Litir og summar í Steinprenti
/Sjálvt um hitastigini ikki eru at reypa av her um leiðir, so er summarið byrjað í Steinprenti. Tað merkist á streyminum av vitjandi, sum økist dagliga. Men tey geva sær eisini tíð til annað enn ferðafólk og vitjandi, hesa seinastu vikuna hevur Tróndur Patursson arbeitt á verkstaðnum, har hann hevur gjørt royndir við ymiskum litum, neabel- og cadmium gulum, reyðum og ultramarin bláum litum, sum lýsa í íløtum og myndum í Steinprentum. Prentini eru sera ymisk, Tróndur arbeiðir við dýpdini og ljósinum í myndarúminum, sum er sera skiftandi í teimum nýggju steinprentunum. Tað verður spennandi at (vónandi) uppliva verkini á komandi framsýning.
Foto: Louise og kp
Alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum...
/Føroyska leikbólkin, Det Ferösche Compagnie (DFC) kenna vit sum ein modernaðan og progressivan sjónleikarabólk, sum tað er ein frøi at hoyra nýtt frá. Sambært tíðindaskrivi eru tey farin undir fyrireikingarnar til fyrstu føroysku sýningarnar av Hamlet eftir William Shakespeare. Búi E.Dam er leikstjóri og yvirhøvur sær manningin sera spennandi út. Tróndur Bogason hevur gjørt tónleikin. Kjartan Hansen hevur høvuðsleiklutin sum Hamlet, meðan Ofelia verður leikt av Kristinu Sørensen Ougaard. Sofía Nolsøe Mikkelsen verður Claudius, Annika Johannesen verður Gertrud, Hans Tórgarð spælir Polonius, Búi Rouch spælir Laertes og Mariann Hansen spælir Rosencrantz/Guildenstjern. Leikstjórin, Búi Dam verður Horatio. Leikverkið verður sett upp og framført í samstarvi við Norðurlandahúsið, og atgongumerkini til sýningarnar eru nú sett til sølu. Eingin sjónleikur er so ofta framførdur sum Hamlet, og kortini er hann ongantíð framførdur í Føroyum, men sum skilst, er hetta ein serlig versión av Hamlet, sum er hugsað til føroysk viðurskifti. Shakespeare skrivaði leikritið um ársskiftið 1600, har han viðger heimspeki, samfelag, politikk, mystikk, sálarfrøði, átrúnað, girnd, alsk, familju, vinalag og forelskilsi. Samstundis er Hamlet ein spennandi søga um kærleika og hevnd. Hamlet er ein tragedia við nógvum deyða. Tessvegna hevur DFC valt ta føroysku jarðarferðina sum karm um leikin. Tríeindin, tá flutt verður frá stað til stað - í kirkju, út á kirkjugarð, til ervi – er ein dramaturgisk gongd, sum er okkum føroyingum avbera væl kend, og neyvan kann nakað annað savna føroyingin sum deyðin. Hamlet verður frumsýndur 8. novembur í Norðurlandahúsinum og til ber at ogna sær atgongumerki á heimasíðuni nlh.fo.
Um pallsetanina sigur leikstjórin, Búi Dam: "Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er øllum eyðskild og atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare"
Stutt um leikin:
Hamlet er krúnprinsur í Danmark. Hann lesur í útlondum, men er
komin heim til jarðarferðina hjá pápa sínum, Hamlet Kongi. Heima á Kronborg slotti fær Hamlet ein hvøkk, tá ið mamma hansara giftir seg
uppaftur við pápabeiggja hansara, Claudiusi, beint eftir jarðarferðina.
Og tá hann so sær pápa sín spøkja á slottinum, veit hann sum er; at alt ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum.
Frumsýning 8. november
Kostnaður: 325 kr // lesandi 200 kr
Aldursmark 14 ár
LUTTAKARAR
Hamlet: Kjartan Hansen
Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard
Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen
Gertrud: Annika Johannessen
Horatio: Búi Dam
Polonius: Hans Tórgarð
Laertes: Búi Rouch
Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen
Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen
Leikstjórn: Búi Dam
Týðing: Hans Tórgarð
Pallmynd og búnar: Sámal Blak
Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason
Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas
Ljósmynd: Súni Joensen
Byggimeistarar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam
Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs
Edward Fuglø ger standmynd í Svínoy
/Leygardagin 15. juni 2019 verður minnisvarðin, sum Edward Fuglø hevur gjørt, avdúkaður í Svínoy. Tað verður, sum skilst, ikki eitt egg sum tað omanfyri, ið er á einum málningi á framsýning í Norðurlandahúsinum í 2012, men ein standmynd, sum ímyndar ein dropa.
Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Tí er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745. Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 - 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við 6, 3, 2, 2, 5 og 6 monnum ella tilsamans 24 menn. Tann síðsti, ið er nevndur á minnistalvuni, er farin í 1984. Skipað verður fyri góðum sambandi hendan dagin, tí fyriskipararnir vænta hópin av fólki, og eisini er skrá við guðstænastu, áðrenn farið verður út til minnisvarðan “Dropi í lívsins havi”.
Keyp bond til ferðina
Ferðasambandið er skipað soleiðis, at Ritan siglir snimma á morgni, men neyðugt er at keypa armbond til ferðina út til Svíoyar henda dagin – leygardagin 15. juni 2019.
Hesi bond, við ymiskum litum til hvørja ferð, fáast á Norðoya Kunningarstovu.
Tlf: 456939 – info@klaksvik.fo.
Bondini skulu heintast og gjaldast á Norðoya Kunningarstovu.
Kostnaður:
Vaksin kr. 100,- fyri báðar ferðir – út til Svínoyar og innaftur
Børn (upp til 15 ár) ókeypis, men skulu hava bond
Um so er, at fólk møta upp í Hvannasundi uttan bond til ferðina, kunnu tey sleppa við, bert um pláss er, í mun til tey, sum hava bond til hvønn túrin. Bondini eru eyðmerkt við ymiskum litum til hvønn túrin sær.
Ikki er neyðugt við bondum innaftur.
Soleiðis verður siglt
Kl. 07.00 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 08.15 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 09.30 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 10.45 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Kl. 12.00 – Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar
Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð
Skrá:
Kl. 08.30 – 11.00 Morgunmatur á Gamlagarði
Kl. 13.00 Guðstænasta
Samanringing, Preludium, Inngangsbøn
Stutt tala í sambandi við dagin: Jóannes Purkhús, sóknarprestur
17 Sangarar syngja - Uttan teg
Prædika: Jógvan Fríðriksson, biskupur
Tey á Váli syngja - Á, tú sorgbundna sál
- Felagssálmar verða eisini sungnir
Útgangsbøn, Biðisløg, Postludium
Kl. 14.00 Farið verður út til minnisvarðan, “Dropi í lívsins havi”
17 Sangarar syngja – Bert ein dag
Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu
Felagssálmur
Poul Sivar Olsen greiðir frá tilgongdini at reisa minnisvarðan
Edward Fuglø greiðir frá hugskotinum handan minnisvarðan
Tey á Váli syngja – Eg eigi Hirða
Heri Joensen, prestur flytir fram røðu
17 Sangarar syngja – Allar staðir har eg fari.
Minnisvarðin verður avdúkaður av Bjarna Jacobsen
Minnispláta verður avdúkað av Petur Danielsen
Heri Joensen, prestur lýsir signing
Felagssangur, Tú alfagra land mítt
Mentanargrunnurin má taka sær um reiggj!
/Herfyri vóru listafólkalønirnar latnar á øðrum sinni; Jens L.Thomsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Carl Jóhan Jensen umboðandi tónleik, myndlist og bókmentir, vóru hesa ferð tey, sum nevndin í mentanargrunninum eftir tilmæli frá faknevndum, valdi at gera íløgu í. Síðsta ár varð íløga gjørd í framtíðar verk hjá Brandi Patursson, myndlistamanni, Búa E. Dam, leiklistamanni, og Katrini Ottarsdóttir, rithøvundi.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa listafólkaløn, tó kunnu tey hava inntøkur av teirra skapandi virksemi. Umsóknarumfar til listafólkalønir er einaferð árliga. Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið. Játtanin er 3,3 milliónir kr.
Listafólkalønirnar eru eitt stórt framstig á týdningarmikla føroyska mentanarstuðulsøkinum, sum er ávegis onkrum, sum eg sjálv í mong ár havi verið forsprákari fyri; nevniliga at býta stuðulsøkið upp í áhuga- og yrkislistastuðul. Tað er gleðiligt, at stig eru tikin henda vegin, tó at okkurt undrunarvert er við valinum hjá nevndini, sum eisini er galdandi fyri alt mentanarstuðuls- og virðislønarøkið, og sum fær meg at hugsa, at tørvur er á at minna okkum á hvat tankin var við listafólkalønini.
Fyrr plagdi mann at siga, at tað ikki var nakað gott tekin at fáa mentanarvirðislønina. Tí so stóð mann allarhelst við minst øðrum beininum í grøvini. Sipað varð til, at tey, sum fingu virðislønir ofta høvdu rættiliga høgan aldur. Ei undur í tí; virðislønin varð latin hesum listafólkum í takksemi fyri teirra lívsavrik. Hetta lyndið er markant broytt síðstu árini nú fleiri hava fingið virðislønina, sum eru um miðjan aldur, t.d. operasangarin Rúni Brattaberg, sum var 50, tá hann fekk virðislønina.Broytingin er náttúrlig, men ikki bara tað. Seinast fekk Bárður Jákupsson virðislønina, hann er 75 ár - so tað var uppá tíðina, tí aldur hevur týdning; ikki bara tí hann er okkara náttúrligi avmarkingarfaktorur – øll eru ikki so væl fyri, at vit kunnu vænta okkum at verða vald inn á Fólkating, tá vit eru farin væl upp um dustsins ár. Nakað annað er, at aldur kann vera ein garantur fyri royndir og avrik.
Tá vit á sinni tosaðu um listafólkalønir var tankin, at hetta skuldi vera krúnan á listastuðulsverkinum. Meðan starvslønr kunnu søkjast og stuðlast í teimum førum, nevndin heldur verkætlanina vera áhugaverda, skuldu listafólkalønir latast royndum listafólkum, sum við framsýningum, bókum, filmum, leikum høvdu latið ein streym frá sær av listarligari dygd, sum vit sum land ikki vildu verið fyriuttan. Her haldi eg, at fleiri av teimum sera dugnaligu listafólkunum, sum hava fingið listaløn eru ov óroynd. Nakað annað er denturin, sum dygdin á stuðulsumsóknum fær frá Mentanargrunninum. Hetta tykist mær ógvuliga grunt listarliga sæð at leggja so stóran dent á hvørt umsóknin er fín og flott. Vit kunnu ikki lata sum um vit ikki vita av hvørjum øðrum í Føroyum. Veruleikin er, at vit vita effinett hvør er hvør og hvat hvørt listafólk hevur gjørt um seg. Um umsóknirnar hava so stóran týdning skjóti eg upp at vit gera eina umsóknarvirðisløn, sum verður latin flottum umsóknum. – Skemt til síðis. Nevndin í Mentanargrunninum undir leiðslu av Ingun í Skrivarastovu hevur ábyrgd av mentanarstuðlinum, at tryggja at stuðulin verður til meiningsfullar og góðar íløgur í føroyska list og mentan. At stuðulsslag og upphædd eru samsvarandi við móttakara og verkætlan er neyðugt fyri um stuðulin verður tann effektiva íløgan, sum ætlanin var, og tí má nevndin í Mentanargrunninum taka sær um reiggj!
LISTAFÓLKALØNIR Jens L.Thomsen, Ragnhild H.Højgaard og Carl Johan Jensen
/Nevndin í Mentanargrunninum hevur gjørt av at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við síni list innan tónleik, myndlist og bókmentir. Tey trý listafólkini eru:
Jens L. Thomsen
Menniskja, náttúran, tøknin og Føroyar sýnast at vera miðdepilin í virkseminum og listarligu útsøgnini hjá Jens L. Thomsen. Ætlaninar eru væl lýstar, listarliga stórfingnar og somuleiðis nærverandi við ansni at tilfarsligum uppruna í tíð, rúmd og stað. Ætlaninar ganga somuleiðis, í summum førum, inn í sjálvar tónleikaligu grundlutirnir. Tær hugsast sum partar av støðugari tilgongd, sum vísir listarligt djúphugsni og samanhang millum framleiðslugongd, tøkni og innihald. Vitanin um arbeiðið handan listaverkið fær serstakan týdning og fremur, at verkini fáa nærverandi týdning fyri lurtaran og áskoðaran.
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard
Ragnhild H. Højgaard er tekstillistafólk, sum tekur støði í ull. Hon tvinnar saman nýhugsan og siðvenju í hugtakandi listaverkum. Við sínum djúptøkna kunnleika til tilfarið megnar hon at endurnýggja siðbundna arvin frá teimum, ið undan fóru og at endurhugsa møguleikarnar hjá ullini. Listaverkini hjá henni vísa, at hon hevur skapandi evni á høgum stigi. Installatiónirnar hava drøg úr arkitekturi, listhandverki og design. Tey spæla saman við rúminum, sum tey eru í og tala til sansirnar hjá áskoðarinum. Hon er í eini serstøðu, tí at hon arbeiðir við tí tilfeinginum, sum vit hava her í Føroyum og hevur stórar ætlanir um at gagnnýta okkara tilfeingi sum tann góða føroyska ullin er.
Carl Johan Jensen
Carl Johan Jensen kann teljast millum royndastu rithøvundar okkara. Tey útvið 40 árini Carl Johan Jensen burturav hevur starvast sum rithøvundur, hevur hann latið úr hondum hópin av ritverkum á høgum listarligum støði, fjølbroytt og poetisk avrik, ið tilsamans hava eitt stórt bókmentaligt virði. Ikki so sjáldan hava útgávur hansara elvt til kjak, ikki minst um formin. Carl Johan Jensen hevur seinnu árini prógvað, at hann megnar at flyta seg og stíltilvitað ganga nýggjar leiðir. Hansara rannsóknir lýsa okkara samtíðarsamfelag og menniskju, samstundis sum tað næra verður samantvinnað við tað fjara, tá nomið verður við lívsins stóru grundspurningar.
Umsóknir á høgum støði
Inn komu 26 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar í millum nógvu og góðu umsóknirnar. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og um ta grøði, sum er innan tey ymsu yrkislistaøkini. Endaliga avgerðin hjá nevndini speglar eisini hesa vídd. , og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Hesi sótu í faknevndunum at gera tilmæli til nevndina: Ritlist: Ann Ellefsen og Bergur Rønne Moberg. Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig Hanusardóttir Olsen. Tónlist: Hans Pauli Tórgarð og Sunleif Rasmussen. Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur Heinesen.
Nýggj listprýðing í Sirkus
/Nógv spennandi mentanartiltøk verða nú fríggjadagin í sambandi við Mentanarnáttina í Havn. Eitt av teimum ordiliga áhugaverdu tiltøkunum er í Sirkus klokkan kl 16.00, tá ein nýggj og øðrvísi listprýðing verður avdúkað. Talan er um 10 nýggjar borðplátur, sum 10 ymisk fólk hava skapað. Tey eru Brandur Patursson, Hansina Iversen, Bruno Mikael Eysturstein, Tummas Jákup Thomsen, Anna Elisabeth Isholm Wind, Kirstin Helgadóttir, Ingilín Didriksen Strøm, Ólavur S T Thorsteinsson, Rolant Lenvig Av Reyni og Magnus King.
Samstundis verður eitt savn av sjónbondum eftir Magnus King tendrað á stórskíggjanum á 3. hædd. Tað eitur "Alt í einum 13 alt í lagi so eru vit einig báðar”. Listprýðingin er varandi; tvs at borðini eru í brúk, tá Sirkus er opið
Summarlist í Klaksvík
/Leygardagin læt Summarlist upp í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Eg var ikki, men fekk myndir frá onkrum, sum var. Framsýningin verður hangandi til og vð 18.august.
Fólk á framsýning
Randi Samsonsen
Edward Fuglø
Fólk á framsýning
Rani Samsonsen
MY OWN SPACE - Opið er mentanarnáttina til klokkan 21
/Silja Strøm og Zven Balslev
Leygardagin 1.juni læt framsýningin MY OWN SPACE upp í Steinprenti.. Við á framsýningini eru nýggj og eldri verk hjá Hanna Bjartalíð, Hansinu Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silju Strøm, Tóroddi Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Mariusi Olsen, Bjørn Nørgaard, Zachariasi Heinesen og Torbjørn Olsen. Kinna Poulsen er kurator. Her eru nakrar myndir frá framsýning og upplating, men verkini skulu síggjast í hølinum, har tey hanga og standa. Minnist til eisini at fara uppá, tí har hongur stórfingna verkið hjá Rannvá Kunoy. Framsýningin heldur á til og við 3.august.
Framsýningin - verkið á gólvinum gjørdi Anný Ø.Djurhuus
Carl Jóhan Jensen las upp
Torbjørn Olsen
Upplating
Hansina Iversen
Zacharias Heinesen
Marius Olsen og Torbjørn Olsen
Silja Strøm og Zacharias Heinesen
Tóroddur Poulsen
Tóroddur Poulsen
Silja Strøm, Hanni Bjartalíð og Mie Mørkeberg
Hanni Bjartalíð
Zacharias Heinesen
Marius Olsen
Bjørn Nørgaard, Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen
Zven Balslev
Rúm í list
/Leygardagin 1.juni klokkan 15 letur Summarframsýningin í Steinprenti upp. Framsýningin, ið hevur heitið MY OWN SPACE, fevnir um rúm í list, list í rúmi, egið rúm og felags rúm. Framsýningarheitið stavar frá einum viðtali á Liverpool Biennaluni við Hanna Bjartalíð, har listamaðurin greiðir frá hvaðani íblásturin til hansara verk kemur. Hann sigur hugskotini koma frá einum serligum staði, sum hann kallar sítt egna rúm. Og eingin ivi er um, at rúm eru grundleggjandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, bæði í málningum og samansettum verkum, men ikki bara hjá honum. Tí umframt tey rúm, vit uppliva í listaverkum og tað pláss, hesi verk taka, so hava listafólk síni egnu rúm og hesi rúm er tað, Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um. Talan er um eina sera fjølbroytta og undirhaldandi framsýning við góðari føroyskari samtíðarlist við málningum, prentum, standmyndum og lutum, ið alt samalt onkursvegna snýr seg um ella definerar eitt egið rúm innan so ymiskar listagreinar sum olju- og akrylmálningar, vatnlitamálningar, installatiónir, standmyndir, veggjamálarí og prentmyndir. Luttakandi listafólkini eru: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Marius Olsen, Bjørn Nørgaard, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen. Kinna Poulsen er kurator.
Sissal Kampmann í mentanarsendingini Nón var og vitjaði í Steinprenti mikumorgunin, lurtið her: http://kvf.fo/non?sid=95084
MY OWN SPACE
/Summarframsýning í Steinprenti 2019
Leygardagin 1.juni klokkan 15 letur Summarframsýningin í Steinprenti upp. MY OWN SPACE fevnir um rúm í list, list í rúmi, egið rúm og felags rúm. Framsýningarheitið stavar frá einum viðtali á Liverpool Biennaluni við Hanna Bjartalíð (f.1968), har listamaðurin greiðir frá hvaðani íblásturin til hansara verk kemur. Listamaðurin sigur at hugskotini koma frá einum serligum staði, sum hann kallar sítt egna rúm. Og eingin ivi er um, at rúm eru grundleggjandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, bæði í málningum og samansettum verkum, men ikki bara hjá honum. Tí umframt tey rúm, vit uppliva í listaverkum og tað pláss, hesi verk taka, so hava listafólk síni egnu rúm og hesi rúm er tað, Summar-framsýningin í Steinprenti snýr seg um.
Myndarúmið hevur verið fyri støðugari broyting í málningunum hjá Hansinu Iversen (f.1966). Í støðum sýnist hetta rúm tveydimensionelt eins og flatan, tað er málað á, meðan tú aðrastaðni hómar eina øgiliga dýpd og megi í formatiónunum. Í málningum hennara umskarast skap, sum alt eftir hvar eygað hvílir taka seg fram og aftur úr myndaflatanum í eini støðugt bylgjandi heild. Seinastu árini hava vit á framsýningum hjá listakvinnuni í Listasavninum og í Listahøllini upplivað, at hesi skap og strok eru flutt úr løriftinum og út í sjálvt framsýningarrúmið, har tey fáa ein øðrvísi arkitektoniskan dám sum partur av rúminum. Ein tílíkan veggjamálning in situ fer Hansina Iversen at mála til framsýningina MY OWN SPACE - vit gleða okkum.
Og júst hetta við at skapa sítt egna rúm rakar nokk so beint á mannagongdina hjá Anný Ø.Djurhuus (f.1997), ið ger sonevndar pop up framsýningar í plantasjuni og aðrastaðni, har hon myndar sítt heilt egna rúm og fyllir tað við serligum søgum. Hesar søgur verða sagdar á dreymakendan og poetiskan hátt við viðgjørdum ready mades, ið verða samantvinnaðir við lívrunnum náttúrutilfari.
Monumentala verkið hjá Rannvá Kunoy (f.1975), After History krevur, at áskoðarin flytir seg úr framsýningarrúminum og niðan gjøgnum trappurnar. Men uttanveltaða støðan er kanska eisini ein ábending um eitt verk, sum er nakað fyri seg, sum næstan loypir á áskoðaran og sum í roynd og veru ger upp við eina grundtreyt hjá málarínum. Orsakað av eini serligari kompositión og málihátti og av tí, at málningurin er málaður við serligum litevni, tykist hann ikki vera bundin í tíð og stað eins og málningar flestir. Málningurin skiftir lit og útsjónd eftir ljósinum í rúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í rúminum. Tað ger sjálva upplivingina av verkinum dynamiska, óítøkiliga – at kalla óyvirskoðiliga. Men er áskoðarin tolin og letur eyguni reika spakuliga um myndaflatan yvir tað, sum fyrst líkist einum hurlivasa í fleiri løgum av myndaliðum, bókstavum, orðum, strikum og kendum sum ókendum teknum, so er tað brádliga eins og letur verkið seg upp og samlast í einari strálandi, avkláraðari kompositión í fullkomnari javnvág og harmoni.
Í myndunum hjá Silju Strøm (f.1987) snýr tað seg eisini um javnvág og um javnstøðu. Sjálvt um myndirnar eru partvíst figurativar, ber ikki til at býta tær upp í forgrund, mið- ella bakgrund. Í staðin trokast allir myndaliðir á einum og sama niveau. Javnstøðan skapar somuleiðis eitt áhugavert lutfall millum teir figurativu og teir abstraktu myndaliðirnar. Tað er eins og at teir abstraktu myndaliðirnir interagera í frásøgnini – tað kann vera í skapi av onkrari litplamasju, ið leggur seg kring ein figur og forðar okkum í at síggja partar av honum ella eins og málingastrok ið knýta saman myndaliðirnar, sum sveima kring myndaflatan í eini ringrás, sum bæði sæst í einstøkum verkum, men sum eisini kann upplivast millum einstøku verkini hjá Silju Strøm.
Sjálvt um teir eru rættiliga ymiskir og upprunaliga hava pláss í hvør sínum enda á føroysku listasøguni - tann eini sum grundleggjari, hin sum endurnýggjari - hava teir meira til felags enn mann skuldi hildið. Zacharias Heinesen (f.1936) og Tóroddur Poulsen (f.1957) eru báðir Havnarmenn, ið báðir hava tulkað upphavsliga býaarúmið visuelt og poetiskt. Fyrstnevndi hevur óteljandi ferðir teknað og málað sítt egna rúm og tað er heilt ítøkiliga útsýnið úr hansara egnu stovu uppi á Varða í Havn, ið hugsað verður um. Hetta útsýnið kennir hann betri enn nakað annað, men sjálvt um hansara kláru myndatulkingar av Havnini og okkara umhvørvi eru so sannførandi, at vit halda tær vera veruleikakendar, so er er talan heldur um eitt slag av koloristiskum ovursjónum við intensum, kontrastríkum litspæli millum violett og gult, grønt og reytt og blátt og brent. Tær føgru Havnamyndirnar hjá Tóroddi Poulsen eru eitt slag av konstruktivistiskum dekoratiónsmyndum við hópin av strikum, prikkum, mynstrum og ringrásum, ið tilsamans kunnu minna um topografiskar luftmyndir av býnum ella um barndómsins detaljuríku skattakort, samstundis sum talan er um abstrakta, litríka ornamentering.
Tó at munirnir eisini eru nógvir millum verkini hjá brøðrunum Torbjørn Olsen (f.1956) og Marius Olsen (f.1963), so hava teir tað til felags, at innirúm ofta gerst partur av útirúminum í teirra myndum. Hjá Mariusi Olsen hendir hetta umvegis spegling av t.d. eini lampu, sum kemur í millum áskoðaran og útimyndina og sum í myndarúminum gerst átøk einum flúgvandi tallerki, meðan málarin Torbjørn Olsen ofta hevur myndir í myndini, t.d. skínandi gula vindeygað í atelierinum, sum sæst í fleiri altartalvum, har tað kann verða fatað sum ímynd av tí allarheilagasta. Til framsýningina hevur Torbjørn málað spildurnýggjar monumentalar málningar við hugtakandi tulkingum av samanbrædda inni- og útirúminum.
Kvinnurnar í prentmyndunum hjá Mie Mørkeberg (f.1980) eru allar antin staddar við vatn ella í vatni. Myndarúmið sýnist tískil flótandi - tað er á tremur av litum og laveringum og tykist um somu tíð mjúkt og vakurt og klaustrofobiskt og vandamikið. Myndarúmið í prentunum hjá Zven Balslev (1976) er somuleiðis ofta sera fyllt. Stílurin í hansara figurativu og abstraktu myndum er eitt sindur ráur og minnir um myndir í undirgrundsteknirøðum við surrealistiskum brá, har abstrakt og figuratitvt verður pallsett uttan nakra at síggja til hægri meining. Fleiri av verkunum, sum Bjørn Nørgaard (f.1947) hevur gjørt í Steinprent eru somuleiðis komprimerað og sett saman av fleiri myndum. Myndarúmini í steinprentsrøðini Everybody can be God, who are you? sýnast sera kompakt, tey eru bygd upp í fleiri løgum kring ein tekst, sum í flestu førum er eitt heiti frá gomlum sangum, t.d. As time goes by og There are places I remember. Heitini tykjast meir og minni horvin í prosessini undir løgum av liti og myndevnum. Myndirnar eru yvirhøvur rættiliga óklárar, men vit hóma í fleiri teirra átrúnaðarligar figurar úr ymsum mentanum. Oman á øllum síggjast einføld strok eins og tekin, sum møguliga hava ein ávísan samanhang við sangheitini, t.d. er ein avgjørd skákstrika oman á myndini Je ne regrette rien eins og ein visuel staðfesting frá listamanninum, sum einki angrar.
MY OWN SPACE er sostatt ein fjølbroytt og undirhaldandi framsýning við góðari føroyskari samtíðarlist við málningum, prentum, standmyndum og lutum, ið alt samalt onkursvegna snýr seg um ella definerar eitt egið rúm innan so ymiskar listagreinar sum olju- og akrylmálningar, vatnlitamálningar, installatiónir, standmyndir, veggjamálarí og prentmyndir.
Luttakandi listafólkini eru: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Marius Olsen, Bjørn Nørgaard, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen.
Kinna Poulsen, kurator.
MY OWN SPACE
Steinprents Sommerudstilling 2019
Lørdag d..1.juni kl.15 åbner Steinprents Sommerudstilling, der i år handler om rum i kunst og kunst i rum – om kunstnernes eget rum og om udstillingsrummet; kunstnernes fællesrum. Udstillingstitlens formulering forekommer i et interview fra Liverpool Biennalen, hvor billedkunstneren Hanni Bjartalíð (f.1968) forsøger at sætte ord på udgangspunktet for sin kunstneriske inspiration. Han hævder, at idéerne stammer fra et særligt sted, som han kalder sit eget rum. - Der kan ikke herske nogen tvivl om, at netop rum er grundlæggende i Hanni Bjartalíðs værker - både i billeder og skulpturer, men ikke kun det. For ud over det rum, vi oplever i kunstværker og det plads disse værker optager, så har billedkunstnerne deres egne rum og det er disse rum, der er denne udstillings omdrejningspunkt.
I de efterhånden mange år, Hansina Iversen (f.1966) med lige dele konsekvens og raffinement har afsøgt det nonfigurative maleris muligheder, har hun også gradvist udviklet sit billedrum. Hvor billedrummet i halvfemserne var synonymt med en form på en baggrund, der ofte var det kridhvide lærred, fremstår det i dag langt mere komplekst. Imens enkelte former forekommer todimensionale som fladen, hvorpå de er malet, fornemmer man andre steder en enorm dybde og kraft i formationer, der overlapper hinanden og som alt efter hvor øjet hviler, tilsyneladende skiftevis skyder sig frem og trækker sig tilbage i en stadig bølgende bevægelse. I forbindelse med Hansinas store separatudstillinger på Kunstmuseet og i Listahøllin i Tórshavn har vi oplevet, at se formationer og penselstrøg ude i selve udstillingsrummet i form af vægmaleri og skulptur, hvor de får en anderledes arkitektonisk funktion som dele af rummet. Et sådant vægmaleri in situ har Hansina Iversen malet til udstillingen MY OWN SPACE .
Netop dette med at skabe sit eget rum er det, som Anný Ø.Djurhuus (f.1997) arbejder med i sine såkaldte pop up udstillinger i parker og andre steder, hvor hun etablerer et udstillingsrum og fylder det med fortællinger, der bliver fortalt på en drømmeagtigt og poetisk måde med forskellige readymades i kombination med organisk naturmateriale.
Rannvá Kunoys (f.1975) monumentale værk, After History kræver, at beskueren flytter sig fra udstillingsrummet og op gennem trapperne i galleriet. Men denne udenforstående placering er måske også et tegn på et værk, der er og kan noget helt særligt, som næsten overfalder beskueren og som samtidig gør op med et af maleriets grundprincipper, nemlig at være fikseret i tid og rum. På grund af et særligt pigment, skifter billedet farve efter lyset i rummet i forhold til beskuerens placering, hvilket tilsammen med komposition, metode og størrelse gør selve oplevelsen af værket dynamisk, uhåndgribelig, ja næsten uoverskuelig. Man skal give sig tid til at se på maleriet og dykke ned i virvaret af billedelementer i flere lag, bogstaver, ord, streger, kendte som ukendte tegnsystemer. Da kan man pludselig opleve, at værket åbner sig og falder på plads i en strålende afklaret komposition i fuldkommen balance og harmoni.
I Silja Strøms (f.1987) værker handler det om både balance og ligestilling, ligesom den sociale bevidsthed er gennemgribende. Selv om billederne er delvist figurative, kan man ikke inddele billedrummet i den sædvanlige for- mellem- og baggrundsinddeling. I stedet for er alle billedelementer placeret på ét og samme niveau og gerne fordelt over hele billedfladen. Ligestillingen resulterer også i interessante relationer imellem de figurative og abstrakte billedelementer, hvor de sidstnævnte ser ud til at interagere i billedfortællingen.
Selv om de er ret forskellige og oprindelig placeres i hver sin ende af færøsk kunsthistorie – den ene som grundlægger, den anden som fornyer – så har de mere til fælles, end man skulle tro. Zacharias Heinesen (f.1936) og Tóroddur Poulsen (f.1957) er begge fra Tórshavn og har brugt hjembyen både visuelt og poetisk. Førstnævnte har utallige gange malet sig eget rum og det er helt konkret udsigten fra hans egen stue á Varða i Tórshavn, det handler om. Denne udsigt over Tórshavn med Nólsoy i baggrunden kender han bedre end noget andet, men selv om hans klare billedtolkninger af både by og land er så overbevisende, at vi opfatter dem som ret realistiske, så er de nok mere en form for lysinspirerede koloristiske visioner med intenst rent farvespil mellem violet og gult, grønt og rødt, blåt og brændt. Tóroddur Poulsens skønne Tórshavn-billeder er ligeledes koloristiske – det er såkaldte iristryk, hvor farverne flyder lidt sammen og med myriader af dekorative streger, prikker, mønstre og tegninger, der tilsammen danner en form for konstruktivistisk ornamentik, der kunne minde om såvel barndommens detaljerede skattekort som topografiske luftfotos af byen.
I brødrene Torbjørn Olsens (f.1956) og Marius Olsens (f.1963) billeder bliver inderum ofte en vigtig del uderummet. Hos Marius Olsen hænder det via spejling af eksempelvis en lampe eller andre billedelementer, der træder ind imellem beskuer og billedets uderum, og som i billedrummet feks. kan ligne en UFO. For Torbjørn Olsens vedkommende, så forekommer der ofte en form for billeder i billedet lidt på samme måde som hos barokmesteren, Velazquez. I virkelighedens verden opstår billedet i billedet ofte af et konkret vindue i kunstnerens atelier, der i en del altertavlemalerier fremstår overjordisk skinnende som en form for portal over i det hinsides. Torbjørn har til denne udstilling lavet helt nye monumentale maleriske fortolkninger af inderum og uderum, der smelter sammen.
I fire litografier af Mie Mørkeberg (f.1980) er billedrummet flydende, for de forestiller alle kvinder, der enten er placeret ved vand eller direkte i det våde element. Kunstneren får det maksimale ud af de mange lag farve, der giver billedfladen et intenst, næsten taktilt præg, som var der tale om et billedtæppe eller en velourflade. Op imod denne næsten luxuriøse farveflade, er det som om, at de dele af billedfladen, der står uden farve, danner en negativ form, der forekommer næsten abstrakt. Billedrummet i Zven Balslevs (1976) litografier forekommer ligeledes meget fyldt og intenst. Stilen i hans både figurative og abstrakte billeder er lidt rå og minder om undergrundtegneserier med surrealistisk præg, hvor abstrakt og figurativt bliver iscenesat tilsyneladende uden nogen højere mening, men med stor humor og vitatlitet.
Flere af de tryk, Bjørn Nørgaard (f.1947) har fremstillet i Steinprent er sammensat af flere billeder. I den litografiske serie, Everybody can be God, who are you? er billedrummet komponeret over en tekstlinje, der i de fleste tilælde er en sangtitel, feks. As time goes by og There are places I remember, der også anvendes som billedtitler. Disse sætninger er mere eller mindre forsvundet i løb af den grafiske proces under flere lag farve og motiver i billederne, der i det hele taget fremstår lidt uklare. Men i farvetågen aner vi gentagne gange religiøse figurer fra forskellige kulturer, hvorpå der er lagt enkle strøg som en form for tegn, der muligvis har en form for semiotisk sammenhæng med de førnævnte sangtitler; Je ne regrette rien er feks. forsynet med et strøg på skrå som eg bestemt erklæring fra kunstneren om, at han godt tør stå ved det han gør.
MY OWN SPACE er således en varieret og underholdende udstilling, der giver et bud på hvad der foregår inden for billedkunsten på Færøerne af maleri, tryk, skulptur og installation. Deltagende billedkunstnere er: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Anný Ø.Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Marius Olsen, Bjørn Nørgaard, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen.
Kinna Poulsen, kurator
Føroysk filmslist og myndlist skara framúr uttanlands
/Føroysk listafólk skara javnan framúr uttanlands. Einki óvanligt í tí, og sjálvandi er tað nakað heilt serligt, at tað hevur eydnast Andrias Høgenni og hansara filmsliði at vinna Canal+ virðislønina á Cannes Filmsfestivalinum fyri stuttfilmin Ikki illa meint. Eisini er tað eitt sindur stuttligt at síggja danir (av røttum) kanna sær ein sindur av heiðrinum í hesum sambandi. Heimasíðan fyens.dk skrivar, at eitt sindur av stjørnudusti varð drússað yvir Danmark í sambandi við virðislønarhandanina í Cannes við tað, at tveir filmir við donskum kreftum vunnu virðisløn, A White White Day og Ikki illa meint. Hjartaliga til lukku!
Eisini eru fleiri føroyingar við á portrettframsýningini á Det Nationalhistoriske Museum í Frederiksborg. Av 1641 verkum hevur ein dómsnevnd valt út 128 verk til framsýning og herímillum eru 3 verk, sum føroyingar hava gjørt, tey eru: Beinta á Torkilsheyggi, Sigrun Gunnarsdóttir og Hans Pauli Olsen. Sviar vunnu tær flestu av virðislønunum, nú er bara áskoðaravirðislønin eftir og har kunnu øll atkvøða. Útvaldu portrettini kunnu síggjast á heimasíðuni og her ber eisini til at atkvøða fyri besta verkinum inntil 5.august. ttps://portraitnow.org/da/publikumspris/
Trygvi Danielsen fekk ársins Ebbu
/Trygvi Danielsen fekk ársins Ebbu-virðisløn, sum hann takkaði inniliga fyri m.a. við at peika á ein annan ungan yrkjara, Onnu Maluna Jógvansdóttir, sum eisini hevur virðislønina uppiborna.
Í ár var tað so Trygvi og hann hevur sanniliga eisini uppiborið virðislønina á 25.000 krónur m.a. fyri tað fína savnið, hann gav út.
Tað er rithøvundafelagið ið ger av hvør skal fáa virðislønina, og tey grundgeva soleiðis fyri, at Trygvi skuldi fáa hana:
Trygvi hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.
Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk.
Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur og kravdur. Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist.
Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað
Til lukku Trygvi!
http://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/3/silvurbk
Einføld og innhugsin framsýning í Skjólinum
/Fram til 22.mai hevur Bruno Mikael Eysturstein framsýning í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn. Framsýningarheitið er Duldir Máttir vol.2 og framsýningargesturin fær alt fyri eitt varhugan av onkrum gátuførum, tá hon trínur inn í framsýningarrúmið, ið er klætt við svørtum klæði. Hesin heimur kennist bæði tryggur og ótryggur - meðan mjúkleikin, myrkrið og ein regluliga ljómandi hjartarútma minnir um eina lívmóður, er eisini ymiskt hvasst og ófrættakent í heildini; t.d. borðbúnaður, battaríir og ein hypnotisk, robottkend upplesararødd. Tøkniliga fevnir framsýningin um foto, tekning, installatión, ljóð og poesi, men í grundini er framsýningin øll sum hon er ein samlað installatión og tá tú stendur inni í henni, ert tú fevnd av henni, av ljósinum, av myrkrinum, av myndunum og av ljóðinum. Umframt ljóðið av hjartasláttri verður ein poetiskur tekstur lisin upp og støðugt endurtikin í loopum. Hesin teksturin kann eisini lesast, um tú sessast í bleytu sofuni, sum stendur í framsýningini. Her er einki forboð at nerta við verkini - áskoðarin er vælkomin til at blaða í tekningum og føla seg fram.
Bruno Mikael Eysturstein hevur áður arbeitt við ymiskum listagreinum. Tey fyrstu verkini, eg minnist meg hava sæð hjá honum vóru málningar við surrealistiskum ella syrutum landsløgum. Í nýggju verkunum brúkar hann náttúruna meira beinleiðis í fotomyndum og installatiónum. Á Ólavsøkuframsýningini í fjør vóru verkini hjá honum konseptuel við dadaistiskum brá og einum rættiliga einføldum og frískligum taki uppá náttúruna - m.a. var ein bøkkur framsýndur við tilsettum oyratelefonum. Listasøguliga hevur landslagið havt stóran týdning í føroysku listini heilt frá byjranini, tá Niels Kruse og onnur við lýstu sítt móðurland í inniligum málningum. Síðani er heimliga landslagið tulkað í ekspressivum og abstraktum myndum og nú er landslagið altso ítøkiliga við á listaframsýning. Á framsýningini í Skjólinum eru eisini verk við bøkkum. Eitt fínt og poetisk verk er myndað av einum bøkki á einum silvurfati við knívi og gaffil klárur at verða etin aftur við einum poetiskum teksti, so at tú kanst lesa og eta í senn. Á gólvinum liggja tveir bøkkar, sum eru umgirdir av battaríum fáa sostatt ein kritiskan, umhvørvispolitiskan vinkul. Í fotomyndunum snýr tað seg nokk so nógv um javnvág og spenning bæði myndevnisliga og í mátanum, myndirnar hanga niður úr loftinum og snara runt. Henda framsýningin tykist um somu tíð er einføld, avklárað men eisini samansett og inntonkt. Við tað, at áskoðarin verður biðin um at lata seg úr skónum áðrenn farið verður inn, so verður upplivingin ítøkiliga sansalig og mjúk inni í hugtakandi listauniversinum hjá Bruno Mikael Eysturstein. Far og hygg!
Bárður Jákupsson er ikki nøkur sjálvfylgja
/Leygardagin lótu tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Listahøllini og Steinprenti. Eg hevði eina merkiliga dejavukenslu, tá eg trein innar í Listahøllina, kanska var tað ljósið, veitslukenda ferniseringshuglagið í Listahøllini, sum fekk meg at minnast ta allarfyrstu upplatingina hjá Heystframsýningarbólkinum. Eg minnist so væl ta framsýningina og hvussu spennandi tað var. Eg var greið yvir, at nøkur ár eru liðin síðani tá, men Tróndur Patursson segði mær í gjár, at tað eru 14 ár síðani. Eg skjóti hervið upp, at skipað verður fyri 15 ára jubileumsframsýning í 2020.
https://listinblog.blogspot.com/search?q=Heystframs%C3%BDningin