the perimeter of the room by running along its walls.
Jóhan Martin Christiansen is an installation artist who works both with found objects as well as with handmade plaster casts and dyed fabrics. He cultivates an attraction in the decaying and worthless, taking on the Arte Povera interest in throwaway materials. His style is sensual, tactile and aesthetic-conscious. Using body-related formats and materials he explores the past stored in them. He tries to form simple connections between the objects he finds, the landscape and the body. He refers to his work with casts as a graphic process, for him, they form afterimages of the surroundings. Jóhan Martin Christiansen (b. 1987) lives and works in Copenhagen. He received an MFA from Malmö Art Academy and is a recipient of Carl Nielsen and Anne Marie Carl-Nielsen Talent Award. Friday 2 June at 16-19.
Join us for the opening of the exhibition Hi, it's Travis by Kaare Golles at Bonne Espérance, a new artist run project space in Valby. The exhibition thematizes the relationship between love and power, jealousy, and social isolation caused by rapid technological development. Opening June 2, 5-8 pm Refreshments will be served for the opening. The exhibition is open June 2-25 2023. The exhibition is generously supported by Grosserer L.F. Foghts Foundation and Valby Lokaludvalg. Bonne Esperance has not level free access. Hi, it's Travis opens concurrently with the opening of the exhibition Leave Me Breathless by Jóhan Martin Christiansen at Ole Vinter Room next door at Værkstedvej 32.
Lørdag 3. juni og søndag 4. juni fra kl. 14-17 er der fernisering på udstillingen Færøsk Billeddialog i Galleri Lars Borella. To færøske kunstnere viser deres nyeste værker. Kunstnerne er Hanni Bjartalíð og Anker Mortensen, der begge er repræsenteret på Færøernes Kunstmuseum Listasavn. Hanni Bjartalíðs kunst – som både kan være tredimensionelle værker eller malerier – er på en gang sanselige, ekspressive, naive, dekorative, intellektuelle, vaklende, inderlige, underfundige og kaotiske. Hanni Bjartalíð skaber en syntese af alle disse elementer. Han formår at samle det eller måske rettere sample det. Hele tiden tager han noget og laver det om til noget andet. Det gennemarbejdede bliver samplet med noget spontant, det voksne bliver samplet med noget barnligt, og det forunderlige er, at det hverken bliver det ene eller det andet, det bliver hverken spontant, voksent eller barnligt. Det bliver til noget helt unikt. Der er tale om en helt ny måde at anskue verden på og en helt ny mulighed for kunsten. Hvis man giver sig tid til hans værker, vil de helt sikkert vende op og ned på ens forestillinger om verden og kunsten.
Der er et nært slægtskab mellem Anker Mortensens maleriske univers og poesi – som han også dyrker. Hans malerier indeholder en stor koloristisk skønhed, med mange umiddelbart uigennemskuelige budskaber. Kunstnerens billeder ´vokser´ for beskueren ved hvert gensyn – som et digt kan ´tage´ læseren.
Anker Mortensen bryder med det temperamentsfulde, ekspressionistiske farvemaleri, der har karakteriseret færøsk landskabsmaleri i en årrække. I hans enkle, asketiske kompositioner indskrænker motivet sig til fx at være hav og himmel, adskilt af en ubrudt horisont, eller lange rolige vandrette linjer i udramatiske, melankolske landskaber, befriede for alle markante træk og enhver illusion. I pastose farvestrøg eller penselhvirvler bliver den uhyre afmålte farveskala stoflig og intens.
Anker Mortensen og Hanni Bjartalíð framsýna í Keypmannahavn
/Tíðindaskriv: Lørdag 3. juni og søndag 4. juni fra kl. 14-17 er der fernisering på udstillingen Færøsk Billeddialog i Galleri Lars Borella. To færøske kunstnere viser deres nyeste værker. Kunstnerne er Hanni Bjartalíð og Anker Mortensen, der begge er repræsenteret på Færøernes Kunstmuseum Listasavn.
Hanni Bjartalíðs kunst – som både kan være tredimensionelle værker eller malerier – er på en gang sanselige, ekspressive, naive, dekorative, intellektuelle, vaklende, inderlige, underfundige og kaotiske. Hanni Bjartalíð skaber en syntese af alle disse elementer. Han formår at samle det eller måske rettere sample det. Hele tiden tager han noget og laver det om til noget andet. Det gennemarbejdede bliver samplet med noget spontant, det voksne bliver samplet med noget barnligt, og det forunderlige er, at det hverken bliver det ene eller det andet, det bliver hverken spontant, voksent eller barnligt. Det bliver til noget helt unikt. Der er tale om en helt ny måde at anskue verden på og en helt ny mulighed for kunsten. Hvis man giver sig tid til hans værker, vil de helt sikkert vende op og ned på ens forestillinger om verden og kunsten.
Der er et nært slægtskab mellem Anker Mortensens maleriske univers og poesi – som han også dyrker.
Hans malerier indeholder en stor koloristisk skønhed, med mange umiddelbart uigennemskuelige budskaber. Kunstnerens billeder ´vokser´ for beskueren ved hvert gensyn – som et digt kan ´tage´ læseren.
Anker Mortensen bryder med det temperamentsfulde, ekspressionistiske farvemaleri, der har karakteriseret færøsk landskabsmaleri i en årrække. I hans enkle, asketiske kompositioner indskrænker motivet sig til fx at være hav og himmel, adskilt af en ubrudt horisont, eller lange rolige vandrette linjer i udramatiske, melankolske landskaber, befriede for alle markante træk og enhver illusion. I pastose farvestrøg eller penselhvirvler bliver den uhyre afmålte farveskala stoflig og intens.
PAULUS
/Í dag 27.mai verður stór framførsla av oratoriinum, Paulus hjá Felix Mendelssohn- Bartholdy í Norðurlandahúsinum https://www.nlh.fo/?event=9759/korkonsert-paulus - í morgin verður framførsla í Fuglafirði.
Summi renna maraton, onnur ganga fjallatindar; Havnarkórið syngur stórverk. Á jólum framførdi Havnarkórið Jólaoratoriið hjá Bach og á hvítusunnu 27.mai og 28.mai framførir Havnarkórið saman við orkestri og solistum vakra og dramatiska oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Havn og í Fuglafirði. Gjøgnum kór, ariur, resitativ, koralir og tónleikabrot verður lívið hjá apostlinum lýst. Umframt kórið, sum telur um 65 kórsangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar: Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor (No)
Rory Green, bass (Uk)
Duett: Hans Debes, tenor og Høgni Debes, bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen.
Í sambandi við framførsluna av oratoriinum Paulus í dag, fer Anne Mette Greve Klemensen at geva eina stutta frágreiðing um Paulus og verkið hjá Mendelssohn. Hetta verður kl. 15.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Konsertin byrjar kl 16.00 í stóra salinum.
Ingálvur av Reyni í 1961 málaði serstaka abstrakta gløðandi málningin, sum er avmyndaður í erva. Hann eitur Damaskus og er eitt undantak í stóra lívsverkinum hjá Ingálvi, ið tó, at hann var trúgvandi maður, ikki var vanur at mála myndevni, sum hava við trúgv at gera. Bíblian sigur øgiligu søguna um tann meinfýsna Saul, sum forfylgdi teimum kristnu, tá hann á veg til Damaskus upplivdi ákallan, umvending og fekk eitt nýtt navn, Paulus og gjørdist ein av týdningarmestu grundleggjarunum av kristindóminum. Undrið í Damaskus er tulkað í mongum listaverkum, tónlistaligum sum myndlistaligum.
Summarframsýning við sámiskari list
/Stórbærur endabrestur í sámisku framsýningarrøðini
Jarðargudar, kvinnurørsla, joyk og elektroniskur tónleikur ganga upp í eina hægri eind, tá summarframsýningin við sámisku listakvinnuni Outi Pieski letur upp í Norðurlandahúsinum. Fernisering verður 2. juni kl. 16 - sama dag, sum Mentanarnáttin er. Hetta farna árið hevur Norðurlandahúsið havt eina røð av framsýningum við navnframum sámiskum listafólkum. Nú verður endabresturin - summarframsýningin við sámisku Outi Pieski. Framsýningin eitur Rematriation of a Ládjogahpir - Aftur til Máttaráhkká.
Bannaði høvuðbúnin
Heitið á framsýningini vísir á ein serstakan høvuðbúna, sum sámiskar kvinnur í Sámalandi einaferð nýttu, ládjogahpiren. Høvuðbúnin er serstakliga sermerktur í sniði - hann er høgur við einum boga ovast, álíkur horni, sum er úr træi, sum er klætt við toyði. Síðst í 19. øld varð hesin høvuðbúnin bannaður. Kristnir prestar hildu, at djevulin búði í hornskapinum í høvuðbúnanum, so teir bannaðu ládjogahpiren, oyðiløgdu og brendu teir. Síðani máttu sámisku kvinnurnar lata sær lynda við einum flatari og minni høvuðbúna.
Á summarframsýningini verður høgi, hornskapaði høvuðbúnin, ládjogahpiren, givin sámisku kvinnunum aftur - sum eitt súmbol um eina nýggja sjálvstýrandi kvinnurørslu. Hetta verður gjørt við einari røð av verkum, sum eru gjørd í samstarvi millum Outi Pieski og finska granskaran Eeva-Kristiina Harlin.
Lýð á jarðargudarnar
Framsýningin hevur eisini eina sjónbandainnseting, sum verður rópt Guhte gullá – Her at lýða á, sum við bæði elektroniskum tónleiki og sámiskum joyki býður í veitslu undir jørð. Her dansa ungdómar fyri at gloyma ræðsluna fyri heimsins oyðing og ákalla hjálp frá teimum gloymdu sámisku jarðargudunum. Nú er stundin komin at endurskapa sambandið við tað heilaga, sum er fjalt langt inni í jørðini.
Sjónbandainnsetingin er gjørd saman við døtrunum hjá Outi Pieski, Birit og Katja Haarla, sum vera við til ferniseringina 2. juni í Norðurlandahúsinum.
Um listakvinnuna
Outi Pieski (f. 1973) er samisk myndlistakvinna búsitandi í Ohcejohka (Utsjoki) og Numminen, Finnlandi. Verk hennara sameina ofta samiskt handverk við duodji og nýmótans listarbeiði. Hon hevur m.a. sýnt fram á Venedigbiennalen og er umboðað á nógvum altjóða sýningum á m.a. EMMA - Espoo Museum of Modern Art, Finland, Museum of Contemporary Art Kiasma og Finnish National Gallery.
Rematriation of a Ládjogahpir - Aftur til Máttaráhkká verður at síggja 2. juni – 11. august. Øll eru vælkomin til fernisering 2. juni, kl. 16.
Teitur í uppskoti at vinna tónleikavirðisløn
/Teitur Lassen er føroyska uppskotið til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Aftrat dugnaliga føroyska tónlistamanninum eru 12 listafólk og bólkar í uppskoti at fáa Nordisk Råds musikpris 2023. Tey umboða eina fjølbroytta mynd av tónlistaligum sjangrum frá klassiskum tónleiki, jazzi og fólkatónleiki til samtíðartónlist og eksperimenterandi rokk- og popptónleik. Vinnarin verður almannakunngjørdur í Oslo 31.oktober. Vinnarin fær glasfigurin Norðlýsi umframt 300.000 krónur - Eivør Pálsdóttir vann virðislønina í 2021.
Tilnevnd eru: Danmark Anja Jacobsen Peter Uhrbrand, Finnland Maija Kauhanen Petri Kumela, Grønland SIGU, Ísland Elfa Rún Kristinsdóttir Sigur Rós Noreg Berit Opheim Håvard Gimse Svøríki Johan Lindström Norrbotten Neo Áland Whatclub
Her eru nøkur ummæli av Teiti, sum hava staðið á Listaportalinum:
https://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/14/ta-stra-t-ltla-teitur-i-want-to-be-kind?rq=Teitur
https://www.listaportal.com/tidindi/2015/2/20/so-fjarur-og-t-so-nr?rq=Teitur
https://www.listaportal.com/tidindi/2020/3/27/teitur-modern-era?rq=Teitur
https://www.listaportal.com/tidindi/2021/9/6/kosmopolitiskur-letingapoppur-av-velbasta
Katrin Joensen-Næs fekk ársins Ebbuvirðisløn
/Rithøvundafelagið boðar frá, at Ebbuvirðislønin varð í dag handað Katrini Joensen-Næs Rithøvundafelagið ynskir Katrin bestu eydnu við komandi verkætlanum hennara.
Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan films- listina. Filmslistin er ung í Føroyum, og man kann siga, at hon er í besta blóma. Katrin hevur í fleiri ár verið ein partur av hesi blómandi listagrein. Filmslistin er helst tann listagreinin, sum sameinir allar listagreinir, men tann parturin, sum hevur størstan týdning fyri ein film, er tann góða søgan.
Hóast sín unga aldur, hevur Katrin latið tveir filmar úr hondum. Hon skrivaði og leikstjórnaði filmin Ábyrgd, sum kom út í 2020. Nakrir av okkara royndastu leikarum høvdu høvuðsleiklutirnar í filminum, eitt nú Ria Tórgarð og Hans Tórgarð. Ummælarar lótu væl at, og Katrin fekk handað Ársins Sálar- heilsuvirðisløn í 2021 frá Sinnisbata. Hetta fekk hon, tí filmurin varpaði ljós á sálarheilsu. Í 2023 kom nógv væntaði filmurin Sæla, sum longu hevði fingið nógva umrøðu, áðrenn nakar hevði sæð hann. Høgni Djurhuus, ummælari, rósti filminum og segði m.a., at “har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt.” Og tá ið tað eru orðini og søgan, sum er drívmegin, so er tað fyri hetta, at Katrin fær Ebbu-virðislønina. Katrin hevur gingið á Ritlist. Herfyri frættist, at Katrin var sloppin inn á danska filmsskúlan. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur er sloppin inn á leikstjóralinjuna fyri spælifilm á Den Danske Filmsskole.
Katrin hevur við sínum filmsarbeiði og frásagnarkynstri víst, at hon fangar við sínum søgum. Tær eru ráar, bersøgnar, og hon torir at nerta við svár evni. Hond hennara skrivar fram eina flá av veruleikanum, sum vanliga er ósjónlig, so hon kemur til sjóndar sum skuggar og ljós á filmsløriftið, har tað avbjóðandi í lívinum fær rúm at vera til, bara soleiðis, sum tað er.
Við øðrum eygum - Listaframsýning við verkum hjá Tummas Jákupi Thomsen
/Fríggjadagin 19.mai letur upp listaframsýning við verkum hjá Tummas Jákupi Thomsen í Hæddini Heiðavegi 19 í Saltangará. Fyrireikararnir greiða soleiðis frá: Í sambandi við at listamaðurin Tummas Jákup Thomsen fylti seksti í fjør, vóru vit nøkur vinfólk og fjepparar, sum tóku stig til at skipa fyri einari serligari heiðursframsýning. Heitið á framsýningini sipar bæði til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum – tað, at hann sýnir okkum heimin "við øðrum eygum," og spælir samstundis við tann dupulta týdningin, sum kann liggja í, at vit á føroyskum ikki hoyra mun á "øðrum" og "ørum," og at vit kanska mangan hava hug at síggja "tað øðrvísi" sum "ørt". Ein triðja flá í heitinum er, at til hesa framsýningina eru tað onnur enn Tummas Jákup sjálvur, sum eru sloppin at velja út og heingja upp. Tað verður bæði høvi at síggja og keypa nýggjari verk hjá Tummasi, umframt at fyriskipararnir, Tóta, Paula og Meinhard sýna úrval av myndum, sum tey sjálvi hava keypt frá Tummasi gjøgnum árini, í serligari "fjepparasalon". Framsýningin letur upp við røðu, tónleiki og onkrum løttum til góman fríggjadagin 19. mai kl. 17 - øll eru hjartaliga vælkomin. Mentanargrunnurin, Eysturkommuna og Runavíkar kommuna hava stuðlað tiltakinum
Inuuteq Storch á Venesiabiennaluna
/Komandi ár fer ein grønlendskur listamaður, Inuuteq Storch at framsýna á donsku pavilliongini í Veneziabiennaluni. Tað er søgulig stórhending, at Danmark velur at bjóða einum av londunum í ríkisfelagsskapinum at framsýna og eg veit ikki um mann kann siga, at tað er fyri neyðini. Eg skilji í øllum førum væl, at áhugaverdi ungi fotolistamaðurin, Inuuteq Storch er fegin og errin - framsýningin verður ivaleyst framúr; eydnan fylgi honum í Venesia.
Annars kunnu verkini hjá Inuuteq Storch síggjast í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn fram til 29.mai, har hann framsýnir í løtuni saman við Teit Jørgensen fotografi (hann var m.a. fotografur í filminum Tríggir Varðar). Inuuteq Storch (f. 1989) er útbúgvin fotografur frá fotoskúlanum Fatamorgana og International Center of Photography í New York. Han býr í Sisimiut og hevur síðani 2009 framsýnt í Grønlandi, Nýsælandi, Íslandi og USA. Hann hevur givið út fleiri fotobøkur t.d. Keepers of the Ocean (2022) og Mirrored (2021)
Eg havi í fleiri áratíggju hildið uppá, at føroysk listafólk áttu at framsýnt á heimsins týdningarmestu listbiennalu og nú er spurningurin um eg og onnur innan føroyska listumhvørvið tevja morgunluft og møguleikar, men í grundini ivist eg stórliga, tí tað er sum detta vit millum stólar. - Tann besta føroyska samtíðarlistin er ikki samleikapolitisk sum so (og tey, sum nú royna tann vegin, eru í vanda fyri at vera ov sein á sjóvarfallinum). Kanska høvdu vit hasa uppgerðina í hálvfemsunum samstundis sum fullveldisdreymurin logaði (og svímaði aftur). Eftir stendur, at føroysk samtíðarlist ikki er so nógv øðrvísi enn list úr øðrum londum og so er spurningurin nær Danmark og Europa er til reiðar at hava áhuga fyri føroyskari list, ið innihaldsliga, stílsliga og tøkniliga er á sama støði sum teirra egna list. Sum viðger universalan samtíðarligan ekistens heldur enn søguliga kolonialismu og minoritetssamleika. Í øllum førum tykist greitt, at tey innsløg, ið higartil hava verið á Venesiabiennaluni frá smáum landøkjum uttan fult sjálvræði hava snúð seg um júst tað, at vera ósjálvstøðug, kolonialiserað, illa viðfarin osfr. Eg veit ikki nær føroysk listafólk fara at gleða áskoðarar í Venesiabiennaluni við teirra framúrskarandi list, men eg gleði meg og vóni, at tað verður okkara egna initiativ. Í staðin fyri at bíða eftir, at Danmark bjóðar okkum, skulu vit sjálvi framsýna list, ið er og skal fatast javnbjóðis við aðra list úr teimum stóru koloniharralondunum.
Her er ein grein, sum Louise Steiwer ummælari hevur skrivað um Storch og biennaluna https://kunstkritikk.dk/gronland-til-venedig/ og niðriundir eru viðmerkingar frá mær millum ár og dag um alt, sum hini fáa og vit ikki.
“Tað nyttar lítið at gráta um súra mjólk ella seina listarliga menning, mann kann bara staðfesta støðuna og fegnast um tey mongu dugnaligu føroysku samtíðarlistafólkini, sum virka í hesum árum. Men eftir stendur, at Føroyar enn ikki hava tikið lut á Venesiabiennaluni. Tað hevur Ísland síðani 1960 og frá 1984 hava íslendingar havt sína egnu árligu framsýningarpavilliong í Venesia. Venesiabiennalan varð stovnað í 1895, hon hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani og verður framegis mett at vera ein av teimum mest týdningarmiklu altjóða pallunum hjá samtíðarlistini. Ein týdningarmikil orsøk til, at føroysk list ikki hevur luttikið í Venesia er sjálvsagt, at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Men eru vit ein partur av Danmark, kann mann undrast um, at danir enn ikki hava boðið føroyskum og grønlendskum listafólkum at framsýnt í Venesia. Eitt er vist og tað er, at vit høvdu klárað tað. Tí – eru vit framvegis eitt sindur afturúr við ávísum skipanum kring listina og hóast vit enn einki samtíðarlistasavn hava í Føroyum, eru vit væl á veg við merkiliga nógvum framúrskarandi listafólkum, ið enn eru púrasta ókend innan heimslistina”…
“..Gallarí i8 í Reykjavík boðar í tíðindaskrivi frá, at verkið hjá framúrskarandi íslendska listamanninum, Ragnar Kjartansson, S.S. Hangover, verður við á 55. biennaluni í Venezia Biennaluni í summar. Altjóða listaframsýningin hevur heitið: The Encyclopedic Palace, og Massimiliano Gioni kuraterar framsýningina, sum varir frá 1.juni til 24.november. Ragnar Kjartansson hevur tikið lut á biennaluni áður. Skipið/verkið S.S. Hangover fer at sigla millum tvær lendingar í sjálvari kanaluni á biennaluni, og orkestrið verður ein messingsekstett, sum fer at spæla eitt verk hjá Kjartani Sveinsson, tað er gjørt serliga til biennaluna. Skipið S.S. Hangover er í útsjónd merkt av einum tilvildarligum blandi millum grikskt, íslendskt og venesianskt skipasnið, men upprunaliga er talan um ein íslendskan útróðrarbát frá 1934…”
“Eg veit ikki um tað er bara er í mínum føroyska knokki, at hetta hugskotið gevur eitt serligt afturljóð, stjørnur í eyguni og eitt pinkalítið vet av øvund: "hví kunnu vit ikki eisini gera sóritt..." . Tað er einki at ivast í, at íslendingar eru nógvar stavnar ella ein heilan ólavsøkuróður framman fyri okkum, tá tað snýr seg um íslendska list í heimslistarhøpi, men heldur enn at grenja kunnu vit lata okkum inspirera av tílíkum hugskotum. Eg ivist ikki í, at føroysk listafólk høvdu kunnað klárað seg altjóða innan myndlistina eins og tónleikarar, men ikki minst kundu vit klárað okkum væl innan tílíkar blandingslistaformar og cross over list, sum Ragnar Kjartansson orkestrerar í Italia í summar. Vit kundu eisini komið við onkrum framúrskarandi, um altso vit umframt at satsa uppá føroyskan dans og træskip eisini dugdu at satsa uppá samtíðarlistina…”
Væl eydnað avantgardeseminar
/Leygardagin var eg á einum áhugaverdum seminari um avantgarde, sum Útbúgvingin í Listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum skipaði fyri í Kongshøll. Høvið var ein risastór bók við 1076 síðum, sum eg enn ikki havi fingið fatur á, tó at eg havi skrivað ein lítlan part. Hetta komst av, at eg í 2017 hitti Tanju Ørum á eini framsýning í Keypmannahavn við listafólkabókum. Eg hevði júst tá skrivað bókina Úr myrkrinum um Tórodd Poulsen og tað endaði við, at eg varð biðin um at skriva eina grein um Tórodd Poulsen út frá einum avantgardeperspektivi í A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, sum Tanja Ørum ritstjórnar – bókin kom út í fjør. Í míni grein um Tórodd Poulsen, Home to hell, valdi eg at leggja dent á yrkingasavnið Heimvitisferðina sjálvt um eg eri greið yvir, at nógv av myndlistaliga verkinum hjá Tóroddi somuleiðis er í nærmastu slekt við fluxus og onnur tílík avantgardulistasløg, t.d. allar tagnarmaskinurnar, men eisini bókaobjektini. Men Heimvitisferðin fekk tær reaktiónirnar, sum tað sømir seg einum røttum avantgardeyrkingasavni.
Í Kongshøll bjóðaði Bergur Djurhuus Hansen vælkomin og greiddi frá endamálinum við seminarinum, at kanna avantgarde sum listaligt hugtak. Hetta var gjørt við útgangsstøði í einum spurningi um hvussu avantgarde sum rørsla og strategi hevur ávirkað og havt týdning í europeiskari og norðurlendskari list og skaldskapi, og um ein arvur eftir avantgarde sæst í samtíðarlist og í yrkingum í dag. Heitið á fyrilestrinum hjá Johannu Drucker var Afterlife of the Avant-garde, har hon bæði lýsti ta søguligu avantgarderørsluna og setti spurningar við hvussu listafólk, sum eru inni í hitanum hjá øllum samfelagsstovnum av týdningi, kunnu halda fram við at eyðmerkja seg sum avantgardelistafólk. Tað var sera áhugavert at hoyra lýsingina av akademiseringini av listini og samanberingar av ymiskum sløgum av radikalum avantgardestrategium. At enda nevndi fyrilestrarhaldarin ymisk dømi um list, sum tó at tað ikki sá tað minsta avantgardekend út, kundi verið tað, helt hon – fleiri identitetspolitisk listafólk við sosialum verkætlanum vóru nevnd og at enda eisini listafólk við ymiskum umhvørvisverndaratlitum og strategium og spurt var, um tey kunnu vera tann nýggja avantgardan. Og tað er gott við fyrilestrum, sum fáa ein eitt petti upp úr stólinum, tí soleiðis skilji eg ikki avantgarde – snúi tað seg ikki um at vera ímóti rákinum/ samfelagnum/ maktstrukturinum osfr? Næsti fyrilestrarhaldari, Tanja Ørum tók støði í tí, hon kallaði The power of the avantgarde. Í hesum fyrilestrinum vóru t.d. dømi um avantgardelistafólk, sum eru dottin burturímillum í listasøguni. Hetta var á sama hátt ein breið presentatión av søguligum avantgardelistafólkum og tað var ikki minst hugvekjandi at hoyra um Ubbeboda listfestivalin, sum skuldi vera ein skulpturfestivalur, men endaði við at snúgva seg um eksperimentala fleirmediala list m.a. orsakað av, at fyriskipararnir ikki høvdu ráð at keypa ordiligt tilfar - eg fekk tann tanka, at vit í einum landi sum Føroyum, har vit standa sera veikt hvat viðvíkir listastovnum, hava havt serliga stóran tørv á list, sum verður framleidd úr “ordiligum’ tilfari, oljumálningum á lørifti (í gullrammum) og standmyndum úr bronsu (hvussu skal mann annars vita um tað er ordilig list) og at hetta er ein av fleiri orsøkum til ta listarligu konservatismuna og tann æviga undirbrotliga hvat-er-list spurningin her á landi. Síðsti fyrilestrarhaldari Martin Glaz Serup fór eitt sindur øðrvísi til verka í sínum fyrilestri um konseptuella skriving og avantgarde í norðurlendskari samtíðaryrking. Men hetta var eisini serstakliga áhugvert við nærlesingum av ymsum bókmentum, ið hava brotið mørk við t.d. vitnisfrágreiðingum og telefonsamskifti millum russiskar hermenn – eitt slag av radikalari realismu, ið ómetaliga rørandi og samstundis skapar etisk ivamál. At enda bar Lív Maria Róadóttir Jæger fram endaorð, sum til alla eydnu vóru ein ljóðyrking. Um kvøldið var avantgarde í praksis í Sirkus, men tá fekk eg tíverri ikki farið.
Samanumtikið var avantgardeseminarið væl eyndað - heilt tilvildarliga og uttan fyri samanhang, men sum partur av tiltakinum Tonik, ið var hildið í sama húsi fríggjadagin, vóru fleiri frálík listaverk hjá m.a. Jón Sonna Jensen, Hansinu Iversen og Randi Samsonsen at síggja í og uttan fyri Kongshøll og á heimvegnum kundi mann so gera sær sínar egnu tankar um hvørt heklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen ella okkurt av hinum verkunum kunnu vera dømi um samtíðaravantgarde?
úr teksti um tórodd poulsen í a cultural history of the avantgarde in the nordic countries
randi samsonsen
úr bókini a cultural history of the avantgarde in the nordic countries
bergur djurhuus hansen bjóðar vælkomin
soleiðis sær ein ummælari út, sigur johanna drucker
tanja ørum greiðir frá
martin glaz serup
tanja ørum um fluxus
lív maria róadóttir jæger hoppaði upp á ein stól at bera fram eina ljóðyrking
spurningar og kjak
Joel cole
randi samsonsen
hansina iversen
jón sonni jensen
Paulus hjá Mendelssohn framført á hvítusunnu
/Henda serstaka abstrakta gløðandi málningin málaði Ingálvur av Reyni í 1961. Hann eitur Damaskus og er eitt undantak í stóra lívsverkinum hjá Ingálvi, ið tó, at hann var trúgvandi maður, ikki var vanur at mála myndevni, sum hava við trúgv at gera. Bíblian sigur øgiligu søguna um tann meinfýsna Saul, sum forfylgdi teimum kristnu, tá hann á veg til Damaskus upplivdi ákallan, umvending og fekk eitt nýtt navn, Paulus og gjørdist ein av týdningarmestu grundleggjarunum av kristindóminum. Undrið í Damaskus er tulkað í mongum listaverkum, tónlistaligum sum myndlistaligum.
Summi renna maraton, onnur ganga fjallatindar; Havnarkórið syngur stórverk. Á jólum framførdi Havnarkórið Jólaoratoriið hjá Bach og á hvítusunnu 27.mai og 28.mai framførir Havnarkórið saman við orkestri og solistum vakra og dramatiska oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Havn og í Fuglafirði. Gjøgnum kór, ariur, resitativ, koralir og tónleikabrot verður lívið hjá apostlinum lýst. Umframt kórið, sum telur um 65 sangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar: Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor (No)
Rory Green, bass (Uk)
Duett: Hans Debes, tenor og Høgni Debes, bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen.
Jens Dam Ziska MFA
/Í síðsta mánaða hevði Havnamaðurin, Jens Dam Ziska sína MFA framsýning í New Wight Gallery á UCLA í Los Angeles, har hann hevur lisið seinastu trý árini. Jens kenna vit annars bæði innan myndlist og akademia; hann tók m.a. lut á samtíðarlistaframsýningini BROT, sum var í Listasavninum herfyri og er harumframt ph.d. í heimspeki frá Oxford University. Hann er útbúgvingarleiðari á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði á Fróðskaparsetrinum, haðani hann hevur havt farloyvi fyri at nema sær myndlistaliga útbúgving. - Tilsamans framsýndi hann átta stórar og smáar málningar á MFA framsýningini, teir flestu eru málaðir í ár. Jens Dam Ziska hevur sum nevnt havt málningar við á fleiri framsýningum í Listasavninum, men nú hóma vit okkurt, ið kann gerast eitt týðandi abstrakt málningaverk í føroyskari list. Jens Dam Ziska arbeiðir við geometriskum og organiskum skapum í komposititónum, ið tykjast skyldar við amerikanskar colorfieldmálarar eftir kríggið, kanska serliga Richard Diebenkorn - Í heyst hevur Jens Dam Ziska framsýning í Havn, meira um hetta seinni. Fotomyndirnar hava Kyle Tata og Ian Byers-Gamber tikið.
Brotamynd
Brotamynd