Tóroddur - upplestur og framsýning
/Mentanarnáttin fór sum kunnugt í ommu sína ella í coronu sína og bæði framsýning og upplestur hjá Tóroddi Poulsen var alt avlýst eins og so mangt annað. Men nú hava tey avgjørt at lata upp framsýningina JÚST HER BYRJAR DREYMURIN við vatnlitamyndum, grafikki og oljupastellum fríggjadagin klokkan tvey. Tá er Tóroddur sjálvur farin heim aftur til Danmarkar, men tíbetur hevur Gorm Just tikið tikið hann upp meðan hann lesur sína herligu satiruyrking um nakrar tálghøvdaoyggjar, sum minna heilt nógv um okkara egnu oyggjar. Upptøkan sæst herundir:
Framsýning letur upp fríggjadagin 11. juni kl. 14:00 – 17:00. Og tú kann eisini koma framvið hvønn dag líka til 18. juni millum 14:00 og 17:00
Eivør er føroyska uppskotið
/Tilnevningarnar til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins eru almannakunngjørdar. Føroyska uppskotið er Eivør Pálsdóttir, ið hevur upplivað einaferð áður at vera tilnevnd. Vinnarin fær 300.000 DKK og verður almannakunngjørdur 2.november.
Í uppskoti eru annars:
Danmark
Jakob Kullberg
Theatre of Voices
Finland
Anu Komsi
Verneri Pohjola
Färöarna
Eivør Pálsdóttir
Grönland
Gerth W. Lyberth
Island
Þorgerður Ingólfsdóttir
Víkingur Ólafsson
Norge
Stian Carstensen
Lise Davidsen
Sverige
Studio Barnhus
Lena Willemark
Åland
Peter Hägerstrand
Klokkuklár poesi
/Bókabunkin vaksur nokk so seint uppeftir, tí tær flestu bøkurnar í honum eru yrkingasøvn. Tað eru klænar bøkur, ið kortini eru vorðnar nokk so nógvar í tali og tessvegna havi eg gjørt mær ein samtíðarpoetiskan status við trimum nýggjum yrkingabókum, ið eru ymiskar bæði í sinn og skinn.
Í einari Nón-sending herfyri snúi tað seg um at yrkja. Tað var áhugavert at hoyra skrivandi fólk lýsa sínar mannagongdir og greina hvat ein yrking er og ger. Men her var okkurt nevnt, sum hevur verið frammi áður og sum undrar meg. Tað er hetta, at yrkingar skulu vera onkursvegna lættari ella skjótari at skriva enn skaldsøgur og at poesi tessvegna er eitt listaslag, sum tað ber til at fáast við samstundis sum mann t.d. hevur annað arbeiði. Eg skilji ikki ordiliga hesa hugsan - eru yrkingar ikki nettupp krevjandi at skriva og at lesa?
Poetiska upplivingin
Hvat er at skriva yrkingar? Í besta føri snýr tað seg um at orða ævigar, universalar sannleikar og tankar á spildurnýggjan, originalan, samtíðarlistarligan hátt og fáa hesar tankar komprimeraðar ella kókaðar niður til nøkur fá orð á hvørjari reglu, ið alt skal passast inn í ta innihaldsligu og formligu heild, sum yrkingareglan er og sum síðan aftur skal hóska til ta størru heildina, sum yrkingin og savnið er. Hetta er ein veldug avbjóðing, og tað er eisini lutfalsliga sjáldan, mann upplivir, at hetta eydnast til fulnar. Yrkingin krevur somuleiðis nakað av móttakaranum, lesaranum, ummælaranum, sum bæði má tora at taka støðu, vera kritiskur, men eisini má leypa út í poesiina uttan at falla í smáligheitir, máta yrkingar við lineal og rættstavara, vísa á pluss og minus fyri síðan at enda á einum meðalkarakteri, sum hvørki sigur a ella b. Tá verður alt hálvgott- ella vánaligt – ein svøvntung dýna av miðalhampa toliligheit, sum eingin meinar nakað um. Tá móttakarin hinvegin er við uppá tað og yrkjarin ger tað gott, er einki miðalhampa við poetisku upplivingini. Kanska kann hon samanberast við at standa beint undir einari veldugari klokku, tá hon ringir. Tá orðini í yrkingini sita sum tey skulu, er yrkingin ágangandi á sama hátt. Tá sendist hon sum í bylgjum gjøgnum fatanina og allan kroppin. Alt hongur tá saman sum í sveiggjandi resonansi, lesari og yrkjari, avsendari og móttakari, einstaklingur og univers og so hetta, sum knýtir okkum saman og sum er menniskjatilveran og tað serstakt menniskjaliga, sum vit uppliva allastaðni.
Fyribilsni
Nýggjasta yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Fyribilsni (Sprotin 2021) er fult av slíkum málmljóði, men hann hevur eisini arbeitt burturav innan lyrikk (og prosa og myndlist etc.) síðan 1984 og er okkara mest royndi og produktivi yrkjari – Fyribilsni er hansara 45. útgáva og aftur hesa ferð hevur hann sjálvur gjørt ta einastandandi vøkru og serstøku permuna, sum er ein kollasja, har listamaðurin hevur sett appilsingula kvinnufigurin frá steinprentinum, Birgitta 23 ár og grindamaðurin 53 ár og hini frá 2005 á bláa steinprentið Glotti frá 2010 – tað er hin stuttliga myndin við tekstinum, sum staðfestir, at ”vegna plásstrot í helviti er tað nú loyvt at roykja, drekka, bannast og horast í/á himni”. Heitið á yrkingasavninum, Fyribilsni er sett saman av einum hjáorði og einum navnorði, ið onkursvegna ógilda hvørt annað. Fyribils er eitt rættiliga tanlað og slitið orð, sum vit siga allatíðina um hetta og hatta við fyrilitum, sum so líðandi fara at minna um líkasælu: -Jú, jú, tað kunnu vit siga fyribils, tað hevur í roynd og veru ongan týdning, tí tað er bara fyribils og ikki endaligt. Tað einasta vit kunnu vera heilt vís í er, at vit doyggja; tilveran fær tískil neyvan verið annað enn fyribils ella sum John Lennon sang til sonin í vakra sanginum Beautiful Boy frá 1980: ”life is what happens to you while you're busy making other plans” – kendu regluna lænti hann forrestin úr einum teksti í Readers Digest hjá Allen Saunders í 1957, sum er føðingarár hjá Tóroddi Poulsen. Men hetta er alt meira tilvild enn talspeki. Tað, sum hevur týdning er, at Tóroddur við heitinum Fyribilsni til sína nýggjastu bók, loysir orðið frá rutinuni, so tað verður opið og ovfarið.
Náttúra og mál javnsett
Heldur enn at brúka náttúruna sum myndamál, sýnast náttúran og málið eins og javnsettir partar í eini ringrás, sum fevnir um skapan og upploysn eins og kavin í heilum bráðnar meðan mjørkin dampar burtur. Hetta ljóðar meira torskilt enn tað er, tí sjálvt um tað kann tykjast ørkymlandi, tá ókend fólk og lutir verða umrødd í bundnum formi ella tá tingini uppføra seg so at tað sum vendir niður, vendir upp, eru yrkingarnar sum so ikki torførar at skilja. Treytin er, at lesarin góðtekur abstrakta hugsunarháttin í modernistiskum yrkingum nakað á sama hátt sum vit góðtaka okkara egnu ófantaliga løgnu og ólogisku dreymar. Innihaldsliga savna yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen seg um nøkur spor, ið snúgva seg um mál og fatan, náttúru og sansing, dreymar, endurminningar, lív, deyða og samfelagskritiskar eygleiðingar. Summar yrkingar eru sum heilar tíðarmaskinir, har sveiggjandi trækrúnur kunnu leiða okkum aftur til eitt dansigólv í hálvfjersunum.
Dalandi kavaflykra
Inngangsorðini í yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen eru sett í kursiv og minna mest um onkra av mongu klisjéunum í okkara støðuga práti um veðrið. Tey vísa seg at vera sitat úr eini herligari, surrealistiskt klingandi yrking á síðu 62-63 um eina veðurkonu, ið yrkjaraegið av fyrstan tíð hoyrdi um á heimvitisferðini fyri tíggju árum síðani. Soleiðis hongur alt verkið hjá Tóroddi Poulsen saman við endurtøkum, tilsipingum og øðrum tilfarsligum og kreativum umskaringum. Veðrið hevur týdning sum fyribrigdi, men eisini sum ítøkiligt tilfar, ið verður javnsett sjálvum yrkingatilfarinum, orðunum í teirri fyrstu, praktfullu yrkingini. Hon er smøl, vertikal og elegant sum ein dalandi kavaflykra, men inniheldur eisini eina eyðmjúka staðfesting frá yrkjaraegnum um orsøkina til at skriva; - tá nú eingin kavaflykra kom, mugu vit lata okkum lynda við orðunum frá yrkjaranum. Tað gera vit fegin.
Sosialrealistiskar yrkingar
Forlagið Eksil ger eitt gott og neyðugt arbeiði við at geva út, ráðgeva, redigera og rætta fyri gávuríkar, ungar ella óroyndar høvundar og hetta hevur við sær, at teirra útgávur sum heild tykjast relevantar og sera tíðarbærar, eins og tey gera sær ómak við at geva útgávunum útsjónd, ið hóskar visuelt til innihaldið í útgávunum – Forlagið Eksil hevur m.a. givið út yrkingasøvn hjá m.a. Sissal Kampmann, Onnu Maluni Jógvansdóttir, Vónbjørt Vang, Lív Mariu Róadóttir Jæger, Beini Bergsson og Daniellu Andreasen. Heili tíggju ár eru liðin síðani Forlagið Eksil í 2011 gav út fyrstu bókina hjá Daniellu Andreasen, Dilemma, men í fjør kom savnið Fragmentir út, sum nú endiliga er komið sum bók í 2.útgávu við ekspressivari reyðari og svartari permu. Tað er gott at lesa yrkingar hjá Daniellu Andreasen, tí hon er serstøk og skrivar um tann óhetjuliga gerandisdagin, tá dastið er farið av romantikkinum og dreymunum. Yrkingarnar eru centrallyriskar, bygdar upp um eitt sansandi eg, sum eygleiðir tilveruna, sum ofta tekur seg heldur dapurt út t.d. í sosialrealistisku prosayrkingini Gentan ”Avdottin mamma í dupultsongini/ Hálvfullar dósaøl við sigarettstubbum í. Gløs full av einum greyti av víni og tubbakki./ Berføtt, nývaknað og fimm ára gomul, traðkar hon upp um skógvar, jakkar og glaspettir í gongini. Fer inn í stovuna./ Gníggjar sær um annað eygað. Suttar upp á suttuna nakrar ferðir./ Steðgar mitt á stovugólvinum./ Ein fremmandur maður liggur og snorkar hart í sofuni. Hann er í brúnum leðurjakka, hvítari t-shirt og myrkabláum kovboybuksum. Hann hevur spýð. Evjan liggur í einum lítlum hyli á sofuni við síðuna av andlitinum hjá honum. Er runnin niður eftir síðuni á sofuni, endað sum ein størri hylur á gólvinum…”.
Stinkandi yrkingar
Jú, tað stinkar í bæði hesari og fleiri av hinum yrkingunum, sum eru lutfalsliga beint fram og lættar at skilja. Hetta eru lýsingar av einí tilveru, sum er full av avbjóðingum, av misbrúki, angist og ólukkuligum kærleika og av dreymum um eitt betri lív. Sjálvt um yrkingarnar eru óregluligar, so sita tær væl við endurtøkum, uppreksanum og rímum, ið hava við sær, at tær ljóða væl, tá tær verða lisnar upp. Lagið er ofta ringt og perspektivið stundum í rørandi syrgiligari barnahædd eins og vit hava upplivað tað í søgum hjá t.d. Sørine Steenholdt, Niviaq Korneliussen, Tove Ditlevsen og Vitu Andersen. Nakrar yrkingar benda frá sosialrealistisku elendigheitini og mynda saman við fotomyndunum í savninum tilfarsligt atlit, sand og fløtaskúm, sum kundi bent á eitt poetiskt sporskifti hjá Daniellu Andreasen. Eg haldi, at hon sum yrkjari er best, tá hon ikki er alt ov ovurtýðilig, tá hon lítur á lesaran og letur orðini ala fram týdningar fyri lesaranum, ið hómar ótýdligar samanhangir um tað hóttandi vaksnamannalívið.
Eitt bragd
Yrkjarin, Beinir Bergsson debuteraði longu sum tjúgu ára gamal í 2017 við yrkingasavninum Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum hann fekk EBBU-virðislønina fyri. 24 ára ungi sørvingurin, Beinir Bergsson hevur tikið seg nógv fram við hesum næsta savninum. Sólgarðurin er heilt einfalt eitt bragd og eitt roysni í sjálvum sær bara orsakað av stóra dirvinum, tað krevur at geva út homoerotiskar yrkingar í okkara lítla landi. Men savnið er áhugavert eisini út yvir hetta m.a. orsakað av hvussu væl tað hongur saman fagurfrøðiliga og innihaldsliga. Eg bar av fyrstan tíð eyga við savnið í onkrari reklamu á telduni, haldi eg, og ógvaðist við av hesi løgnu ljósabrúnu, stórblomstrutu bók við einum stavsniði, sum eg fyrst mistók fyri at vera comic sens – tað er ein óseriøs, bollut skrifttypa, sum av óvissum orsøkum plagdi at verða brúkt til uppbyggiligu andaktirnar hjá bispi eitt tíðarskeið á Vágaportalinum. Tað var so óhóskandi, at tað var eitt lítið sindur stuttligt. Men skrifttypan í Sólgarðinum er ein professionel skrifttypa, sum eitur Greta Display Pro. Tað stendur upplýst í bókini júst sum tað plagdi. Estetiska fatanin av bókini skiftir yvirhøvur rættiliga radikalt, tá tú heldur henni í hondini. Her er so mikið nógv gjørt burtur úr sniði, tilfari og uppseting, at einki er at ivast í, at tann eitt sindur 80´ara kitschuti, glitrandi og vamlisliga vakri stílurin er tilvitaður. Bæði bókstavir og blómur liggja profilerað og skyggjandi omaná á permuni og geva struktur, ið sansast út í hendurnar meðan tú lesur.
Paradís
Sólgarðurin er í minninum hjá einum yrkjaraegi, sum eitt nú minnist ommu sína í urtagarðinum. Samstundis er Sólgarðurin eitt gróðrarmikið paradís við hópin av sansaligum blómum og erotikki millum menn. Tað kynsliga verður lýst rættiliga beinleiðis, men lesarin ørkymlast kortini og missur fótafesti saman við yrkjaraegnum, tá perspektivið verður so mikið tætt inn til húð, blómubløð og mold, at vit missa tað visuella yvirlitið. Kropparnir verða eins og blindar, lívrunnar verur uttan onnur endamál enn lívið í sjálvum sær. Kynslívið verður lýst sum lívfrøði, kroppurin er sum blómubløð og hárið verður hoyggj. Forgeingiligleiki og deyði hómast í moldini og øllum skordýrunum, sum skríða og flúgva í Sólgarðinum og ein longsul eftir at náttúrunnar ringrás kann skapa lív eisini eftir deyðan:
Eg fann ein leyk
í tíni mold í morgun
klipti
blómurnar
í mínum hári
plantaði tær
við tína grøv
vóni
at nýggju røturnar
festa búgv
at vit kunnu skapa
eitt nýtt samband
Framsýningin er avlýst - listin livir
/Í gjár var sól í Havn. Stemningurin í býnum var uppeftirgangandi og fyri mítt viðkomandi var tað ein av hesum herligu listaframsýningar-uppheingingardøgunum, sum eru uppbyggiligir á so mangan hátt. Útgangsstøðið var eins og tað plagar at vera, ein ávís mongd av listaverkum, sum eitt dugnaligt og intelligent listafólk hevur lagt alt sítt besta niðurí. So hugsar mann eina løtu um hvat skal hanga hvar og so í gongd við tað praktiska; at heingja upp, gera plakat, rigga til. Í gjár var tað verk hjá Tóroddi Poulsen, tað snúi seg um. Listamaðurin er komin til Havnar at sýna fram og lesa upp. Fimm tímar seinni hongdu vit tað síðsta upp, talfestu myndirnar og fotograferaðu verkini til verklistan. Spent vóru vit og hildu úrslitið vera gott. Júst í teirri løtu ringdi telefonin og vit fingu at vita, at Mentanarnáttin 2021 er avlýst ella “útsett”. Vit í Perlutúninum, sum vóru á veg á flog, komu niður á jørðina aftur í ein vissan fart. Huff also corona og framsýningar, sum ikki lata upp… Vónbrot! Eg hevði eisni glett meg til listaframsýningina í Norðurlandahúsinum og onnur mentanaratiltøk, havi skrivað eina heila grein um tað í Dimmalætting. Fullkomiliga óaktuelt tilfar tíverri. Í dag er mjørki í Havn. Veruleikakendur stemningur - tað kundi verið mánadagur sjálvt um tað er fríggjadagur. - Men var alt arbeiðið til fánýtis? Eg haldi ikki. Tað var inspirerandi og nøkur fá, heppin fólk sóu framsýningina. Kanska fara vit at miðla hana onkursvegna - meira um hetta seinni - og okkurt av tí besta verður í øllum førum við á eini komandi summarframsýning í Steinprenti, har Tóroddur beint í løtuni er í ferð við at gera nøkur ómetaliga góð prent. Nógv er at fegnast um og sjálvandi kunnu vit ikki hava Mentanarnátt við møguligari superspjaðing, tað ber ikki til. Vit mugu vera tolin og gleðast um, at meðan vit bíða, verður listin til. Gott vikuskifti hóast alt og góðan og skjótan bata til tey smittaðu <3
Júst her byrjar dreymurin - soleiðis ljóðar ein regla í nýggjasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, og sama regla er heitið á eini framsýning í Perluni við verkum eftir Tórodd Poulsen, sum skuldi lata upp á Mentanarnáttini. Tó at Tóroddur Poulsen hevur búð í Danmark ein mansaldur og hartil lutvíst er slektaður av Toftum, er hann Havnamaður við stórum H – tað er her hann er uppvaksin. Tóroddur er fjøllistamaður og arbeiðir við yrkingum, tónleiki, grafikki, installatiónum og málarí og hevur gjørt tað støðugt, síðan hann debuteraði í 1984 við yrkingasavninum Botnfall. Innihaldsliga savnar listin hjá Tóroddi Poulsen seg nú sum tá um nøkur ávís spor, sum munna út í skapan og fatan, umhvørvi og sansing, dreymar, endurminningar, lív og deyða. Dreymurin er (minst) líka álítandi sum minnið, villur eru hjartaliga vælkomnar og hartil eisini endurtøkur. Ofta endurtekur hann síni myndevni soleiðis, at hesi gerast surrealistisk og hugtakandi mynstur av t.d. súkklarum, spannum, víngløsum og bilum. Onkuntíð hómast samfelagsviðmerkingar í bæði yrkingum og myndum – Yrkingasavnið Heimvitisferðin er t.d. ein satirisk og surrealistisk lýsing av Havnini, eins og myndirnar hjá honum ofta sipa til ymiskt sum fyriferst í føroyska samfelagnum; teir nógvu ymislittu bilarnir, sum fjølgast í myndunum hjá Tóroddi, komu t.d. nøkulunda samstundis sum snórurin til Eysturoyartunnilin varð kliptur. Her er spurningurin ikki um hvat bilarnir koyra uppá uppá liturin, hesir koyra sambært Tóroddi bara uppá litir og eru harvið umhvørvistryggir. Herfyri gav Sprotin út ta 45. bókina hjá Tóroddi Poulsen - tað er yrkingasavnið Fyribilsni, hvørs heiti er eyðkent fyri listamannin, sum við eini lítlari broyting loysir upprunaorðið frá rutinuni, so tað verður opið og ovfarið. Heldur enn at brúka náttúruna sum myndamál, eru náttúra og mál, myndaliðir og setningar javnsettir partar í einum samlaðum verki, ið fevnir um skapan og upploysn eins og kavin bráðnar, meðan mjørkin upploysist. Í fjør debuteraði Tóroddur Poulsen á donskum við savninum Valseværk, ið varð hálovað av donskum ummælarum, m.a. Erik Skyum-Nielsen í Information, sum m.a. skrivar: “Samtlige digte i Valseværk sidder lige i skabet.”.
Júst her byrjar dreymurin *framsýningin er avlýst
/TÓRODDUR POULSEN
Listaframsýning og upplestur
Júst her byrjar dreymurin - soleiðis ljóðar ein regla í nýggjasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, og sama regla er heitið á eini framsýning í Perluni við verkum eftir Tórodd Poulsen, sum letur upp í sambandi við Mentanarnáttina klokkan 16-22 fríggjadagin 4.juni (AVLÝST) - Klokkan 20 fer Tóroddur at lesa upp yrkingar í Reinsarínum (AVLÝST) Á fotomyndini her omanfyri sæst, at listamaðurin er komin fram í øllum góðum og at verkini eru innrammað og klár.
Tó at Tóroddur Poulsen hevur búð í Danmark ein mansaldur og hartil lutvíst er slektaður av Toftum, er hann Havnamaður við stórum H – tað er her hann er uppvaksin. Tóroddur er fjøllistamaður og arbeiðir við yrkingum, tónleiki, grafikki, installatiónum og málarí og hevur gjørt tað støðugt, síðan hann debuteraði í 1984 við yrkingasavninum Botnfall.
Innihaldsliga savnar listin hjá Tóroddi Poulsen seg nú sum tá um nøkur ávís spor, ið munna út í evni sum skapan og fatan, umhvørvi og sansing, dreymar, endurminningar, lív og deyða. Dreymurin er (minst) líka álítandi sum minnið, villur eru hjartaliga vælkomnar og hartil eisini endurtøkur. Ofta endurtekur hann síni myndevni soleiðis, at hesi gerast surrealistisk og hugtakandi mynstur av t.d. súkklarum, spannum, víngløsum og bilum. Onkuntíð hómast samfelagsviðmerkingar í bæði yrkingum og myndum – Yrkingasavnið Heimvitisferðin er t.d. ein satirisk og surrealistisk lýsing av Havnini eitt tíðarskeið, eins og myndirnar hjá honum ofta sipa til ymiskt sum fyriferst í føroyska samfelagnum; teir nógvu ymislittu bilarnir, sum fjølgast í myndunum hjá Tóroddi, komu t.d. nøkulunda samstundis sum snórurin til Eysturoyartunnilin varð kliptur. Her er spurningurin ikki um hvat bilarnir koyra uppá uppá liturin, hesir koyra sambært Tóroddi bara uppá litir og eru harvið umhvørvistryggir.
Herfyri gav Sprotin út ta 45. bókina hjá Tóroddi Poulsen - tað er yrkingasavnið Fyribilsni, hvørs heiti er eyðkent fyri listamannin, sum við eini lítlari broyting loysir upprunaorðið frá rutinuni, so tað verður opið og ovfarið. Heldur enn at brúka náttúruna sum myndamál, eru náttúra og mál, myndaliðir og setningar javnsettir partar í einum samlaðum verki, ið fevnir um skapan og upploysn eins og kavin bráðnar, meðan mjørkin upploysist. Í fjør debuteraði Tóroddur Poulsen á donskum við savninum Valseværk, ið varð hálovað av donskum ummælarum, m.a. Erik Skyum-Nielsen í Information, sum m.a. skrivar: “Samtlige digte i Valseværk sidder lige i skabet.”.
Hjartaliga vælkomin til framsýning og upplestur, ið eru partur av Mentanarnáttini í Havn. Heitt verður á øll um at fylgja almennu coronatilmælunum, spritta og vísa varsemi.
BEINIR - Hugsanarsamur poppur
/BEINIR hevur júst givið út eina EP og okkurt bendir á, at mann skuldi farið og lurta eftir allari útgávuni hjá gávuríku ungu monnunum, ið mynda tónleikabólkin Beinir. Bólkurin er úr Saltangará og telur umframt forsangaran, Beinir Troest, Fríða Bjarkhamar, Bárð Petersen, Benjamin Dalheim Djurhuus og Jákup Tórgarð. Beinir Troest hevur skrivað sangin, World Out There, saman við Esben Svane. Ein lættur, bleytur og væl svingandi sangur við tekstligari, hugsanarsamari dýpd, sum rakar nokk so beint á tilveruna hjá nógvum børnum og ungum, ið av einari ella aðrari orsøk kenna seg tryggast heima á kamarinum í staðin fyri at fara út í verðina og gera seg galdandi. Einsemið og vantandi framfýsni millum ung er ein vaksandi trupulleiki, sum eisini orsakað av corona er versnaður nógv. Fleiri grundir eru eyðvitað til trupulleikan, men nógvir sálarfrøðingar tykjast samdir um, at ung í vaksandi mun føla eitt ávíst trýst í mun til hvussu mann klárar seg útbúgvingarliga, fíggjarliga og sosialt í samfelagnum. Tað er eitt trýst, sum eitt nú kemur av okkara reypi m.a. av ungdómum á sosialu miðlunum av karakterum, feriustøðum og øllum møguligum øðrum herligheitum. Tá mann bara lesur um tíggju- og tólvtøl, so kann sjey- ella fýratalið, sum mann sjálv skoraði, følast kiksað; tá man sær myndir av vinfólkum í góðalag og champagne í hitapottum, verður tann hálvsvímaða rugbreyðsflísin við livurpostei, sum man hevur standandi við síðuna av telduni í kamarinum, møguliga eitt lítið sindur trist. Trýstið elvir hjá nøkrum ungum til eina kenslu av at vera miseydnað sum menniskja og hetta fær tey at avbyrgja seg. Reypið er nokk komið fyri at vera, men kanska skulu vit eisini minnast til at vísa okkara meira vanligu menniskjaligu síður fyri hvørjum øðrum. Ein sangur sum World Out There er forrestin einki tristur, men fær okkum kortini at hugsa um og varnast trupulleikan. So hattin av fyri BEINIR og til lukku við útgávuni. Eg gleði meg at hoyra meir!
Silja Strøm í húsunum hjá Janusi Kamban
/Listakvinnan Silja Strøm býr og arbeiðir í London, men var herfyri í Føroyum fyri at gera listaverkið liðugt, ið skal prýða nýggju løgreglustøðina í Havn. Eg var og vitjaði Silju í Klokkaragøtu í Havn í vøkru húsunum, sum Janus Kamban, myndahøggari læt byggja í 1970 á Dalatrøðni eftir tekning hjá Palla Gregoriussen. Húsið er ómetaliga serstakt við eini greiðari listarligari raðfesting, sum merkir, at størsta rúmið í húsunum er atelierið, arbeiðsrúmið. Janus Kamban skrivaði í sínum testamenti, at hansara ognir skuldu fara í grunn, nevndur Listamannahúsið á Dalatrøðni. Hesin grunnur skal stjórnast av nevnd, ið er hin sama sum sitandi nevnd í Listafelagi Føroya. Í testamentinum hevur Janus gjørt sær hesar tankar um tørvin á einum listamannahúsi: ”Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið í Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í”. Húsini á Dalatrøð standa eisini útlendskum listafólkum í boði, - í býti við onnur hús, sum kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur. Eisini rithøvundar kunnu fáa innvist, um húsini eru tøk. Janus Kamban doyði 2. mai 2009 - 95 ára gamal. Hansara hús hava síðani 2015 verið leigað út til listafólk.
Rúm
Gunnar Hoydal lýsir so ómetaliga væl húsini soleiðis sum tey enn síggja út í bókini um Janus: “Stovan hevur huglag og búnað hvørt eftir øðrum. Her situr maður hjá sær sjálvum. Her er álvari, sum gongur varliga. Einki, sum vil sýnast, men mangt, sum verður brúkt og hevur søgu. Her er eldstaður, og á múraða vegginum er svørt jarnpláta av gomlum ovni feld inní við mynd av fimta Fríðrikki og drotning hansara. Øðrumegin er veggur við bókum, mest bøkur um list, men hjá teimum eisini savn av bókum um samfelag og mannahugsan.. stovan er ikki stór, men tað skilst, at hon er rúm út í størri heim. Øðrvísi er við verkstaðnum. Hetta er rúmið inn í hansara egna heim, her starvast hann, og her er alt hansara egna verk. Rúmið er høgt og vindeyguni sita ovarlaga, her sæst ikki út, men fjørðurin er inni kortini og liggur við sínum ljósi uppi undir tróðrinum..” Gunnar Hoydal: Janus Kamban (1995 Listasavn Føroya).
Eitt privilegium
Í hesum húsum hevur Silja Strøm búleikast ein mánaða og her hevur hon skapað endaliga stórverkið, sum fer at hanga í móttøkuni á nýggju politistøðini. Sija Strøm er úr Vestmanna og býr og arbeiðir í London. Eg spyrji um tíðina í Janusarhúsum og hvussu uppihaldið hevur riggað hjá henni: “Í morgin er síðsti dagur her. Tá havi eg verið her ein mánaða. Tað hevur verið fantastiskt at arbeiða í einum so væl gjørdum atelieri. Og húsini eru sum eitt livandi savn, so bara at vera her, er eitt privilegium. Myndin, sum eg havi gjørt, er so mikið stór, at eg ikki fekk hana inn í arbeiðsrúmið, eg vanliga brúki í Føroyum, so tað var ógvuliga heppið, at eg slapp inn her”. Í 2019 hevði Silja Strøm serframsýningina, Listaleikir í Listasavni Føroya. Í myndunum á teirri framsýningini sóu vit, at listin hjá Silju Strøm ofta snýr seg um relatiónir ella viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi. Tann nýggi stóri málningurin, sum stendur í atelierinum hjá Janusi Kamban henda ljósa dagin, eg eri har, er ikki øðrvísi í so máta, men støddin ger mun. Hann stendur í rúminum eins og ein veldug og gylt glampandi ovursjón á tremur í litríkum, figurativum og abstraktum myndaliðum. Silja Strøm vil helst ikki avdúka ov nógv um henda málningin, sum hon hevur arbeitt við. – Tað fer at bíða til politistøðin er liðug og letur upp, sigur hon, men brosið nær frá kinnklovanum og heilt upp til tey glógvandi eyguni, tá hon leggur aftrat: “Um eg sjálv sleppi at siga tað, so bleiv hann ordiliga góður”.
Gløgt er gestsins eyga
Vit tosa um alt tað nógva, ið hendir innan føroyska list og í listaumhvørvinum fyri tíðina. Vit plaga at siga, at gløgt er gestsins eyga, so eg spyrji Silju hvussu menningin sær út frá hennara sjónarhorni. Hon svarar, at tað var serliga stuttligt og inspirerandi at síggja listafólkini uppi í Hoydølum leygardagin, tá LISA hevði alment hátíðarhald har: “Út frá øllum sum eg sá og upplivdi har, haldi eg heilt vist, at framtíðin fyri føroyska list er bjørt. Og eg má taka hattin av fyri LISA, sum hevur fingið hatta upp at standa”.
Listastuðul
Í sambandi við, at Mentanargrunnurin fyllti 75 herfyri tosa vit um listastuðul og hvat henda íløga hevur at týða bæði fyri Silju Strøm sjálva og fyri føroyska list sum heild. Hon var í 2020 millum teirra, sum fekk tillutaðan Listafólkastuðulin, sum varir í 3 ár. Silja sigur sína fatan av listastuðlinum í Føroyum vera sera ávirkaða, av hvussu mangulfult sama økið er í Bretlandi við tað, at hon arbeiðir í báðum londum: “Listastuðulin, sum eg havi fingið gjøgnum alla mína listafólkakarrieru, er nokk ein tann størsta grundin, at púra vanlig fólk sum eg kunnu vera listafólk yvirhøvir. Í einum landi sum Bretland er tað mest tann priviligeraða stættin, ið hevur ráð at gera tær neyðugu ílegurnar, eg havi atgongd til heimanfrá bæði viðvíkjandi útbúgving, og meira beinleiðis stuðul til verkætlanir og løn. Og eg vildi mett, at listastuðulin er beinleiðis orsøk til, at vit hava so fjølbroytta list og áhugaverdan mentanararv, sum vit hava, ið er nakað heilt serstakt fyri eitt so lítið land sum Føroyar”.
Yoko Matsumoto í Listamannahúsinum á Dalatrøðni
/Fyrradagin hitti eg listakvinnuna Yoko Matsumoto í Steinprenti. Eg skilti, at hon í løtuni býr og arbeiðir í húsinum, sum Janus Kamban doneraði til listafólkaresidens í Havn. Beint nú lesi eg í tíðindum frá Statens Kunstfond, at listakvinnan hevur fingið eitt av teimum stóru legatunum á 250.000 krónur frá grunninum: “Med fokus på bæredygtige historiske materialer eksperimenterer og samarbejder Yoko Matsumoto tværfagligt i sit kunstneriske virke på tværs af japansk, dansk og færøsk kultur. Matsumo viser os nye måder at se materialerne på igennem sine fabulerende værker. Det vil vi gerne se mere af”.
Týsdagin 25.mai klokkan 16-18 og somu tíð mikudagin 26.mai bjóðar listakvinnan inn á atelierið í Klokkaragøtu at síggja okkurt av tí, hon arbeiðir við. Tað er veving og plantuliting. Yoko Matsumoto greiðir í síni innbjóðing frá, at møtið við stórbæra føroyska náttúru, kvæði, tekstiltraditión og gestablíðar og jarðbundnar føroyingar hava givið henni íblástur til autenticitet og megi í listarliga arbeiðinum.
Zacharias 85
/Foto: Jan Andersson Steinprent
Í dag fyllir føroyski listamaðurin, Zacharias Heinesen 85 ár. Hesin nestor innan føroyska myndlist hevur verið aktivur listamaður í hálvfjers ár og er til alla eydnu enn í fullsving og sýnir í heilum fram heima og í útlondum – hann hevur beint nú tvær framsýningar í ávikavist Keypmannahavn og í Klaksvík. Málningarnir, sum hetta til 30.mai verða framsýndir í Gamla Seglhúsi í Klaksvík, skúma av koloristiskum og listarligum yvirskoti og benda ikki á nakran hátt á, at listamaðurin er í ferð við at leggja frá sær og takk fái hann fyri tað.
Zacharias Heinesen hevur øll árini hildið lutfalsliga fast í tí figurativa myndamálinum, har ikki minst landslagið hevur havt ein høvuðsleiklut, men ofta eru myndirnar hjá honum nógv meira abstraktar enn vit kanska gera okkum far um. Hetta kemst møguliga av, at hansara máti at síggja okkara land, hevur havt so mikið grundleggjandi ávirkan, at vit halda Føroyar síggja út sum í hansara málningum. Soleiðis er tað als ikki. Heilt so bjartlitt eru húsini ikki – heldur ikki um mann skrúvar heilt upp fyri litunum og t.d. velur clarendon-filtrið á instagram. Heilt so fýrkantað og kubistiskt sær tað heldur ikki út í veruleikanum. Í grundini eru myndirnar hjá Zachariasi Heinesen so mikið abstraktar, at tað tykist heilt surrealistiskt, tá fólk tosa um akkurát hvar í landinum, vit eru landafrøðiliga, tá tey standa og skoða eitt av hansara listaverkum við flykrandi prikkum, strokum, puntum og bjartlittum, geometriseraðum skapum. Sjálvt um tað byrjar við figurativum, impressionistisku skitsum úti í náttúruni, so kunnu málningarnir heldur samanberast við frítt improviserandi jazztónleik enn við fosturlandssangir – tað heldur hann sjálvur.
Ein rættiliga stórur málningur á áðurnevndu framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík er rættiliga abstraktur. Bygnaðurin er horisontalur, tríbýttur. Niðast er myndaflatin fullur av ymisklittum, bláum, gulum, reyðum, grønum, orange, violettum, hvítum, gráum, rosa, olivengrønum og gráum rektanglum og kvadratum. Beint uppi yvir eru skapini heldur størri, einfaldari og meira einlitt blá við denti á eina samanhangandi umhvarvsstriku ovast. Ovast er blái liturin eitt vet bjartari og her hómast eisini gyltir gulir og appilsinreyðir litflatar, sum tendra í tað bláa. Men í staðin fyri at fata hesar formligu staklutirnar hvør sær, savnast teir í okkara huga til eitt bygda- ella býarlag í forgrundini, sjógv í miðgrundini og himmal við ljósglottum í bakgrundini. So fast situr myndevnið av bygdini við havið í okkara huga frammanundan og tað er m.a. Zacharias Heinesen, ið hevur definerað tað.
Zacharias Heinesen var bara fimtan ára gamal, tá hann debuteraði á Ólavsøkuframsýningini í 1951. Og júst sum hann segði um pápa sín, William, tá vit herfyri í Williamshúsi hugdu at einaru broderingsmynd hjá ommuni, Caroline, so hevur heldur ikki hann tað listarliga frá fremmandum. Listin var honum í holdi borin og grundleggjandi partur av hansara barndómsheimi bæði sum lívstreyt og umhvørvi – tíðliga merkti Zacharias krøvini frá listini, tá pápi hansara kendist eitt sindur fráverandi í teim tíðarskeiðum, tá listin kravdi alt.
Zacharias Heinesen er útbúgvin fyrst á Myndlistaskúla Íslands í Reykjavík og síðani á Kunstakademinum í Keypmannahavn, har serliga Niels Lergaard professari gjørdi honum stóran mun. Gjøgnum tíðina hevur Zacharias Heinesen gjørt stórar prýðingar bæði saman við pápa sínum, Williami Heinesen og einsamallur og Zacharias hevur eisini verið fagnaður á ymiskan hátt, í 2011 kom portrettsending um hann í Kringvarpinum (Tá litirnir dansa) og í 2006 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
At eiga ein málning hjá Zachariasi Heinesen er sum at eiga hundrað ymsar málningar, tí hann er ongantíð líka vorðin og skiftir útsjónd eftir ljósinum. Málningurin, sum vit eiga, er fyri ein part av kirkjuni í Haldórsvík, men er í veruleikanum ein abstrakt kompositión, eitt skyggjandi klútateppi, ið onkuntíð er nokk so kalt grønt, blátt ella hvítt, men sum aðrar dagar skyggir heitari í gulum og appilsingulum tónum. Tað er ein litsamanseting, sum kortini er meira enn tað. Sjálvt um kompositiónin í málninginum hevur flutt seg nógv í mun til ta naturalistisku upprunaskitsuna og upplivingina hjá Zachariasi Heinesen av landslagnum, so er okkurt eftir av henni í endaliga málninginum, ein kensla av vátum bøi og flógvum sólstrálum og so vakurt ljómandi klangum við rútmiskum strofum onkrastaðni millum heiðafugl og jazz. Hiðani ynskja vit listamanninum hjartaliga til lukku við føðingardegnum.
Vikuyrkingin - Gunnar Hoydal
/Gunnar Hoydal gav í 1987 út sítt fyrsta og einasta yrkingasavn, Hús úr ljóði. Mæti býararkitekturin hevði tá laðað eini poetisk hús úr kenslum og litum og við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka. Yrkingin er lutfalsliga drúgv, hon tekur seg sosialt og atfinnandi upp í lýsingini av ymsum bústaðum, har ”vit” hava búð. Í fyrstani er huglagið sostatt heldur myrkt við húsum, ið minna mest um fongsul og bumbuskýli. Yrkingin fær samfelagskritiskt bit, tá tosað verður um rændar verjugarðar av ovuráti. Víðari verður varpað ljós á heimloysi, ein trupulleika, sum eftir øllum at døma ikki er nýggjur her um leiðir, tí tey eru mong, sum alt ov væl munu kenna seg aftur í reglunum um at hava búð so leingi í kjallarum gjørdum úr heimloysi og harmi, at vandi er fyri at missa seg sjálvan og sína rødd burtur. Miðskeiðis í yrkingini kemur eitt avgjørt ”Nú” og her vendist lagið og gerst meira positivt við áræði at byggja eini nýggj hús úr viti og dirvi og góðum menniskjaligum førningi. At enda broytist yrkingin og verður til eina kærleiksyrking. Myndin er av einum verki hjá Hanna Bjartalíð.
Húsini
Í so nógvum húsum hava við búð
so nógvir veggir
so nógvar dyr
so nógvir karmar við rimum fyri
og við farnum rútum.
Í bumbuskýlum hava vit búð
stoyptum úr nátt og eldi
lokaðum við øsku og ótta
umgirdum av oyðimørkum
í okkara geislandi hjørtum.
Í skansunum hava vit búð
aftan fyri verjugarðar av ovuráti
rændum frá heimsins svøltandi
og laðaðir so sterkir
at bara byrsumúlarnir
hoyra skotriðini í okkara æðrum.
so leingi hava vit búð í kjallarum
gjørdum úr heimloysi
og bróstaðum innan við harmi
at røddirnar kámaðust
og eiturfon veiftraði í okkara andadrátti.
Nú er tíðin komin
at grunda av nýggjum
úr drúgvum starvi
er tilfarið vaksið
til sterkari grindir:
Eitt hús úr kenslum
borið av huga
styrkt av viti og dirvi
og við látri út gjøgnum allar gluggar
varmin er til
hann rennur kaldur eftir bakinum
andlitið er opið
og tárini dryppa niður í urtagarðarnar
ímóti skansunum stendur samkenslan
ímóti ræðsluni hugurin
gleðin og longsulin
ferðast í grønum frumskógum
kærleikin og tann reyða ástin
bíða á hvørjum húsarhorni
at taka teg av fótum
og syfta teg óvardan
inn í látur og grát .
Eitt hús úr litum
við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka
eitt hús úr vøkstri
har eg komi óbiðin til tín
og tú tekur ímóti við ongum spurningum
elskaða,
unnusta mín.
Við bankandi kjøthjarta
/Vársprotnir tankar um náði og list og eina altíð unga altartalvu, ið undirritaða kirkjusangarinna gjørdi sær, tá henni untist at vera til guðstænastu í Kirkjubøar kirkju við nýggja prestinum í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi og hoyrdi eina av fleiri vitbornum ungum røddum, sum ríka okkara samfelag og bera boð um eina ljósa framtíð.
-Eg skuldi gingið meir í kirkju! Tað haldi eg, at eg staðfesti fyri mær sjálvari rættiliga ofta, tá eg havi verið í kirkju – hetta er vanliga í sambandi við mentanarátøk ella sang og soleiðis var eisini hesa ferð. Eri so heppin, at eg eigi ein góðan sangvin á Velbastað, sum viðhvørt biðjur meg koma at syngja í Kirkjubøar kirkju. At syngja er lívsjáttandi í sjálvum sær og kirkjugongd er somuleiðis tiltalandi – har er uggi í orðinum og tryggleiki í rituellu endurtøkunum, sum tørvur er á - ikki minst tá árini fjølgast og endin ikki longur tykist heilt so endaleyst langt burturi sum hann plagdi. Men í kirkjuligum høpi eru eisini kveikjandi upplivingar av poesi, byggilist og myndlist í prædiku, sálmum, kirkjurúminum og altartalvuni. Henda sunnudagin í Kirkjubø tosar prestur um eitt steinhjarta - eg hugsi tað er úr Ezekiel. Men bara orðið steinhjarta er so fullt av myndamegi, at tankarnir fara á flog, steinhjarta, ekkóhjarta, steinlungu, feittlivur, kjøthjarta. Steinhjartað er kalt, hart og kensluleyst meðan kjøthjartað er heitt, bleytt og kensluborið. Steinhjartað letur seg ikki ávirkast av nøkrum júst sum øll tey, ið ongan móttakara hava, bara avsendara – Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.
Altartalvan
Hvørja ferð, eg stígi inn í Ólavskirkjuna, er tað eins og lyftist frunturin uppfrá av bilsni, tá eg beri eyga við altartalvuna. Hesin modernaði málningurin sær altíð út sum var hann málaður í gjár. Sum um Sámal Joensen-Mikines nýliga er komin við honum, stríðandi gjøgnum oysregn og áarføri, sjúkur, í slobbrokki við bankandi kjøthjarta og psoriasis. Listasøgan um ta ferðina, tá Mikines kom við altartalvumálninginum til Kirkjubøar, er mytisk, og kyknað úr eini trongari støðu hjá bæði listamanninum og teimum, ið høvdu bílagt málningin, sum barasta ikki mundi komið fram. Málningurin varð ikki málaður í gjár, men fyri 53 árum síðani - fýra ár áðrenn tað byrjaði Mikines uppá skitsur til málningin. Eg giti bara, at málningurin má hava virkað radikalt modernaður í 1967, tá Ólavskirkjan í Kirkjubø var umvæld, endurnýggjað og endurvígd í miklari dýrd. Eg veit ikki hvat tey høvdu væntað sær, kirkjufólkið henda septemberdagin, tá myndin varð avdúkað, men tann ljósi og skitsukendi altartalvumálningurin er formliga sæð sera langt frá teimum myrku og meira ítøkiligu málningunum, sum Mikines málaði í 1930´unum av sorg og sakni og frá teimum heroisku grindadrápsmyndunum. 1967 var eitt serliga strævið ár hjá Mikines, sum stríddist við sjúku meginpartin av hesum árinum. Eftir at hava málað vatnlitamyndir í Noregi eina tíð, fór hann til Føroya, har hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið. Hann málaði altartalvuna til Kirkjubøar kirkju heima hjá yvirlæknanum, Bendt Jensen, sum hevði feriu og sum legði nógv fyri, at henda týdningarmikla uppgáva Mikinesar skuldi eydnast. Einastaðni skrivar læknin: “Der er mange her, som er misundelige på Mikines. Han er for stor en kunstner, det tåler man ikke i disse tider, hvor alt skal nivelleres. Bare fandens, at Mikines ikke forstår det. Nu har han chancen inden for rækkevidde. Altertavlen til Kirkebø skal males nu. Det ville være en triumf for nogle, hvis han ikke gjorde det..”. Henda løgna viðmerkingin verður endurgivin í bókini S.Joensen-Mikines. Færøerne maler, hans kunst og miljø (1973) eftir danska journalistin, Ernst Mentze, sum als ikki dámdi myndina, ið gjørdist altartalva í Kirkjubø, men hann ger eftir øllum at døma klassiska mistakið, at hann hyggur eftir myndini við vanabundnum eygum og vónum, ið eru treytaðar av fortíðarverkum.
Jesus á sjónum
Myndevnið av Jesusi, sum gongur eftir sjónum, er sera væl dámt í Føroyum, ei undur í tí, tá hugsað verður um okkara tilknýti til sjógvin. Niels Kruse málaði hetta myndevnið til altartalvuna í Gjáar kirkju longu í 1929 og Mikines brúkti sama myndevni, tá hann málaði sína altartalvu til kirkjuna á Kirkju í Fugloy í 1933. Seinni málaði hann onnur brigdi av sama myndevni, ið eru sera ymisk og í grundini rættiliga øðrvísi enn altartalvan í Kirkjubøar kirkju. Meðan hinar myndirnar eru lutfalsliga mettaðar av máling í fleiri løgum, hevur altartalvan í Kirkjubø eitt nógv feskari brá – fleiri staðni síggja vit til dømis inn á hvíta løriftið eins og í impressionistiskum myndum.
Impressionisma
Impressionisman tók seg fram langt áðrenn í Fraklandi, har Claude Monet og onnur listafólk fóru at mála uttandura við denti á ljósið. Hetta hevði við sær, at myndevnið sýntist meira og minni upployst og flykrandi og henda formliga loysingin frá myndevninum gav listafólkunum nýggjar møguleikar og íblástur og hevði við sær stóra menning. Úr øllum Europa komu listafólk til París í 19. og 20. øld fyri at uppliva og royna seg innan impressionismu og onnur nýggj rák, ið tóku seg upp og sum samanumtikið verða nevnd modernistisk rák. Summi listafólk løgdu dent á tað formella, á flatuna, skap og litir, meðan onnur hildu tílíkt virksemi vera ov grunnskygt. Tey málaðu heldur ekspressionistiska list, ið snúi seg um menniskjað og tess kenslur ella symbolistisk verk, har myndamálið var miðsavnað um idé og frásøgn. Mikines hevði sum kunnugt sínar listarligu fyrimyndir innan ekspressionismu og symbolismu sum Edvard Munch og Ejnar Nielsen og hetta sæst ikki minst í málningum frá 30´unum og 40´unum, meðan seinni myndir eru ljósari, meira koloristiskar og abstraktar.
Undrið
Stílurin í altartalvuni í Kirkjubø er also øðrvísi, meira upploystur, abstraktur, lættur og modernaður. Burtur úr eini rokaligari, turkisgrønari flatu stingur eitt svart bátaskap seg upp á skák gjøgnum myndarúmið í eini dynamiskari kompositión. Og sjálvt um menninir umborð bara hómast í abstraktum violettum, brúnum, reydligum og svørtum skitsukendum strokum, sýnist ræðslan og hvøkkurin yvir undrið á sjónum ítøkilig. Jesus sjálvur er næstan gjøgnumskygdur sum ein vatnlitamálningur í violettum við gulum skyggjandi ljósi rundanum – undrið er í sær sjálvum lýst á sera einfaldan, næstan góðvarnan hátt júst soleiðis sum tað má vera, skalt tú trúgva undrinum og málninginum.
Ein nýggj rødd í fólkakirkjuni
Tað vildi soleiðis til, at Steintóra Gleðisheygg Joensen gjørdist fyrsta kvinna nakrantíð, ið hevur borið messuakulin frá 1967, hetta var sostatt ein søgulig hending í Kirkjubøar kirkju. Og sjálvt um messuakulin var ríkiliga stórur, riggaði nýggi presturin sera væl eisini í hesum partinum av gudstænastuni, tá kirkjufólk vóru til altars. Men tað týdningarmesta er sjálvsagt prædikan – orðið og hvussu tað verður tulkað og umsitið. Og tað er vist, at mann verður glað inn í sálina av at hoyra slíkar ungar, upplýstar og nuanseraðar røddir í føroysku fólkakirkjuni sum hesa hjá Steintóru Gleðisheygg Joensen, sum í síni prædiku tosaði beint ímóti fortíðar dómadags- og syndapredikantum, ið sambært henni gjørdu ov nógv burtur úr syndini og gloymdu at taka náðina við.
Skál
Og júst hetta við syndini er ein aðaltáttur í heimildarfilminum Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð og Cecilie Debell hava leikstjórnað við bankandi kjøthjarta. Heidi Kim Andersen, Made in Copenhagen hava framleitt filmin saman við Jón Hammer, Kykmyndir. Fotografar eru Cecilie Debell, Troels Jensen, Rógvi Rasmussen, klippari Rebekka Lønqvist, meðan Kasper Janus Rasmussen stóð fyri ljóðinum. Skál hevur sama heiti sum eitt yrkingarsavn eftir Daniu O.Tausen. Hon er sjálv ungi høvuðspersónurin í filminum saman við vinkonuni og unnusta sínum. Hon kemur frá einum trúgvandi umhvørvi og gongur í somu samkomu, har eisini hennara foreldur ganga. Hon er flutt til Havnar, gongur á Listaútbúgvingini á Føroyamálsdeildini og er farin at ganga saman við Trygva Danielsen úr Havn, ið eins og hon sjálv er fjøllistafólk. Tvístøðan er fjøltáttað og snýr seg í fyrsta umfari ítøkiliga um avbjóðingina at presentera sjeikin fyri familjuni. Samstundis verður ein lívsfegin frælsishugur lýstur í Daniu og vinkonuni, sum kann gerast teimum ein trupulleiki í samkomuhøpi. Í triðja lagi letur heimildarfilmurin upp fyri einum størri uppreistri, hvørs úrslit fevnir víða og longur enn til endan á heimildarfilminum. Fagurfrøðiliga er okkurt eyðkent føroyskt yvir stílinum í filminum við eiggiligum misfits í undurvakrari føroyskari náttúru. Eg komi í tankar um tær báðar í Byebye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir og aðrar koyrifilmar frá hálvfemsunum. Eg komi eisini í tankar um tær báðar vinkonurnar í filminum hjá Sakaris Stórá. Men hesar drekka ikki. Tær renna hálvnaknar runt púra edrúar. Akkurát tað skilji eg ikki. Men óansæð hvussu poetiskur ella planlagdur, filmurin er, so er hann dokumentaristiskur. Og tað er tað besta við honum. Ella nei, tað besta við hesum filmi er, at hann er nuanseraður og brýtur niður fordómar. Hyggjarin verður av tí sama góð við persónarnar á báðum síðum av bíbliubeltinum og tað gevur í útgangsstøði ein nógv meira áhugaverdan film enn um vit alt fyri eitt løgdu okkum í ta ”røttu”, progressivu grøvina, sum vit plaga. Eg skal viðganga, at eg sjálv haldi tað vera heilt ómetaliga løgið, at hoyra fólk tosa um ”reinleika” í mun til kynslív í 2021 og eg kann blíva smádeprimerað við tankan um, at ung fólk á henda hátt skulu bera uppá arvasyndina, men hinvegin er kærleikin so týðiligur í filminum– ikki minst frá teimum, sum formana og vara av. Tað lýsir av hesum fólkunum, av foreldrum og ommum og abbum, hvussu góð tey eru við ta ungu kvinnuna og tað er hann eisini, tann ungi maðurin, sum sær út til at vera við uppá hvat sum helst fyri at vera góðtikin av verforeldrunum, eisini um tað krevur, at hann skal minka seg niður til hann er fullkomiliga gjøgnumskygdur, tapetfarvaður biðjandi borðbøn. Tann rapp-skrappa fucking-alien attitudan hjá Silvurdrongi er horvin. Alt av kærleika. Tá tey hittast, sigur mamman, at hon ikki kennir til tað, sum Trygvi hevur gjørt, tí hon heldur vildi møta honum við opnum sinni. Hetta tykist vera ein sannur lætti hjá Havnamanninum, sum alt fyri eitt heldur við henni. Hetta sama slagi av rørandi, næstan sjálvútslettandi kærleika hómast fleiri staðni í filminum. Eitt nú, tá foreldrini hjá Daniu hava lisið yrkingasavnið og tú sært hvussu hart tað er, hvussu stúrin tey eru og mamman sigur, at hon hevði ynskt, at tað var onkur annar enn dóttir sín, sum skuldi vera so djørv. Skál vann ikki sum væntað virðisløn á CPH Dox, men hann var nógv tann mest sæddi filmurin og onkursvegna hava vit øll longu vunnið við hesum filminum, hesum ungdóminum, dirvinum og øllum hesum menniskjum við kjøthjarta.
Kinna Poulsen
Listaframsýningin á Norðurbryggjuni er opin aftur - Samtaler om Tåge genåbner
/Í dag letur listaframsýningin, Samrøður um mjørka - lista í Føroyum í 21.øld upp aftur eftir corona-stongsulin. Á framsýningini, sum er kuraterað av Kinnu Poulsen, eru verk eftir:
Rannva Kunoy, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Svend-Allan Sørensen, Alda Mohr Eyðunardóttir, Julie Sass og Steinprent (Claus Carstensen, Ian McKeever, Mie Mørkeberg, Knud Odde, Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, John Kørner, Anna Seppälä, Zacharias Heinesen, Zven Balslev, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Øssur Johannesen, Bárður Oskarsson, Carl Jóhan Jensen, Peter Laugesen, Tóroddur Poulsen, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Jonas Hvid Søndergaard, Erik Heide, Kathrine Ærtebjerg, Kirstine Roepstorff og Margrethe Odgaard).
Í sambandi við endurupplatingina er framleitt eitt katalog við tekstum um list í Føroyum og føroyska list í Danmark. Katalogið kann síggjast og lesast á heimasíðuni hjá Norðurbryggjuni - sí leinki her niðriundir, og bóklingurin kann eisini keypast á framsýningarstaðnum í Keypmannahavn. https://www.nordatlantens.dk/da/udstillinger/2020/katalog-samtaler-om-taage/
I dag d.13. maj 2021 genåbner udstillingen Samtaler om Tåge - Kunst på Færøerne i det 21.århundrede på Nordatlantens Brygge i København.
Nyt katalog kan læses her - tryk på nedenstående link - og købes på udstillingsstedet formedelst 60 kroner.
https://www.nordatlantens.dk/media/3194/samtaler_om_taage_katalog.pdf
SAMTALER OM TÅGE – kunst på Færøerne i det 21. århundrede
En perlerække af kunstnere og en lige så mangfoldig som fandenivoldsk udtryksglæde, der manifesterer sig på trods af hærgende pandemier, smeltende isfjelde og anden undergang.
30. oktober 2020—25. juli 2021
SAMTALER OM TÅGE
Svævende dråber af vand, der er lette nok til at kredse omkring i luften uden at falde ned som regn eller sne. Det er videnskabens på en gang prosaiske og poetiske definition på det meteorologiske fænomen, vi kalder tåge. Det er næppe tilfældigt, at der findes 37 forskellige ord på færøsk for tåge – eller at tågen og landskabet ofte er i front, når udlændinge skriver om færøsk kunst.
Eftersom Samtaler om tåge i større grad handler om kunsten på Færøerne end om tågen, så zoomer vi ned gennem den æteriske dis for at opleve færøsk samtidskunst via et ganske håndgribeligt og generøst udvalg værker skabt af: Rannva Kunoy, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Svend-Allan Sørensen, Alda Mohr Eyðunardóttir, Julie Sass og Steinprent, Færøernes grafiske værksted (Claus Carstensen, Ian McKeever, Mie Mørkeberg, Knud Odde, Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, John Kørner, Anna Seppälä, Zacharias Heinesen, Zven Balslev, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Øssur Johannesen, Bárður Oskarsson, Carl Jóhan Jensen, Peter Laugesen, Tóroddur Poulsen, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Jonas Hvid Søndergaard, Erik Heide, Kathrine Ærtebjerg, Kirstine Roepstorff og Margrethe Odgaard).
Det er en ganske stor mængde billedkunstnere, hvis værker hverken kan eller skal afgrænses til ét fælles kunstnerisk mål. Billedkunstnerne er såmænd heller ikke alle færøske, men de har alle enten arbejdet eller udstillet på Færøerne og er derved blevet en del af den færøske billedkunstscene.
Samtaler om tåge har fokus på dynamiske og kommunikative processer hellere end at danne en form for repræsentativt kanonisk blik. Dermed omgår udstillingen også flere hierarkier, heriblandt selve traditionen for udstillinger af færøsk billedkunst i Danmark. Det er et forsøg på at vise færøsk billedkunst indefra uden på nogen måde at lade som om vi får det hele med. Det vi så til gengæld får, er en mangfoldighed af udtryk i malerier, grafik, tekstil og installationer - en fandenivoldsk udtryksglæde, liv og skønhed, der manifesterer sig på trods af hærgende pandemier, smeltende isfjelde og anden undergang.
Anna Malan Jógvansdóttir sýnir fram
/Anna Malan Jógvansdóttir hevur sína fyrstu serframsýning í Víngarðinum við heitinum EG ERI ELDGOSIÐ - framsýningin er opin frá klokkan 16-02 í dag 8.mai og annars er opið hósdag, fríggjadag og leygardag. Í Víngarðinum kann mann drekka eitt glas av víni, ein cocktail og eta menu ella tapas, men tað ber eisni til bara at hyggja! Leivur Thomsen frá Vikuskiftissendingini var ein túr í Tróndagøtu í gjár og vit prátaðu eitt sindur um framsýningina. Samrøðan kann hoyrast her: https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/05/07/framsning-vngarinum
Fimm stjørnur til Tórodd
/Væl umtókta dansktmælta yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Valseværk hevur fingið fimm stjørnur aftrat í dagsins Kristeligt Dagblad, har ummælarin Regitze Estrup fegnast um Valseværk, sum hon følir seg fevnda av: “Det er en fryd at lade sig omfavne af det poetiske univers i Valseværk” skrivar hon m.a. í áhugaverda ummælinum. Hjartaliga til lukku við flotta ummælinum - her eru nøkur onnur positiv ummæli av somu bók:
http://www.listaportal.com/tidindi/2020/7/16/en-udfordrende-og-fremragende-vals?rq=Valsev%C3%A6r
https://www.weekendavisen.dk/2020-32/boeger/at-pelse-poelsen
https://litteratursiden.dk/anmeldelser/valsevaerk-af-toroddur-poulsen