Mentanarstarvslønaravrik 9 - Sissal Kampmann
/Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Tað er yrkjarin, Sissal Kampmann, ið eigur dagsins mentanarstarvslønaravrik - hon er á Topp 20 listanum hjá Norðlýsinum yvir mentanarstarvslønarmóttakarar - landið hevur gjørt eina íløga í hana uppá higartil 29 starvslønarmánaðar, og tað má mann siga er væl vurderað og væl givið út. Fyri sítt fyrsta savn fekk Sissal Kampmann debutvirðislønina hjá Klaus Rifbjerg og síðsta savnið, Sunnudagsland var í uppskoti at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Báðar yrkingarnar her eru úr savninum Sunnudagsland.
Lonely Hearts ummælt í Kunstkritikk
/Á heimasíðuni Kunstkritikk hevur listaummælarin Mariann Enge ummælt framsýningina Lonely Hearts. Ummælarin tykist dáma framsýningina og hennara grein er sera áhugaverd at lesa, tí framsýningin er gjølliga sæð og granskað og harumframt er ummælið ómetaliga væl skrivað. Mariann Enge skrivar m.a: "I utstillingen flytter Hansina Iversen maleriet ut av lerretsformatet og over i et veggmaleri som tar i bruk hele rommet – hele rommet er på sett og vis verket. Det inkorporerer dermed også en dør malt dyplilla, og hun har også montert inn noen tredimensjonale elementer. Et sted fortsetter maleriet fra veggen og over på noen høye, stående plater, montert som et lite påbygg. Ved inngangen er tre røffe, funnede treplater hengslet sammen til en frittstående skulptur, et flersidig maleri. Iversen har også bakgrunn som scenograf, og det store stedsspesifikke maleriet hun viser i Listahøllin befinner seg i skjæringspunktet mellom maleri og scenografi... (Jóhan Martin) Christiansens arbeider kommuniserer ikke bare med Iversens verk ved å hente inn flere koloristiske elementer enn tidligere, han nærmer seg også på sin måte det ufullkomne og ødelagte. Mens han i sin forrige soloutstilling, under Nuuk Nordisk Kulturfestival på Grønland, fikk flere av de sarte gipsskulpturene sine ødelagt av uforsiktige tilskuere, har han her gjort destruksjonen til en del av selve uttrykket...".
Framsýningin Lonely Hearts er framvegis opin hósdag til sunnudag kl 15-18. Lesið alt ummælið her:
http://www.kunstkritikk.dk/kritikk/nar-livet-gir-deg-sitroner/
Mentanarstarvslønaravrik 8 - Hansina Iversen
/Seinastu vikuna havi eg varpað ljós á mentanarstarvslønarmóttakarar á Topp 20 listanum í Norðlýsinum yvir tjúgu føroysk listafólk, sum landið hevur gjørt mest íløgu í. Onkur listafólk vóru gloymd á listanum, t.d. Rannvá Kunoy, sum fekk 3 ára starvsløn fyri nøkrum árum síðani og hvørs myndir verða framsýndar í Saatchi í London í mars í ár. Jóanes Nielsen, Eivør Pálsdóttir, Tóroddur Poulsen, Carl Jóhan Jensen, Sunleif Rasmussen og Hanni Bjartalíð hava somuleiðis øll veldug verk aftanfyri seg og eru øll í gongd við at leggja aftrat verkinum.
Hetta sama má sigast um Hansinu Iversen, sum í løtuni hevur framsýningina Lonely Hearts (saman við Jóhan Martini Christiansen) á Skipasmiðjuni MEST – har er opið hósdag til sunnudag frá 15-18. Hansina Iversen hevur málað á veggirnar á framsýningini, og hervið fær listin eitt forgeingiligt brá. Tí tá framsýningin er av, verða veggirnir málaðir og harvið eru verkini hjá Hansinu ikki longur til. Tað sæst á framsýningini, at listakvinnan er í besta aldri, men við nógvum og góðum royndum. Tað er tessvegna sera skilagott av nevndini í Mentanar-grunninum at gera íløgu í Hansinu Iversen – vit síggja longu nú, at hetta er ein fruktagóð íløga.
Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum - fernisering
/Lýsandi gul fjøll við djúpbláum homrum. Sóljugulur himmal og smá bjartlitt húsaskapilsi, ið sveima í landslagnum - tað kann ikki vera nakar annar enn Arnold Vegghamar, sum finnur uppá at mála so herliga frítt og heilt eftir sínum egna høvdi.
Sunnudagin 4.mars læt framsýning upp við málningum hjá Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Sambært Norðlýsinum var framsýningin væl vitjað. Framsýningin fevnir um 35 oljumálningar og hongur uppi allan mars mánaða.
Opið er:
Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudag 14:00 til 18:00
Mentanarstarvslønaravrik 7 - Hanni Bjartalíð
/Í grundini eri eg takksom, at Norðlýsið við sínum lista yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn minnir meg á hvussu nógv fantastisk listafólk, vit eiga í Føroyum. At vit ikki hava fingið eitt listakademi er ikki orsakað av vantandi kreftum, tað er vist. Ein av professarunum skuldi verið Hanni Bjartalíð, tann sjáldsama evnaríki listamaðurin, sum almennu Føroyar hava gjørt íløgu í Í 31 mánaðar - ikki ein dag ov mikið og ein íløga, sum lønar seg.
Hansara verk er snøgt sagt imponerandi og als ikki lætt at yvirskoða. Javnt og samt spretta nýggjar greinar og nýggj hugskot á hesum produktiva listabulinum. Onkuntíð granskar listamaðurin form og skap, meðan hann aðrar tíðir tulka hann tilverunnar grundleggjandi treytir. Í øllum hansara verkum - heilt frá teimum naiv-ekspressivu málningunum og nýskapandi træskulpturunum og fram til tey dekorativu prentini við føgrum, koloristiskum fløskulýsingum, sum hann gjørdi í Steinprenti í 2017 – er greiður samanhangur og listarligt yvirskot.
Marius Olsen - fernisering
/Leygardagin 4.mars læt framsýning upp við nýggjum prentum og vatnlitamyndum hjá Mariusi Olsen. Hann er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann serstakliga væl fyri tøkniliga at útinna sínar listarligu ætlanir. Myndauniversið hjá Mariusi Olsen fevnir bæði um sansaligar náttúruvisiónir og meira analytiskar lýsingar, har okkurt ónátúrligt, menniskjagjørt sæst í landslagnum, tað kann vera pelar, billyktir, leidningar osfr., ið um somu tíð kunnu upplivast formliga dekorativt og innihaldsliga sum eitt úttrykk fyri fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda og einsamalla. Eg seti nakrar fotomyndir inn her av verkum og fólkum. Takk fyri myndirnar Jan Andersson, Magnus V.Andersson og Pernille Mejslov.
Mentanarstarvslønaravrik 6 - Sunleif Rasmussen
/Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er nummar 10 á Topp 20 listanum yvir starvslønarmóttakaranum, sum stóð at lesa í Norðlýsinum herfyri. Sum skilst hava almennu Føroyar valt at gera íløgu í henda listamannin, sum tilsamans fevnir um 39 mánaðar.
Ómetaliga góð íløga má sigast. Kring heimin er Sunleif Rasmussen kendur og hvagar hann fer, er áhugin stórur fyri hansara heimlandi fyri hansara uppruna. Tikin úr leikum sum frásøgumaður og miðlari, syrgir Sunleif Rasmussen altíð fyri at fáa heimlandið við, tá hann greiðir frá.
Hansara tónlistarliga avrik er imponerandi stórt og gott og hann er fleiri ferð virðisløntur fyri hetta í útlondum. Frálíkt at vita sær, at vit í Føroyum hava sæð virðið í hansara arbeiði og hava stuðlað hesum.
Her er ein listi yvir part av hansara avriki frá wikipedia. Niðast ber til at hoyra og síggja framførsluna av Territorial Songs við Michalu Petri.
1990: Grave - In memoriam Karsten Hoydal for String orchestra + percussion (11 or 22 strings: 3.3.2.2.1) (09'00)
1995: Vox Humana, the song of the sea - for orchestra and tape for 3.3.3.3/4.3.3.1/timpani/2 percussion/harp/strings (22'00)
1995-97: Symphony no. 1 - "Oceanic Days" for 4.4.4.4/4.4.4.1/4 percussion/2 synth/strings (min. 12.12.10.8.6) (40'00)
2003: De grædendes nat for children's choir (including 3 soloists) + 3.3.3.3/4.3.3.1/2 percussion/harp/strings (15'00)
2004: Movings and Melodies for 2.2.2.2/2.2.1.0/timpani/percussion/5.5.3.3.2 (17'00)
2008: Prelude to an Orchestra for 3(piccolo).3(cor anglais).3.3(contrabassoon)/4.3.3.1/timpani/2 percussion/strings (30'00)
2013: Veitsla for 2.2.2.2/4.3.3.1/timpani/3 percussion/strings (12'00)
2015: Symphony no. 2 - "The Earth Anew" for soprano, baritone, choir, 3.3.2+bass clarinet, 2+contrabassoon/4331/timpani, 3 percussions/piano/strings (1 hour)
Solo instrument and orchestra/ensemble
1992-93: Landid for soprano solo + 3.3.3.3/4.3.3.1/timpani/2 percussion/harp/piano/strings (15'00)
1996: Tilegnelse for mezzo-soprano solo + 1.0.1.1/0.1.0.0/2 percussion/harp/guitar/0.0.1.0.1 (10'00)
2000: Rejsen for soprano, tenor, bass soli, mixed choir + 3.3.3.3/2.3.3.1/timpani/percussion/piano/strings (30'00)
2001: Dem Licht entgegen for saxophone solo + 3.3.3.3/4.3.2.1/timp/2 percussion/piano/strings (18'30)
2004: Songs of Seasons for violin solo + string orchestra (10.0.4.3.2) (22'00)
2009: Territorial Songs for recorder solo + 3.2.2.2./2.2.2.0/2 percussion/harp/strings 23'00
2014: Winter Echoes for recorder solo and 7 violins, 3 violas, 2 cellos and double bass (11'00)
Large chamber ensemble
1999: Trauer und Freude for 1.0.1.1/1.0.0.0/piano (+cemb)/guitar/1.1.1.1.0 (21'00)
2000: Surrounded for 1.1.1.1/1.1.1.0/percussion/piano/1.1.1.1.1 (13'00)
2009: Fanfare lontane for flute, oboe, clarinet, bassoon, horn, 2 trumpets and trombone (15'00)
Chamber works
1989: Fantasi yvir Tívilsdøtur for clarinet and horn (04'00)
1989-90: Strygekvartet nr. 1 for string quartet (10'00)
1990: Vetrarmyndir for flute, oboe, clarinet, bassoon, horn and piano (09'00)
1991: Tid, ild, baglæns (Time, fire, backwards) for twelve singers and tape (16'30)
1995: Cantus Borealis for Wind Quintet (13'00)
1995: Dancing Raindrops for clarinet, piano and violin (12'00)
1998: Pictures from the sea’s garden for saxophone and percussion (15'00)
1999: Mozaik/Miniature for flute, clarinet, piano and violin (07'00)
2000: Sunshine and Shadows for string quartet (13'00)
2002: Nordisk Fanfare for 2 horns, 2 trumpets, trombone and tuba (04'00)
2002: Engführung for chamber choir, piano and cello (20'00)
2003: Four Gardens for flute, oboe, clarinet, bassoon, piano, violin, viola and cello (15'00)
2008: Partita for clarinet, piano, violin and cello (12'00)
2010: Three Dances for 4 saxophones (10'00)
2011: Andalag No. 1 for flute and clarinet (4'00)
2011: Andalag No. 2 for 2 flutes (4'00)
2011: Andalag No. 3 for clarinet and horn (4'00)
2011: Andalag No. 11 for alto flute and bassoon (4'00)
2011: Motion/Emotion for flute, clarinet, oboe, horn, and bassoon (15'00)
2012: Flow for recorder, violin, viola and cello (20'00)
2012: Krevgals go Aprah harp and percussion (14'00)
2012: Andalag No. 4 for 2 bassoons (4'00)
2012: Andalag No. 5 for alto flute, clarinet, bassoon and horn (8'00)
2013: Andalag No. 7 for piccolo, E-flat clarinet, horn and bassoon (8'00)
2013: Autumn for guitar, piano, accordion, violin and double-bass (9'00)
Solo instrument
1992: Echoes of the Past for violin solo (12'00)
1993: A light is lit for organ solo and tape (10'00)
1993: Like the golden sun for piano solo and effect processor (12'00)
1997: Chaindance with Shadows for amplified piano solo (12'00)
2001: Le psaume salé for saxophone solo + tape + live-electronics (10'00)
2007: Suite for guitar solo and effect processor (15'00)
2011: Vogelstimmung for solo recorder (17'00)
Vocal works
1982-89, revised 1992: 5 færøske korsange (5 Faroese choir songs) for chamber choir or large mixed choir (11'30)
1983, revised 1993: Vár for Soprano, baritone soli + chamber choir, (SATB), fl, cl (09'20)
1995: Psalmus 8 for soloists, choir and organ (08'00)
1996: Creatio caeli et terrae. Dies unus for triple choir (SATB+SATB+SATB) (09'00)
1999: Arktis for mezzo-soprano solo + clarinet, percussion, harp and cello (08'00)
1996: Creatio caeli et terrae for 2 violins and choir (SATB) (12'00), commissioned by RIAS Kammerchor and Duo Gelland
2009: Gylfaginning for chamber choir SATB with amplification (30'00)
2011: I for alto and tenor soloists, chorus (SATB) and recorder (10'00)
2011: Jordpigernes Drøm for 3 soprano, 3 mezzo-soprano, 3 alto (percussion) and SA chorus (percussion) (15'00)
2014: Nordisk Messe for SSATBB chorus + 3(alto flute,piccolo).3(cor anglais).3(bass clarinet).2/4.3.3.1/timpani/2 percussion/strings (35'00)
Recordings
Recordings of Rasmussen's music include:
Rasmussen - Symphony No 1; Saxophone Concerto, Danish National Symphony Orchestra, Hannu Lintu (Conductor), Jeanette Balland (saxophone) - Da Capo, May 2005
Sunleif Rasmussen - Surrounded: Arktis (The Arctic), Mozaik / Miniature, Tilegnelse (Dedication), Trauer und Freude, Helene Gjerris (mezzo-soprano), Caput Ensemble, Guthmundur Oli Gunnarsson, Guthni Franzson - BIS Records
Cantus Borealis: Wind Music from Faroe Islands includes Rasmussen: Cantus Borealis for wind quintet, Reykjavík Wind Quintet - BIS Records
Landið for Soprano And Symphony Orchestra, Gerandisdagur I Havn For Soprano And String Orchestra, Grave In Memoriam Karsten Hoydal For String Orchestra, Clarinet And Percussion, Klarinettkonsert Concerto For Clarinet And Orchestra - The Orchard, May 2000
Skærur Vindur includes Sig mær, hví er foldin føgur, Kvøldvísa um summarmála, Syngjandi grót, Sóljurnar og náttin, Blátt, Fyrsti sálmur Dávids, Vár, Skærur vindur and Tid, Ild, Baglæns - The Orchard, April 2000
KELDA: Norðlýsið
Millum firring og fagnað - Marius Olsen í Steinprenti
/Leygardagin 3.mars klokkan 15-17 letur Marius Olsen upp framsýning við spildurnýggjum grafikki og vatnlitamyndum í Steinprenti. Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Marius Olsen hevur seinastu útivið 9 árini búð í Finnlandi. Seinastu fjúrtan dagarnar hevur hann arbeitt í Steinprenti við verkum, sum verða við á framsýningini, og hann verður eisini sjálvur til staðar til upplatingina.
Landslagið hevur enn sum áður ein høvuðsleiklut í myndunum hjá Mariusi Olsen, tó at talan ongantíð er um góðvarnan, spontanan ella tjóðskaparligan náttúrufagnað. Hesar myndirnar tykjast tvørturímóti djúpar, á tremur í viti og listarligum royndum.
Í einum av prentunum endurnýggjar Marius Olsen eitt gamalt myndevni, sum ikki minst symbolistarnir plagdu at dyrka. Tað er Deyðin og Moyggin, sum í myndini hjá Mariusi eru vorðin til portrett av listamanninum og unnustuni. Myndin er um somu tíð ófrættakend og vónrík eins og tílíkar myndir eru tað við boðskapinum um ein æviga samanhang í tilverunnar ringrás.
Í einari høgari, smalari kompositión hóma vit tættan, myrkan skóg hópa seg upp móti tí blávioletta himmalhválvinum. Niðarlaga síggjast ljósini frá teimum ávikavist reyðu og gulu fram- og baklyktunum á einum einsligum bili í skóginum.
Og júst hetta við tí ónátúrliga, óvæntaða ella fremmanda myndaliðinum er eyðkent í serliga myndaheiminum hjá Mariusi Olsen, ið fevnir um bæði sansaligar náttúruvisiónir og eina greiða kenslu av einsemi og av fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda yvir fyri sínum umhvørvi og sær sjálvari. Náttúrutulkingarnar hava stundum eitt yvirjarðiskt brá av ljósi og litum, samstundis sum tað gerandisliga verður tilskilað í lýsingum av bilum, lyktum og pelum. Lýsingarnar av náttúru, av trøum og haga, havi og skógi sýnast tessvegna bæði greinandi og sansaligar, tilfarsligar og vakrar.
SOLI DEO GLORA - seinastu sýningarnar
/Í næstu viku verða seinastu sýningarnar av SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen, sum hevði frumsýning á Tjóðpallinum 17. februar. Leikurin hevur fingið serstakliga góða móttøku av áskoðarum og ummælarum og verður millum annað róstur fyri framførsluna hjá Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Beintu Clothier og Allan Dalsgarð, tekstin hjá Peter Asmussen, týðingina hjá Hans Tórgarð og leikstjórnina hjá Christoffer Berdal.
SOLI DEO GLORIA er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.
Kinna Poulsen skrivar í sínum ummæli: “Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning.”
Jákup Bogi Joensen skrivar m.a. soleiðis Í sínum ummæli: “Leikurin er eitt kensluligt gosfjall. Ein eksistentiellur rutsjubani, har kenslurnar sveiggja frá rúsandi lukkukensluni til melankolskt dapurskygni og vónloysi. Frá tí mest inniliga og eyma kærleikanum til ráan beiskleika og hatur. Og alt har ímillum. Stríðandi mótsetningar og ymisk brigdi, sum lýsa víddirnar í menniskjanum og spennið í kærleikanum.”
Í útvarpssendingini Nón í Kringvarpinum gav Heiðrik av Heygum leikinum 5 av 6 stjørnum. Heiðrik var serliga hugtikin av leikarunum, leikstjórnini, føroyska málinum og samanspælinum millum tað álvarsama og tað tragikomiska.
Aðrir áskoðarar hava eisini sagt sína hugsan um upplivingina, m.a.: "Søgurnar vóru so ótrúðliga væl og livandi fortaldar. Tær settu seg í kroppin og eg haldi ongantíð, at eg havi verið til ein leik, sum hevur fylgt mær so leingi aftaná- hann fer ikki frá mær aftur - hann hevur ruskað í meg”
Spælt verður hetta vikuskiftið og seinastu sýningarnar verða týsdagin 6/3, mikudagin 7/3 og hósdagin 8/3. Longu 11. mars verður pallurin tikin niður, tá næsti leikur skal setast upp á Tjóðpallinum.
Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.
LEIKRIT: Peter Asmussen
LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal (DK)
PALLMYND OG BÚNAR: Turpin N. Djurhuus
LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus
TÓNLEIKUR: Sakaris
LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð
TÝÐING: Hans Tórgarð
Atgongumerki kunnu keypast á tjodpallur.fo
Mentanarstarvslønaravrik 5 - Carl Jóhan Jensen
/Fotomynd: Jan Andersson
Við heili 52 mánaðum av mentanarstarvsløn telist rithøvundurin Carl Jóhan Jensen heilt vist millum toppskorararnar Topp 20 á listanum, sum stóð í Norðlýsinum herfyri. Tveyoghávtrýss mánaðir - tað eru minst 1560 dagar við mentanarstuðli, so tað er ikki tespiligt.
Til stutteika taldi eg síðurnar í bókunum hjá Carl Jóhan, teimum eg fann á hillini, her manglar okkurt, men eg telji umleið 2050 blaðsíður av føroyskari prosa og poesi, so tað er ikki hissini og her er avrikið hjá satiriska skjaldraveldinum ikki eingang talt við. Og sjálvsagt snýr tað seg ikki um kvantitet. Tað, sum hevur týdning hesum viðvíkjandi er, at talan er um dygdargóðar bókmentir og eina almenna mentanaríløgu, sum loysir seg. Takk fyri!
Carl Jóhan Jensen: the reverend dünn´s concept of God
Guð er Guð
tó at ýtan brestur
um dinglið í krúnuni
og ljósið yrkir klasarnar av lagi
kring lampustaðið aftur
Guð er Guð
um fjálgin í lakinum kalnar
og barnið spratt andleyst
úr reivi av illreyðum legdum.
Guð er Guð
um forrit øll skelva,
um fiskur talar,
um kvarterslagið svíkur í klokkuni,
um flugan missir flogið
og stovan ikki var.
Guð er Guð
um fívilin slær
og streingirnir
ørkymla veftin,
ið fer gjøgnum
upphavsins skil.
Guð er Guð
um einglarnir falla
og hvørva út í tóman
Guð er Guð
um stjørnurnar rúmdust í lógva
og samvitskan doyði
Guð er Guð
um lív alt var afturvend
og myrkrini ævig.
Guð er Guð
Skaldsøgur
1979 - Seinnapartur
1995 - Rúm - tekstur í 14 pørtum
2005 - Ó - Søgur um djevulskap
2014 - Eg síggi teg betur í myrkri
2015 - Bókin um tað góða
2017 - Sær ein fuglabók av gloymsku
Yrkingar
1977 - Yrkingar
1982 - Skríggj
1984 - Messa á kvøldi og fram undir morgun
1990 - Hvørkiskyn
1997 - Tímar og rek
2006 - September í bjørkum sum kanska eru bláar
2018 - Gestur millum tíðir
Ritsøvn
2000 - Mentir og mentaskapur (ritsavn)
Virðislønir og starvslønir
1989 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
1991 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
1998 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
2006 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
2007 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Ó – Søgur um djevulsskap
2008 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar
2015 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betri í myrkri"
2016 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Eg síggi teg betri í myrkri
Ræðufilmar á skránni í Norðurlandahúsinum - TÓFF
/TÓFF endar við ræðufilmum. Síðsti dagur hjá TÓFF 2018 verður leygardagin 3. mars, og tað verður ein dagur, sum hevur ræðufilmir í miðdeplinum. Henda dag vera tríggir norðurlendskir ræðufilmir á skránni, og tveir ræðufilmsleikstjórar vitja.
Kl. 13.00
Det vita folket
Alex verður tikin uttan fyri hjá einum grønmetishandilsmanni og førd til eitt fongsul undir jørð. Staðið er ætlað óbodnum gestum, sum skulu vísast úr Svøríki. Eftirlitiskvinnan Viktoria (Pernilla August) stýrir hesum staði við 2. flokks fólkum við harðari hond, fyri at uppfylla egnan tørv. Alex ger av at flýggja. Kosta, hvat tað kosta vil. Filmurin er ein aktuellur ræðufilmur um makt og vald.
Kl. 17.00
Thorn
Gabriel Tzafka, leikstjóri fer at innleiða sýningina.
Nýggjur danskur filmur við Olafi Johannesen. Lisa og Jacob eru júst blivin gift. Sama kvøldið fara tey á brúðarferð. Lisa hevur lagt ferðina til rættis í loyndum, og Jacob veit onki um, hvat henda skal. Alt gongur eftir ætlanini, líka til tað gongur upp fyri Lisu, at hennara ætlan skaðar teirra kærleika, og at teirra trúgv verður broytt til ótta.
Kl. 19.00
I Remember You
Leikstjóri Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina.
Ein eldri kvinna hongir seg í eini kirkju. Ein syrgjandi pápi leitar eftir sannleikanum um son sín, sum er horvin. Trý ung fólk seta í gongd í óhugnaligari megi, tá tey seta eitt hús í stand, eingin býr í, á eini fjarðari oyggj. Tey vita tað ikki, men øll eru bundin at eini gamlari gátu, sum førir til skelkandi yvirnáttúrligar tilburðir.
Les meira á www.nlh.fo
Mentanarstarvslønaravrik 4 - Tóroddur Poulsen
/Sambært einum lista hjá Norðlýsinum yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn hevur Tóroddur Poulsen móttikið 30 mánaðar av starvsløn, altso hálvtriðja ár. Síðan hann gav fyrsta yrkingasavnið Botnfall út í 1984, hevur hann at kalla brúkt alla sína tíð uppá list, altso eini 34 ár gott og væl. Burturúr hava vit fingið útivið fjøruti góðar og nýskapandi bókaútgávur og eina ørgrynnu av framførslum, installatiónum og myndlistaverkum, sum bróta upp úr nýggjum. Takk fyri tað. Her er ein yrking úr nýggjasta yrkingasavninum Ferðamaður í egnum heimi.
Mentanarstarvslønaravrik 3 - Eivør Pálsdóttir
/Eivør hevur sambært topp 20 listanum hjá Norðlýsinum yvir starvslønarmóttakarar móttikið 47 mánaðar av mentanarstarvsløn. Ein sera góð og skilagóð íløga má sigast í henda stóra og virðislønta sangskrivara, sangarinnu og tónleikara okkara, hvørs útgávur tosa fyri seg sjálvar; ein sonn perlurøð av góðum og framúr væl framførdum sangum.
Foto/perma: Heiðrik á Heygum og Heidi Andreasen
Útgávur:
Eivør Pálsdóttir (SHD 50, Tutl Records, 2000)
Clickhaze EP (HJF 91, Tutl Records, 2002)
Yggdrasil (HJF 88, Tutl Records, 2002)
Krákan (12T001, 12 tónar 2003)
Eivør (12T010, 12 tónar 2004)
Trøllabundin (together with the Big band of Danmarks Radio 2005)
Human Child (R 60117-2, RecArt Music 2007)
Mannabarn (R 60116-2, RecArt Music 2007, Faroese version of Human Child)
Eivör Live[9]
Undo your mind EP (Copenhagen Records 2010)
Larva (SHD 130, Tutl Records, 2010)
Room (SHD145, Tutl Records, 2012)
The Color of Dark (with Ginman) (2014)
Bridges (SHD155, Tutl Records, 2015)
Slør (SHD165, Tutl Records, 2015)
At The Heart Of A Selkie (with Peter Jensen & The Danish Radio Big Band, and The Danish National Vocal Ensemble (SHD175, Tutl Records, 2016)
Slør (AGs1701, Tutl Records, licensed to A&G Records Ltd., English edition of Slør, 2017)
Mentanarstarvslønaravrik 2 - Jóanes Nielsen
/Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Eg fari komandi dagarnar at varpa ljós á verk hjá nøkrum listafólkunum á einum Topp 20 lista í Norðlýsinum yvir móttakarar av mentanarstarvslønum.
Jóanes Nielsen er absoluttur toppskorari á Topp 20 listanum hjá Norðlýsinum av móttakarum av mentanarstarvsløn og tað er at fegnast um, tí hann hevur givið okkum so ómetaliga nógv ymiskt og gott Hann hevur skrivað genialar yrkingar, herligar skaldsøgur og greinar og spennandi sjónleikir. Hann hevur fingið Norðurlendsku Dramatikaravirðislønina og er innstillaður til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina seks ferðir, seinast herfyri við nýggjasta yrkingasavninum, Gudahøvd.
Topp 20 Listin hjá Norðlýsinum er ikki heilt álítandi, tí bæði Rannvá Kunoy og Oggi Lamhauge mangla og tey hava fingið 36 mánaðar í part, tvs, at tey tvey niðastu á listanum í grundini kki eiga at vera við á einum Topp 20 Lista. Her á Listaportalinum ganga vit ikki so høgt uppí rund tøl, og fegnast um øll úrslitini, sum eru komin burturúr mentanarstarvslønunum.
Jóanes Nielsen lesur upp í filmi hjá Katrini Ottarsdóttir
Mentanarstarvslønaravrik 1 - Rannvá Kunoy
/Rannvá Kunoy - Courtesy of Nathalie Karg Gallery.
Tann almenni mentanarstuðulin er ein íløga, sum loysir seg og meira enn tað. Eg fari komandi tjúgu dagarnar at varpa ljós á verk hjá listafólkunum á einum Topp 20 lista í Norðlýsinum yvir móttakarar av mentanarstarvslønum. Av tí, at Rannvá Kunoy er burturgloymd á listanum, byrji eg við henni. Hon fekk trý ára starvsløn í 2004. Rannvá Kunoy sigur sjálv, at starvslønin hevur havt ómissandi týdning fyri hana sum listakvinnu, tí tað gav henni frið at leita og finna fram til eina listarliga kjarnu, sum hon hevur ment sína list út frá líka síðan. Hon er sera takksom og gav fyri nøkrum árum síðani Studentaskúlanum sína framúrskarandi røð av steinprentum Frontal, ið hongur á skúlanum í Hoydølum til gleði og gagns fyri næmingar og starvsfólk.
21.mars letur framsýningin Known Unknowns (21 Mar 2018 – 24 Jun 2018) upp í Saatchi Gallery í London. Framsýningin verður presenterað sum eitt altjóða úrval av verkum hjá samtíðarlistafólkum í savninum hjá Saatchi við málningum, skulptur, video og blandaðum tøkni og við serligum denti á handverksliga partin av listaskapanini. Verkini eru fjølbroytt og snúgva seg um ymiskt úr samtíðarlívinum og samtíðarlistini.
Túsund takk fyri tíni fínu verk, Rannvá Kunoy!
Fýra prent úr røðini Frontal hjá Rannvá Kunoy, umframt nøkur verk hjá Hanna Bjartalíð.
Courtesy of Steinprent
Takk er bert eitt fátækt orð...
/Sunnudagar fyrr í tíðina var ikki sjáldsamt at hoyra ein danskan sjønnsang frambornan í Kvøðuljómunum. Taaaak er kun et faaaattigt ord plagdi hann at syngja, Poul Bundgaard (tann tjúkki í Olsenbanden hevði so ómetaliga gott mál ella mal, sum mamma plagdi at siga, tí hon var av Eiði). Hesin sangurin var so mikið fastur partur av sunnudagsmentanini, at eg umgangandi hugsi um sunnudagssteik og brúna sós, tá eg hoyri hann. Tað er ikki ofta, tíverri, tí Kvøðuljómar eru ikki til meira. Men Norðlýsið er hinvegin til og sangurin kom mær til hugs henda dagin, eg las eitt kritiskt lesarabræv hjá Sólfinn Hansen á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
Lesarabrævið snýr seg um býtið av mentanarstarvslønunum, ið var kunngjørt herfyri. Eg ætlaði mær í grundini ikki at viðmerkja tað við einum orði. Eg havi so ofta áður viðmerkt mentanarvirðislønirnar og tørvin á eini nýhugsan á økinum, at tað sýnist sum burturspilt tíð. Fyri nøkrum árum síðani hevði Dimmalætting eina heila greinarøð um evnið við fotomyndum á avísforsíðuni av hesum illgerðarlistafólkunum, sum liggja og skræða í seg túsundavís av skattakrónum. Tá góvu vit ilt av okkum á listablogginum.
Nakað annað meira persónligt, sum fyri fyrst helt meg frá at viðmerkja mentanarstarvslønabýtið, var eitt bræv í vindeygakarminum her í stovuni hjá mær. Eitt keðiligt bræv. Tí eg var ein av teimum, sum ikki fekk starvsløn hesa ferð, sjálvt um eg søkti, sjálvsagt við eini genialari verkætlan. Ótakk!!! - Avslagið føldist persónligt. Sum eitt slag í búkin. Eg var vigað á eini vektskál og funnin ov løtt og tað er alt annað enn hugaligt. Eg reageraði nokk so óelegant, men kom yvir tað m.a. við at hyggja at listanum yvir tey 40, sum fara at móttaka mentanarstarvsløn í ár. Tí har fer at spyrjast nógv góð list burturúr.
Eg eri sostatt fullkomiliga ósamd við kritikkinum, sum Sólfinn Hansen og (Birgiri Kruse) føra fram, at nógv av móttakarunum av mentanarstuðlinum eru The Usual Suspects, eg veit ikki ordiliga hvat teir hava ímyndað sær í einum landi við 50.000 menniskjum. Beint tvørturímóti fegnist eg um, at tey góðu, royndu listafólkini framhaldandi orka og tíma avmarkaðu lønina uttan pensión og annað tílíkt og at tey fáa arbeiðsfrið til at skapa ta list, sum er ómissandi fyri okkara land. Á listanum yvir móttakarar av starvsløn eru nøkur nýggj góð nøvn, t.d. myndlistafólkini Anný Djurhuus Øssursdóttir og Jens Dam Ziska og rithøvundurin Anna Sofía Jørgensen, ið fyri mær kundu havt fingið meira. Vit skulu ikki ræðast at taka ábyrgd og satsa uppá tey, sum dugur er í, heldur ikki, tá tey halda fram við at skapa list alla teirra livitíð og takk fyri tað. Ei heldur skulu vit vera bangin fyri mentanarligari miðsavning í høvuðstaðnum. Tað er náttúrligt og neyðugt, at listin finnur saman og myndar eitt umhvørvi nærindis stovnum sum universiteti, listasavni, grafiskum verkstaði, gallaríum osfr. Listaútbúgving skal somuleiðis verið náttúrligur partur av hesum umhvørvi, sjálvsagt í samstarvi við tey mongu kompetentu listafólkini, sum eitt nú arbeiða í Steinprenti. Eitt tílíkt miðsavnað umhvørvi er gull vert fyri víðari menning og sjálvsagt ber til at leggja neyðugar avlegarar av hesum samstarvi víðari út um landið, so at vit samla og varpa ljós á allar góðar kreftir. Nåh men eg skuldi jú ikki skriva nakra viðmerking. Vildi bara siga takk fyri listina, sum er komin burtur úr mentanarstarvslønunum. Komandi tjúgu dagarnar ætli eg mær sostatt hvønn dag at takka fyri og viðgera verk, sum ein av teimum á topp 20 listanum í Norðlýsinum hevur gjørt.
Og so havi eg lænt viðmerkingina hjá Carl Jóhan Jensen til greinina í Norðlýsinum, sum eg seti undir myndina.
https://nordlysid.fo/tidindi/20441/mentanargrunnurin-og-the-usual-suspects
Foto: Jan Andersson
Hmm…nú hevði onkur, og sum vera man í Norðlýsinum, eitt yvirlit frammi yvir tey, sum hava „fingið“ mest í starvslön frá Mentanargrunninum…
Evst á listanum tróna tríggir yrkisrithövundar og teir hava, er yvirlitið eftirfarandi, „fingið“ starvslön í ávikavist 78, 60 og 57 mánaðir hesi átjan árini, síðani starvslönarskipanin kom í gildi…t.e. í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2018 (bæði árini íroknað)…
Nú er tað so ymiskt hvörjar tankar fólk gera sær um list sum dagligt yrki, ikki síðst tey, ið javnan lesa Norðlýsið… so eg man ongum siga nakað upp á bakið, um eg loyvi mær at gita, at yvirlitið er prentað við tí í hyggju, at lesarin skal ógvast við, at summi hava „fingið“ so nógv frá tí almenna fyri at fáast við slíkt, sum bara kann eita fjas og fáfongd í Norðlýsinum…
Men varð dömið, um bert eitt eygnablunk, snarað á eitt sindur og talvan lisin frá öðrum sjónarhorni, tá hövdu summi möguliga fingið annað at ötast um…tí tað er nú so, satt best at siga, at meðan fyrrnevndu yrkisrithövundar „fingu“ starvslön útlutaða úr Mentanargrunninum hesi árini og lögdu drúgt verk eftir seg í skaldsögum, yrkingasövnum og leikverkum, fingu onnur í öðrum yrkjum lön í 216 mánaðir, uttan at nakar tók atlit til avrik ella í aðrar mátar sáaði iva um, hvört tey áttu lön sína uppiborna…
Um talvan í Norðlýsinum sostatt sigur nakað sum helst, so er tað fyrst og fremst, hvussu ússalig kor föroyska samfelagið bjóðar sínum skrivandi fólki…
Tað kann illa vera blint fyri nökrum, sjálvt ikki teimum á Norðlýsinum, at föroyski bókamarknaðurin er evarska lítil, ja, av sonnum ein örmarknaður sammett við bókamarknaðin í okkara grannalondum. Tað er undantakið, ja, má haldast fyri eitt kraftaverk, um ein bókaútgáva gevur so mikið av sær í almennari sölu, at tað ger eitt tal, sum nær ella námind líkist eini lágmarksinntöku fyri „vanliga“ 40 tíma arbeiðsviku. Hartil kemur, at aðrar inntökur av skriving bert eru ein viðfáningur, onkrir hissini snöklar, eitt nú bókasavnsgjald, samsýning fyri at verk verða lisin upp í útvarpi, skúlavitjanir o.s.fr.
Kortini er eftirspurningur eftir föroyskum lesitilfari til allar aldursbólkar. Og tað er ikki av ongum. Tað vita tey, ið vilja vita tað. Föroyskt lesitilfar og ikki síðst skaldskapur kunnu seint yvirmetast, ætla vit okkum hinvegin, at föroyskum máli og föroyskari mentan skal verða lív lagað frameftir.
Men föroyskar bókmentir vera ikki til av sær sjálvum, tíansheldur lönarleyst. Skulu föroyskar bókmentir standa seg í kappingini við tað lesitilfar, sum föroyskum lesarum stendur í boði á donskum og í vaksandi mun á enskum, krevst at
skrivandi í Föroyum í minsta lagi fáa livilig kor at virka undir.
Verandi skipan við starvslönum úr Mentanargrunninum, alt hon ónoktiliga var ein bati, tá hon í síni tíð kom, er í ongum samsvari við tíðina og broyttar umstöður og treytir. Partvíst er skipanin undirfíggjað. Partvíst tekur hon allar listargreinir um ein kamb bæði yrkis- og áhugalist. Upprunaliga var ætlanin, tá ið Mentanargrunnurin var endurskipaður í 2001, at játtanin á fíggjarlógini skuldi hækka árvíst upp í 15 milliónir, minnist meg rætt, fram til 2015. Tað hendi ikki. Heldur tvörturímóti. Játtanin hevur at kalla staðið í stað og enntá verið skerd okkurt árið. Sum grunnurin virkar nú himprist eg ikki við at kalla hetta ein álmussuskipan. Tað er eyðmýkjandi, einki minni, at hövundar, sum hava ártíggju á baki í sínum yrki og væl og virðiliga hava sannað sítt bókmentaliga virði, skulu standa og lykkjuskjótast av takksemi uppi í almenna ljósmálanum, hvörja ferð teir fáa nakrar krónur sleingjandi fyri sítt arbeiði…
Tann tíð var tá ið lærarafólk vórðu viðfarin soleiðis. Lærarar gjördu einki til nyttu, var sagt. Sótu inni alt árið „í slábrokki og ternutum inniskóm“ sum Dagblaðið tók til um Martin Joensen so seint sum í fírsárunum. Men tíðir skifta og tað galt eisini hjartalagið til lærarafólk.
Fá brigsla lærarafólki lönina longur. Tíbetur.
Öðrvísi er við skrivandi fólki. Orðaleyst kann lönast alment fyri at undirvísa í tí, sum föroysk skrivandi lata úr hondum og enntá fyri at læna tað út á bókasövnum, men Guð forbjóði, at so mikið sum lágmarkslön verður goldin fyri at skriva. Sum ein lögtingsmaður, eg minnist ikki úr hvörjum flokki, einaferð helt fyri í tinginum: „Í Föroyum verður eingin fongslaður fyri at skriva.“ Hvör skal siga, hví skulu tit so hava lön fyri tað eisini. Ella sum ein annar tingmaður og fyrrverandi formaður í mentanarnevndini málbar seg: „At vera rithövundur er ein lívsstílur og ber lön sína í sjálvum sær.“
Íðan kann tað sama sigast um onnur yrki…
Ella hvat?
Tak eitt nú politikarayrkið.
Hugsið tykkum, um tað nú av onkrum órannsakiligum ávum fall soleiðis fyri, at öll samsýning fyri arbeiði á lögtingi og öðrum politiskum leikpallum varð avtikið við teirri grundgeving, at slíkt arbeiði var ein lívsstílur. At í staðin fyri eina fastlönarskipan varð ein lönargrunnur fyri politikkarar settur á stovn og fekk seks milliónir játtaðir um ári, sum ein nevnd, mannað við sjey tilvildarliga valdum borgarum eftir egnum tykki og vilja lutaði út sum starvslön til lögtingslimir og aðrar politiskar leikarar, ið söktu um tað…
Og eg síggi tey fyri mær, tað veit gud, politikkararnar við svarbrövum frá hesum góða lönargrunni millum sínar skelvandi hendur.
Mentamálaráðharran t.d. brosandi við samanlæstum tonnum á sjónvarpsskíggjanum uppi yvir ein fráboðan frá nevndin- í grunninum, sum á sínum seinasta fundi hevur gjört av at játta henni starvslön í tríggjar mánaðir av valskeiðinum til at umsita skúla og mentamál.
So eg tali nú ikki um fiskimálaráðharran, eg kann lítið ætla, hvussu styrktan hann hevði kent seg í sínum áliti á einar sjálvstöðugar Föroyar, fekk hann starvslön í seks mánaðir til at fyrisita fiskivinnumál.
Og fíggjarmálaráðharrin! Eg banni upp á, at öll beinagrindin í henni hevði ringlað av berum spariídni, hevði hon fingið starvslön í eitt ár til at halda skil á almennum fíggjarviðurskiftum.
Og fólkafloksformaðurin, ha? Ivast nakar í, at tann skrámuti skorturin á honum, hevði staðið í eini smílskari skriðu av eyðmýkt, fekk hann starvslön í tveir mánaðir til at gera uppskot um skattalætta?
Nei, tá hevði verið gleði í tingheimi, sum ongantíð fyrr, har hevði rungað eftirí í hvörjum steini av lovsongi til fólkaræði og ikki eitt eygað verið turt, um politikkarar best sum var máttu rokna við, at lönin fyri hvört valskeið í mesta lagi var triðingurin av eini læraralön ella minni, ja, kanska líka skjótt eingin.
Spyrst so livst