Who the f**k is Ormen?

Hon tykist framúrskarandi, nýggja útgávan hjá David Bowie, Blackstar; avantgarde, symfonisk, jazzut elektronisk, akustisk og fýrsaralig uppá tann góða mátan við typiskari Bowie´skari sanggleði og drama. Hon kemur út í dag, 8.januar á 69. ára føðingardegi David Bowies og hevur sum heild fingið sera góða umrøðu í altjóða miðlum. Teksturin á heitislagnum verður havdur á lofti, nógv kjakast um hann, og tað er í sær sjálvum serstakt og týðir uppá, at okkurt serligt er við honum, tí í poppheiminum er tekstur vanliga ikki serliga frammarlaga í huga.                                                            

Kanska kunnu vit siga, at kjakið higartil avdúkar ta sannroynd, at lurtararnir ikki eru vandir greinarar av modernistiskum lyrikki. Ein frustreraður lurtari skrivar t.d: “And who the f**k is Ormen?”. Av tí, at endamálið hjá modernaðum yrkingum er at ørkymla heldur enn at upplýsa, at insinuera meira enn at greiða frá, at rógva framundir, at skapa assosiatiónir og at elva til fleirtýdni heldur enn at fáa ein eintýðugan boðskap fram, er tað meira vanligt at umrøða ókendar persónar, lutir og hugtøk sum um tað var okkurt, ið øll kenna. Ormen er eitt eftirnavn, men eisini eitt orð, sum kann sipa til Ormin Langa, til ormin í norrønari gudalæru, har ormurin umboðar óndskapin. Summi halda, at teksturin snýr seg um ISIS og óndskapsins ás, og tað er sjálvandi ein eitt sindur ov ítøkilig og avmarkað tulking av tí surrealistiska tekstinum. Men tað er rætt, at teksturin hjá David Bowie hevur eitt religiøst og lagnutungt brá, og í støðum er lagið merkt av einum miðeysturligum tóna, eins og temaið onkursvegna snýr seg um ljósið og myrkrið og um ein fallandi eingil. Í modernaðum lyrikki ýðir av falnum einglum og summir eru enntá fullir. Yrkingarsavnið, sum Tóroddur Poulsen gav út í 1986 eitur sum kunnugt “Fullir Einglar”, eitt savn, sum í grundini minnir um “Blackstar” í samtíðarkenslu. Samtíðarkenslan, ella tað, at móttakarin fær varhugan av, at tað hann ella hon upplivar er samtíðarligt og kanska enntá eitt sindur frammanfyri, er eitt týdningarmikið parametur fyri hvørt talan er um list. Til lukku, David Bowie og túsund takk fyri ta kolasvørtu, vøkru stjørnuna.

 

David Bowie

Produced By: David Bowie & Tony Visconti

Written By: David Bowie

 

In the villa of Ormen, in the villa of Ormen

Stands a solitary candle, ah-ah, ah-ah

In the centre of it all, in the centre of it all

Your eyes

 

On the day of execution, on the day of execution

Only women kneel and smile, ah-ah, ah-ah

At the centre of it all, at the centre of it all

Your eyes, your eyes

 

Ah-ah-ah

 Ah-ah-ah

 

In the villa of Ormen, in the villa of Ormen

Stands a solitary candle, ah-ah, ah-ah

In the centre of it all, in the centre of it all

Your eyes

Ah-ah-ah

 

Something happened on the day he died

Spirit rose a metre and stepped aside

Somebody else took his place, and bravely cried

(I’m a blackstar, I’m a blackstar)

 

How many times does an angel fall?

How many people lie instead of talking tall?

He trod on sacred ground, he cried loud into the crowd

(I’m a blackstar, I’m a blackstar, I’m not a gangstar)

 

I can’t answer why (I’m a blackstar)

 Just go with me (I’m not a filmstar)

 I’m-a take you home (I’m a blackstar)

 Take your passport and shoes (I’m not a popstar)

 And your sedatives, boo (I’m a blackstar)

 You’re a flash in the pan (I’m not a marvel star)

 I’m the Great I Am (I’m a blackstar)

  

I’m a blackstar, way up, on money, I’ve got game

I see right, so wide, so open-hearted pain

I want eagles in my daydreams, diamonds in my eyes

(I’m a blackstar, I’m a blackstar)

 

Something happened on the day he died

 

Spirit rose a metre and stepped aside

Somebody else took his place, and bravely cried

(I’m a blackstar, I’m a star's star, I’m a blackstar)

 

 I can’t answer why (I’m not a gangstar)

But I can tell you how (I’m not a film star)

We were born upside-down (I’m a star's star)

Born the wrong way ‘round (I’m not a white star)

(I’m a blackstar, I’m not a gangstar

I’m a blackstar, I’m a blackstar

I’m not a pornstar, I’m not a wandering star

I’m a blackstar, I’m a blackstar)

 

In the villa of Ormen stands a solitary candle

Ah-ah, ah-ah

At the centre of it all, your eyes

On the day of execution, only women kneel and smile

Ah-ah, ah-ah

At the centre of it all, your eyes, your eyes

Ah-ah-ah

 

 

Føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum

Tá Geytin var í desember vóru fleiri filmar og nógv fólk, sum ikki sluppu við. Tí hava vit gjørt av at hava eitt eyka filmskvøld. Hetta filmskvøldið verður ikki bara høvi at síggja teir 10 filmarnar, sum vóru sýndir Geytakvøldið, men eisini onkrar av teimum, sum ikki hava verið vístir alment fyrr.

Filmskvøldið verður sunnudagin 17. januar kl. 18.00. Ókeypis atgongd. Stuttir steðgir verða millum filmarnar so til ber at ganga ímillum og velja hvørjar filmar man vil hyggja eftir.

Her er skráin:

Annika Dalsgaard: Óvissa

Trygvi Danielsen: Fuck it

Tommy Flavin: Driving to Thule

Kristopher Paterson: Inside Out

Caro Palm: Jóhan

Sebastian Cordes: The Tourist

Viana Mikkelsen: Sofia

Anton Petersen: Balada

Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir: Alda

Ása Pálsdóttir & Rebekka Eliasen: At liva við tí

Leo Lávík: Birting

Rói Davidsen: Mítt navn er Adam

Dávur Djurhuus: Gakk tú tryggur

Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge: Tunnan

Sára Wang og Maria Winther Olsen: Slitið saman

Sunniva Sundby: Boys

Andrias Høgenni: Stina Karina

Heiðrik á Heygum: Dalur

 

Bestu filmsupplivingarnar 2015 - Gudmund Helmsdal Nielsen

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Gudmundi Helmsdal Nielsen, filmsummælara, sum greiðir frá sínum filmsupplivingum í 2015.

Hóast hetta snýr seg um filmsupplivingar í ár, eru her tó fleiri filmar frá í fjør, ið ikki vóru atkomandi fyri enn í ár. Filmsfelagið borðreiddi við flestu av mínum bestu upplivingum, eitt framúrskarandi og tiltrongt átak, sum vónandi heldur fram í ævir allar, amen. Havi altíð verið stórur ræðufilmsfjeppari, so tað er óhugnaliga gleðiligt at í ár, fekk eg høvið at síggja ikki minni enn tveir framúrskarðandi av tí slagnum – The Babadook úr Avstralia, rúmaðist tó ikki á hesum listanum. Frálíkir filmar sum The Martian, Spectre, Mr. Turner og aðrir rúmaðust ei heldur. Havi eisini blakað tveir íslendskar á listan, tí teir hava uppiborið tað - Íslendarar gera viðkomandi sterkar filmar um menniskanslig viðurskifti, í mun til danir, sum í ár einamest fingust við krígsfilmar, Klovn og Far til Fire. Og so líka eitt afturat: eg rópi meg filmsummælara, men havi enn ikki sæð íslendska Hrútar/Rams, Birdman, Inside Out, The Look of Scilence og japanska The Tale of Princess Kaguya - flóvisligt, eg veit – og enn væntar Star Wars og The Revenant. Onkur teirra var ivaleyst endaður á listanum hevði eg sæð teir. Men her eru so mínar topp 10 bioupplivingar í ár.

 

1: Mad Max: Fury Road (2015) George Miller, Avstralia/USA

Fury Road er eitt heilstoypt valaverk á tremur við filmslistarligum kærleika og Rock ‘n’ Roll; besti aktion-ævintýrfilmur í áravís, vælfilmaður, vælleiktur, smæðist ikki burtur, men yvirlegið bukar hann teg beint í gronina við buldur og brak og við fitt av kvinnufrígering sum glasur. Super hamrandi heilt óluksáliga feitt. Punktum.

 

2: Whiplash (2014) - Damien Chazelle, USA

Ein sansateppubumbing, onki minni. Hesin filmurin um eina unga eldsál, ið brennir fyri at gerast trummuleikari í heimsflokki undir heimsins strangasta lærara má upplivast! Klipping, rútma, tónleikur, myndir alt gongur upp í eina hægri eind – og endin er ein tann sterkasti í filmsøguni. Wauw, stutt og greitt!

 

3: The Salt of the Earth (2014) - Juliano Ribeiro Salgado & Wim Wenders, Fr./Br./Ita

Fleiri hava Amy sum yndisheimildarfilm í ár, men nalvaskoðandi søgan, ið válkar sær í viðgangi og falli hjá einari rúsevnistyngdari stjørnu, einamest lýst gjøgnum myndatólini, sum hon hataði (uttan papparazziarar ongin Amy filmur) var onkusvegna vamlislig - sum ein vælframleiddur partur av einari realityrøð við fantastiskum tónleiki. í mun til Salt of the Earth hjá Wim Wenders um Brasilska myndamannin Sebastiao Delgado, ið lívið á tamb hevur lýst menniskja og tess ávirkan á umhvørvið. Eitt háaktuelt, ónatúrliga vakurt og viðkomandi meistaraverk.

 

4: Sicario (2015) - Denis Villeneuve, USA

Við óndum skal ónt knúlvast. Kanadiski Denis Villeneuve prógvar enn einaferð at hann er ein av mest lýtaleysu leikstórum ið virka í dag. Við sveimandi flottum myndum av meistaranum Roger Deakins og inniliga brennandi leikararavrikum, er hendan dapra søgan um harðrenda og vónleysa bardagan móti meksikansku narko kartellunum ein sum ein avgjørt eigur at síggja.

 

5: Wild Tales (2014) - Damián Szifrón, Argentina

Eitt stuttfilmsavn við seks kolasvørtum lagnusøgum úr hugaheiminum hjá argentinska filmsleikstjóranum Damián Szifron. Ein meistarlig antologi sum er ófatiliga stuttlig samstundis sum hon øsir og provokerar.

  6: Leviathan (2015) - Andrey Zvyagintsev, Russland

Zvyaginatsev gevur Putin, russisku oligarkunum og kirkjuni ein knúsandi framaná í hesum stak dapra og hugtyngjandi filminum um ein mann, ið stríðist fyri familjuni og heiminum, mótvegis stak ótespiliga borgmeistaranum. Sera beinrakin samfelagsrevsing, flott filma í einari lítlari bygd á Kola hálvoynni.

 

7: Ex Machina (2015) – Alex Garland, Ongland

Oscar Isaacs prógvar aftur at hann er ein av stórstu leikarunum, sum ein ódámligur einabúgvi, ein teldutøkni milliardingur, ið hevur uppfunni ein tilgjørdan vitleika - eina robott femme fatale - í eini fjarskotnari loyniligari støð. Ein ógloymandi klaustrofobiskur kamarleikur.

 

8: Vónarstræti/Life in a fishbowl (2014) - Baldvin Zophoníasson, Ísland 2014

Tríggjar mannalagnur verða flættaðar saman í einari søgu ið húðleyst avdúkar skuggasíðuna av íslendsku kapitalismuni. Íslendingar prógva ferð eftir ferð at tað er vert at stuðla filmslistini – 40 mió fáa tey árliga, uml. 120 kr fyri hvønn íbúgva, og tey eru nú ein sera týðandi filmstjóð. Hvat kundu vit ikki avrika í Føroyum fyri einans 120 kr fyri hvønn íbúgva til filmslistina?

 

9: It Follows (2015) - David Robert Mitchell, USA

Bæði ein fagnan av klassiskum ræðufilmum frá 1980’unum, men samstundis ein nýklassikari. Ein næstan tíðarleys frásøga við einum stak originalum monstri – er, sum allir rættir horrorfilmar, eitt líknilsi: ein likamliggjørd kynssjúka er eftir tær, so hugsa teg um áðrenn tú dyppar trantin, ella letur teg dyppa av sama. Tónleikur, huglag, myndir og sjónleikur alt gongur upp í eina hægri eind í It Follows – so mikið nógv at fólk í hópatalið flýddu í ræðslu úr kykmyndahøllini.

 

10: Þrestir/Sparrows (2015) – Rúnar Rúnarsson, Ísland, 2015

At verða til frumframførslu í heimlandinum er altíð ein stór uppliving, og tá filmurin eisini er eins væleydnaður sum hendan ungdómsøgan, ið snýr seg um sambandið millum alkoholiseraðan pápa og gávuríkan son, er tað ein sonn fragd. Ein døpur og innilig søga, ið tað sama kundi gingið fyri seg í Føroyum. Øll sum hava havt við fisk at gera, ella hava búð í fjarskotnari bygd, oyggj ella landið kunnu kenna seg aftur. Meistarligar myndir, huglag og tónleikur.

 

 

 

 

 

 

 

Bestu listaupplivingarnar í 2015 - Carl Jóhan Jensen

Foto: Jan Andersson

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar í brátt farna ári. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Carl Jóhan Jensen, rithøvundi.

Listaligar upplivingar í skjótt farna ári?

Ja, bíða mær nú eitt bil… nú má eg hugsa meg um eitt sindur… ikki tær at siga, her suðuri í Brússel (ein lítlan toktíma frá París) byrjaði og endaði árið tíverri við ólystiligum tilburðum, sum – viðhvört ið hvussu er – vilja skugga fyri ta sannlistarligu sólina og hennara allvælsignandi skin…

Men lat meg nú vita…

…í januar, ja, nakað mundi vera útliðið á mánaðin, endaðu vit bæði, Kate og eg, mest sum av tilvild saman við einum australskum ferðalagi av list-áhugaðumpensionistum. Vitjaðu eitt nú Maurits huisog Gemeente museum í Haag.

c.jpg

Maurits huis hýsir fleiri av kendastu verkunum eftir Rembrandt og umframt verk eftir ymsar aðrar málarar úr niðurlendsku gullöldini m.a. Vermeer ogHals . Tað var ein serstök uppliving at síggja víðagitin verk, sum eg annars bert hevði sæð í bókum áður, at síggja tey í veruleikanum og tað var ikki verri, at vit hövdu ein góðan vegleiðara og könan, men tað var ein gamal skúlafelagi hjá Kate, John Mcdonald, sum í nógv ár hevur verið ein kendur listaummælari í Sydney.

Gemeente museum hevði eina serframsýning á skránni, sum nevndist „Rothko en de ontwikkeling naar abstracte kunst“ og hon var álvaratos heldur ikki í tí lakara endanum.

chagall.jpg

Í mars var eg so á eini Chagall-sýning á Tjóðlistasavninum her í Brússel, hetta var ein yvirlitssýning við yvir hundrað verkum …og eg veit ikki, men tað er okkurt við hesum jödiska sagnaheiminum, sum Chagall manar fram í lörifti við villum strokum og snarpum litum, hann fangar mín áhuga og vil liggja eftir í sinninum…varandi…

Tónlistarliga vóru tað serliga tvær upplivingar, ið hava sett spor í hugan. Tann fyrra var í mai ella neyvari sagt, tann 27 mai, men tá settu vit hjúnini bæði, sum tey siga, tann fína fótin fyri og fóru til operu í La Monnaie, operahúsinum í Brússel, og sóu og hoyrdu „Un Ballo in maschera“ eftir Verdi í eini nýtíðarligari uppseting. Tað var ikki verri, tað kann eg siga tær.

Hin upplivingin var fyrst í juli, tá ið teir báðir jassarnir Herbie Hancock og Chick Corea hövdu konert í mentanarhúsinum Bozar, men tað er í míðbýnum í Brússel. Tað var ein minnilig löta.

Og so eru tað sjálvandi bökurnar, hvat tá…men tær eru so nógvar…tó onkra av teimum, ið veruliga hava gjört mær mun í farna ári, kundi eg sjálvandi nevnt fyri tær, eitt nú „The human stain“ eftir Philip Roth, „The searchwarrant“ eftir Patrick Modiano, „The museum of Innocence“ eftir Ohran Pamuk, „Hundadagar“ eftir Einar Má Guðmundsson, „Blátt blóð“ eftir Oddnýju Eir Ævarsdóttir…

…av teimum nýútkomnu föroysku havi eg verri enn so lisið allar enn, tó tær flestu liggja stáplaðar her á skriviborðinum hjá mær, men onkra havi eg so lisið, sum sagt, og tá eyðvitað hasa um tað góða eftir hjartavinin við Hoygil, fyrr var illa, og so sjálvandi yrkingasavnið hjá Heðini Klein „Tað orðið“, sum uttan iva er eitt av teimum allarbestu savnunum á föroyskum tey seinnu árini…og so ikki at forgloyma ritgerðina hjá Bergi D. um Viderö „Er heima til?“ Hon var bæði áhugaverd og stuttlig at lesa…

Og nú eg havi teg her kortini, so er eitt afturat, eg havi hug at nevna… eitt, sum ikki bert í skjótt umlidna ári, men í mong, mong undanfarin ár hevur verið mær ein sonn gleði og ein kveiking og tað er mentanarsendingin „Víðsjá“ í íslendska ríkisútvarpinum rás 1. Sendingin verður send fimm dagar um vikuna, millum fimm og seks seinnapartin (föroyska vetrartíð) og viðger list og mentan í öllum sínum fjölgreindu tilbrigdum, bæði íslendska og útlendska. Eg mæli öllum, sum bara skilja íslendskt so dánt at læna hesi góðu sending oyra…tað loysir seg, trúgv mær...og álvaratos, tit í Kringvarpinum, tit kundu saktans tikið tykkum fyrimynd eftir „Víðsjá“, tá hevði parturin hjá list og mentan ikki ligið so syndarliga eftir, sum hann nú ger…

At enda…áðrenn tú fert…vælsignað veri teg, minst til Steinprent, ha?  Og tað hevði ikki verið verri, álvaratos, um verkstaðið fekk Mentanarvirðislön landsins nú í januar…tað hava tey ruddiliga uppiborið har á Skálatröð…tað haldi eg…annars gott nýggjár tú og alt tað besta.

Mínar bestu listaupplivingar í 2015 – Anný Djurhuus Øssursdóttir

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar í brátt farna ári. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her greiðir unga listakvinnan, Anný Djurhuus Øssursdóttir frá um sítt listaár.

   

1.Várframsýningin - har eg gjørdi mín fyrstu veruligu installatión. Tá fekk eg ordiliga prógvað fyri mær sjálvari, at listin er mín vegur.

2. Eg arbeiddi í Steinpent í nakrir mánaði, har lærdi eg nógv og møtti so nógvum deiligum fólkum. Jan, Fríða og Magnus hava eisini stuðlað í tí eg havi gjørt, og eri eg takksom fyri at eg kundi hjálpa teimum í verkstaðnum.

3. Eg byrjaði á Vera í august, tað er ein listaháskúli, her havi eg útfoldað meg og ment meg alvorliga.

4. Í oktobur hevði flokkurin hjá mær okkara fyrstu framsýning, tað var spennadi.

5. Í maj fór eg við flokkinum námsferð til Italia at síggja Venesia Bieannaluna.

6. Størsta indtykkið, eg fekk á Bieanaluni var Sarah Lucas, ið umboðaði bretsku pavillongina. Eg havi altíð sæð nógv upp til hana, og fór at kalla í ekstasu av at ganga runt millum hennara verk.

7. Eg havi lært at blanda betong í ár - tað er hent.

8. Nú eg eri flutt niður til Danmarkar eri eg næstan hvørt vikuskifti á ferinseringscruise við mínum vinfólkum. Tað er nakað heilt serligt, at eg havi fingið vinfólksum eisini hava sama áhuga fyri list sum eg, og sum hava hug at cruisa runt í Keypmannahavn í tímansvís.

9. Eg var í Malmö herfyri og vitjaði kunstakademiið, eg sá verkstaðini, og fekk enn meira brell.

10. Eg eri glað fyri at eg eri komin at kenna Jóhan Martin Christiansen, hann fær meg at trúgva meira uppá, at eg nokk skal blíva nakað innan fyri mina list.

Mínar bestu sjónleikarupplivingar í 2015

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Maritu Dalsgaard, sjónleikara og leikstjóra, sum greiðir frá sjónleikinum í 2015.

Leiklistarlig samanrenning

Árið 2015 byrjaði hjá mær við at eg 1. januar fór til Hamborg og sá Jeder stirbt für sich allein yvir viðagitnu skaldsøguna hjá Hans Fallada á Thalia Teater. Luc Perceval hevur leikstjórnað hann og Anette Kurz hevur gjørt scenografi. Leikurin fer fram í Berlin í tíðini upp til og undir 2. heimsbardaga. Hann er meira 4 tímar langur og ein heilt serstøk uppliving av sjónleiki. Hann vann týska Faust prísin í 2013 fyri ársins bestu scenografi. Hon er ein veggur, sum gongur frá gólv til loft lang upp í palltorninum, í einum pallrúmi har øll teppir og suffitir eru tikin burtur. Á veggin er við ymsum lutum tekna eitt kort yvir Berlin undir 2. heimsbardaga. Lutirnir ímynda tað sum bleiv tikið frá jødunum, fátækradømið seinastu tíðina undir krígnum og tað kríggj ofta snýr seg um: Ogn. Jeder stirbt für sich allein var tann leikurin har ymisk parametur innnan sjónleik, leikstjórn, tekstarbeiði, sjónleikur, scenografi, búnar, ljós,rúm, ljóð osfr. allar runnu saman í eitt punkt úti í salinum.

 

Einastandandi leikstjórn

Bestu leikstjórn sá eg hjá Roger Vontobel, har hann leikstjórnaði Heksejagt eftir Arthur Miller á stóra palli hjá Det Kongelige Teater í Keypmannahavn. Tað eydnaðist honum at fáa eitt fjøltáttað lið av sjónleikarum at spæla harmoniskt, nýtslan av rúmi, tónleiki og ljósi var serstakliga musikalsk og undirbygdi væl søgugongdina í leikinum. Eg sá leikin tvær ferðir. Báðar ferðir við stórum njótilsi.

 

EIn viðkomandi leikur

Mest viðkomandi sjónleikur eg í 2015 havi sæð, er ein outreach verkætlan hjá Contact á Edison scenuni hjá Betty Nansen, Hjem svære hjem. Her hava fólk sum á ymsan hátt hava verið ella eru heimleys sjálvi skrivað tekstir sum tey eisini framføra. Leikararnir eru sostatt áhugaleikarar meðan Madelaine Rønn Juul yrkisleikstjóri leikstjórnar.

 

Ein serstakur sjónleikur

Mest serstaka uppliving var tá ið tað í ár eydnaðist mær at síggja Boys don’t cry sum hevur gingið í nøkur ár og er eitt samstarv millum Mungo Park og Kongaliga Teatrið. Leikstjórin er Anders Lundorf. Uppsetingin er óvanliga rá. Ljósið er kalt og leikararnir fara langt í mátanum tey spæla uppá. Eg misti kensluna av, at tey spældu sjónleik og upplivdi sjónleikaranar sum nærverandi og livandi menniskju. Tað ráa, sermerkta útrykkið fær áskoðaran til at uppliva tað, sum fer fram á pallinum sum serliga nærverandi.

Signe Roderik: Puntila

Tað er listagreinin “at spæla sjónleik” í sínum fínasta skapi.

Í 2015 sat sum áskoðari undir einum leiki og hugsaði: “Hetta havi eg ikki upplivað fyrr. Sjónleikarin spreingir markið. Eg veit ikki hvat ið tað er sum hendir á hasum pallinum, men eg havi ikki uppliva nakað líkandi. Hann fer yvir á eitt annað plan. Hvat hendir uppi á hasari scenuni?!?!?”  

Tað var Olaf Johannessen sum Puntila í Puntila eftir Bertolt Brecht á Det Kongelige Teater. Olaf er á pallinum í 3 tímar í eini fysiskari præstatión, ið er líkna við at ganga á línu. Hann javnvigar sítt spæl og leikin á eini knívsegg og ikki eina einastu ferð stetlar hann.

Hann spælir í eini scenografi, ið virkar sum eitt musikalskt instrument og eisini er leiksjtórnað sum eitt tílíkt. Leikstjóri og scenografur hava megnað at givið leikarunum eitt einastandandi spælipláss. Olaf brúkar tað til fulnar. Hetta vitnar sum teatursamstarv á so serstakliga høgum støði, at tað er sjáldsamt. Leikstjórin av Puntila er Staffan Valdemar Holm og Scenografi Bente Lykke Møller.

 

Tað allarbesta við 2015

Tað allarbesta var at árið í Føroyum beyð okkum so nógvar og fjøltáttaðar leikuppsetanir við yrkisligari leiðslu av tí leiklistarliga.

Yrkisfólk innan leikstjórn, scenografi og leiktónasmið úr Føroyum og ymsum norðurlondum hava í ár staðið fyri uppsetanum, meðan tey útinnadi hava verið yrkisleikarar úr Føroyum og grannalondunum og føroyskir áhugaleikarar.

Føroyska árið byrjaði á Tjóðpallinum við Kravravnum, sum er ein klassikari eftir Strindberg. Eyðun Johannessen leikstjórnaði og danski scenografurin var Sten Loch.  Ljós Turpin N. Djurhuus.

Operation Valentine hjá Det Ferösche Compagnie í Sjónleikarhúsinum. Ein sitespesific dokumentaristisk montaga. Leikstjórin var íslendski Egil Palsson, scenografiin var installatiónskend og gjørd av føroysku Kirstin Helgadóttir, Jens L.Thomsen stóð fyri ljóði og tónum. Operation Valentine er heitið, bretar góvu hersetingini av Føroyum undir 2.veraldarbardaga.

Veitslan eftir Vinterberg og Rukov varð sett upp sum ein stór norðurlendsk verkætlan. Leikstjórin var undirritaða, framleiðarin Krsitanna Winther Poulsen, scenografurin norski Tormod Lindgren, meðan Joachim Holbek, teatur- og filmtónasmiður úr Danmark gjørdi tónleik og ljóð til leikin og grønlendski Ramus Lyberth sanglag. Veitslan hevði frumsýning í Løkshøll og var síðani á ferð í Norðurlandahúsinum og á Miðnámsskúlanum í Suðri.

Har vóru heili tveir familjuleikir. Tá ið heystið byrjaði, fingu Heksirnar, eftir Roald Dahl skjálvta fram hjá børnunum á Tjópallinum. Kristina Hansen var leikstjóri og og Hansina Iversen scenografur. Báðar føroyskar.

Í novembur kom í Sjónleikarhúsinum enn ein klassikari. Maður fór av húsi til fjálga og hugnaliga Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, leikstjórn Hjálmar Dam og scenografina gjørdi Anna Soffía Egilstrøð, meðan onnur tustu oman á Tjóðpallin, sum á ein sjarmerandi hátt kveikti lív í cabarétsjangruna við Café Gløgg. Hans Tórgarð, Súsanna Tórgarð, Beinta Clothier og Nicolaj Falck spældu saman við Magnusi Johannesen klaverleikara. Bólkurin setti í felag upp og skrivaði tekstir.

Eitt ár við nógvum sjónleikum og nógvum áskoðarum. Søgur ganga um at fólk nærum eru farin til hendurs fyri at skaffa familjuni atgongd til dólgarnar. Skulu fólk endiliga fara til hendurs, so er tað deilitt at frætta at tað er um atgongumerki til sjónleik.

Bestu listaupplivingarnar í 2015: Sif Gunnarsdóttir

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar í brátt farna ári. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum.

Mentanarupplivingar kunnu ávirka fólk positivt av so mongum ymiskum orsøkum. Tær kunnu taka teg av bóli við sínum stórlæti ella hugtaka teg við sínum innileika, tær kunnu koma óvart á, tær kunnu gleða, tær kunnu eisini ræða, men allar gera tær mun. Her koma tær 10 upplivingarnar, sum eg av ymiskum orsøkum minnist best frá 2015

Latið okkum byrja við tónleikinum. Mínar tríggar bestu og størstu tónleikaupplivingar í 2015 eru føroyskar. Tann fyrsta er útgávukonsertin hjá Marius Ziska, eitt perfekt kvøld, har tónleikur og huglag spældu saman. Eitt av hæddarpunktunum tað kvøldið var, tá Eivør kom á pallin og tey sungu “Shades” saman. Fløgan hjá Marius Heim, er helst tann útgávan, eg havi lurtað mest eftir í ár

Tann næsta stóra musikkupplivingin var várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur, tá tey framførdu Planetirnar hjá Holst og Mattias Kapnas spældi klaverkonsert no 3 hjá Bartok. Tvær útseldar konsertir, har ein stórur partur av áhoyrarunum var útlendingar, sum vóru komin til Føroya fyri at uppliva náttúrufyribrigdið sólarmyrkingina og fingu sum eykavinning mentanarfyribrigdið FSO!

Tann triðja stóra musikkupplivingin var við sjálvari drottningini, Eivør, tað var útgávukonsertin Slør. Til alla lukku havi eg upplivað hana áður – í grundini á hvørjum ári tey 3 árini eg havi verið her í Føroyum. Á festivalum við túsundavís av fólkum, smáum konsertum, við henni einsamallari ella saman við rokkorkestri ella saman við klassiskum tónleikarum. Tað er altíð einastandandi, altíð nýtt altíð ógloymandi upplivingar.

Innan myndlistina minnist eg best ta retrospektivu framsýningina hjá Louisiana av verkum hjá Yayoi Kusama, tí hon var so stór og crazy og litrík – pop art, feminisma, umhvørvi.. tað var gandakent. Tvær sera fínar ferðaframsýningar minnist eg væl, Grafisk Sambond og The Weather Diaries, sum eg í báðum førum hevði sæð í øðrum hølum áðrenn tær vórðu settar upp í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð hugtakandi at síggja hvussu ein framsýning broytist og ávirkast av sínum umhvørvi samstundis við, at framsýningin í stóran mun ávirkar sítt umhvørvi. Tann síðsta framsýningin, sum situr fast í minninum er Í Kerinum 40 hjá Inga Joensen, rørandi myndir av einum húsi har tað einaferð var lív og nú einki. Alt er eins og allíkavæl er einki er tað sama sum áður. Ein sterk framsýning, sum veruliga ávirkaði meg.

Ársins stóru filmsupplivingar vóru Amy, heimildarfilmurin um Amy Winehouse, ein erlig, tragisk frásøgn full av innliti um hesa fantastisku listakvinnuna. Hin filmurin er eitt heilt annað filmsslag, tað er Force Majeur hjá Ruben Østlund, sum eg helt vera intelligentan, stuttligan og óútrokniligan.

Tann síðsta mentanarupplivingin, sum eg vil nevna, er tann, sum eg var mest ovfarin av, tað var Dramakonsertin Rósa Maria hjá Jónleif Jensen og Bergi Rasmussen. Tað var av sonnum undirhald í toppflokki!

Mínar bestu listaupplivingar í 2015: Hansina Iversen

Listaportalurin hevur spurt nøkur fólk um teirra bestu lista- og mentanarupplivingar. Svarini eru sera ymisk, tað vóru spurningarnir eisini. Onkran havi eg spurt um eitt ávíst listaslag og onkran annan havi eg spurt meira breitt um mentan og list. Her eru svarini frá Hansinu Iversen, listakvinnu.

 

Eg veit ikki um tað er fyri mark, at seta framsýning á Louisiana á fyrsta pláss; men tá eg var í Keypmannahavn, sá eg eina frálíka framsýning við skotska listamanninum Peter Doig, og var henda framsýning allar besta listarliga uppliving í 2015. Peter Doig er búsitandi í Trinidad, fyri tað mesta; men eg haldi, at hann eisini hevur ateliér í London. Málningar hansara eru heilt einastandandi. Oftast eru fólk í myndunum, men tey eru meira karakterir av menniskjanum, heldur enn portrettir. Málningarnir lýsa stemningar og hugalag so væl, at tað kennist, sum um man sjálvur hevur verið til staðar í hendingunum og støðunum. So tað var ein fragd, at síggja so væl gjørdar málningar og framsýningin gav mær orku og nýggja gleði til at mála.


Nummar 2 uppliving vóru framsýningarnar hjá Ian Mckeever í Listasavni Føroya og í  Gallarí Steinprent. Hansara abstraktu, ella non-figurativu málningar í Listasavninum vóru hugtakandi við sínum gjølliga valdu litum, svartir, hvítir og reyðir. Formarnir tóktust so stórir sum himmalin, sjálvt um flestu málningarnir ikki vóru nógv størri enn eitt A3 ark. Men kanska vóru litografiini enn meira hugtakandi, tí tey vóru einlitt, ella tey tóktust so við fyrsta eygnakast; men so hómaðist skuggin av døkkari litbrigdi, sum gjørdi, at myndaflatin bølnaði út úr pappírinum og myndin var spakuliga vorðin trívídd. Vit sótu við kaffiborðið í Steinprenti og tosaðu um kantarnar á hesum myndunum og tað var ikki minni áhugavert, at fáa høvi til at tosa við sjálvan listamannin.



Nummar trý á listanum var framsýningin Rúm hjá Brandi Patursson í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Brandur hevði myrkalagt øll vindeyguni í rúminum, men ljósið slapp inn gjøgnum málaðar glassirklar, sum sóu út sum lýsandi gongustjørnur ella reyðir mánar. Øll verkini vóru úr glasi, ókendir formar risu upp úr gólvinum ella úr kassum. Tó teir virkaðu ókendir, vóru teir sum ein leivd av onkrari fortíð, sum vit eru sprottin úr. Stemningurin í rúminum var so viðkvæmur, at ein lítil óstortslig rørsla, fekk meg at føla meg, sum ein elefant í einum glashúsi.


Nummar fýra var framsýningin Mynstur hjá Jonas Hvid Søndergaard í Steinprenti, við stórum blýantstekningum á pappír. Jonas plagar at mála stórar málningar í sterkum litum; men hesar tekningarnar vóru svart/hvítar, men við eyðkendu geometrisku mynstrunum,  sum minna um keltisk og norðurlendsk symbolir.


Nummar fimm var framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS hjá Silju Strøm í Steinprenti. Hon er eitt praktfult íkast til føroyska myndlistapallin. Hennara málningar eru fabulerandi, men ikki sum skrøgg, men sum háfloygdar tilsipingar til modernaða lívið. Á framsýningini, sum hongur í Gallarí Steinprenti til hálvan januar 2016, eru nógvir málningar. Teir flestu eru smáir, men serligir í skapi, tí Silja hevur nágreiniliga skorið træplátur út í serstakar formar, sum hon síðan hevur málað myndirnar á. Silja er ein framúrskarandi teknari og so skrivar hon eisini vakrar tekstir, sum eisini eru at finna á framsýningini, í útskornum litaðum pappíri, sum liggja sum ein skulpturur, á gólvinum. 
 


Fleiri aðrar framsýningar hava verið í 2015. Eg havi ikki sæð allar, men eg má nevna Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum, har 12 kend donsk listafólk hava gjørt steinprent saman við Jan og Fríðu í Steinprenti. Serliga væl dámdi mær myndirnar hjá Juliu Sass, sum hingu í Dansistovuni.


Í september var Heystframsýningin aftur opin á Skipasmiðjuni, og flestu limirnir í Heystframsýningarbólkinum luttóku við nýggjum verkum. Okkara nýggi mentamálaráðharri, -nei, nú er tað mentamálaráðfrú, Rigmor Dam lat framsýningina upp við talu, sum dróg fram týdningin, listin hevur fyri samfelagið.
Vónandi verður hon, listin, ikki gloymd!

Sunnukvøld við gø

 

Eg havi gø. Ilt í arminum. Lesi bøkur. Av hugleiðing í bókini Svanirnir Syngja skilji eg, at Oddvør Johansen dámar ikki kritikk. Heldur hann eftir øllum at døma vera fascistoidan. Argumenterar við sjálvum WH. Kritikkur er arrogantur. Atvoldin til hugleiðingina er útsøgnin hjá onkrum ummælara um, at Ólavsøkuframsýningin 2009 var vánalig og einkisigandi. Var tað eg, sum segði so? Kanska. Listaáskoðanin í hugleiðingini er breið, rúmlig og sosialdemokratisk við einum brái av betrivitandi, men góðvarnari snúsfornuft.  Eg elski kritikk. Og eg haldi, at ein ov stórur skamtur av innantómum rósi og breiðari rúmligheit kann gerast ein sovipúta og ein undanførsla, pengar verða brúktir uppá væl meinandi vánaliga list/bøkur/framsýningar osfr., sum kundi verið brúktir uppá ta góðu listina. Og hvør skal so avgera hvat er gott og minni gott? Jú, tað skulu fakfólkini! Oddvør Johansen heldur eftir øllum at døma, at kritikkur skal orðast fittligari og evt. eisini breiða seg til sjálvkritiskt tilvit, sum hevur við sær, at framsýnandi kalla sínar framsýningar fyri “Myndaframsýning” í staðin fyri “Listaframsýning”. Eg skilji hvat hon meinar, men ivist í um roknast kann við tílíkari sjálvsásannan millum hugagóðir myndaskaparar. Nåh, men eg fari at seta meg aftur yvir í sofuna við svanunum, sum er eitt savn við smásøgum, hugleiðingum og endurminningum hjá Oddvør Johansen. Í sofuni liggja eisini Bókin um tað góða, Desembermorgun, Hvít Sól, Hitt Blinda Liðið og Nike.

Halleluja!

 

Framførslan var sannførandi og full av tónleikagleði og yvirskoti. Aftaná, at kór, solistar, orkestur og dirigentur høvdu framført Messias út í eitt í hálvan triðja tíma, tóku tey Hallelujakórið umaftur.

Prestur helt fyri, at tað var stuttligt, tá fólk tímdu so væl at syngja og tað var kanska júst tað, sum gjørdi hesa framførsluna serliga hugtakandi - tann týðiligi eldhugin hjá teimum framførandi. Messias hjá Georg Friedrich Händel er eitt so mikið kent tónleikaverk, at tað nærkast eini klisjé - í øllum førum í huganum. Sjálv havi eg altíð kent Messias. Í mínum barndómsheimi var einki klaver, men tvær stórasystrar og ein plátuspælari, sum so ofta spældi stórverkið hjá Händel, at tað festi røtur í høvdinum á undirritaðu, sum spíraðu onkuntíð um fimm ára aldur, tá eg hevði Hallelujakonsert fyri eini gánandi fjøld av børnum í barnagarðinum í Stoffalág. Og sjálvt um eg á sinni sang ella í øllum førum royndi at syngja allar røddir, var framførslan helst eitt gott petti frá støðinum í Vesturkirkjuni leygarkvøldið, men eldhugin var hin sami. Allar klisjéir eru skornar út úr góðum tilfari. Tað skal eitt sindur til, skal klisjéin halda í øldir. Tað er á sama hátt sum við nykrósumyndunum hjá Monet, um tú hevur upplivað tær í veruleikanum og ikki í onkrum keðiligum endurprenti, so eru verkini í sær sjálvum framúrskarandi og fyri nógv er Messias vorðið jólaverk burturav. Í hesum sambandi riggaði tað sera væl, at Heri Joensen prestur røddi nøkur viðkomandi orð um meiningina við tilstundandi høgtíðini og endaði við at ynskja gleðilig jól. Eg ímyndi mær, at hetta eisini var ætlað til ta útvarpssending, sum varð upptikin og sum vit hoyrdu í útvarpinum í gjár.

 

Konsertin

Eftir eina stillisliga eitt sindur trilvandi byrjan trein dugnaligi tenorurin, Eyjólfur Eyjólfsson fram og sang Comfort ye so vakurt og so ljóst, at vónir birtist. Íslendsku solistarnir sungu sum heild serstakliga væl, serliga sopranin hevði eina ómetaliga vakra, ljómandi rødd, men tað var, tá stóra kórið reistist og sang fyrstu ferð And the glory of the Lord shall be revealed, at áhoyrarin av álvara fekk fyrsta forsmakkin uppá stórsligna fagnaðarbrúsið, sum er púra grundleggjandi í Messias. Sesselja Kristjánsdóttir sang altpartin, tað gjørdi hon sannførandi við professionellum operaklangi, men einum fyri meg ørkymlandi lágum vibrato, sum til tíðir tóktist meira svølgjandi enn sveimandi. Solistarnir sungu sum sagt rætt og reint og væl, men mær dámdi sum heild betur framførslurnar hjá teimum hægru solorøddunum. Klangurin hjá sopranini Hallveig Rúnarsdóttir var lættur og glitrandi, serliga í onkrum av teimum fyrstu sangunum, var tað eitt satt njótilsi at hoyra hana syngja.    

 

Ljóð

Tónleikararnir spældu sum heild væl, tað var sjáldan, eg hoyrdi nakað misljóð og einki av týdningi, sum heild var góð javnvág millum tónleik og sang. Jóhannes Andreasen hevði ein høvuðsleiklut við sínum fína cembalospæli, eg helt tað kundi ljóða eitt sindur harðari í teirri samlaðu ljóðmyndini. Men hetta hevur helst eisini eitt sindur við akustikk at gera. Vit eiga onga barokkirkju í Føroyum og kanska er akustikkurin í Vestukirkjuni bleytari og meira diffusur og blandaður enn hann hevði verið í einum katedrali, men sum heild var eisini ljóðið á einari góðari leið.

 

Kór

Talan var samanumtikið um eina gleðiliga konsert og eina lívssterka, holdborna og gleðiríka útlegging av Messias, sum í teimum ordiliga góðu løtunum púrasta fekk meg at gloyma kuldan, tað var ísakalt síðsta leygardag, eisini í Vesturkirkjuni. Havnarkórið var í essinum sum tað er, tá tey syngja okkurt teimum dámar, kórið ljóðaði allarbest og sannførandi í fortissimostøðunum í hittsangunum, eg veit tað ikki, men hugsi, at kórsangarar kanska í størri mun enn aðrir tónleikarar treytaðir av uppmerksemi og kærleika frá hvørjum øðrum og frá tónleikinum, sum tey syngja. Í øllum førum sungu tey serliga væl í støðum, har sjálvur kórsatsurin var miðdepilin. Klangurin var vakur og kraftigur bæði í teimum ovastu og niðastu tónunum. Eg haldi, at kórið var eyka útgjørt við sangarum, tí talan var um eitt sera stórt kór við yvir trýss sangarum. Í skemti hevur verið sagt um Havnarkórið, at tey eru so mikið roynd, at teimum ikki tørvar nakran kórleiðara. Tað passar sjálvandi ikki heilt. Ólavur Hátún hevur verið alfa og omega hjá Havnarkórinum síðan tað æt Útvarpskórið, ið varð sett á stovn í 1966. Tað var flott at uppliva gamla kórleiðaran í tí meira eyðmjúka leiklutinum sum kórsangari millum bassarnar. Júst kórsins leiklutur var helst tann týdningarmesti á konsertini. Tá tað snýr seg um at bera fram menniskjansligar kenslur er góður kórsangur heilt einastandandi. Gleðiboðandi sangurin For unto us a child is born var júst so óedrúliga ovurfegin, sum hann eigur at vera. So nógv og so ógvislig gleði krevur góða stýring og hana veitti Leif Hansen, sum við tryggari hond stýrdi ensemblinum gjøgnum brot og vandasker við smittandi eldhuga. Skýming var longu áðrenn fyrsti tónin klingaði í kirkjuni og tað var bølamyrkt, tá drúgva konsertin var av. Men eg føldi meg styrkta og kveikta, tá eg eftir konsertina spákaði mær út í myrkrið á Landavegnum.

Vit byggja Føroyar á aldum

Foto: Ásmundur Poulsen

Nú hevur verið ein øgilig rokan í fjøruni um ætlanirnar at bjóða kvotur í Barentshavinum og ein part av uppsjóvarkvotunum á uppboðssølu. Og mitt í rokanum kom eitt jólabræv frá Barentshavinum, sum var minni hugaligt enn tað ljóðar. Men hvat hevur fiskur við mentan at gera? - Heilt nógv vildi eg hildið, kanska nógv meira enn vit gera okkum greitt.

Eitt kvøldi fyri nógvum árum síðani, stutt eftir, at eg flutti heim aftur eftir loknan lesnað, fyri at arbeiða aftur á sama studentaskúla, sum eg sjálv í síni tíð gekk á, fann eg meg í heldur forkunnugum selskapi millum nakrar veitsluklárar og reystar sjómenn. Teir hugnaðu sær óført við at øsa seg um skilið ella óskilið í tinginum, har eingin tinglimur hevði so mikið sum pissað í saltan sjógv, nei har var alt teir beru lærarar, skriftstovufólk og pedagogar, sum ongantíð høvdu kent veruleikan, sum hann var. Eg fekk hug at mótmæla eitt sindur, og við øllum tí dirvi og býttleika, sum ein hampiliga sterkur flúgvarasjussur kann íbirta, segði eg við mínari Havnarødd - sum tíverri er nøkulunda líka reinsað fyri allan nautiskan sjóvinnuautenticitet sum røddin á djørvu ungu kvinnuni, ið herfyri hevði samrøðu í Degi og Viku við Mortan Johannesen, reiðara - at lærarar heilt avgjørt kenna til lívsins veruleika, og at 25 tannáringar sanniliga kunnu tykjast avbjóðandi ein kaldan og keðiligan mánamorgun. Mín viðmerking elvdi til eitt sindur av óró í øllum hugnanum. Ein ósøgd, kollektiv ætlan um at tiga ta býttisligu viðmerkingina burtur kollsigldi, tá ein av monnunum, ein eldri maður ikki fekk hildið sær, men froysti útúr: “Hvat veitst tú? Arbeiðir tú kanska í VINNUNI?” og áðrenn eg eg so frægt sum megnaði at greina meg gjøgnum hesa staðfesting, sum fevndi sannroyndina, at tað bert finst ein einasta vinna í Føroyum, sum hevur týdning og tað er fiskivinnan, høvdu menninir vent mær bakið fyri at tosa um tons og annað ítøkiligt.

Tóroddur Poulsen: We are sailing

People are strange when you´re a stranger

Dagin eftir flenti eg eitt sindur fyri meg sjálva og hugsaði, at eg kanska heldur skuldi havt blandað meg uttan um prátið, og at hesir menninir í veruleikanum neyvan vóru heilt so eindimensionellir, sum eg helt. Tað hevði eg allarhelst funnið út av, um eg kendi teir betur ella prátaði við teir í longri tíð. Jim Morrison hevði rætt, tá hann staðfesti, at fyri tann fremmanda ókunniga eru fólk løgin. Soleiðis er við øllum. Eg kenni ikki nógvar sjómenn, men eg kenni hinvegin nógvar standmyndir av sjómonnum, tí teir eru óvanliga væl umboðaðir í okkara list, ikki minst teirri trídimensionellu listini í minnisvarðunum kring alt landið. Ein standmynd stendur á einum heyggi mitt í Plantasjuni. Tað er er minnsvarði til minnis um teir mongu føroysku sjómenninar, ið lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.

Føroysk sjólist

Føroysk list er í grundini so á tremur av havi og av sjólívi, at avmarkaði áhugin hjá føroysku sjóvinnuni og alivinnuni fyri at stuðla listini tykist undrunarverdur, men vit hava onga serliga traditión fyri privatum listastuðli. Í USA er púra vanligt, at rík vinnulívsfólk stuðla listini, og sami hugburður sæst eisini nógva staðni í Europa, men hagar eru vit ikki komin enn í Føroyum. Eg komi í tankar um herliga heitið á skaldsøguni, sum Jóanes Nielsen gav út í Í 1991: Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum. Og kanska er hetta ein frágreiðing, tempulsúlur síggjast kring alt Europa, har tær ítøkiliggera søguligan stórleika og sofistikeraða mentan og ríkidømi, hjá okkum ráða regn og gummistivlar, men eftirhondini hava vit eitt sindur av standmyndum eisini her á landi.

Frithjof Joensen gjørdi rørandi minnisvarðan í Gjógv, sum lýsir eina mammu við tveimum synum, sum sita og líta út á hav í longsli eftir pápanum, sum er til skips ella kanska á útróðri. Men vit hava sum kunnugt eisini eina ørgrynnu av sangum og yrkingum, sum snúgva seg um sjólívið. Fleiri verða sungnir í veitsluhøpi, Sildavalsurin og Seinasta Vaktin eru millum hittini, sum okkum dámar at tríva í, og bókmentirnar eru jú ríkar, tá tað kemur til lýsingar av sjólívi í bókum sum Fiskimenn eftir Martin Joensen ella Í Grønlandi við Kongshavn eftir Magnus Dam Jacobsen fyri at nevna tvær sera ymiskar skaldsøgur um evnið. Men tað eru ikki minst yrkingarnar, sum grípa okkum við neyvu lýsingunum av sjóhetjum. Ein av teimum eitur Hugo, sum verður fagnaður í vøkru yrkingini hjá Jóanesi Nielsen Hugo er deyður. Tóroddur Poulsen hevur somuleiðis bæði myndir og yrkingar um fiskivinnu, tað sama hevur Sámal Joensen-Mikines, Ingálvur av Reyni, Amariel Norðoy og mong onnur føroysk listafólk, nøkur dømi um tílík verk eru at síggja her.

Ingálvur av Reyni: Trolaradekk

Aftur til jólabrævið

Tankin við at bjóða kvotur í Barentshavinum og ein part av uppsjóvarkvotunum út á uppboðssølu er ein byrjandi roynd at skifta eina skipan við politiskari útluting út við eina marknaðargrundaða og meira gjøgnumskygda skipan. Og sjálvt um hetta í útgangsstøði ljóðar skilagott, haldi eg ikki, at nakar er bilsin um, at reiðarar eru óðir, tá teirra privilegiir eru í vanda. Hinvegin haldi eg reaktiónina frá teimum, sum kalla seg “ungir sjómenn” umborð á Enniberg, Akraberg, Sjúrðarberg og Gadus vera sera undrunarverda. Hetta er eftir øllum at døma eitt bræv frá manninum á dekkinum, vanliga føroyska sjómanninum og tað er ikki á hvørjum degi, hann skrivar føroysku tjóðini bræv. Tessvegna las eg hetta gjølliga og frá byrjan við teirri ovurhonds stóru virðing, sum eg heilt frá barnbeini av eri uppdrigin at hava fyri føroyska fiskimanninum. Eg kendi hann ikki, sjómannin, men visti, at hann stríddist fyri meg og míni úti á sjónum. Henda vitan varð mær givin gjøgnum søgur, myndir, sangir og ein ávísan retorikk og háfloygdan patos, sum ongan iva lat vera um, at fiskimaðurin er føroysk hetja. Jólabrævið er heldur ikki í iva um hesa sannroynd, fiskivinnusøgan verður lýst at vera heiðurskrýnd, menninir arbeiða ikki sum vit onnur, nei, teir treiskast: “Fyri at fáa raksturin hjá trolarum, manningum og útgerðarfeløgum at venda rætt á botnstrikuni hava vit fiskimenn eisini treiskast í Irmingarhavinum, við Grønland og enntá onkuntíð á Flemish Cap eftir kongafiski, svartkalva og eitt sløð av toski”.

Polarisering

Fiskimenninir tykjast ganga ørindi fyri reiðararnar, tá teir siga seg ræðast fyri at koma “undir hamaran” hjá Høgna Hoydal og til tess at at gera tað ordiliga týðiligt hvussu gott vit alment settu hava tað í mun til sjófólkið, koma teir við hesi polariserandi útsøgnini: “Hví skulu fiskimenn og fólk í alivinnuni verða offur fyri politiskari øvund og trongd eftir at taka pening úr vinnuni úti um landið til almennar lønir, tænastur og atkvøðukeyp til løgtingssessir? Hvat hava fiskimenn gjørt til at verða revsaðir og ‘seldir ‘ á uppboði? Ólíka lættari er hjá teimum føroyingum, sum arbeiða fast við tryggari løn, serliga hjá tí almenna. Har er heitt, turt og ljóst til arbeiðis og hugnaligt heima hjá konu og børnum hvørja nátt. Tað unna vit teimum alment starvssettu væl...”.

Amariel Norðoy

Sjálvt um viðurskiftini hjá sjófólkum eru nógv broytt og batnað síðani slupptíðina, haldi eg, at virðingin fyri teimum enn er stór. Tað liggur onkursvegna í DNA´num hjá einari fiskivinnutjóð og sæst alla møguliga staðni, eisini tá jólaheilsurnar frá skipum um stutta tíð verða sendar familju og reiðarí úr øllum møguligum heraðshornum og vit í huganum senda teimum ein fjálgan samkenslutanka, nú teir verða noyddir at vera á sjónum um jólini. Eg verði heima bæði á jólum og aftaná. Eg eri lærari og miðlari og samfelagið tørvar slíkar sum meg og allar møguligar aðrar sjó- og landgarpar, øll eru vit javnbjóðis partar av tí, sum er føroyska samfelagið.

 

-----------------

Seinasta vaktin

Alt hann átti á fold var ein koyggja,

og hann kendi seg heima umborð,

hann var gamal og lá til at doyggja,

men hann teskar tó enn hesi orð:

 

Leið meg einaferð enn út á dekkið.

Lat meg ganga tað seinastu vakt.

Lat meg stýra tað seinasta strekkið,

áðrenn skipið til kei hevur lagt.

 

Hetta far var mítt heim gjøgnum lívið,

og tað bar meg í suður og norð,

nú til hvíldar eg ruraður blívið,

mína seinastu frívakt umborð.

 

Tá mín deksvakt er komin at enda,

og mítt tørn til at stýra er av,

vil eg ongantíð heim aftur venda

til tað stóra og brúsandi hav.

 

(Harry Birtilíð)

-----

HUGO ER DEYÐUR

 

Tað kvøldið Hugo doyði

Stóðu ljósboyurnar á Norðhavinum heiðursvakt

Tað var eisini rímiligt

At ekkoloddini sendu boðini niður í taraskógirnar

Havsins sjóðandi breytir

Tóku tómu koyggjuna upp á sleip

Tað stóð fullmánanum greitt

Hugo er deyður

Havhestarnir fluttu boðini víðari

Yvir á Suðurlandið og á Flemish Cap

Hugo er deyður

Ekkóaði millum ísfjøllini

Hann er blivin toka

Um sløktar stjørnir

 

Og so var hann á heystfjalli

Seinasta dagin í sínum lívi

Heilt har uppi tokan nemur fjallasmæruna

Føroyska treisknið glettir á tonn

Og regnið skrivar dýggjvát brøv yvir urðarnar

Har steðgaði hjartað á manninum ið sleit sín ungdóm og

manndóm á kjøli

Í eini presending

Bóru teir hann til hús

Skeljasandur varð stroyddur uttan fyri hjallarnar

Tann dagin

Kærleikans dýnur luftaðust út gjøgnum vindeyguni

Tann dagin

Børn drógu deyðar flugur upp á tráð

Eitt svart perluband til høvuðseingilin Mikkjal

Teir tóku mát av Hugo

Tað sum ikki rúmaðist í kistuni

Angin av stokkutum lívi

Rak gjøgnum skúlastovurnar, neystini og hjørtuni í Sundalagnum

Tann dagin

 

Vit byggja Føroyar á aldum

Vit reka á kenslunnar havi

Alt byrjaði í havinum

Lívmóðirin er í veruleikanum eitt evarska lítið hav

Haðani pinkufør gyrd við húð

Og við dukinum frá einum lítlum hjartamotori

Seta kós út í heim

Plássið hjá Hugo bleiv við línurulluna

Niðri í lastini

I stormi afturi á bátadekkinum

Var hann álitismaður

Kempaði við bringuni fullari av tubbakshosta

Var sum ein nikotinurga

Blásti harðar sálmar úr sínum bjølgi

Eisini spakførar sálmar

Og tað slagið av sálmun ið ger ein kúrran av trega

Ein sálm fyri konuni

Og øllum tí skroypiliga sum brotnaði

Ein sálm fyri draslinum ið fløddi upp á turt

Og fór til gongu út í verðina við keppinum á snið

Ein sálm fyri liðinum hjá Erlendi Paturssyni

Teir ið fingu Fiskimannafelagsins rósur at spretta gjøgnum tøgnina

Ein sálm fyri forlornu tonnunum

Umvældar við stáltráði á Nonortalik Bankanum

Ein sálm fyri látrinum

Stampum fullum av skínandi erlum

Ein sálm fyri bróskinum ið mjølvaðist millum liðirnar

Tímunum ið blivu til dagar ið blivu til ár ið blivu til alt ov

gamlar ferðaætlanir

 

Hugu er deyður

Og skal eg vera erligur

Vænti eg ikki at hann hevði klárað seg millum einglarnar

Til tað vóru armar og ryggur ov slitin

Himmalin hjá Hugo

Er himmalin hjá fiskimonnum

Teir liva víðari í brotinum

Tokuni kring sløktar stjørnur

Í glæmuni

Frá eini ljósboyu á Norðhavinum

 

(Jóanes Nielsen s.261-264 í Yrkingar 2014)

------------------

ARVAMINNI

 

sjógvurin brýtur og brýtur

upp um bæði borð brýtur hann

lívið er nú og børnini heima og konan og longsilin

seglini tung av sjógvi eru helst lækkað

hetta er ikki eins og á vaktini á sinni

tá tú sást ein krunkasvartan hval

á honum stóð skrivað á donskum við blóðreyðum bókstavum

at á havinum skuldi tú doyggja

og so navnið á tær til síðst

men tú fórt kortini avstað aftur og aftur

eins og nú tá vit ikki rættiliga vita hvat ið hendir

í hesum feigdarveðri

um tað er róðrið ið er brotnað

ella onkur vanlukka er hend umborð

ella er øll manningin vorðin sjúk

og sjógvurin brýtur og vindurin ýlir

sín skerandi deyðadóm aftur og aftur

og nú skríggjar hann alt tað hann orkar

og kastar danguna, sum ikki kann stýrast frá landi

og síðani fer alt í knús og sorlast til rekar

og manningin verður lík

ið ikki øll skolast upp á land

og sorgin brýtur og brýtur her og heima við hús

aftur og aftur

 

(Tóroddur Poulsen s. 59 í Útsýni 2009)

Listatíðindi

Max Beckmann í Berlin

Ein serstakliga áhugaverd framsýning, “Max Beckmann og Berlin” er at síggja í Berlin í hesum døgum. Framsýningin tekur støði í sambandinum millum myndirnar hjá týska listamanninum og hansara tilveru í týska høvuðsstaðnum. Hansara bjartlittu og ofta avskeplaðu figurar minna um ekspressionismu, men listamaðurin var ongantíð partur av hesari rørsluni. Byrjanin av fyrsta veraldarbardaga broytti listarligu hugsjónirnar hjá Beckmann. Hann var við í krígnum sum portørur og hetta ávirkaði hansara stíl í stóran mun og sæst aftur í myndevnum. Í hansara seinnu málningum frá tjúgunum og tríatiárunum eksperimenteraði Beckmann við grafiskum tøknum og hetta ávirkaði málningarnar, har hann byrjaði at brúka svarta umhvarvsstriku. Myndirnar frá hesum tíðarskeiðnum eru ofta symbolskar og sipa til samfelag og politikk í samtíðini. Max Beckmann var vælumtóktur listamaður inntil Adolf Hitler fekk maktina, tá gjørdist modernað list brádliga ópopuler í Týsklandi, og Beckmann varð uppsagdur úr sínum starvi í Listaakademinum í Frankfurt. Hansara myndir vóru við á Entartete Kunst framsýningini, har nazistarnir gjørdi gjøldur burtur úr modernismu. Framsýningin at síggja í Berlinische Galerie, Museum of Modern Art,  Alte Jakobstraße, 124–128, 10969 Berlin hetta til 15. February, 2016.

Woody Allen 80

Listatíðindini fáa ikki altíð fatur á týdningarmiklum rundum føðingardøgum. Eitt nú er føðingardagurin hjá framúrskarandi amerikanska filmsleikstjóranum, Woody Allen farin framvið. Fyrsta desember fyllti hann 80 ár, hesin filmsleikstjórin, sum fólk antin hata ella elska. Eg má bekenna meg at vera í seinna bólkinum. Hansara filmar eru framúr, summar havi eg sæð óteljandi ferðir: Crimes and misdemeanors, Hannah and her sisters, Annie Hall og Radio Days - mær dámar ikki minst teir gomlu filmarnir við tí støðugt sussandi reyðhærda hypokondaranum og hansara sermerkta amerikanaraakademiska orðafloymi, sum hevur eitt serligt sissandi árin. Woody Allen gevst ikki so, sjálvt um árini eru vorðin mong. Hann hevur longu boðað frá, at ein nýggjur filmur kemur í 2016. Vit vita einki um filmin annað enn, at sjónleikararnir eru Steve Carell, Jesse Eisenberg, Blake Lively og Kristen Stewart.

Foto: Dávur Winther

Edward Fuglø í Gamla Seglhúsinum

Fríggjadagin 4. desember læt Edward Fuglø forvitnisliga framsýning upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har væl av fólki høvdu leitað sær, hóast vánaligt veður. Steintór Rasmussen sang og Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya helt røðu og greiddi frá um listina hjá Edwardi Fuglø. Framsýningin verður hangandi inntil Arnold Vegghamar tekur yvir í januar 2016.

 

Óli Jógvansson vunnið altjóða sangskrivarakapping

Hansara lag "Forever Gone" er burtur úr 7000 luttakandi løgum valt sum besta instrumentallag í bretsku sangskrivarakappingini, The UK Songwriting Contest. Í grundgevingini verður sagt soleiðis: Heitið á lagnum rør framundir eitt hátíðarligt huglag, sum verður borið uppi av tónleikaligu hugskotunum í lagnum. Strúkararnir eru væl lagdir til rættis, so at hetta á vakran hátt leggur áherðslu á gittaran í byrjanini, og harumframt er menningin av hugskotum í lagnum lýtaleys.”

Gávugløgg í Steinprenti týsdagin 15. desember

Zacharias Heinesen hevur gjørt nýggja gávuprentið í Steinbrá, felagnum fyri grafikkáhugað, sum heldur til í Steinprent. Gávuprentið fæst við at gjalda limagjaldið fyri árið 2016. Týsdagin 15. desember kl 16-18 verður Gávugløgg í Steinprenti á Skálatrøð. Tá kunnu gávuprentini heintast. Limir í Steinbrá kunnu sjálvandi eisini heinta prentið seinni, so hvørt limagjaldið er goldið og nýggir limir eru somuleiðis vælkomnir.  

Teitur Lassen hevur jólakonsert í Spaniastovu

Í Klaksvík kunnu tey gleða seg til leygarkvøldið 19. desember klokkan 22, tí tá fer Teitur Lassen at hava jólakonsert í Spaniastovu. Hetta verður hansara einasta jólakonsert í ár. Saman við Teiti fara Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard at spæla ymisk av hansara løgum. Harumframt fer Teitur sjálvur at framføra okkurt solo, m.a. verkið Y-Arpeggios frá í ár. 

 

Jólahugni á Tjóðpallinum

Á jólum mugu øll royna at skikka sær væl – men tað er ikki altíð so lætt. Hjá teimum báðum gentunum Sáru og Onnu gongur heilt galið. Tær enda inni í trøllafjallinum, har tær hitta trøllini Steinamjøkil og Brumbuss og sjálvan trøllakongin Mundus og drottningina Karo. Trøllini ætla sær at ráða í allari verðini, og so verður spennandi um Sára og Anna klára at steðga teimum. Nú ber til hjá barnagørðum og frítíðarskúlum at koma oman á Tjóðpallin at hoyra jólasøgu, har Tjóðpallurin bjóðar kakao. Eisini ber til at eta matpakkan á Tjóðpallinum. Tað eru tær báðar Sóley Danielsen og Katarina Nolsøe, sum framføra søguna ‘Trøllajól’, ein bæði stuttlig og spennandi søga, ið egnar seg væl til børn heilt niður í trý ára aldur. Søgan varar uml. 25 min. Sýningar eru í viku 50 og 51.

 

Einki er so hugnaligt sum ein kórkonsert í jólamánaðinum. Fleiri hava longu verið, men onkrar eru eftir enn:

Kristiliga Sangkórið hevur jólakonsert í Havnar kirkju leygardagin
12. desember kl. 19.30

Fuglafjarða Sangkór og Kirkjukór Glyvra kirkju hava Jólakonsert í Fuglafjarða kirkju sunnudagin 13. desember kl. 16.30

Húsakórið og Mpiri hava saman við øðrum jólakonsert í Helligaandskirken (Strøget) 12. des. kl 17.00. Kostnaður 100 kr við inngongdina frá kl 16.30

Havnarkórið hevur saman við Havnar hornorkestri og GHM jólakonsert í Vesturkirkjuni hóskvøldið 17. desember kl 19.30

Tarira hevur konsert í Mariukirkjuni mikukvøldið 16. desember kl 20.00

Havnarkórið hevur Matine í Havnar kirkju leygardagin 19. desember kl 11.30

Fuglafjarða Sangkór hevur konsert saman við Fuglafjarða hornorkestri í Fuglafjarða kirkju leygardagin 19. desember kl. 16.00

Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur jólakonsert í Gøtu kirkju
sunnukvøldið 20. desember kl 19.00

Tórshavnar Kamarkór hevur konsert í Múllers pakkhúsi
sunnukvøldið 20. desember kl. 19.00

(Kelda: kor.fo)

Jóhan Martin Christiansen er formaður í Felagnum Føroysk Myndlistafólk

Til kunningar:

Ársfrágreiðing frá Felagnum Føroysk Myndlistafólk.

Felagið Føroysk Myndlistafólk hevði aðalfund fríggjadagin 20. november 2015.

Á fundinum legði formaðurin, Ole Wich, út við at greiða frá virksemi felagsins síðsta árið, har felagið millum annað hevur arbeitt saman við Mentamálaráðnum um skipan, har ávístur prosentpartur av byggjikostnaðinum verður settur av til til list í samband við almenna byggjing. Skúlin við Marknagil verður fyrsta royndin.
Harumfram verður arbeitt við at fáa lógina um upphavsrætt/Fjølrit undir land, hetta fyri at tryggja listafólkum samsýning fyri nýtslu av teirra listaverkum.

Listaleypurin er ein góður møguleiki, hjá listafólkum at koma út á fólkaskúlarnar kring landi. Síðani Listaleypurin varð settur á stovn, hevur Norðurlandahúsið saman við Kommunufelagnum og Mentamálaráðnum staðið fyri hesum arbeiðinum. Men í ár er umsitingin flutt til LISA. Bygnaðurin í LISA er eisini umskipaður nakað. Skrivarin er farin niður í tíð, soleiðis at fíggjing nú er tøk til annað virksemi í felagnum. LISA hevur fingið nýggjan skrivara, sum er Helle Thede Johansen.

Ymiskt hevur verið um, at listarligt virksemi skal vera í Kommunuskúlanum. Nú tykist at okkurt er um at henda. Beint fyri aðalfundin var nevndin forbí og hugdi eftir grafiskum verkstaði, sum listgrafiska felagið ListGraFo hevur staðið fyri at fáa í lag. Føroysk Myndlistafólk stuðlar hesum virkseminum, og vil eggja kommununi at gera skrivliga avtalu um hetta við grafiska bólkin, so bæði leik og lærd kunnu fara til verka.

Í summar vórðu umvælingarnar av Listamannahúsinum á Dalatrøðni, tað vil siga húsini hjá Janusi Kamban, endiliga lidnar. Listafelag Føroya, sum varar av ognini, skipaði fyri almennari móttøku, og kunnaði um at nú kundu listafólk koma og arbeiða.
Hetta eru vit í Felagnum Føroysk Myndlistafólk sera fegin um, og vilja vit í hesum sambandi eggja almennum stovnum og privatum feløgum um at stuðla virkseminum!

Á hvørjum ári verður skipað fyri Várframsýning. Várframsýningin 2015 læt upp 10. apríl í Listasavni Føroya, har Jóhan Martin Christiansen bjóðaði vælkomin og síðani helt Bjørn Kalsø, mentamálaráharri, røðu. 23 listafólk luttóku, harav 9 vóru við fyri fyrstu ferð. Listafólkini sýndu m.a. standmyndir, málningar, fotomyndir, videoverk og ljóðverk fram. Sigrun Gunnarsdóttir, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich sótu í úrvalsnevndini. Várframsýningin í 2016 letur upp 15. apríl og verður skipað av Randi Samsonsen, Jón Sonna Jensen og Jóhan Martin Christiansen. Nærri kunning kemur um hetta skjótast gjørligt.

Ole Wich, formaður í felagnum, stóð fyri vali. Ole hevur sitið í nevndini síðani 2010. Finnleif Mortensen var einasti limur, ið stillaði upp, og er nú valdur inn í nevndina fyri felagið. Eftir aðalfundin hevur nevndin avgjørt at skipa seg við Sigrun Gunnarsdóttir sum kassameistara, Finnleif Mortensen sum skrivara og Jóhan Martin Christiansen sum formann.

Sum heild arbeiðir felagið Føroysk Myndlistafólk fyri at styrkja um viðurskiftini hjá øllum føroyskum myndlistafólkum, at røkta tey sambond vit longu hava, og at samstarva við onnur viðkomandi, tá ið tørvur er á tí, millum annað við at vera áhaldandi í samskiftinum við Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu, Listasavn Føroya, Listafelag Føroya, Myndlistasambandið, LISA o.s.v. Hetta gera vit fyri at skapa framtíð fyri føroyska myndlist og list sum heild, at vísa á týdningin av hesum í føroyska samfelagnum.


Føroysk Myndlistafólk ynskir øllum eini hugnalig jól og eitt gott nýggjár!


Vegna nevndina

Jóhan Martin Christiansen, formaður


Tórshavn, 19. desember 2015

 

----------------------------

Føroysk Myndlistafólk - The Faroese Society of Visual Arts

http://www.mynd.fo

 

Okkum tørvar eina NÝGGJA FRIÐARRØRSLU!

Johan Martin Christiansen: Remembering Damascus

Eg veit tað væl. Longu áðrenn hesar reglur eru festar á blað, eri eg ein rukka sambært vaksandi talinum av vápna- og krígsfegnum europearum. Við ótolnum, glintandi sáplum og vindandi paranoia suffa tey um okkum, vónleyst góðvarnu og ábyrgdarleysu pacifistar, ið bara ynskja frið í heiminum.

Eftir yvirgangsatsóknina í París í november vóru nógvar reaktiónir at lesa og hoyra ymsastaðni. Onkrar vóru fittar og meinaleysar, sum til dømis teir nógvu Facebookbrúkararnir, ið lótu seg í reytt, hvítt og blátt til tess at sýna samkenslu við Fraklandi, aðrar vóru meira tvørligar og kritiskar. Í Berlingske Tidende skrivaði eftirlønti herovastin og høvundin Lars R.Møller til dømis eina hvassa tíðargrein við heitinum: “Tað ber ikki til at stríðast ímóti brotsmonnum við orðum”. Og ikki er tað heilt frítt, at yvirritaða føldi seg rakta av hesi greinini, tá hann býtir reaktiónirnar uppá yvirgangin upp í tríggjar bólkar - allar reaktiónirnar vór eftir øllum at døma sjálvsagdar, heldur Lars R.Møller. Frá politikarum komu fordømingar og harður retorikkur allan vegin runt. Frá høgravonginum og miðjuni komu krøvini um hevnd og um offensiva atgerð frá Danmark. Vinstravongurin vildi antin samráðast ella styrkja fólkaræðisligar rørslur í Sýria og Irak. Tann síðsti bólkurin er sambært greinahøvundinum tann mest láturverdi, hann skrivar: “Harumframt hava vit ta forstandandi bleytu miðjuna, ið er myndað av kornfeitum danum, fólkakirkjuprestum, friðartalsfólkum og listafólkum, sum syngja friðarsangir, venda hin kjálkan til, halda uppá, at vit sjálvi eru sek í yvirganginum og halda, at einasti vegur fram er at byrja eina samrøðu. Allar hesar lýstu reaktiónirnar eru láturverdar og als uttan samband við veruleikan. Var tað ikki so álvarsligt, sum tað er, hevði tað verið stuttligt..”. Hesin síðsti bólkurin, sum Møller slær upp í glens man vera nøkulunda har, sum yvirritaða trívist best, hann rakar ikki heilt skeivt í hesari lýsingini. Men tá tað er sagt má leggjast aftrat, at loysnin sum hann presenterar ikki er heilt óvæntað frá einum gomlum militermanni og í grundini líka løtt at rokna út, sum mín humanistiskt síðhærda reaktión, sum hann lýsir í tíðargreinini. Tað einasta, sum sambært oberstinum fer at hjálpa, er hernaðarlig dubbing og øktar hernaðarligar heimildir, at herurin verður munandi styrktur í Danmark og í ES sum heild. Mær dámar illa alternativið hjá Møller, eg ræðist fyri, at hetta er skrúvan uttan enda, sum í alt ov stóran mun fylgir paranoidu ímyndunum hjá bæði høgraekstremistum og IS/Daesh.

Dirty Harry retorikkur

Síðani yvirgangsálopið í París og í grundini áðrenn tað, hevur retorikkurin í almenna rúminum sum heild verið ómetaliga aggressivur, krígshugaður og menniskjafíggindaligur. Vit eru eftir øllum at døma vorðin at kalla kensluleys av eskalerandi elendigheitum, sum verða bornar okkum gjøgnum ymiskar tíðindasendingar. Eg komi í tankar um hvussu ógvusligan vit hildu George Bush vera, aftaná 11.september álopið varð framt í 2001: “Make no mistake, the United States will hunt down and punish those responsible for these cowardly attacks." Men 9/11 var sanniliga eisini ógvusligt og Dirty Harry retorikkurin heldur á eisini í París. Útsøgnin hjá franska forsetanum, Francois Hollande um, at hann fatar álopið á París sum eina krígsavbjóðing og hansara lyfti til IS um miskunnarleysa hevnd var somuleiðis ógvusligt. Russiski forsetin, Vladimir Putin er sum kunnugt við uppá hatta við hevndini, tí eisini russar hava upplivað yvirgang frá IS. So nú bumba teir Sýria sundur og saman, og sum skilst eru eisini vanligir borgarar, kvinnur og børn millum offrini.

Kompleks støða

Eg eri ikki serfrøðingur í støðuni í miðeystri, og eg ætli mær yvirhøvur ikki at lata sum um eg skilji kompleksu støðuna í borgarakrígnum í Sýria og Europeiskar sympatiir og antipatiir, men eg kann ikki góðtaka, at dubbing og dráp hjálpir uppá nakað sum helst. At fara í panikk, seta europeiskar høvuðsstaðir í undantaksstøðu og sundurbumba Sýria er sum skrivað í handritinum hjá IS ella Daesh, sum fleiri eru farin at kalla rørsluna, ið jú ikki hevur nakað alment við nakran islamskan stat at gera. Í bumburegninum í Raqqa og aðrastaðni í Norðursýria og millum sýrar í Europa er lætt at vinna viðhaldsfólk, sum nú við røttum kunnu ásanna, at Europearar eru harðrendir bøðlar. Hervið er ynskið hjá yvirgangskroppunum gingið út um at spjaða og skapa ræðslu millum fólk, soleiðis, at fólkið glepsar aftur og sambandið millum menniskju og harvið eisini samfelagið viknar og slitnar. Á henda hátt ber til at koppa samfelagnum og undirgrava tess virði og grundarlag.

Fascisma

IS/Daesh ímyndar sær eitt heimsumfatandi kalifat. Sambært teirra egnu publikatión, Dabiq, byrjaði tað við álopunum 11.september 2001. Tá tóku seg upp tveir bólkar, sum mannaættin má velja ímillum og tað eru Islam og “tey vantrúgvandi”. Polariserandi útsøgnin er eitt ekkó av George Bush og hansara ultimatum um, at antin er mann “við okkum” ella er mann við yvirgangsfólkunum. Dabiq er eitt sera víðgongt propagandarit, har átrúnaðarligar grundgevingar eitt nú verða nýttar fyri trælahaldi, grundhugsanin er fascistisk, at nøkur eru betur enn onnur og hava størri rætt til tilveruna enn onnur. Vit hava hoyrt hetta áður t.d. í Nazitýsklandi og innan apartheidskipanina, men struktururin er onkursvegna øðrvísi við IS/Daesh, sum eitt nú ikki er lætt at avmarka hvørki landafrøðiliga ella viðvíkjandi atvold, um hon er átrúnaðarlig, sosial ella sálarfrøðilig. Teirra størsta hatursmál er tað, teir rópa grásonan, har tey sonevndu vantrúgvandi liva lið um lið við moderatum muslimum. Soleiðis sum tey gera í 11. arrondissement í París. Tað, sumvit kanska fata sum verandi litríkt og fjølbroytt, hatar henda rørslan meira enn nakað annað. Tollyndi og frælsi eru í teirra eygum andstyggiligastu prógv um okkara veikleika og moralsku afturgongd. Konufólk verða viðfarin sum trælir, samkynd verða forfylgd og týnd, og tað er ikki lætt at fata, at fleiri av bøðlunum í IS/Daesh eru føddir og uppvaksnir í frælsum londum, har teir hava fingið bæði útbúgving og tilveruligt grundarlag. Tað er sjálvandi serliga beiskt at hugsa sær, at eitt nú franskir statsborgarar kunnu finna uppá at fremja so ræðuligan óndskap mótir sínum egnu landsmonnum og kvinnum.

Joie de vivre

Við at sikta móti franskari lívgleði eitt fríggjakvøld í París, tá ungdómurin og onnur við eru farin á café og konsert, tykist atsóknin í París okkum serliga ljót. Tíverri er einki nýtt í hesum við at fara eftir tí, sum vit eru góð við. Bæði innan fyri og uttan fyri altjóða lógir fara vit javnan um mørk hjá hvørjum øðrum, eisini á okkara síðu (DK, NATO og USA) og orsakað av yvirgangsatsóknum og hevndarhuga gers tað støðugt náðileysari. Vit tosa øll um eina óndskaparinnar ás, men eru ikki samd um hvar hon er. Guantanamo var eitt av mongum syrgiligum dømum um skeivu gongdina. Tað tykist yvirhøvur sum at kríggj og yvirgangur ger øll ráari av lyndi í einari tíð, sum í grundini krevur tað øvuta av okkum. Tí ikki síðani annan veraldarbardaga hava so nógv flóttafólk verið sum í seinastu ST uppteljing. Náttúruvanlukkur, hungursneyð, men eisini ein rúgva av ósemjum og kríggjum hava tvungið 51,2 milliónir av menniskjum til at flýggja frá hús og heimi. Tað kann vera, at tað ljóðar ov góðvarið, men mest av øllum er tørvur á friði, at fólk læra at lata vera við at skjóta og bumba, og í staðin venda hin kjálkan til og geva nuansunum og virðingini fyri hvørjum øðrum ein kjans.

 Friðarrørslan endurfødd

Søgan prógvar, at tílík friðarinitiativ sjáldan koma úr erva og ongantíð frá hernaðarliga partinum, tó at tað er har, tey mest ítøkiliga merkja kríggsræðuleikan. Friðarrørslan í USA síðst í trýssunum fekk vind í seglini av Vietnamkrígnum og borgararættindastríðsfólkum sum Martin Luther King, men tað eydnaðist tá at savna eina so stóra og breiða rørslu, at hon gjørdi mun og tað, sum er gjørt einaferð, kann gerast aftur. Eg veit tað væl, at støðan er meira kompleks í dag. og at mítt ynski um eina endurborna friðarrørslu er eitt sindur abstrakt og óskipað. Friðarrørslan er eitt rættiliga vítt hugtak, sum fevnir yvir fleiri feløg og rørslur, ið á ymsan hátt virka fyri avtøku av kríggi sum politiskum amboði. Friðarrørslan hevur frá byrjan serliga verið upptikin av at taka av harðskap sum amboð, at økja um samskiftið millum lond og at minka um alstóra munin millum liviumstøðurnar í heiminum. Tankar um kríggj og frið ganga langt aftur í tíðina, teir síggjast hjá hugspekingum m.a. men tað er í 19.øld eftir Napoleonskríggini at vit síggja umhvarvið av einari modernaðari friðarrørslu í USA og Stóra Bretlandi og víðari í Europa. Orsakirnar til bæði kríggj- og friðarynski hava verið ymiskar alt eftir politisku støðuni hjá teimum ymisku. Marxistarnir hildu, at eitt sosialistiskt samfelag var besta alternativ til at nýta harðskap, og fólkaræði og mannarættur hevur somuleiðis ofta verið á skránni hjá friðarrørslunum. Í Føroyum minnast við friðarrørsluna, sum gekk kravgongur fyri friði og avdubbing. Frá byrjan var hon vend móti Nato og tá Fólk fyri friði var sett á stovn í byrjanini av fýrsunum, stóð Nato somuleiðis ofta fyri skotum. Ein avleiðing av áhaldandi stríðnum hjá friðarrørsluni var kunngerðin hjá løgtinginum um, at Føroyar vóru kjarnorkuvápnarítt øki.

Er friðarrørslan deyð?

Síðani yvirgangsatsóknirnar í New York 11.september í 2001 hava fleiri friðarrørslur tikið seg upp bæði í Europa og í USA, t.d. Act Now to Stop War and End Racism (ANSWER), Not in Our Name (NION), and United for Peace and Justice (UFPJ). Og tó at undirtøkan als ikki er lítil hjá hesum felagsskapunum, so hava tey ikki megnað at sett dagsordanina. Kritikkurin mótvegis teimum snýr seg um, at radikalisering og politisering ger felagsskapirnir so mikið smalar, at teir ikki megna at fevna breitt. Okkum tørvar eina breiða, savnandi friðarrørslu, har muslimar og kristin og øll onnur friðarelskandi fólk kunnu savnast um friðarkravið. Um vit hugsa okkum um, so er tað nógv meira til av okkum vanligu, sum ikki hava tørv á at týna onnur til tess at føla okkum sum nakað serligt og sum vilja liva saman í sínámillum virðing og vinarlag. Ein nýggj friðarrørsla skal vera apolitisk og rúmlig, tí hon má rúma øllum fatanum, samstundis sum hon má tora at viðganga allar teir mongu skeivleikar, sum eru framdir frammanundan frá fleiri síðum. Har er einki einfalt uttan kanska í ynskinum um, at ikki fleiri menniskju verða dripin og lamløstað av bumbum.

 

Keldur:

Møller: Man kan ikke bekæmpe forbrydere med ord. Berlingske Tidende 20.nov 2015

Åsne Seierstad: Kampen mod gråzonen. Aftenposten 17.nov 2015

 

At lata tað regna inn í dulvitið

 

Í yrkingini Á norðaru hálvu ferðast vit við yrkjaraegnum tvørtur gjøgnum Finnland og Ural fjøllini til Russlands, har ælabogin verður pettaður sundur og heilt norður á 62°, har sum øvund og smásinni eftir øllum at døma grør tættari enn grasið.

Tað er nevniliga har ella altso beint her, sum er støðið hjá yrkingunum í nýggju bókini Flotoyggjar. Vit kunnu neyvan pástanda, at Alexandur Kristiansen sleingir um seg við yrkingarsøvnum. Men nú, tíggju ár eftir hansara seinasta savn, er nýggja savnið Flotoyggjar komið út. Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur út savnið, ið inniheldur 54 yrkingar, sum sameina eina ítøkiliga, vanliga verð við okkurt djúpari og løgnari. Náttin tendrar hugflogið og dreymarnar, sum umbroyta okkara gerandisdag á til poesi - oyggjarnar slíta seg leysar úr havbotninum og reka frítt.

 

Yrkjarin

Alexandur Kristiansen er fuglfirðingur, hann er føddur í 1949, útbúgvin á læraraskúla og hevur starvast sum lærari í nógv ár. Og sjálvt um ár eru gingin millum hansara yrkingabøkur, so liggur Alexandur Kristiansen neyvan og svevur á laurberunum. Tí inn í millum hevur hann skrivað týðingar og hann hevur somuleiðis ríkað føroyskar barnabókmentir við sínum fínu barnarímum. Alexandur Kristiansen fekk M.A.Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1977 og hann hevur fingið Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs tvær ferðir í 1983 og 2003.

 

Føroyar

Sum heitið á savninum avdúkar, so snúgva fleiri av yrkingunum seg um Føroyar, um grasið í Føroyum (sum enn er danskt verður sagt), um ta føroysku náttúruna, um summarið, regnið, ódnirnar, samfelagið og um tilveruna. Men eisini list, poesi, religión og deyðin eru høvuðsevni í yrkingasavninum. Í fleiri yrkingum eru tilsipingar til aðrar føroyskar yrkjarar, bæði deyðar og livandi. Í yrkingini Alt hevur sína tíð verður hugburðurin hjá Prædikaranum onkursvegna tvinnaður saman við nýklassikaranum Orðini hjá Róa Patursson. Í yrkingini hjá Alexanduri Kristiansen stendur: “Summi orð eru sein á veg/ summi orð koma ongantíð./ Summi orð eiga ongan góðan/ og eingin lesur tey// Summi orð falla/ og verða eins og dropar á rútinum./ Onnur rísa og fúka við vindinum um heimin/ og eingin skilur tey.// At lata tað regna inn í dulvitið/ hevur sína tíð.” (s.30 Flotoyggjar). Tað er júst hetta, sum tað snýr seg um hjá yrkjaranum; at droyma fram yrkingar beinleiðis úr dulvitinum. Flotin av yrkingum, sum leggur frá landi yviri við Strond man vera frá Jóanesi Nielsen í eini yrking, sum eisini í stíli leggur seg upp at yrkingum frá hansara hond: “... í hesi løtu leita túsund eygu upp móti stjørnunum/ og inn undir kommodurnar/ í hesi løtu er dreymurin um lívið/ ein bagatell// í hesi løtu situr ein dama á Café Natúr/ og forelskar seg í einari Føroya Bjór// í hesi løtu situr Guð/ á einum trappusteini úti á Reyni/ og spælir sær við tankan// bert Nólsoyggin liggur har hon altíð hevur ligið/ sum ein retoriskur spurningur/ ið avmarkar sjónarringin/ í hjørtum okkara.”

 

Humanistiskar yrkingar

Í yrkingunum, sum snúgva seg um eitthvørt átrúnaðarligt, tykist hugburðurin humanistiskur og væl tað - sum hjá einum røttum fríteinkjara, sjálvt Guð verður fataður frá einum sosialum, humanistiskum og feministiskum sjónarhorni, har tað vísir seg, at Guð bæði kann finna uppá at gráta og angra, at hann gav son sín hin einborna og alt hatta har. Guð hevur eftir øllum at døma fingið eina dóttir, ein eftirnølara, sum eingin okkara hevur varnast enn. Í onkrum yrkingum fáa vit varhugan av einum einsamøllum yrkjaraegi, sum gongur og válar bæði á bygd, men fyri tað allarmesta í miðbýnum í Havn, har hann sorgblítt hugleiðir um kærleika við teirri ævigu Nólsoynni í sjónarringinum. Í surreellu yrkingini Hvat gera tey deyðu í sínum fríløtum verða tey deyðu lýst, sum í sínum fríløtum syngja um kærleika. Hendan yrkingin snýr seg einamest um okkara lyndi til at háloyva teimum deyðu heldur enn okkum livandi. Vit duga ikki nóg væl, men eru eins og klokkur, ið hava gloymt hvussu tað er at liva her og nú.

 

Modernisma

Yrkingarnar eru órímaðar, óregluligar og umframt tær veruleikakendu viðmerkingarnar til dagsins samfelag, eru fleiri abstraktar, modernistiskar yrkingar, sum í onkrum føri minna meg um yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen. Summastaðni eru tað vanligar modernistiskar snildir sum t.d. mótsetningar og negatiónir, ið eru orsøkin til samanberingina, men onkur marrudreymur hjá Alexanduri Kristiansen minnir um okkurt í Heimvitisferðini  hjá Tóroddi Poulsen, t.d. “Á fjórðu hædd á Hotell Tórshavn/ tveita fólk seg út av vindeygum/ og tey sum sleppa frá tí við lívinum/ taka lyftina upp aftur í skundi tá ið tey síggja/ tær nýggjastu yvirskriftirnar í Sosialinum.// Tríggjar eldri konur á Láargarði geva skarvin yvir/ og drukna seg í Hoyvíkstjørn"...(s.26 í Flotoyggjar). Sum heild er Flotoyggjar eitt undirhaldandi og gott yrkingasavn við viðkomandi tekstum um okkara tíð og tilveru. Fleiri av teimum góðu yrkingunum hava eitt surrealistiskt brá, summar av hesum hava verið almannakunngjørdar á Listablogginum í síni tíð. Fleiri yrkingar eru visuelt sterkar og tykjast snúgva seg um myndlist, onkra løtu eru vit í Listasavninum og á Heystframsýning í Skipasmiðjuni. Í yrkingini við heitinum Ruth Smith ganga lýsingarnar av listakvinnuni og náttúruni saman við sjálvsmyndini av listakvinnuni á dramatiskan, ekspressivan hátt. Eitt ávíst endurminnandi brá er at síggja í summ yrkingum og onkrastaðni verður hugt frameftir, t.d. í stuttligu yrkingini Tá eg verði pensjonistur, har yrkjaraegið gleðir seg til at tveita plikt og pli frá sær í aldurdóminum. Aðrar yrkingar sum t.d. Eg hitti hana eru hugtakandi við myndaforskjótingum, sum eitt nú henda við eygunum hjá kvinnuni í reyðum frakka, sum umbrotast til tvey vøtn við hvílandi oknum.

 ------------------

EG HITTI HANA

 

Eg hitti hana

á veg niðan í Listaskálan

har stóð hon vát í regninum inni millum trøini

í einum glinsandi reyðum frakka

 

Á veg oman aftur málaði eg hana

eg málaði eyguni so stór

at eg upprættur kundi ganga inn í tey

við lørifti og tupum og paletti

 

Her inni vóru fuglar á flogi

og komin úr eygsjón

málaði eg fuglarnar fleiri ferðir

og sendi teir út í verðina

við nýggum litum

 

Og fólk ið sóu tað

undraðust á hesar nýggju litirnar

við eygum so stórum

at tey mistu fuglarnar burtur millum trøini

 

Seinni legði hon seg at sova

og eyguni vóru tvey vøtn

har oknir hvíldu á

 

Soleiðis gerast eyguni alsamt kámari

tess størri tey eru

tá ið tú nærkast.

 

 -------------------

TÁ IÐ EG VERÐI PENSJONISTUR

 

Tá ið eg verði pensjonistur

fari eg at keypa mær ein reyðan leðurjakka

og einar gular leðurbuksur

 

og eg fari at ganga undir hatti eins og tey stóru skaldini,

og eg fari at standa niðan fyri Sjónleikarhúsið

og gremja meg um mínar ovvekraðu visiónir.

 

Og eg fari at brúka fólkapensjónina til tubbak og brennivín,

og eg fari at ganga í fingraleysum handskum

og kondiskóm. Og eg fari at sita á Vaglinum sólskinsdagar

og tá ið ólavsøka er og hugna mær við røstum rivum.

 

Og eg fari at spræna ókvæmisorð upp á húsaveggirnar,

og eg fari at senda boð eftir sløkkiliðnum og politinum

og geva teimum heitar pylsur og poppkorn

 

og tá ið tað regnar fari eg at ganga berføttur

og stjala blómur úr havunum hjá øðrum.

Og eg fari at læra meg at spýta.

 

Sum pensjonistur kann eg loyva mær alt.

Kanska missi eg tamarhaldið á mær sjálvum

og fari at spæla bridge og dansa

teir deiligastu dansirnar eg minnist frá

mínum ungu døgum.

 

Eg fari at spæla harmoniku og snúðra meg runt og snáva

um mínar egnu staraleggir festir

til kroppin sum tannsteytarar í einum kjøtbolla.

 

Og tey ungu fara at fylkjast uttan um meg

og fara at rópa av gleði og fagna mær við lógvabrestum.

 

Og eg fari at spáka gjøgnum landsløg frá mínum fyrrverandi lívi

í høghælaðum skóm og fótsíðum kjóla

og skipa fyri mótmælisgongum fyri flennibítum

og almennum fuglaskrímslum.

 

Og eg fari at savna ølproppar og senda teir til himmals

í smáum ballónum.

 

Men enn nóyðist eg at dubba meg at halda varmanum

og rinda skatt og lata vera við at banna á almennum støðum.

og eg noyðist at bjóða vinum og kenningum til døgurða.

Og eg noyðist at lesa bløðini.

 

Men kanska átti eg at farið og vant meg longu nú,

so at fólk sum kenna meg ikki gerast alt ov skelkað og ovfarin,

tá ið eg brádliga verði eldri og fari at

ganga í leðurklæðum.

 

 

Olaf Johannessen heldur áfram sína sjónleikaraligu sigursferð

Ummælararnir eru eitt sindur ymiskir á máli viðvíkjandi leikinum Puntila, sum í løtuni verður framførdur í kongaliga leikhúsinum í Keypmannahavn. Onkur ummæli eru positiv, onnur meira ivasom. Men allir ummælararnir eru samdir um dygdirnar hjá høvuðsleikaranum. Hann er Havnamaður, tað er Olaf Johannessen, sum hevur havt eitt satt sigursár í Danmark í 2015 við fleiri stórum leiklutum, sum hann hevur verið almikið róstur fyri. Í summar fekk hann størstu sjónleikaraviðurkenningina, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri innsatsin í heili trimum leikum Samtale før døden og Mefisto í Betty Nansen Teatret, Heksejag í Det Kongelige Teater. Vit hava eisini sæð hann í sjónvarpsrøðini Broen III. Jakob Steen Olsen fegnast um Puntila, sum fær 5 stjørnur í Berlingske Tidende. Staffan V. Holm leikstjórnar leikin hjá Bertholt Brecht og tað ger hann sera væl sambært Jakob Steen Olsen: “Det er international klasse og en brillant afslutning på en iscenesættelse, der helt forrygende spiller Brecht som begavet farce. Stramt eksekveret i scenograf Bente Lykke Møllers (finske!) kasse af finér, men ligeså sprælsk og modig inden for rammerne, som man kunne ønske sig. Verfremdungsteknikken – Brechts små tricks til at holde tilskueren fra at synke ned i illusionen – udvidet til at omfatte hele forestillingen. Jakob Steen Olsen rósar sjónleikarunum og skrivar síðani: “Og så er har vi gemt det bedste til sidst: Olaf Johannessen i karakterkomisk festhumør som en skarptsleben, uberegnelig Puntila. Når han er fuld: Lutter store armbevægelser og snublende gummiben, men også vitalt vindende bag butterflyen. Når han er ædru: Iskold, snerrende magtbrynde. En imponerende præstation. Hvem havde i det hele taget troet, der var så meget skæg og svie i stivstikkeren Brecht, i hvert fald, når Holm byder op til en formidabel finsk tango? Skål for det. Og resten i såret.” Klaus Rothstein fer heilt upp frá í sinum ummæli, hann skrivar: “Sjældent, måske aldrig, har jeg set så blæret en præstation på en dansk scene, som den Olaf Johannessen viser som den fordrukne storbonde Puntila. Han er forestillingens helt dominerende attraktion. Men også dens (lille) problem, fordi Lars Ranthe, der har den næststørste rolle som Matti, Puntilas chauffør og måske kommende svigersøn, kun i en enkelt scene får mulighed for at folde sit talent ud, men ellers bare blegner i et selskab, som det er fuldkommen umuligt at leve op til. Det var ikke noget tilfælde, at kollegerne gav Olaf Johannessen et puf fremad under publikums stående klapsalver...”. Yvirskriftin á ummælinum í Jyllands-Posten sigur alt, hon ljóðar soleiðis: “Olaf Johannessens aften”. Jonas Gudmand skrivar á Ungt Teaterblod, at høvuðsleikluturin hjá Olaf Johannessen er nakað av tí mest sannførandi, hann hevur upplivað. Mona Dithmer gevur leikinum fýra stjørnur í Politiken og skrivar: “Det er en mesterlig balancegang, sådan som denne Puntila ikke alene kan styre sine fordrukne fødders faretruende dans hen over gulvet med en søvngængers sikkerhed, men snart være menneskesårbar med våde hundeøjne for så efter bare to kopper kaffe at bide fra sig som brutal schæferchef. Det er Johannessen, der sikrer intensiteten, når den ellers skarpe og hammerpræcise instruktør Staffan Valdemar Holm lader sig gribe for meget af rusen, glemmer farcen og lader malkepiger og godtfolk køre tomgang. Men Holm har som altid et stærkt greb om dramaet som helhed – her løfter forestillingen sig tårnhøjt over dansk normalstandard..”.

Hjartaliga til lukku, Olaf Johannessen, vit eru errin av tær. 

Rúni Weihe gevur út sína fyrstu bók

Í morgin, leygardagin 5.des. kemur fyrsta skaldsøgan hjá Rúna Weihe, Mursejler á forlagnum ARKIV FOR DETALJER. Skaldsøgan er á donskum, og snýr seg um ein ungan mann, sum er farin uttanlands fyri at finna sær frið. Eins og feigdarsveimarin, fuglurin, sum bókin eitur eftir, hevur høvuðspersónurin ilt við at finna sær fótafesti í tilveruni. Á einari oyggj fylgja vit hansara fábroytta gerandisdegi í einsemi, alt meðan hann roynir at gloyma sína fortíð.

Rúni Weihe er úr Hósvík, hann er 30 ár, útbúgvin arkitektur og býr í Keypmannahavn. Hann var við á yrkingatiltakinum á G!Festivalinum í summar, tá hann las nakrar áhugaverdar yrkingar. Tað skiltist, at hann er í gongd við at skriva eitt yrkingarsavn, sum fer at koma út. Í stórari samrøðu í Information í dag sigur høvundurin, at nýggja skaldsøgan er sera sorgblíð. Bókin verður ummælt í einari komandi Dimmalætting. Móttøka verður í sambandi við útgávuna í Nørrebro Bøger leygardagin klokkan 16.

Brot úr Mursejler:

“Han hældte hamsteren ud på værkstedsbænken, tog om den våde og varme krop og kastede den med al sin magt ned i betongulvet. Sammenstødet var lydløst, men hamsteren døde ikke. Benene vred sig og snuden gispede og gav en pibende lyd fra sig som et punkteret cykeldæk. Han samlede den op og kastede den mod gulvet én gang til. Lydene holdt op, men den bevægede sig stadig. Måske var det nerverne. Så han gjorde det igen en sidste gang. Hans hænder var klamme. Af blod og acetone og små hår fra pelsen, som acetonen måtte have løsnet.”

 

 

Tóroddur Poulsen fær góð donsk ummæli

Tóroddur Poulsen hevur havt eitt gott ár í øllum førum ummælisliga síðani bókin Himlen har stjålet mine farver kom í mars, Politisk Revy gav út. Bókin er róst í nógvum tíðarritum, bløðum og í einari útvarpssending. Himlen har stjålet mine farver er eitt savn av yrkingum frá 2003-2013, sum ikki eru útgivnar á donskum áður. Tað er Tóroddur sjálvur, sum hevur ymyrkt til danskt. Hann sigur, at hann skilir væl vaksandi talið av føroyskum høvundum, sum skrivar á donskum og at hann til tíðir kundi hugsað sær at gjørt tað sama.

Her eru leinki til nøkur ummæli:

Daman í galla og fjong!

 

Annika Hoydal var í essinum og hóskandi fagnað av fólkamongdini, sum hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið síðsta sunnudag til hennara 70 ára føðingardagskonsert Endurljós.

Stóra høllin var fullsett av spentum áhoyrarum, sum byrjaðu at klappa alt fyri eitt, tá høvuðspersónurin saman við tónleikarunum trein fram á pallin. Uttan nakað uttanumtos byrjaði konsertin við vakra, longsulsfulla lagnum Mítt minsta land, sum ljómaði sorgblítt gjøgnum salin. Annars kann mann ikki beinleiðis pástanda, at konsertin var heilt orðaleys. Tí millum teir tilsamans tíggju sangirnar vóru fleiri ferðir tíggju minuttirs frágreiðingar, har vit fingu høvið at hitta sjónleikara- og mentanarmiðlarasíðuna av høvuðspersóninum, og sjálvt um Annika Hoydal er stuttlig og dugir sera væl at herma og greiða frá, so vóru fleiri av søgunum tær somu, sum hon hevur sagt frá áður eitt nú í útvarpinum, og tá gjørdist tað eitt lítið sindur drúgt við øllum staklutunum í frásøgnini, men tað var mest í fyrstani, at eg var ótolin. Seinni gjørdist greitt, at her var ein týðiligur reyður tráður millum tað talaða og tónleikin, og at henda konsertin ikki var nakað, sum bara skuldi fáast frá hondini. Her var okkurt meira álvarsligt, sum leikaði á hjá listakvinnuni og sum hon bar fram við stórari orku í ein tíma og trý korter.

Innilig tøkk

Ein partur av teirri talaðu framførsluni snúði seg í grundini um at fáa onnur fólk fram í ljósið. Tað tykist sum er takkarkenslan innilig hjá gávumildu songkvinnuni, ið legði dent á allar partar av framførsluni, sjálvt ljóðmaðurin, Theodor Kapnas og fyriskiparin Sigvør Laksá fingu hvør sína løtu fyri almannaeygum. Annika Hoydal hevur í mong ár framført saman við einum bólki av tónleikarum, sum er mannaður av tí durkdrivna og musikalska Jógvani Dahl, ið eisini var partur av Harkaliðnum í síni tíð og dugnaligu tónleikarunum Eyðuni Mohr Hansen og Kaj Johannesen. Síðstnevndi var ikki við á konsertini, men bæði hann og Jón Mc Birnie fingu takkarorð við á vegnum. Bólkurin var sjáldsama blandaður – aldursliga er langt millum 70 ár og so tey 19 ungu árini, sum er aldurin hjá klaverleikaranum, Kristian Pauli Ellefsen. Aftrat honum spældu tann somuleiðis dugnaliga Angelika Nielsen á violin og teir eftirhondini omnipresentu og garvaðu tónleikararnir, bassspælarin Torleik Mortensen og trummuleikarin Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Annika Hoydal greiddi frá samstarvinum við bróðurin Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað tekstirnar. Hetta hevur serstakliga stóran týdning fyri Anniku Hoydal, at hon hevur kunnað greitt beiggja sínum frá ymiskum hugskotum, sum hann síðani hevur loftað og umbroytt til poesi og góðar sangir sum Morgun, Dulcinea, Kroppur og tann stuttliga sangin um teir gráu frensarnar.

Snigilin

Sangurin um tann varliga snigilin og hansara langsamiligu ferð út í ta vandamiklu tilveruna var eitt hæddarpunkt á konsertini, sum vísti hvussu sterk songkvinna, Annika Hoydal er og hvussu væl hon er fyri. Ein ómetaliga vøkur gásarholdselvandi ballada, sum varð borin fram við yndisligum klaverundirspæli og púrt ongum øðrum. Eisini Aldan var framúrskarandi, framførd sum bara Annika Hoydal dugir at framføra sín egna sang við inniligum musikaliteti og dramatiskum ansi, og við eini sera klæðiligari og meira seigligari rútmu enn vit hava verið von at hoyra í hesum sanginum.

Ein diva

-Her stendur mann sum ein gomul skrinda, staðfesti tann flotta divain av pallinum við djúpari rødd og eyðkendari sjálvspei, og frá hesi eitt sindur skemtiligu staðfesting tók framførslan eina sneiðing frá at snúgva seg um tíð yvir móti onkrum meira álvarsligum og vandamiklum, sum fá hava hug at hugsa serliga nógv um, kanska serliga tá vit koma høgt upp í árini. Men tað er eyðkent fyri Anniku Hoydal, at hon júst á einari tílíkari 70 ára føðingardagsframførslu hevur dirvi at taka deyðan upp sum eitt høvuðstema. Hon endurgav nøkur brot úr tekstum hjá Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, sum øll snúðu seg um deyðan sum lívstreyt og vakri, kosmiskt snaraði hugburðurin til deyðan hjá teimum báðum vinmonnunum, sum eg sjálvsagt havi lisið í Det dyrebare liv og í øðrum tekstum, og sum eg eisini havi hoyrt Anniku bera fram áður, var onkursvegna rørandi og óvæntaður at uppliva á einari tílíkari konsertframførslu. Lívið er deyðans geniala relieff, og so leingi tað varar, er tilveran eitt undur. Framførslan av teirri ikki heilt einføldu kompositiónini Lívið! Dýra undur, sum Sunleif Rasmussen hevur lagt til rættis, var hugtakandi eins og ein kaleidoskopisk tónleikalig takkarbøn við sínum óendaligu røðum av endurtøkum.

Lívsgleði

Og so. Uttan nakran serliga millumforkláring trivu tey á pallinum í eina orkumikla versión av Ólavi Riddararós og Í dans hjá Harkaliðnum. Flagtekjan mundi lyfta seg eitt fitt petti oman av Norðurlandahúsinum av teimum øgiligu lógvabrestunum og trampinum í salinum. Eg hugsi, at stóri eldhugin eisini hekk saman við eini ótilvitaðari eydnu yvir lívið, at vera til, nakað á sama hátt sum inniliga eydnukenslan, tú brádliga kanst uppliva av einari góðari  smákøku til eitt ervi, og í so máta má sigast, at framførslan í Norðurlandahúsinum var serstakliga væl leikstjórnað frá byrjan til enda. Ein framførsla, sum ikki var ein endurtøka av plátuútgávuni Endurljós, men sum vísti okkum tær mongu fasettirnar hjá listakvinnuni, sangarinnuni, sjónleikaranum og tónaskaldinum Anniku Hoydal. 

 


Yrkinga- og máltankar

 

Tað krevur eitt ávíst mát av sjálvsáliti at stilla seg upp at lesa yrkingar. Eisini tá tað snýr seg um týddar yrkingar. Her eru nakrar hugleiðingar, eg havi gjørt mær í sambandi við at týða eitt úrval av yrkingum.

Bókadagar 2015 gloymi eg ikki í bræði. Og tað er ikki bert orsakað av teimum annars útmerkaðu framløgunum, upplestrinum og áhugaverdu pallborðunum og teimum mongu og nýggju bókunum, sum har vóru at síggja, nei, orsøkin er eitt sindur meira persónlig, sum hon jú ofta er. Tað snýr seg um eina nýggja bók, sum eg fekk í hondina síðsta fríggjadag, tað var dagin áðrenn bókadagsleygarkvøldið, tá eg las upp úr henni á fína, reyða pallinum í prentsmiðjuni hjá Føroyaprenti. Hendan bókin er ikki serliga stór í vavi, hon er snotilig, permuna hevur yrkjarin, Claus Carstensen sjálvur gjørt. Tað er eitt svart og reytt steinprent, sum ikki sær serliga vandamikið út, sæð burtur frá goyggjandi hundinum, sum tykist vera á veg út úr permuni. Og sirka soleiðis føldi yvirritaða seg eisini á veg upp á pallin at lesa, sum var eg á veg út úr mínum egna skinni. Eg havi ofta upptraðkað og lisið upp, men onkursvegna er stórur munur á at umrøða listina og so at vera tann, sum ber listina fram. Hevur mann yvirhøvur uppiborið slíkt sum gemenur týðari?

 

Gávaðir týðarar

Tað er ikki tað; eg hámeti týðarar, hesi málsliga gávaðu fólkini, sum púra ósjálvsøkið tíma at brúka oseanir av tíð uppá elasmá brigdi í týdningunum av orðum í søgum og yrkingum hjá øðrum høvundum. Týðing verður mangan hildin at vera ein torskild uppgáva, sum bert persónar við miklum aga, eyðmýkt og toli megna at loysa. Soleiðis eri eg yvirhøvur ikki sjálv, og tí eri eg satt at siga eisini bilsin, at eg yvirhøvur kundi finna uppá at fara í gongd við at týða eitt úrval av yrkingum. Men høvuðsorsøkin til, at eg havi týtt yrkingarnar hjá Claus Carstensen er sjálvandi tann heilt einfalda, at mær dámar hesar yrkingarnar. Tað byrjaði eitt sindur tilvildarliga í sambandi við teigin, Vikuyrkingin her í Dimmalætting. Eg hevði valt eina av yrkingunum í savninum Terr 1 hjá danska yrkjaranum Claus Carstensen, sum hann hevði ognað Kára á Rógvi sála, og tá talan jú er um eitt føroyskt blað, varð neyðugt at týða yrkingina, eg haldi tað var hetta, sum gjørdi, at eg fór í holtur við at lesa øll yrkingarsøvnini hjá Claus Carstensen og meðan eg havi gjørt hetta er hugskotið komið so líðandi, at royna at týða eitt úrval. Eg visti væl, at yrkjarin, Claus Carstensen var áhugaður í at verða týddur til føroyskt og eg visti somuleiðis, at Jon Hestoy ikki var heilt óáhugaður í at prenta og geva út eitt tílíkt savn. Eg valdi 37 yrkingar, sum spenna yvir fjøruti ár, tann fyrsta kom í 1975, tann yngsta var í nýggjasta savninum frá í ár. Fjøruti ár eru sum kunnugt ikki fjøruti dagar, men týðingararbeiðið gekk skjótt og hugaliga fyri seg, eg ivist í um tað vardi nógv meira enn fjøruti dagar, men eftir hetta hava fólk hjálpt mær við málsligum ivamálum. Yrkingarnar eru sera ymiskar. Onkrar eru sera torskildar, meðan aðrar eru lættari at skilja, men yvirhøvur verður ritverkið hjá Claus Carstensen hildið at vera lutfalsliga smalt. Tað er eitt sindur stuttligt, haldi eg, at hesin sokallaði smali yrkjarin hevur heilar tveir føroyskar týðarar, Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt nakrar yrkingar hjá Claus Carstensen, sum stóðu í bókmentatíðarritinum. Vencil. Claus Carstensen hevur ongantíð passað ordiligatil tær vanligu bólkingarnar av donskum yrkjarum. Samanborið við javngamlar yrkjarar so sum Søren Ulrik Thomsen, sæst stórur munur í mátanum, teir yrkja. Í einum ummæli á heimasíðuni Kulturkapellet.dk stendur: “Bókmentasøguliga ber til at siga, at Claus Carstensen bæði kom ov seint og ov tíðliga til tann ekspansiva, sjangrusprongjandi lyrikkin í ávikavíst 1960´unum og 1990´unum. Og bera vit Carstensen saman við javngamlar yrkjarar sum Søren Ulrik Thomsen og Pia Tafdrup, sæst týðiliga hvussu Carstensen skilir seg frá symbolistiska sentrallyrikkinum í 1980´unum...”.

 

Yrkingar við fleiri løgum

Eg haldi, at yrkingarnar hjá Claus Carstensen líkjast hansara myndum. Talan er um eitt sofistikerað dupult eygnabrá og eitt víðkað ekfrasuhugtak, sum kemur fyri í fleiri av hansara verkum, har myndir og yrkingar viðmerkja hvørja aðra, og áskoðanir verða lyftar upp á listástøðiligt ella tilveruligt støði. Tað er eins og eitt triðja rúm letur seg upp millum orða- og myndaliðir í myndum og yrkingum hjá Claus Carstensen. Tað er ikki vist, at lesarin ella áskoðarin skilir allar liðir ella hvørja tilsiping í verkunum, men tað ger einki. Listamaðurin er sjálvur sera tilvitaður um tey nógvu løgini og trupulleikarnar við at fáa alt við og ágóðan, sum móttakarin fær burtur úr teimum fjølbroyttu asossiatiónsmøguleikunum.Yrkingarnar hjá Claus Carstensen tykjast í sjáldsaman mun merktar av hansara egna persóni, hansara sorgblídni og skemti, sum vit alla tíðina hóma gjøgnum víðfevnda netið av skrásetingum og viðmerkingum til ymiskt í gerandisdegnum og smáar hendingar, sum allar føra okkum eitt stig longur móti tí undirgangi og deyða, sum ikki slepst undan. Og sjálvt um tað til tíðir verður gjørt á ein næstan demonstrativt ósentimentalan hátt, er tað rørandi at fylgja neyvu lýsingunum av likamsins líðandi, natúrligu niðurbróting og brotnum tonnum. Hetta snýr seg í ógvuliga stóran mun um deyðan. At skriva ella at skapa er tað einasta, sum í stuttum løtum gevur eina kenslu av tamarhaldi í mun til ta líðandi deyðaprosessina.

 

Danskt viknar í Føroyum

Har er okkurt um somu tíð tilveruliga upprunakent og stórbært yvir yrkingunum hjá Claus Carstensen, sum ger, at tað følist upplagt at umseta tær til føroyskt. Í dag er føroyskt høvuðsmálið hjá umleið 48.000 íbúgvum í Føroyum. Vit tosa føroyskt, men skilja tó danskt, sum eisini er alment mál í Føroyum, tað gongur tó afturá við danska málinum. At nakar kann fegnast um hetta er mær óskiljandi. Síðsta bakkastið kom við nýggju miðnámsskúlaskipanini, har danskt var broytt frá at vera kravt til at vera vallærugrein. Av tí, at nógv av teimum ungu ímynda sær, at tey skulu víðari út í heimin enn til Danmarkar at útbúgva seg, tykist danskt ikki hava týdning. Tey velja sær okkurt meira spennandi enn danskt, men veruleikin er tann, at nógv tann størsti parturin av føroyska ungdóminum fer niður at lesa og hví ikki tað? Universitetsstøðið er gott í Danmark. Eg haldi meg tó vita, at tey flestu enn duga danskt í Føroyum og tað er ikki so galið fyri ein týðara at vita sær, at flestu lesararnir av týddu yrkingunum eisini megna at lesa tær á upprunamálinum, tí tær standa prentaðar beint við síðuna av týddu yrkingunum. Eg ivist í um eg fari at týða yrkingar aftur, men eri í grundini takksom fyri royndirnar, sum eg fekk av eiggiligu yrkingunum hjá Claus Carstensen

 

Claus Carstensen Blindvunnir dagar –Yrkingar 1975-2015

 

 

 

tað er tann

trýogtjúgindiítólvtatveytúsundogseks.

sólstøður og dustregn.

á veg niðan gjøgnum Svøríki

í skýmingarløtuni.

á veg inn í hálvalýsið

við teimum naknu, svørtu greinunum

móti tí myrkasta, tokuta gráa,

langt inni í skógini

brýtur ein ugla

brádliga

ljóskeyluna frá bilinum ...

longur inn í myrkrið

longur inn í mjørkan

longur inn í einki

longur

og

longur

inn

 

----------------------------------------------

 

ein dupultmynd av einum drongi

sum hevur hongt seg í einum træi í einum blaðleysum skógi við

svørtum greinum á hvítum botni og millum kropparnar eitt

andlit av onkrum sum má vera tað ónda sjálvt

eitt andlit sum er skapað av samantvinnaðum

kroppum ið naknir spegla sær í eyganum hjá tí ónda

you ain’t gonna hang no dead pig on me

tykist tað siga í hesi hálvalýsingini

har skuggamálaríið, mótljósið,

tað svarta móti tí hvíta og

heinging,

tyngdarmegi,

deyði og

fall

skapa einføld viðurskifti av ljósi og rúmi

við tilveruligum og politiskum undirtónum

ið tykjast interpolera við yrkingini

og tí veruliga

veruliga

 

 

-------------------------

 

bakbundin í blóðinum/

bláreyðir nelikar og hvítar rósur

bera boð um eitt málleyst miskunnarloysi/

við gleivandi ørmum og beinum

á einum skarlaksreyðum silkilaki/

hundurin goyr uppøstur/

syngja likkur syngja gentur/

syngja likkur syngja gentur/

so er aftur heilt stilt/

silvurreyðir laksar