Yrkingasalong

 

Í gjár var yrkingasalong í Steinprenti, sum var uppkallað eftir einari reglu hjá Jóanesi Nielsen: ALT SUM ER FAST LOYSNAR. Jóanes byrjaði sjálvur kvøldið við at lesa upp ta longu yrkingina Telefonboksin, sum stendur í savninum Pentur (1998). Í 2014 varð eitt savn við 425 síðum av yrkingum givið út, sum staðfesti hansara støðu sum ein av okkara týdningarmestu samtíðaryrkjarum seinastu mongu árini. Hansara sentrallyrisku yrkingar eru fullar av passión, av saft og kraft og sjálvt um útgangsstøðið ofta sera jarðbundið,  hava hugmyndirnar flog. Tann stórsligna, symfoniska Telefonboksin snýr seg um deyðan og eitt eventuelt eftirlív:

“Hvar eg sjálvur fari,/ veit eg ikki./ Men eg óttist møguleikan at skula vakna upp niðri/ í kistumyrkrinum,/ ikki at kunna ringja til nakran/ og enn minni fáa hjálp úr grannakistuni./ Eg vil hava læknan at taka hjartað og alt innan úr mær./ Kanska eitt úrval av mínum yrkingum hevði verið hóskandi at/ havt inni í tómu bringuni./ Í hvussu er skal ongin sálmabók brettast inn millum mínar/ stívnaðu fingrar./ Bara tankin um at skula syngja vónleysa møsnið hjá/ kirkjuskøldunum á evsta degi er ræðuligur./ Eg vil møta Gudi, sum eg møtti medmenniskjanum./ Somu fet, ið ljóða í tráanini eftir rættvísi,/ hoyrast gjøgnum alt skapanarverkið:/ Gongustjørnurnar fylgja líka neyvum rásum/ sum strandfaraskipini hjá landinum fylgja./ Einglar draga óteljandi morgunroðar gjøgnum æl/ av torusteinum./ Stjørnur slókna, liva eina tilveru í myrkum einsemi, men í/ endaleysum gloprum vilstir dreymar frá ókendum verum./ Spakuliga breiðir rúmið seg,/ sveimandi oyðimerkur verða lagdur aftura okkara/ markleysa uttangarðshimmali,/ og á onkrum poknutum grótteigi úti á vetrarbreytini/ stendur hann, ið heintar hjørtu í skýmingini./ Spurningurin er ikki, um lív møguliga er at finna har úti,/ sum okkara radarar ikki røkka,/ heldur, hvussu vit tulka boðini, sekskantaða froststjørnan/ festir á køksrútin...” (brot)

Frá einum so royndum yrkjara sum Jóanesi til ta ungu Nólsoyarkvinnuna Onnu Malan Jógvansdóttir er eitt fitt petti, men Anna Malan heldur á at yrkja og er í gongd við at skriva sína næstu bók. Yrkingarnar hjá Onnu Malan eru eisini centrallyriskar og snúgva seg um eitt lyriskt ”eg”, sum følir og skrásetir og lýsir sínar kenslur í mun til umhvørvið, klettarnar og havið. Æðrar grógva, klettarnir smelta og stadna, eygu og blóð frysta til ís ella til glas og brotnu og staðnaðu formarnir halda egpersóninum føstum. Yrkingin Gjarhjarta stóð í savninum Undirfloyma: “Eg droymdi, at eg druknaði./ Eg sá geislarnar spríkja gjøgnum vatnskorpuna, /men kroppurin sakk bara longur og longur niður. /Ímeðan toygdu æðrarnar seg út/ og boraðu seg djúpt niður í havsins botn, /so eg hekk føst./ Meðan havið streymaði gjøgnum mínar æðrar,/ sprændi ein kensla av longsli inn í hjartað,/ sum seigliga bleiv fjalt av gjari,/ so eingin kundi síggja tað.”

Fyri meg var tað nakað heilt serstakt at hoyra Claus Carstensen lesa upp sínar yrkingar, sum eg kenni so ómetaliga væl av tí, at eg havi týtt tær til føroyskt. Í summarfrítíðini í fjør týddi eg nakrar yrkingar hjá Claus Carstensen. Tað endaði við einum heilum yrkingaúrvali við 37 týddum yrkingum, ið fevna um fjøruti ár í tíð. Yrkingarnar í savninum, sum fekk heitið Blindvunnir dagar eru sera ymiskar, har eru álvarsligar, stuttligar og sjálvspeiskar eygleiðingar. Tær surrealistisku yrkingarnar eru uppøstar sum í erotiskum dreymi, meðan kroppurin aðra staðni verður fataður á ein um somu tíð kliniskt patologiskan og sansaligan hátt. Eitt eyðkent fýrsaratema, sum eisini er nógv frammi innan modernismuna sum heild, er býarinnar melankoli, sum eisini er umboðað í úrvalinum, men evnið verður breitt út til náttúruna, til heystið og veturin og víðari út í hugtøkini.

Fleiri av yrkingunum eru sonevndar ekfrasur, sum sipa til myndir hjá listamanninum: "et dobbelt billede af en dreng/ der har hængt sig i et træ i en afløvet skov med/ sorte grene på hvid bund og mellem kroppene et/ ansigt af noget der må være det onde selv/ et ansigt der er formet af sammenslyngede/ kroppe, der nøgne spejler sig i det ondes øje/ you ain´t gonna hang no dead pig on me/ synes det at sige i dette dæmringslys/ hvor skiagrafien, modlyset,/ det sorte mod det hvide og/ hængning/ gravitation,/ død og/ fald/ skaber simple forhold af lys og rum/ med eksistentielle og politiske undertoner/ der synes at interpolere med digtet/ og det virkeligt/ virkelige." 

Meiningin var, at Lea Kampmann skuldi framføra nakrar sangir, men hon fekk forfall og uppá onga tíð fekk eg fatur á einum ungum manni, Benjamin J. Rajani, sum hevur verið næmingur hjá m.a. mær í Hoydølum seinastu árini. Eg og hinir áhoyrararnir vóru tikin av bóli av dirvinum hjá Benjamin, sum framførdi tveir sangir, sum hann sjálvur hevur skrivað lag og tekst til.

Síðani las Sissal Kampmann nakrar yrkingar úr nýggja savninum Sunnudagsland. Síðani Sissal Kampmann fekk ta tignarligu Klaus Rifbjerg debutvirðislønina fyri savnið Ravnar á ljóðleysum flog – Yrkingar úr uppgongdini hava vit verið greið yvir, at hon er áhugaverd, yrkjararøddin úr Vestmanna. Hon gav fyri stuttum út sítt fimta yrkingarsavn Sunnudagsland, ið hevur eitt slag av ítøkiligari hendingagongd við einum yrkjaraegi, sum kemur aftur til gomlu heimbygdina, hagar egið plagar at ferðast í frítíðum, fyri at búleikast í eina tíð. Tíðin og veðrið verða neyvt skrásett gjøgnum savnið, sum fevnir um eitt hálvt ár, tað byrjar seint um summarið um morgunin og endar um kvøldið eftir nýggjár, tá yrkjaraegið fer avstað av landinum aftur. Talan er um eitt búgvið og gott savn, sum er fult av góðum yrkingum, t.d. vakra og avkláraða yrkingin um sólstøðuna: "Í sólstøðuni/ seta hvítu fingrarnir brádliga/ orð saman til setningar/ í bygdini,/ har perurnar hava skrýtt allar altanirnar,/ upplýst allar urtagarðarnar,/ allan staðin við lítlum/ sólum.// Í henni savnar/ vitið, longsulin, trúgvin og megin/ seg aftur til eitt/ runt, appilsingult hol/ í gráum, har vit brotnaðu uttan at geva tí gætur/ við og uttan hvønn annan/eins risti spegilin og lygnin um,/ at hesin staður/ rúmar okkum øll."

 

Zacharias 80


Í dag, 19.mai fyllir listamaðurin Zacharias Heinesen 80 ár. Á myndini omanfyri síggja vit listamannin hyggja at verkunum hjá einum starvsfelaga, tað er í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Havn, at gula verkið hjá Bjarne Werner Sørensen hongur. Á myndini sæst hvussu Zacharias framhaldandi hevur áhuga fyri listini - eisini øðrum listaidealum enn sínum egnu og eg má eisini fegnast um, at listamaðurin sær so birgur út. Zacharias Heinesen er útbúgvin á listaskúla í Íslandi 1957-58 og á Kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Niels Lergaard frá 1959-63, men longu sum fimtan ára gamal debuteraði hann á Ólavsøkuframsýningini. Hann framsýnir ofta í Danmark og bæði har og heima í Føroyum hevur hann skrýtt fleiri bygningar, Eystara Landsrætt, auluna í Læraraskúlanum, Kommunuskúlanum og Studentaskúlanum í Havn. 

Áttati ár eru ikki áttati dagar og áttati ára føðingardagur Zachariasar er sjálvsagt ein merkisdagur fyri føroyska list. Hann er tann elsti og mest elskaði av føroysku listafólkunum, hann er ein listamaður, sum alla tíðina megnar at bróta upp úr nýggjum samstundis sum hann er erligur móti sær sjálvum, uttan at forsera ella koma framum seg sjálvan. Hann er figurativur fyri tað mesta, eisini tá hann er nokk so abstraktur, tí tá hann ikki er tað, ja so kennist tað onkursvegna falskt fyri hann sjálvan. Hansara myndevni taka støði í útsýninum har sum hann nú einaferð er og tí vit eru so mikið heppin, at hann meginpartin av síni livitíð hevur búð uppi á Varða, ja og tí er hansara útsýnið føroyskt. Í einum listaskúlaleysum landi sum okkara hevur Zacharias Heinesen megnað at mynda skúla ella ein ávísan stíl, sum fólk í heilum royna at nærkast. Men í grundini málar eingin akkurát sum Zacharias, bara Zacharias málar sum Zacharias og eingin hevur sum hann megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingum sínum av bygd, havi og fjalli, tá hann málar eitt fúlt æl í Havn, várligt sirm á Velbastað ella glitrandi ljósbrigdi í Mikinesi. Ofta eru spektrallitirnir umboðaðir í myndunum, har skyggjandi gulir og reyðir litblettir festa í grønt, violett og blátt. Føroyska landslagið, vátt í vátt við leskiligastu litum – tað ljóðar næstan sum kundi tað verið ov nógv av tí góða, men soleiðis er tað faktist ikki. Tá hann síðsta ár skuldi gera ársprent til limirnar í grafikkfelagnum Steinbrá gjørdist vætan eitt gjøgnumgangandi tema, meðan litirnir eru valdir við aga. Eisini tøkniliga er myndevnið næstan skvatlað á litografiska steinin, so at alt flýtur, blátt móti okkurgulum. Zacharias Heinesen er eyðsýniliga enn á tremur av komandi myndum, takk fyri tað og hjartaliga til lukku við runda degnum. 

Andalig, álvarslig og vøkur framsýning

Ein tílík luftig og sóljublomstrut høgtíð sum hvítusunnan er sum gjørd til eina framsýning sum ta hjá Anker Mortensen, ið er at síggja í Listasavni Føroya inntil 24.juli.

Henda framsýningin er fyri tað mesta afturlítandi og snýr seg um “Tað andaliga í málninginum” og dentur er sostatt lagdur á málningarnar, meðan tey meira progressivu og kanska eisini stuttligari pappírsverkini ikki eru við á framsýningini. Tað er spell, tí Anker Mortensen hevur verið serstakliga leitandi og eksperimenterandi listamaður. Læruárini í Danmark og Polen og tíðin aftaná vóru merkt av eksperimentum og tilfarsgransking, har hann skræddi, klipti og teknaði við blekki, blýanti og oljukriti uppá alt slag av pappírslepum, sum ofta vóru límaðir uppá eitt størri pappír. Tað hvíta tíðarskeiðið var í hæddini, tá hann saman við listamonnunum Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen hevði framsýningina Corda Atlantica í Keypmannahavn og nú ber til at síggja eitt av verkunum frá júst somu framsýning á Skipasmiðjuni MEST, har Bjarne Werner Sørensen júst í hesum døgum sýnir fram áhugaverdu framsýningina Tíðarrúm. Á áðurnevndu Corda Atlantica hekk ein røð av hvítum myndum hjá Anker, sum vórðu nevndar ikonir og sum góvu eina ábending um hvussu stóran týdning, tað andaliga hevði og enn hevur í hansara verkum, ið ofta innihalda tilspingar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Tó at vit sum áskoðarar onkuntíð kennast við ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd. Rúmdin kann vera hvít, blá, grá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina. Uppi á balkongini í Listaskálanum hanga hvítu myndirnar við teirri fínu Kingomyndini fyri endan, har vit síggja eina gula melodilinju lýsa sær veg gjøgnum zink- og titaniumhvíta támið, her hanga eisini sveimandi myndirnar av sangsvanunum og av mánadúgvunum. Tær bláu myndirnar eru vakrar og bæði kenslubornar og inntonktar og tær tríggjar bláu, monumentalu myndirnar á norðara endavegginum rigga sera væl sum savnandi liður í framsýningini. Á eystara veggi eru tær visioneru svørtu myndirnar við lýsandi ljósareyðum, violettum, appilsingulum og kadmiumgulum gentulitum, sum eg altíð sambindi við Sólju, dóttir Anker og Ingun, sum fórst í eini ferðsluvanlukku í 2005, men kanska var Anker í veruleikanum byrjaður at mála svart longu áðrenn ta syrgiligu hendingina. Tað er satt at siga eitt sindur løgið, men heimligt at uppliva verk í Listasavninum, sum eg havi búð saman við í nógv ár bæði á Nørrebro saman við Anker, men eisini heima í Havn eru vit so heppin at hava nøkur av hansara verkum hangandi, sum nú eina tíð fara at hanga í Listasavninum.

Katalogið er fult av myndum og tekstum, Nils Ohrt hevur skrivað høvuðstekstin  og Jørgen Trap-Jensen gallaríeigari, René Hjelm, Dagmar Malena Winther og Amariel Norðoy hava skrivað smástubbar og Anker sjálvur hevur skrivað ein fínan, lyriskan tekst, Sólarinnar Dúgvur. Hatta við manglinum uppá pappírsverk er helst einasta atfinning eg havi til hesa framsýningina – jú eg sakni eisini høvuðsverkið Í urtagarði Konfusiusar. Til ferniseringina hoyrdi eg onkran tosa um hvørt ov nógv verk vóru við á framsýningini, tað er møguligt, men øll verkini eru góð og framsýningin er væl skipað og hongur væl saman og sum ein brosandi kvinna blídliga helt fyri við meg í Listasavninum í dag, so kann eg jú bara sjálv onkuntíð gera eina framsýning við pappírsverkunum.

Eg havi ikki lisið allan tekstin hjá Nils Ohrt í kataloginum, men datt um eina orðing, har tað stendur, at myndin vinstrumegin her omanfyri er eitt slag av ikonografiskari joke og sjálvt um eg skilji, at teksthøvundin hugsar um skapið í myndini av ichtys - kristna fiskasymbolinum, so má eg altso rætta og siga, at talan heilt ítøkiliga er um ein blomsturbukett og eina ta bestu bukettina, eg nakrantíð fekk - hon følnar ikki sum hinar.

 

Listarlig optimisma

Í dag er summar og byrjan uppá vikuskiftið við fleiri framsýningarupplatingum. Tá mann samstundis hoyrir, at Fróðskaparsetrið ætlar at taka listirnar á skránna í framtíðini, er tað til at blíva optimist av. Og tá listin er so góð sum tann, ið Tóroddur Poulsen hevur gjørt, tá hann var í Steinprenti, ja so tekur gleðin ongan enda. Væl liggur fyri hjá Tóroddi, sum fekk eini tjúgu framúrskarandi verk burturúr. Nøkur av teimum verða at síggja á framsýningini Sjá tú blánar, sum letur upp 3.juni, m.a. ein røð av sjálvsmyndum í ymiskum litum og hetta herliga satiriska verkið av trimum fremmandum fuglum (krúnhjørtum) í Havn.

Politikkur fyri skapandi vinnur

Mynd Nils Erik Gjerdevik

Mynd Nils Erik Gjerdevik

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið boðar frá í tíðindaskrivi, at landsstýrið hevur orðað politikk fyri skapandi vinnur. Tað er heilt vist, at nógv viðurskifti skulu koma í lagið og nógvur bati skal til áðrenn vit kunnu tosa um ein seriøsan føroyskan politikk fyri skapandi vinnur, men hetta er so ein byrjan, sum kann verða av avgerandi týdningi, ikki minst tað, at Fróðskaparsetur Føroya letur upp fyri listini, tí útbúgvingarliga eru vit illa fyri hesum viðvíkjandi. Um tað fer at bera til at útúgva seg ella taka partar av eini hægri útbúgving innan bókmentir, list, tónleik, sjónleik, stílsøgu, fagurfrøði osfr. í Føroyum er eingin ivi um, at hetta so líðandi fer at ávirka og hækka alt listaøkið her á landi. Spennandi verður at hoyra meira um hesar ætlanir.

Landsstýrið orðað politikk fyri skapandi vinnur

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur lagt politikk fyri skapandi vinnur fyri landsstýrið. Landsstýrið hevur tikið undir við politikkinum, og farið er undir at fyrireika fyrstu átøkini.

Skapandi vinnur snúgva seg bæði um mentan, list og vinnu. Politikkurin er orðaður av einum arbeiðsbólki við umboðum úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Skapandi vinnur eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum, og Føroyar hava góðar møguleikar at fáa nógv meiri lønandi vinnu burtur úr okkara stóra listarliga og mentanarliga tilfeingi.

Politikkurin hevur til endamáls at seta út í kortið eina menningarætlan fyri skapandi vinnur. Mælt verður til eina røð av átøkum, ið hava til endamáls at betra undirstøðukervið, styrkja felags marknaðarføringina og gera Føroyar kappingarførar við umheimin, fyri skapandi fólk og skapandi vinnur.

Tá ið landsstýrið velur at raðfesta skapandi vinnur, hava vit eisini gjørt okkum greitt, at hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, og arbeiðið endar heldur ikki, tá ið átøkini, sum nú verða sett út í kortið, eru framd, siga avvarðandi landsstýrisfólkini. Skapandi vinnurnar fara áhaldandi at krevja politiska vælvild, og eitt virkið samstarv millum myndugleikar, vinnu og mentanarstovnar.

Hesin politikkurin snýr seg um tann vinnuliga partin av skapandi vinnunum. Men ein grundleggjandi fortreyt fyri, at vit kunnu fáa lut í vøkstrinum í skapandi vinnunum er, at vit hava eitt ríkt og frælst lista- og mentanarlív. Størri íløgur og møguleikar fyri at menna skapandi vinnur mugu tí ikki hava við sær, at játtanir til list og mentan verða skerdar, heldur tvørturímóti.

Arbeiðið heldur nú fram at gera tilmælini til veruleika. Átøkini, sum landsstýrið hevur raðfest fyrst, eru tey, sum skulu skapa betri karmar fyri at menna Føroyar sum filmsland, umframt at Setrið fer undir hægri útbúgving í listaligum arbeiði. 

  • Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Mentamálaráðið og Klippfisk eru farin undir at fyrireika Filmshúsið, sum 1 mió. kr. eru settar av til á játtanarkørmunum fyri 2017.

 

  • Fyri at gera Føroyar førar fyri at standa seg í kappingini um at draga útlendskar filmsframleiðslur til, eru Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið í gongd við at gera uppskot til skipan, so at útlendskar filmsframleiðslur, sum verða gjørdar í Føroyum, kunnu fáa part av framleiðslukostnaðinum endurgoldnar.

 

  • Fróðskaparsetur Føroya hevur eisini sett skapandi vinnur á breddan og fer í heyst at bjóða fyrstu skeiðini út, sum ætlanin er skulu mennast til eina heila útbúgving í listaligum arbeiði.

Bólkurin, sum hevur orðað politikkin fyri skapandi vinnur, arbeiðir somuleiðis víðari við hinum átøkunum, so at nágreinilig tíðar- og kostnaðarætlan kann verða løgd fyri Tingið í heyst. 

 

 

Tríggjar listaupplatingar í vikuskiftinum

Eg gleði meg til komandi vikuskifti, sum verður av tí listarliga slagnum við heili tveimum ferniseringum. Fríggjadagin 13.mai klokkan 16 letur framsýning hjá Anker Mortensen upp í Listasavni Føroya og dagin eftir, leygardagin 14.mai klokkan 15 letur Bjarne Werner Sørensen upp framsýning sína Tíðarrúm í Listahøllini á Skipasmiðjuni Mest. Bjarne Werner Sørensen er ein av limunum í Heystframsýningini, sum sostatt hevur framsýnt ofta í Føroyum. Hann er eisini slektaður í Froðba, so hann hevur verið nógv í Føroyum. Seinasta serframsýning hjá Bjarne Werner Sørensen í Føroyum, var í Gallarí Steinprent í 2012. Í 2006 framsýndi hann saman við Tóroddi Poulsen í Norðurlandahúsinum. Herumframt hevur Bjarne verið sera virkin á føroyska myndlistapallinum í 80´unum og 90´unum. Hann hevði tvær serframsýningar og skipaði har afturat fyri tveimum stórum framsýningum við týskum og donskum listafólki í Listasavni Føroya í teimum árunum. Bjarne er hálvur føroyingur og hálvur dani. Í kataloginum til framsýningina Tíðarrúm, greiðir Bjarne frá sambandinum til Føroyar. -Mamma er fødd og uppvaksin í Froðba og flutti eftir kríggið til Danmarkar, har hon hitti pápa, sum júst var útbúgvin verkfrøðingur. Tey bæði ferðaðust síðani kring heimin í sambandi við starvssetanir, fyrst í Føroyum, síðan í Sýria og Libanon. Seinni yvirtók familjan barndómsheimið hjá mammu í Froðba, sum Bjarne í dag eigur lut í og vitjar ofta. Hann hevur gjøgnum uppvøksturin og síðani ferðast fram og aftur millum Føroyar og Danmark óteljandi ferðir og tað er sum um henda rørslan hevur skapað eitt slag av grundleggjandi tvístøðu ella dualiteti í hansara tilverufatan, og sum eisini hevur fingið týdning fyri arbeiðið hansara við myndum. Framsýningin Tíðarrúm er opin frá 14. mai - 29.mai 2016, hvønn dag frá kl 15 - 18.

Um Anker stendur í tíðindaskrivinum, at hann er eitt av týdningarmestu nøvnunum í sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list. Hansara listabúni er abstraktur og hansara myndir hava ein inntonktan frið og andligan dám í ætt við gomlu ikonmálningarnar. Føroyar eru tó heilt vist til staðar í listini hjá Anker Mortensen. Fyrst og fremst við støðinum í gamlari føroyskari mentan, soleiðis sum tað sæst í heitunum, sum sipa til støð, fólksliga list, barnarímur og sálmasang. Hóast talan ikki er um myndprýðing, verða hesir føroysku partar og hugløg lyft upp í yvirjarðliga heimin, sum myndirnar mana fram. Framsýningin á Listasavninum er afturlítandi og fevnir um verk frá 1995 til 2015.

 

Undir heitinum “Tey byggja land” letur Sigrun Gunnarsdóttir upp listaframsýning í atelieri sínum á Eiði Hvítusunnudag kl. 15.00. Opið verður hendan dagin til kl. 20.00 og opið verður eisini 2. Hvítusunnudag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.

Tað verður borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, sum setur framsýningina, meðan Niels Midjord og Eilin Hansen fara at framføra tulkingar yvir verk hjá Leonard Cohen.

Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferð hennara í Kina er myndavavið bæði stórt og fjølbroytt.


Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list, og er hon umboðað á mongum listasøvnum. Fyri stuttum luttók hon á listaframsýningum í Kina.

Sigrun Gunnarsdóttir kemur á eitt vegamót mitt í 1990-árunum og endar í einum symbolskum, surrealistiskum heimi, ið er nógv øðrvísi enn nakað annað í føroyskum listalívi.

Vit halda, at vit fata innihaldið í myndunum, men hóma samstundis eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Tá ið vit hava sæð hennara myndir, eru tær sum brendar inn á sjónina – og í hugaheimin.

Grundstøðið í list Sigrunar er merkt av nýhugsandi, aldargamlari kristnari mentan.

Vit gerast varug við ein annan heim – uttanum okkum, innan í okkum, sum ikki sæst, bert merkist. Vit verða drigin inn í verkini og gloyma okkum sjálv burtur, standa verjuleys, men samstundis væl vard av symbolunum, sum fylla myndaheim Sigrunar.

Jóhan Martin Christiansen fingið starvsløn frá Statens Kunstfond

Statens Kunstfond hevur almannakunngjørt býtið av starvslønum. 790 umsóknir eru viðgjørdar, 18.575.000 kr eru býttar út til 240 listafólk. Føroyski listamaðurin Jóhan Martin Christiansen er millum tey hepnu, sum danski staturin hevur valt at gera íløgu í, hann hevur fingið 50.000 krónur. Í september hevur Jóhan Martin Christiansen serframsýning í Listasavni Føroya. 

POESI NIÐRI OG UPPI

Í kvøld klokkan 20 verður yrkingasalong á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tóroddur Poulsen fer at lesa úr savninum Himlen har stjålet mine farver og Katrin Ottarsdóttir lesur úr Findes der kobberrør i himlen. Ina Rosing lesur úr Tasillaq og Muniam Alfaker fer at lesa upp úr sínum bókum. Síðstnevndi kom sum flótti úr Irak til Danmarkar í 1986. Kurdiski yrkjarin Jan Pét Khorto og týðarin June Dehy fara somuleiðis at lesa upp og greiða frá um lív og yrkingar í Syria.

Eisini í Føroyum - í Havn verður høvið at hoyra yrkingaupplestur og tónleik. Tað verður 18.mai í Steinprenti, tá Jóanes Nielsen, Claus Carstensen, Anna Malan Jógvansdóttir og Sissal Kampmann fara at lesa upp og Lea Kampmann fer at syngja. - Meira verður at frætta um hetta seinni.

Tóroddur sýnir fram ikki í mai men í juni

Dimmalætting í dag 6. mai skrivar, at Tóroddur Poulsen letur upp í Steinprenti mánadagin 10. mai kl 9. Her er okkurt púra skeivt komið fyri, tí Tóroddur Poulsen skal IKKI hava framsýning í mai. Hann verður við á eini framsýning saman við øðrum listafólkum, sum letur upp í Steinprenti mentanarnáttina 3.juni klokkan 17. Heitið á hesari framsýningini er "Sjá tú blánar...", verkini eru vald út sambært heitinum og eini eitt sindur ítøkiligari og góðvarnari fatan av yrkingini hjá Hans Andriasi Djurhuus, har vitt annaðhvørt blána og rodna av berum eldhuga. Tað tjóðskaparliga verður viðgjørt bæði kerliga og eitt sindur skemtiliga við plássi til sólgular sóljur, gomul postkort og kasettubond, lýsandi ultramarinbláar kompositiónir hjá Tróndi Patursson, ljósfyllt landsløg hjá Zachariasi Heinesen, hvíta, reyða og bláa nonfiguratión hjá Ian McKeever, huglagsríkar seyðamyndir hjá Fríðu Matras Brekku og The Whale Killing Project hjá John Kørner. Tóroddur Poulsen fer at sýna fram nøkur nýggj blánandi prent og tær kritahvítu, inntonktu gipsmyndirnar á framsýningini eigur Jóhan Martin Christiansen. Hetta og mangt annað áhugavert verður at síggja. Kurator er Kinna Poulsen. Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, letur framsýningina upp.

Sannførandi bassur úr Vági syngur Wagner í Leipzig

Nú hendir tað næstan javnan, at føroyingar gera um seg listarliga á altjóða pallum, men ikki eiga vit nógvar operasangarar í heimselituni.

Nú Ringurin hjá Richard Wagner verður framførdur í Leipzig, hevur ein vágbingur ein av høvuðsleiklutunum - tað er bassangarin Rúni Brattaberg, sum syngur m.a. leiklutin hjá Hagen/Høgna. 30.apríl var frumframførslan av "Götterdämmerung" á Leipzig Opera. "Götterdämmerung" ella "Ragnarök" er seinasti partur í "Ring des Nibelungen" eftir Richard Wagner, ið er ein søga samansett úr "Regin Smiði", "Sjúrðarkvæðunum" og "Brynhildartátti". Framførslan hevur áhuga um allan heim, frumframførslan var útseld og fólk úr 45 ymiskum londum høvdu keypt atgongumerki. Tann 5.,6.,7. og 8 mai verður samlaði "Ringurin" framførdur, tá hevur Rúni leiklutirnar sum "Hunding" (Hundingssynir), og "Fafner" (drekin Fávnir) aftrat.  - Fyrsta ummælið er komið, tað er Andreas H. Hölscher, ið tykist sera hugtikin. Hann skrivar í Opnernnetz eitt gjølligt ummæli, har hann rósar sangarunum, leikstjórnini og orkestrinum. Rúni Brattaberg er tikin úr leiki, heldurhann og skrivar m.a: "Rúni Brattaberg er sum Hagen tann stórbæra antihetjan. So sannførandi sum hann er í Valkyriunum, er hann sum Hagen enn ógvusligari. Hansara døkka, dundrandi og ræðandi bassrødd er ideel í leiklutinum..” - Hiðani ynski eg Rúna Brattaberg hjartaliga til lukku og góða eydnu. 

http://www.opernnetz.de/Seiten/Aktuelle_Auffuehrungen/Leipzig_Goetterdaemmerung_Hoelscher_160430.html

 

Knud Odde Luna Convento

Í gjár læt upp stór serframsýning hjá danska listamanninum Knud Odde í Sophienholm við heitinum Luna Convento. Á framsýningini eru yvir hundrað verk og fleiri teirra eru gjørd í Føroyum í Steinprenti. Knud Odde er málari, grafikari og á framsýningini verða eisini keramisk føt og glasmosaikkir at síggja. Knud hevur verið fleiri ferð í Føroyum, saman við svenska listamanninum Jan Håfström hevði hann Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðani. Luna Convento eitur eftir einum hotelli og fyrrverandi kleystri við Amalfi. Framsýningin hongur uppi frá 30. april – 26. juni 2016.

http://www.sophienholm.dk/side.asp?ID=10

 

 

ALT SUM ER FAST LOYSNAR

Mikukvøldið 18.mai klokkan 20 er poesikvøld í Steinprenti. 

Umframt at síggja verkini hjá danska yrkjaranum og myndlistakvinnuni Toni Larsen, sum hanga og standa í framsýningarrúminum, býðst eisini høvið at uppliva yrkingar lisnar upp av bæði royndum og nýggjum yrkjarum. Heitið á poesitiltakinum er byrjanin av yrkingini Onkran morgun, ið var fyrsta yrkingin í savninum Brúgvar av svongum orðum, sum Jóanes Nielsen gav út í 2003. Antin tú fatar uppáhaldið “Alt sum er fast loysnar” sum eina hóttan ella eina fyrijáttan, so er orðingin full av drama samstundis sum hon situr væl og tað er eyðkent fyri yrkingar hjá Jóanesi Nielsen. Í 2014 gav hann út eitt savn av 425 síðum av yrkingum, sum staðfesti hansara støðu sum ein av okkara týdningarmestu samtíðaryrkjarum seinastu mongu árini. Hansara yrkingar eru fullar av passión, av saft og kraft og ofta er útgangsstøðið sera jarðbundið, tó at hugsjónirnar hava flog.

Frá einum so royndum yrkjara sum Jóanesi til ta ungu Nólsoyarkvinnuna Onnu Malan Jógvansdóttir er eitt fitt petti, men fleiri av evnunum í hennara fína debutsavni Undirfloyma eru evni, sum Jóanes Nielsen eisini hevur havt fatur á. Yrkingarnar hjá Onnu Malan snúgva seg um eitt lyriskt ”eg”, sum følir og skrásetir og lýsir sínar kenslur í mun til umhvørvið, klettarnar og havið. Uppbýtingin leggur upp til tilfarsligt tilvit, sum eisini sæst aftur í nógvum av yrkingunum, har organiska menniskjað ella partar av tí ber seg at og vaksur saman við náttúruna. Æðrar grógva, klettarnir smelta og stadna, eygu og blóð frysta til ís ella til glas og brotnu og staðnaðu formarnir halda egpersóninum føstum. 

Inniligleikin er í hásæti, tá Lea Kampmann framførir. Lea Kampmann er ung, men hennara kensluborni tónleikur er búgin, hann hevur dýpd og dramatiskan botn. Lea Kampmann er ein originalur singer songwriter við ansi fyri patos og góðum løgum, sum vit kunnu vænta okkum nógv av.

Síðani Sissal Kampmann fekk ta tignarligu Klaus Rifbjerg debutvirðislønina fyri savnið Ravnar á ljóðleysum flog – Yrkingar úr uppgongdini hava vit verið greið yvir, at hon er áhugaverd, yrkjararøddin úr Vestmanna. Hon gav fyri stuttum út sítt fimta yrkingarsavn Sunnudagsland, ið hevur eitt slag av ítøkiligari hendingagongd við einum yrkjaraegi, sum kemur aftur til gomlu heimbygdina, hagar egið plagar at ferðast í frítíðum, fyri at búleikast í eina tíð. Tíðin og veðrið verða neyvt skrásett gjøgnum savnið, sum fevnir um eitt hálvt ár, tað byrjar seint um summarið um morgunin og endar um kvøldið eftir nýggjár, tá yrkjaraegið fer avstað av landinum aftur. Talan er um eitt búgvið og gott savn, sum er fult av góðum yrkingum.

Í summarfrítíðini í fjør sat undirritaða og týddi nakrar yrkingar hjá danska myndlistamanninum og yrkjaranum Claus Carstensen. Tað endaði við einum heilum yrkingaúrvali við 37 týddum yrkingum, ið fevna um fjøruti ár í tíð. Yrkingarnar í savninum, sum fekk heitið Blindvunnir dagar eru sera ymiskar, har eru álvarsligar, stuttligar og sjálvspeiskar eygleiðingar. Tær surrealistisku yrkingarnar eru uppøstar sum í erotiskum dreymi, meðan kroppurin aðra staðni verður fataður á ein um somu tíð kliniskt patologiskan og sansaligan hátt. Eitt eyðkent fýrsaratema, sum eisini er nógv frammi innan modernismuna sum heild, er býarinnar melankoli, sum eisini er umboðað í úrvalinum, men evnið verður breitt út til náttúruna, til heystið og veturin og víðari út í hugtøkini. Talan er um eitt sofistikerað dupult eygnabrá og eitt víðkað ekfrasuhugtak, sum kemur fyri í fleiri av verkunum hjá Claus Carstensen, har myndir og yrkingar viðmerkja hvørja aðra og áskoðanir verða lyftar upp á listástøðiligt ella tilveruligt støði.

ALT SUM ER FAST LOYSNAR: Jóanes Nielsen, Anna Malan Jógvansdóttir, Lea Kampmann, Sissal Kampmann, Claus Carstensen, Jóanes Nielsen. 18.mai klokkan 20 í Steinprent, Skálatrø 16. Øll eru vælkomin.

 

Kinna Poulsen

 

bakbundin í blóðinum/

bláreyðir nelikar og hvítar rósur

bera boð um eitt málleyst miskunnarloysi/

við gleivandi ørmum og beinum

á einum skarlaksreyðum silkilaki/

hundurin goyr uppøstur/

syngja likkur syngja gentur/

syngja likkur syngja gentur/

so er aftur heilt stilt/

silvurreyðir laksar

 

(Claus Carstensen: Blindvunnir dagar s.29)

 

Olaf Johannessen í uppskoti til Reumert

Í fjør vann Olaf Johannessen Reumertvirðislønina sum ársins mannligi sjónleikari og aftur í ár er hann í uppskoti at fáa virðislønina fyri leiklutin sum Puntila í leikinum við sama heiti í  Det Kongelige Teater. Hann er somuleiðis við í leikinum Topmøde for de mest deprimerede, sum eisini er tilnevndur í kategoriini sum ársins besta framførsla.

Eg hevði eina samrøðu við dugnaliga sjónleikaran í fjør summar:

www.listaportal.com/tidindi/2015/7/2/beint-n-samra-vi-sjnleikaran-olaf-johannesen?rq=Olaf

100 ára hátíðarhald fyri valrætti til kvinnur og ognarleys

Leygardagin 30.apríl verður 100 ára hátíðarhald fyri valrætti til kvinnur og ognarleys í Norðurlandahúsinum. Hátíðarhaldið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Skráin í Norðulandahúsinum er henda:

14.00: Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia bjóðar vælkomin

14.10: Tað frættist nú og fregnast. Sissal Grækarisdóttir Magnussen syngur

14.15: Fyrilestur við H.A. Sølvará

14.40: Lea Kampmann spælir 2 løg

14.50: Ritt Bjerregaard 1. Innslag

15.00: Steðgur

15.15: Sofaprát við Katrini Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen og Sonju L. Jógvansdóttur. Moderator Sissal Kampmann

15.40: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg

15.55: Fyrilestur við Beintu í Jákupsstovu

16.20: Sjónleikur við Sóley Danielsen og Katrini V. S. Mortensen

16.35: Lea Kampmann spælir 2 løg

16.45: Steðgur

17.00: Ritt Bjerregaard 2. innslag

17.15: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg

17.30: Pallborðskjak við limum úr politisku ungmannafeløgunum. Orðstýrari, Katrin Petersen

 

Suveren konsert við Riel/Pasborg/Mikkelborg/Knudsen/Tuxen og Anisette

Eftir eina fantastiska intro hjá framúrskarandi Palle Mikkelborg byrjaði konsertin við einari trummuduett ella eini trummusamrøðu, sum ongan enda vildi taka. Eg havi áður upplivað Alex Riel og hansara ekspansiva, frásagnarliga trummuunivers og hesa ferð hevði hann guðssonin, Stefan Pasborg við, sum av sonnum spældi okkum sundur og saman. – Uha, hugsaði eg, hetta er ein ordilig musikarakonsert, eg eri komin til. Tað er ein konsert, sum onkursvegna er á so mikið hægri støði enn mín egni móttakari, at eg fái hug at ótolnast, men eg nýttist ikki stúra, tí tónleikurin í gjár var allan vegin so mikið væl spældur og formidlaður, at hann fekk allar áhoyrarar við.

Har vóru óvanliga nógvir tónleikarar millum áhoyrararnar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið - ei undur í tí, tá fleiri tónleikaligar legendur eru millum tey framførandi: Alex Riel/Stefan Pasborg 'Universe' feat. Annisette og Palle Mikkelborg. Aftrat sær høvdu tey nakrar framúrskarandi tónleikarar, umframt Stefan Pasborg, spældi Niclas Knudsen gittar, meðan Jeppe Tuxen spældi tangentar (Hammond B-3). Øll eru kendir tónleikarar, sum skara framúr á hvør sínum øki, Niclas Knudsen hevði eina fantastiska gittarsolo í byrjanini, men sum áhoyrari legði eg kanska serliga merki til suverena spælið hjá Jeppe Tuxen, sum allan vegin í gjøgnum var merkt av tónleikagleði og risastórum tónleikaligum yvirskoti.

Við tónleikarunum øllum fóru vit eina tónleikaferð gjøgnum teirra felags univers av rútmum og samljóði, fortíð og nútíð, rokki og jazzi, nærveru, improvisatión, orku og pulsi - innrammað við ljóðmyndum frá Savage Rose, New Orleans street parades og Igor Stravinsky – hetta seinasta legði eg ikki ordiliga til merkis, men tað stóð í tíðindaskrivinum.

Eg visti væl, at talan var um dugnaligar tónleikarar, men eg varð bilsin av støðinum. Dygdin hoyrdist alt fyri eitt, sveimandi, originala trompetljóðið hjá Palle Mikkelborg, ið gevur okkum eina kenslu av vektloysi og av at hanga í leysum lofti í alheiminum í vøkrum samspæli við hini ljóðførini. Tá Jeppe Tuxen spældu eyðkendu tónarnar frá byrjanini av Byen vågner frá Dødens Triumf var tað sum ressaðust áhoyrararnir av at hoyra tað praktfulla lagið framført á so gjøgnummusikalskan hátt. Hervið varð lagt upp til eitt sindur av nostalgi, sum vit fingu uppfylt í ríkiligt mát, tá Anisette trein inn á pallin. Hon sang onkran Savage Rose sang, m.a. Dear little mother og eina garvilla versión av Long before I was born áðrenn hon endaði meira stillisliga við Smile hjá Charlie Chaplin. Anisette sýnist hugsjónarliga trúgv móti sínum útgangsstøði, hon tosar enn um fólk, sum eru noydd til at liva í pappkassum uttan fyri teir ríku bankarnar og um flóttafólk, sum koma til okkara fyri at fáa hjálp, men verða møtt við píkatráði og afturlætnum landamørkum. Tíverri eru hesir trupulleikar meira áleikandi enn nakrantíð. Allíkavæl tóktist prátið hjá Anisette í støðum eitt sindur frelst ella hippiepatinerað. Kanska er tað bara eg; tá tosað verður patetiskt og sentimentalt við musikalskum undirspæli komi eg altíð í tankar um Peter Belli og hansara yvirsentimentala Ingen regning. - Men fyri at koma til høvuðssakina, so var sangurin hjá Anisette rørandi og skelkandi nærverandi. Anisette hevur eina rødd og ein framførsluhátt sum eingin annar og har hvørki hoyrdist ella sást nakað til eventuellar aldurstreytaðir veikleikar meðan hon dansaði og sang á pallinum, myrk og vøkur, lítil, nett og klæntraslig og við hesari óskiljandi stóru røddini, sum tekur áhoyraran á bóli við sínum ótamda kenslusemi. At hoyra hana og tónleikararnar í Norðurlandahúsinum var ein ómetaliga stór og ríkandi uppliving, sum ikki verður gloymd.

FOTOMYNDIR: Norðurlandahúsið

FOTOMYNDIR: Norðurlandahúsið

Eitt stig víðari út í tað óítøkiliga - Viðtal við listakvinnuna Julie Sass

Danska listakvinnan, Julie Sass hevði í fjør arbeiðsuppihald í Steinprenti, sum úrslitaði í fleiri áhugaverdum listaverkum. Eg skrivaði tá hesa greinina í Dimmalætting. Dagarnar, hon var í Havn, varð arbeitt á verkstaðnum frá árla á morgni til seint á kvølditil tess at náa at fáa allar myndirnar lidnar, sum hon var byrjað uppá. -Tá eg mitt í vikuni hyggi inn á gólvið, hava verkstaðsfólkini júst ásannað, at tey kanska ikki fara at verða heilt liðug við tann allarsíðsta steinin. – Hetta er altso heilt øgiliga kompliserað, greiðir Jan Andersson eitt sindur umberandi frá, meðan hann klórar sær í nakkanum.

Tað er sanniliga ikki á hvørjum degi, at tann royndi og dugnaligi litografurin niðri á Skálatrøð gremur seg um torførar mannagongdir, so eg gerist forvitin og má innar í verkstaðið at kanna málið. Inni á verkstaðnum hitti eg eina fegna og takksama listakvinnu. Julie Sass er ovurhonds nøgd við uppihaldið á verkstaðnum, og heldur seg hava upplivað, lært og avrikað eina rúgvu bæði listarliga, men eisini millum fólk og í vøkru føroysku náttúruni - hon hevur eitt nú verið túr við gongufelagnum. Julie Sass er eitt av fleiri áhugaverdum donskum listafólkum, sum eru við í stóru verkætlanini og ferðaframsýningini Grafisk Sambond, ið verður at síggja í Norðurlandahúsinum frá 24.oktober, har Julie fer at sýna fram saman við Zven Balslev, Svend-Allan Sørensen, John Kørner, Claus Carstensen, Andreas Schulenburg, Jonas Hvid Søndergaard, Peter Carlsen, Bjørn Nørgaard, Kathrine Ærtebjerg, Fie Norsker og Nils Erik Gjerdevik. Julie Sass er útbúgvin á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn og á NYU í New York. Hon hevur framsýnt bæði einsamøll og saman við øðrum í Kunsthal Charlottenborg, Brandts, Rønnebæksholm, Den Frie, AREA-lugar de proyectos, Puerto Rico, Vikingsberg Konstmuseum, Dalhousie Art Gallery i Halifax, Smack Mellon i Dumbo, Brooklyn, Jessica Murray Projects, New York og á listamessuni Untitled í Miami. Hon hevur eisini verið kurator, og hevur skipað fyri fleiri framsýningum. Sum heild er Julie Sass áhugað í altjóða list, ikki minst í tí nógva, sum gongur fyri seg í amerikanska listaumhørvinum.  

Nonfigurativar myndir

Formliga kunnu myndirnar hjá Julie Sass bólkast sum nonfigurativar, tær ímynda ikki nakað ávíst, men hetta sigur kanska ikki so øgiliga nógv. Um vit hyggja at teimum báðum stóru steinprentunum, sum Julie Sass gjørdi framsýningina Grafisk Sambond kunnu vit staðfesta, at tær tykjast gátuførar og afturlætnar. Samstundis er tað sum um tær onkursvegna sjónliggera sjálva prosessina, sum hevur skapt tær. Vit síggja eitt partvíst gjøgnumskygt skap, ein form sum er bygdur upp av nøkrum óregluligum fýrkantum og trapetsum, ið samanumtikið minnir um eina trídimensionala konstruktión, sum er spent út á eina flatu til granskingar. Skapið er líkasum sett upp á ein dekorativan fót við monumentalum árini, samstundis sum skeivleikarnir í tí stóra miðskapinum geva okkum varhugan av onkrum ómetaliga skroypiligum og fínum. Orsakað av teimum mongu mótsetningunum í myndunum, sum bæði innihalda gjøgnumskygd svarthvít skap og óskygd skap í litum, tykjast myndirnar hjá Julie Sass um somu tíð sannførdar, óloystar, leitandi og vitandi.  

Abstraktión

Framman fyri tveimum stórum, ólidnum prentum, spyrji eg Julie hvat hetta gongur út uppá.

JS: Ja, altso fyrst og fremst snýr hetta seg heilt ítøkiliga um fótafarið av einum sermerktum skapi, sum er seymað saman av tveimum sløgum av silki. Hetta havi eg brúkt sum útgangsstøði til steinprentið eins og eitt slag av grundformi, ið eg arbeiði víðari uppá. Mann kann siga, at eg við støði í onkrum ítøkiligum royni at flyta abstraktiónina upp á eitt hægri stig í mínari roynd at skapa nakað nýtt. Abstrakt myndlist er jú grundað á nógva og torskilda heimsspeki, nakað av tí einfaldasta í hesum sambandi er sannroyndin, at listafólkið uttan at vilja tað, í sínum nonfigurativa verki kann koma til at raka við eitt skap, sum longu er til í ítøkiligu verðini. Tað ger, at upplivingin hjá áskoðaranum kemur til at verða definerað og altso eisini avmarkað av assosiatiónum. Hesum royni eg onkursvegna at sleppa undan.

 

Kompositión

KP: Bygnaðurin tykist hava stóran týdning og myndirnar eru merktar av eini serligari javnvág, kanst tú greiða frá hesum?

JS: Ja, eg royni at skapa eitt øðrvísi myndarúm og hugsi í grundini um málarí sum eitt slag av konstruktión. Mínar myndir eru bygdar heldur enn málaðar og kompositiónin hevur sjálvsagt stóran týdning hesum viðvíkjandi. Í myndunum, sum eg havi gjørt í Steinprenti, sæst eitt spæl við tyngd og javnvág. Um tú hyggur gjølla, sært tú, at fóturin ella sokkilin hjá tí stóra skapinum í grundini er ov lítil til at megna at bera alt skapið, men samstundis hómast ein ávísur lættleiki í forminum, sum m.a. kemst av, at formurin er partvíst gjøgnumskygdur og harvið lættur.  

Prosessin

Hetta er aðru ferð, at Julie Sass arbeiðir á verkstaðnum á Skálatrøð, síðstu ferð var í 2013. Hon greiðir frá, at hon hesa ferð var betri fyrireikað av tí, at hon nú í størri mun kendi steinprentstøkni, hon hevði skitsur við og tankar og ætlanir um tey komandi verkini. Men, heldur hon eldhugað fram: ”Tað mest fantastiska hendi, at eg fekk íblástur av sjálvari teirri grafisku prosessini og kundi brúka hana beinleiðis í verkunum”.

KP: Hvussu meinar tú?

JS: Tað er okkurt við litografisku mannagongdini, sum hugtekur meg og sum hevur hugtikið meg síðan eg upplivdi hana á fyrsta sinni. Á ein ella annan hátt tykist henda mannagondin sampakka við míni listarligu endamál og hugsanir. Tá eg sá Fríðu (t.e. Fríða Matras Brekku) standa og slípa steinarnar, gjørdist eg hugtikin av tí mynstrinum, sum sjálv slípingin við slípievninum (carborundum) hevur við sær á steininum. Eg avgjørdi at slípa ein form burtur og at varðveita sporini av sjálvari burturslípingini sum grund í prentinum. Hetta er ikki so einfalt at gera, og eg eri bangin fyri, at Jan (t.e. Jan Andersson) hevur havt eitt sindur av stríði av hesum, men tað hevur verið serstakliga spennandi og eg haldi, at úrslitini hava nakað av hasum sum eg royni at leita eftir. 

Tað óítøkiliga

KP: Hatta er áhugavert, tú skapar altso eina mynd við at skráseta sjálva avtøkuna ella hvørvingina hjá einari aðrari mynd, sum bert er eftir eins og ein tanki, eitt fótafar, sum er við at hvørva heilt.

JS: Ja, tað er okkurt tílíkt, og tað brúki eg sum grund fyri at skapa nýggj rúm, tí eg arbeiði víðari við steinprentinum. Tá tú sigur hatta við onkrum, sum er eftir bert sum eitt fótafar, komi eg í tankar um ein tekst, sum eg havi lisið, sum tú hevur skrivað um Rannvá Kunoy, og sum byrjar við einari heilt fantastiskari yrking hjá Ann Jäderlund: Det som är i vattnet. Men inte/ är vattnet. Som vattnet inte/ känner. Men som är vattnet inifrån. Som ingen känner. Men är allting inifrån. Som intet finns. Vars krop inte/ finns. Inte doft hörsel. Syn/ eller tal. Och inte är/ forgängligt.” Tað er hetta sama óítøkiliga, sum eg royni at fáa fatur á og at skapa okkurt, sum eingin hevur sæð áður. 

1-0 til tær síðhærdu

Tað gongur væl hjá føroysku listini, ikki minst hjá føroyskum listakvinnum, sum alla tíðina hugtaka listaáhugað bæði her í Føroyum, men eisini í útlondum, har tær eru framúrskarandi ambassadørar fyri Føroyar.

Eivør Pálsdóttir hevur seinastu tíðuna verið á turné, har honhevur framført sína nýggjastu útgávu, Slør í norðurlondum. Allastaðni fær hon jalig ummæli, og eg veit hvussu suveren hon er live, tí eg havi upplivað hana á konsert. Í ummæli sínum í norska M Magasinet skrivar Per A. Risnes jr. m.a.: “DeLillos hadde rett. Jenter fra en liten plass, er noe av det tøffeste som finnes. Samme hvor bortgjemt og unnselig vik de har vokst opp i, tar de seg ut i verden med den største selvfølgelighet. Men de rømmer ikke, de flykter ikke fra en øde. De tar med seg den lille plassen, og viser frem at også der jeg kommer fra, helt ute i havgapet, lager de sånne som meg...”. Eingin ivi er um, at okkara íløga – tey 3 árini av starvsløn frá almennu Føroyum – er væl disponerað í stóru sangrøddini og musikalsku evnunum hjá Eivør Pálsdóttir.

Í einum seksstjørnaðum ummæli skrivar Morten Hede um Fornuft og Følelse hjá Jane Austen, sum verður framført við Peter Langdal í Aarhus Teater, at føroyski sjónleikarin: “Sofia Nolsøe leverer en følsom og solid Elinor Dashwood”. Tað eru fimm ár síðani, Sofía varð liðug á Statens Teaterskole og hon hevur havt fleiri stórar leiklutir síðani. Vit sóu hvussu dugnalig hon er í filminum hjá Heiðriki á Heygum, Skuld og nú gleði eg meg at síggja hana á palli, og hvør veit, kanska enntá á Tjóðpalli Føroya.

Í The Independent hevði Karen Wright 18.februar viðtal við Rannvá Kunoy, sum eisini í síni tíð fekk trý ára styrk frá Mentanargrunninum. Verkini hjá Rannvá, sum vit sóu nøkur av á Ólavsøkuframsýningini fyrra árið verða skýrd sum “great painting” Í greinini verður greitt frá um uppvøksturin hjá Rannvá Kunoy í Føroyum, greinin endar soleiðis: “One of her influences is Lucio Fontana and his cut paintings; another is the Minimalist Dan Flavin. But when I look at them here I see hints of Minimalism shaken with touches of restrained gesture, resulting in an ephemeral, shifting language. It is like all great painting, changing in the light, revealing itself slowly. Kunoy's recent exhibition in the prestigious museum CentrePasArt in Biel, Switzerland, encouraged new collectors including Charles Saatchi to invest in her work. She is working towards an exhibition next year but shows no signs of stopping experimenting. It is clear that her time alone in the studio has borne fruit. The paintings do not look effortful. As Kunoy says, "It just took time."

http://www.dn.no/magasinet/2016/03/22/2024/Anmeldt/lana-del-rey-mter-mari-boine--p-fryene

http://mortenhede.dk/anmeldelse-fornuft-og-foelelse-aarhus-teater/

http://www.independent.co.uk/arts-entertainment/art/features/rannva-kunoy-painter-i-keep-reining-the-paint-in-to-prevent-it-from-being-overly-luxurious-a6881896.html

 

Kórfestivalurin rular!

-Navnið spillur ongan! Tað hugsaði eg við mær sjálvum í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har eg sat saman við 180 kórsangarum úr øllum landinum og sang og hugnaði mær. Vit plagdu at kalla tað Kórstevnu, tað plagdi at vara minst tveir dagar, nú er heitið meira modernað - men tiltakið er eisini væl meira effektivt, tað tekur ein dag. Vit hittust um morgunin og skiltust aftur um morgunin (í øllum førum tey grovu av okkum, sum vóru all the way í teirri frálíku veitlsuni).

Kórfestivalurin 2016 var heilt ómetaliga væl eydnaður. Kórsambandið eigur rós uppiborið fyri eitt frálíkt og væl skipað tiltak. Øll kórfólk, sum ikki vóru við hava forsømt seg, tað er einki at ivast í og tað sigi eg ikki bara tí, at kórið, sum eg sang við í, Tarira, vann eina av heiðurslønunum. Hinvegin meti eg heilt vist, at kappingarelementið er komið fyri at vera og tað er gott, tí tað vísir seg at tað fær kórini til at oppa seg. Tað hevði við sær, at sjálvt um konsertin var sera drúgv - tað má so vera, tá ellivu kór øll framføra 2-3 kórverk, so var konsertin eftir mínum tykki sera áhugaverd og varierað. Tað var hugaligt at uppliva sangentusiasmuna í teimum ymisku kórunum. Eg havi hug at nevna øll kórini, tí eg haldi veruliga, at øll høvdu okkurt serligt at bjóða uppá. Havnarkórið við Leif Hansen á odda framførdu eitt av teimum stóru kórverkunum, tað praktfulla Wie liegt die Stadt, sum Rudolf Mauersberger skrivaði eftir, at heimbýur hansara, Dresden varð lagdur í oyði og 25.000 fólk lótu lív, tá býurin varð bumbaður í februar 1945. Havnarkórið framførdi verkið musikalskt við hóskandi og rørandi patos. Tórshavnar Manskór við Bjarna Restorff og Kára Bæk legði seg á meira skemtiliga bógvin við eini væl upplagdari og væl eydnaðari framførslu av Vit eru føroyingar hjá Kára Bæk og Regini Dahl. Vestmanna Sangkór við Benjamin Gaasedal sum kórleiðara var heldur minni í vavi enn tað plagar, eg haldi, at har var okkurt krím, sum herjaði, men tey komu væl frá serliga fitta sanginum um Christopher Robin (tað er hann frá Winnie-the-Pooh), sum biðjur eina bøn, ið Fraser-Simson/ A.Carter/ A.A.Milne. Eg varð órógvað beint tá og hoyrdi tískil ikki byrjanina hjá kórinum Eystanljóð við Leif Hansen sum kórleiðara, men tey sungu vakurt tann romantiska So skimrande hjá Evert Taube. Sámal Matras Kristiansen leiðir Vágakórið, sum framførdi eitt deiliga varierað úrval av sangum, m.a. Hallelujah hjá Leonard Cohen og Válandi heim hjá Magnus á Stongum. Kristiliga Sangkórið við Hanusi Joensen framførdi ein vakran føðilandssang hjá Knúti Olsen og endaði við eini sermerktari tulking av Í himnabúð hjá Grieg við einum sera mælskum solosangara, tað var sjónleikarin, Jákup Dahl Wardum, honum tørvaði ikki nakra mikrofon, tað er vist. Í Tarira nýttu vit og kórleiðarin Jóhannes Andreasen høvið til at fagna Shakespeare, sum doyði 23.apríl fyri 400 árum síðan (í dag!!) við tveimum sera ymiskum verkum hjá Jaako Mäntijärvi, sum hann hevur skrivað til tekst hjá Shakespeare. Aurora Borealis við Ólavur Jøkladal framførdi m.a. ein væl klingandi íslendskan kórklassikara Ég að øllum. Tórshavnar Kamarkór og Benharður Wilkinson hava havt úr at gera síðstu tíðina og hava fingið uppibornan heiður fyrst á FMA og nú á Kórfestivalinum. Tey framførdu tvey sera ymisk verk, sum vístu, at tey eru í góðari venjing nú tey skulu til kórkapping í Cork, teimum verður ynskt til lukku og góða eydnu hiðani. Glymur hevði eina ordiliga herliga framførslu og eg haldi, at teirra rúmliga skrá við verkunum Halleluja, der Herr ist Verrückt! hjá Adolf Wölfli og Per Nørgård og Happy hjá Pharrel Williams/Carsten/Gerlitz var nógv tann mest originala á konsertini. Í veitsluni í gjárkvøldið varð nógv tosað um Gøtu Kirkju Ungdómskór, sum undir leiðslu av Símuni Hammer var eitt frískligt lot á konsertini fult av dýrabærum ungdómi, sum sang væl og sum var væl fyrireikaður, eisini til felagssangpartin á kórfestivalinum.

Tað vóru vit ikki øll og hetta er helst einasta punktið, sum kann betrast til næsta ár. Vit mugu duga nótarnar betri, tá vit hittast kórfestivaldagin. Bílagda verkið hjá Tróndi Bogason var næstan pedagogiskt í sínum uppbygningi – í øllum førum í mun til okkurt annað kórverk hjá sama komponisti. Eg havi onkur óluksáliga stuttlig minni um eitt nú frumframførsluna av kórverkinum ÐQ - tað var á eini norðatlantiskari kórstevnu niðri einaferð. Ein uppá allar mátar fantastisk uppliving. Eg minnist, at eg stóð mitt millum fleiri grønlendskar kvinnur, sum hvørja ferð eg brølaði “VINDURIN FERÐAST Í NÓTTINI” (fortissimo skuldi tað vera smb nótunum), gløddu forskrektar uppá meg. Eg minnist framførsluna sum ein baldrutan túr á havinum, har verkið reið á óstøðugari aldu. Tá tað so einaferð rendi seg í eina ordans afturundirgerð, mátti tónaskaldið kvika sær upp á pallin at bjarga restunum av kórverkinum við klaverinum. Hetta nýggja verkið hjá Tróndi er nógv lættari at læra enn ÐQ, men allíkavæl var tað nóg so feskt hjá felagskórinum, sum tessvegna ikki tók alt verkið við í sínari framførslu. Kanska kundi mann næsta ár hitst t.d. frá 19 til 22 fríggjakvøldið áðrenn kórfestival-leygardagin, so at nýggja verkið fær tíð at festa seg í huganum á kórsangarunum. Norðurlandahúsið er perfektur karmur um kórfestivalin og tað sigi eg ikki bara, tí eg búgvi í Havn. Norðurlandahúsið er ikki eitt Havnarhús, tað er fyri alt landið og fyri hini norðurlondini við. Eg vóni, at kórtiltakið aftur kann halda til í Føroya fjálgasta og vakrasta húsi, men ivist í um vit øll fara at rúmast har næsta ár. Eitt so væl eydnað tiltak sum tað í ár fer ivaleyst at økja um áhugan fyri at koma við. Felagssangskráin var sum heild góð, sjálvt um tað at syngja í einum so stórum kóri følist eitt sindur sum at svimja í klæðum, so var tað einki minni enn praktfult at sleppa at syngja hugtakandi verkið, sum Hugi Guðmundsson skrivaði til Mpiri í fjør til yrking hjá Tóroddi Poulsen Tá myrkrið køvir. Harumframt sungu vit Eitt dýpi av dýrari tíð hjá Elini Heinesen og Jens Paula Heinesen við fagrari útseting hjá Tóru Vestergaard, sum kórfólkini ordiliga tóku til sín. Tóra innstuderaði og stjórnaði stóra kórinum og tað gjørdi hon ótrúliga væl. Longu upphitingin bar brá av dugnaskapi. Hon fekk dynamikk inn alt fyri eitt, longu í upphitingini gjørdust vit varug við ta stóru megina, sum eitt tílíkt risakór eigur í sær. Tóra Vestergaard er so dugnalig, neyv og positiv, at hon man vera ein fongur av einum kórleiðara fyri eitthvørt kór. Eg haldi, at tað hevði verið gott og uppá sítt pláss, um hon fekk heiðurin av at stjórna Ólavsøkukórið í ár. At bíleggja eitt nýtt verk til felagskórið er sera ambitiøst av Kórsambandinum og eg má siga, at eg eri takksom fyri hesar høgt flúgvandi ambitiónir, tí verkið Tokið, sum Tróndur Bogason hevur gjørt til yrking hjá Øssuri Johannesen veitti mær alstóran íblástur. Nú dagin eftir gangi eg og syngi partar av verkinum fyri meg sjálva. Tað var so vakurt og syrgiligt og rakti so væl huglagið í einføldu og djúpu yrkingini. Yndisliga melodilinjan, ið staðfestir, at “Soleiðis fer deyðin einaferð av stað við mær” verður endurtikin messandi upp í saman, meðan deyðans dapra tok dundrar avstað í náttarmyrkrinum. Túsund takk, Tróndur Bogason og øll hini tónaskøldini, sum gera okkum tónleik at syngja. Takk Kórsambandið fyri góða initiativið og frálíka fyriskipan, takk kæru kórleiðarar fyri tykkara áræði og áhuga og takk allir mínir kæru medsangarar. Vit síggjast á Tinganesi – í ár verði eg øgilig, tí nú syngi eg jú í Føroya Stuttligasta Kóri og tað forpliktar!

 

TOKIÐ

 

MEÐAN EG HOYRI

TOKIÐ KOYRA FRAMVIÐ

Í NÁTTARMYRKRINUM

 

OG SÍGGI LIVANDI LJÓSIÐ

EG HAVI TENDRAÐ

HUGSI EG

 

SOLEIÐIS FER DEYÐIN

EINAFERÐ AVSTAÐ VIÐ

MÆR EINSAMALLUR

SUM Í EINUM TOKI

 

OG LIVANDI LJÓSIÐ

SUM EG HAVI TENDRAÐ

Í KVØLD JA TAÐ

SLÓKNAR EINAFERÐ

Í NÁTT EINS OG EG

(Øssur Johannesen: s.10 í Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini).

Tóra Vestergaard dirigerar og Leif Hansen spælir klaver

Tarira

Tarira

Kamarkórið vann

Jóan Pauli Joensen, dómari, handaði einum fegnum Jóhannes Andreasen heiðursbræv. Hinir dómararnir vóru Ria Tórgarð og Zacharias Sørensen.

Vestmanna sangkór

Tórshavnar Manskór

Glymur

Gøtu Kirkju Ungdómskór

13012898_232610983762660_2222472383734097215_n.jpg

Heiðursbræv til Tariru