Veitslukent G við stórum V

G-festivalurin er ein ordans tónleikaveitsla við líka stórum V sum G. Í løtum tóktust tónleikurin at kalla sekunderur í mun til tað sosiala – til veitsluna.  Tá mann hevur notið blíðskapin til eina tílíka góða veitslu, kann tað tykjast heldur smáligt at koma afturumaftur, men ljóðtrupulleikarnar kundi eg gott verið fyriuttan á G 2015.

 

Náttúran hevur stóran týdning fyri G-festivalin. Eg havi ikki verið í Syðrugøtu síðan síðsta festival, og fyrstu minuttirnir ganga við at fata stórsligna landslagið, grasgrønu fjøllini og málandi útsýnið út á vágna við bátum, sluppum og fegnum fólkum, sum svimja á sjónum. Umhvørvið er heilt ómetaliga vakurt. Eg valdi mær leygardagin til G-festival og flóðin fríggjakvøldið serveraði mær onkrar eyka musikalskar møguleikar. Orsakað av broytingum í skránni bar til at hoyra bæði Eivør og Teitur, sum eru millum míni yndislistafólk. Men fyri meg og fleiri onnur byrjaði festival-leygardagurin bókmentaliga við einum tiltaki, sum forlagið Eksil hevði í Tøting. Eg haldi sum heild, at tað er gleðiligt við tílíkari listarligari rúmligheit, at pláss er fyri aðrari list enn fyri tónleikinum á einum tílíkum festivali. Har var sjónleikur og filmur og ein alternativur pallur, umframt bókmentatiltakið. Bókmentatiltakið byrjaði í Tøting við, at Vónbjørt Vang beyð vælkomin vegna forlagið Eksil, og greiddi frá hvat skuldi henda á tiltakinum. Skal eg vera heilt erlig, hevur mær altíð dámt betur at lesa yrkingar enn at hoyra tær lisnar, men tílík poesi-tiltøk hava sínar sosialu heimildir. Tað er stuttligt og áhugavert at koma saman við øðrum við sama áhuga.

Fyrsti upplesari var Eleanore Livingstone, ið er skotskur yrkjari, ummælari og ritstjóri. Harumframt er hon forkvinna fyri altjóða poesifestivalin StAnza – Scotlands International Poetry Festival, ið verður hildin í St. Andrews í Skotlandi á hvørjum ári. Eleanor Livingstone hevur givið út bøkurnar Even the Sea (Red Squirrel Press, 2010), sum hon var innstillað til London New Poetry award fyri. Tað er áhugavert at lurta, tá tú ikki kennir ein yrkjara frammanundan, men ikki bara sum at siga tað at minnast tað tilfar, mann bert hevur hoyrt eina ferð. Eg minnist best ta síðstu yrkingina, sum hon las, sum snúði seg um síðsta kongin í Fife, ein hetjulig huglagsmynd úr fyrndini við tjóðskaparligum tóna.

 

Náttúra og Konsept 

Danski yrkjarin Sebastian Cordes gav fyri fimm árum síðan út dokumentarfilmin Life and Times of Don Rosa. Ungi maðurin var eitt sindur óupplagdur, segði seg hava  timburmenn, men hann las allíkavæl onkra yrking úr savninum, En endnu uvidendes dagbog, sum hann debuteraði við í 2013. Síðani løgdu Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen fram teirra felags verkætlan, sonevnda konseptyrking og konseptlist kallað Desembermorgun, sum tekur støði í mánaðinum desember. Náttúran tykist hava fingið eina endurreisn í føroyskari poesi. Kim Simonsen las upp meðan Jóhan Martin Christiansen sýndi fram film við kavaflykrum. Savnið, ið er partvíst skrivað í Føroyum og uttanlands kemur út á Mentunargrunni Studentafelagsins í heyst. Havboturin og sandurin/ har livandi tarin,/ flytir seg í slow-motion,/ aftur og fram sum sveiggjaði hann í vindi,/ bíðar eftir fyrsta morgninum við svartakálk./ Náttarfrost sum skal leggja seg rundan um røturnar á trøðunum,/ krúpa eftir bulinum,/ sum eitt menniska,/ ið reisir seg aftur aftaná fallið./ Frostið skal glasera greinar./ Tey fáu bløðini sum eru eftir/ skulu detta tung til jarðar,/ meðan vindurin skræðir í takrennur./ (Kim Simonsen).

 

Lítið skump við stórum árini

Næsta innslag var somuleiðis áhugavert - tað var ein yrking hjá Jóhan Martin Christiansen, sum varð lisin upp á føroyskum samstundis sum hon kundi lesast á enskum á einari mynd, sum varð varpað upp á veggin. Myndin ímyndaði Nólsoynna, men við løgnum perspektivi sum tá eitt barn tekur myndir og uttan at vita tað klippur tað ovasta ella tað niðasta av myndevninum av. Tað er øðrvísi tilvitað, tá tað er Jóhan Martin Christiansen, sum avger perspektivið, og árinið av hesum lítla skumpinum í mun til okkara vanliga útsýni var poetiskt og rørandi saman við yrkingini. Jóhan Martin Christiansen er kanska meira kendur sum myndlistafólk. Herfyri hevði hann framsýningina DRESS í Steinprenti.

 

Kvinnulív

Steðgurin fór við at standa í bíðiraði til wc og síðan kom Sissal Kampmann framat mikrofonini. Hennara fyrsta savn kom í 2011 Sissal Kampmann, er føroyskur yrkjari, ið hevur útgivið fýra yrkingasøvn síðani 2011. Í 2012 fekk hon Debutantvirðisløn Klaus Rifbjergs frá Danska Akademinum. Hennara yrkingar lýsa kvinnulív, onkrastaðni hóma vit ræðuliga øði sum frá eini Penthesileu í hevndarhuga, men ritverkið fevnir breiðari um menniskjalívið við tilveruligum hugsanum um deyðan, um svik og um tíðina sum tilveruliga grundtreyt. Anatomiski, biologiski kroppurin er við, men tað er  heilin, tilvitskan við sínum upplivingum og minnum, sum stýrir øllum, eisini ymiskum veruligum og óveruligum  rúmum úr gerandisdegnum, úr minnunum og úr dreymum og dulviti. Fyrst og fremst er talan um nakrar suverenar og sofistikeraðar, poetiskar orðingar, sum vóru góðar at hoyra leygardagin á G.

 Rátt sandpappír

Tekstirnir hjá Daniellu Andreasen eru á leið líka sofistikeraðir sum sandpappír. Setningarnir hjá henni eru eins og náðileysir smáir pílar, sum raka tann mest harðmøraða lurtaran beint í hjartað. Søgan um lítla barnið og óttafulla morguntúrin gjøgnum eitt brennivínsrakt heim við tómum fløskum, fullum øskubikarum og spýggj, er alt annað enn fjálg. Barnaperspektivið minnir meg um okkurt, sum danski høvundurin, Vita Andersen skrivaði í sjeytiárunum, men so leingi sum tilveran tíggjar sær so sosialrealistisk sum hon nú einaferð ger, blíva tílíkar bókmentir við at vera serstakliga viðkomandi. Upplesturin hjá Rúna Weihe var óvæntaður á ymiskan hátt, fyri tað fyrsta, tí hann las upp á donskum og fyri tað næsta, tí yrkingarnar vóru rættiliga áhugaverdar. Rúni Weihe er arkitektur í Keypmannahavn, hann útgevir skaldsøguna Mursejler í september, og arbeiðir uppá sítt fyrsta yrkingasavn, ið vónandi kemur út skjótt. Rúni Weihe skrivar á donskum, tí hann hevur búð nógv niðri, men hann tosar føroyskt og dugir at skriva á føroyskum, so hvør veit hvat spennandi kann spyrjast burturúr: Jeg koger mine æg/ et efter et/ indtil bakken er tom/ for lydens skyld/ som en nykogt elkedel/ alt vand fordampet/ for duftens skyld/ så tørt/ jeg gider ik knep nu/ kan du ik se opvasken/ (Rúni Weihe).

Foto: Finnur Justinussen

Eivør

Úr Tøting fór leiðin oman á tað festliga festivaløkið. Eg hoyrdi partar av fleiri konsertum, men miðsavnaði meg serliga um tríggjar framførslur, fyrst var tað konsertin hjá Eivør Pálsdóttir á sandinum, sum eg hevði glett meg til. Og tað hevði eg eisini alla orsøk til, eg havi eftirhondini upplivað hana á fleiri konsertum og framførslum annars. Eivør Pálsdóttir er eitt heilt serligt norðurlendskt sangfyribrigdi, tað er líka við, at mann minnist fyrstu ferð mann hoyrdi hana, men hon er nógv meira enn bara ein vøkur ung kvinna við góðari sangrødd. Hon er ein framúrskarandi sangskrivari, hetta prógva ikki minst hennara seinastu útgávur, sum eisini vórðu væl umboðaðar á konsertini. Hon sang bæði meistaraliga og kristalreint eitt nú sangir sum Bridges og Boxes, men upplivingin, sum eg hevði glett meg til, at standa á sandinum í Syðrugøtu og verða yvirfloymd av svalliga tónleikastreyminum frá Eivør og hennara framúrskarandi tónleikarum, kom ikki. Fyrst var bassurin so mikið hart frá, at hann domineraði ljóðmyndina í óklæðiligan mun. Samanborið við hennara vanligu megi hoyrdist røddin hjá Eivør eins og ein viðfáningur og gittaraljóðið druknaði somuleiðis. Eg stóð á sandinum beint við har sum ljóðtøkningurin helt til, og eg veit ikki hvat feilti. Men aftan á hálvfimta lag fekk eg so ilt í oyruni, at eg ikki tordi at standa har meira. Stødd uppi yvir sandinum helt eg, at ljóðliga javnvágin var heldur frægari. Hounds of love hjá Kate Bush er blivin ein av signatursangunum hjá Eivør og hann var aftur hesa ferð á skrá og væl móttikin av mannamúgvuni. Men í fleiri sangum órógvaðu ýl sum tá mikrofonirnar eru ov hart frá, og tað var ómetaliga spell.

Knút Jarnskor

Teitur

Bíðiraðið til wc við spæliplássið var so langt og drúgt, at Teitur Lassen hevði spælt bæði fyrsta og næsta sangin, tá eg endiliga náddi vegin fram. Men eg hoyrdi, at hann spældi fleiri sangir frá teirri fínu útgávuni, Story Music frá 2013 Eg varð eitt sindur ørkymlað í fyrstani av, at áhoyrararnir rundan um meg tosaðu so hart saman. Tað var sum um vit øll vóru í ball og maðurin, sum kýtti seg á pallinum bara var eitt hugnaligt ljóðspor í okkara veitslu. Men áhoyrararnir vóru sjálvandi meira fokuseraðir longur inni móti pallinum og høvuðspersónurin var greidliga við uppá tað. So við og við fóru fólk at syngja við og eg lat meg yvirtala av góða lagnum og sang so lystiliga við í slagarum sum Havnin er ein lítil bygd og Øll halda eg eri ríkur/ men eg eigi ikki eitt oyra”, Josephine og Louis Louis, og tað gjørdist ein herlig og fjálg konsertuppliving.

 

Mitt í verðini

 Komin oman aftur á sandin varnaðist eg, at vatnstøðan hækkaði javnt og samt, men tað sama gjørdi lagið á vaksandi fólkamongdini á tí alsamt minkandi sandinum í Syðrugøtu. Eisini ljóðgóðskan tók at batna. Mær hevur ongantíð longst eftir farnari tíð og eg havi ongantíð hildið fortíðina verið betur enn nútíðina. Tí eri eg eisini nokk so mistrúgvin, tá eitt orkestur skal spæla, sum eg seinast hoyrdi í 1994 á Roskilde, tað var forrestin á sjálvum degnum, tá sangarin í bólkinum fyllti 20 ár. Talan er sjálvandi um danska bólkin Dizzy miss Lizzy við Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis, sum tíbetur vilja annað og meira enn at lena seg aftur á gomul brøgd. Bólkurin var ein tann best dámdi og mest seljandi donsku tónleikabólkunum í hálvfemsunum og á konsertini fingu vit eisini tey flestu av gomlu hittunum Love is a losers game, 11.07, Waterline og Silverflame serverað við sannføring, men teir spældu eisini nýggj løg og alt var merkt av góðum tónleikaligum førleikum, dynamikki og orku. Ljóðjavnvágin var nógv betur enn fyrr um kvøldið og hækkandi brimið legði eyka dent á viðspælaraleiklutin hjá teirri undurføgru náttúruni. Eina løtu var tað sum vóru vit øll Lost inside a dream har á sandinum. Jú, bólkurin, sum í síni tíð umboðaði eina Beatlesbleyta, danska versión av grungetónleikinum, spælir serstakliga væl anno 2015. Eingin orsøk til at dvølja við fortíðina, eg gleði meg longu til G 2016. 

Listamannahúsið á Dalatrøðni

 Frá dreymi til veruleika

Í mong ár hava listafólk droymt um ein listafólkabústað í Havn. Myndahøggarin, grafikarin og stjóri Listasavnsins, Janus Kamban, sáli, hevur gjørt henda dreym til veruleika og hósdagin í síðstu viku var høvi á fyrsta sinni hjá almenninginum at síggja Listamannahúsið á Dalatrøðni.

Tað er nevndin í Listafelagnum, sum stendur fyri húsinum og húsaumvælingini og sum bjóðaði til almenna samkomu í húsunum hjá Janusi Kamban. Síðstu ferð, eg var inni har, át eg døgverða saman við listamanninum, sum ikki er til meira. Eg var ongantíð gerandisgestur í hesum húsunum, men tær ferðirnar, eg vitjaði Janus Kamban hava týdning, tí hann hevði stóran týdning. Hann var livandi listasøga. So fyri meg var tað ein rørandi, men góð hátíðarløta at trína inn í  Listamannahúsið á Dalatrøðni.

Røður

Nevndin fyri grunnin, sum altso er tann sama sum nevndin í Listafelagnum hevur brúkt peningin í búnum til at seta húsini í stand soleiðis, at tey nú eru klár at brúka hjá listafólki -  hetta í tráð við tað sum Janus ynskti. Formaður Listafelagsins, Hilmar Høgenni legði fyri við at greiða frá hugskotinum hjá Janusi Kamban og at lesa eitt brot úr bókini hjá Gunnari Hoydal um Janus Kam. Síðani tók Julianna Klett, eksekutor fyri búgvið hjá Janusi Kamban og kassameistari í Listafelagnum yvir og greiddi frá ætlanunum fyri húsið, og at virksemið longu er farið í gongd; eitt listafólk flytur inn í næstum. Hon nevndi, at listafólkini ætlandi skulu bera útreiðslurnar av húsinum, sum eru mettar at vera 4.000 krónur um mánaðan. Tó at hetta fyri summi ikki er nøkur stór upphædd, má miðast eftir at fáa onkran annan enn listafólkini at bera kostnaðin. Hetta kundi verið uppløgd iløga hjá Tórshavnar Kommunu. Eisini hugsi eg, at ein legatskipan skal setast á stovn. Men hetta kann jú koma seinni, nú er húsið í hvussu er veruleiki og tað er í sær sjálvum framúr gott.

Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevði eina sera áhugaverda røðu, har hann hugleiddi um sítt samband við Janus Kamban og tær mongu løturnar í ljósa atelierinum. Hann greiddi eisini frá listini hjá Janusi Kamban, t.d. standmyndum, sum standa inni í atelierinum, m.a. teirri kendu standmyndini, “Drongur tekur seyð” frá 1980. Arkitekturin var eisini til staðar, Palli Gregoriussen greiddi frá um sítt vinarlag og samstarv við Janus og hvussu hann hevði bygd húsini eftir ynskjum listamansins. Listamannahúsið á Dalatrøðni kann gerast okkum øllum ein stórur fongur, tí tað ríkar um møguleikarnar hjá listafólkunum og tað var tað, sum Janus Kamban ynskti. Hann kendi meir enn onnur til teir trupulleikar, sum listafólk kundu uppliva og skrivar soleiðis í sínum testamenti:


”Føroysk myndlist – og føroysk list yvirhøvur – hevur altíð haft áhuga mín: at sæð hana taka seg fram og mennast, og tað, hóast mangan ring líkindi, hevur verið ein fragd. Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið á Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í. Ungum – og eldri – til í avmarkað tíðarskeið (t.d. 3 mánaðir ella upp til 1 ár) at gera eitt ávíst arbeiði. Somuleiðis standa útlendskum listamanni í boði, um tað kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur (í býti), annað hvørt eftir avtalu við útlendskan mentanarstovn ella privat. Somuleiðis, um tað lá fyri annars, kundi ein rithøvundur fingið frið og náðir her yviri til eitt ávíst arbeiði”.

 

  

Arnold Ludvig Sextet í Reinsarínum

Bassúrmælingurin Arnold Ludvig gav í 2013 út fløguna Voyages við Arnold Ludvig Sextet, fríggjakvøldið 7. august klokkan 21 kemur hann í Reinsaríið við hesum framúr vælspælandi bólki at luttaka á Summartónum.

Arnold Ludvig Sextet eru Mariane Bitran (flute), Simon Spang-Hanssen (saxophone), Alain Apaloo (guitar), Marko Martinovic (piano), Niclas Campagnol (drums).

Eystur og vestur í Sirkus

Upplestur í Sirkus

Leygarkvøldið 1. august kl 21 er upplestur í Sirkus við føroyskum og indiskum høvundum. Talan er um føroysku Carl Jóhan Jensen, Sólrun Michelsen, Rúna Weihe og indaran H. S. Shivaprakash.

 
H. S. SHIVAPRAKASH er yrkjari, leikritahøvundur og professari á JNU (Jaharwarlal Neru University). Hann er viðurkent skald og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt listarliga virksemi. Aftrat hesum er hann yogi og lærir frá sær í hesi fleiri túsund ára gomlu indisku vísindini. Tað er í sambandi við eitt yogaskeið, at hann er komin til Føroyar. Formaður rithøvundafelagsins, Ludvík á Brekku sigur hettar vera ein gyltan møguleika at hoyra tann tjóðskaparliga og mentanarliga munin á skaldskapi, tá Vestur møtir Eystri.

Gott og drúgt dragshow

Eg kann ikki siga, at eg sá tað stóra av siðamisbrotum ella sjúkligheitum á dragshowinum, ið varð framført fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Og eg gangi bara út frá, at stóra talið av fólkum, sum útvandraði úr salinum undir framførsluni,var orsakað av møði heldur enn av øði, tí showið vardi góðar 3 tímar. Tað, sum eg sá í gjárkvøldið, vóru nøkur herlig fólk, sum afturvið festliga svingandi tónleiki skemtaðu sær óført við at framføra fyri fegnum áskoðarum, sum í meðal vóru væl yngri enn vit áskoðarar í Norðurlandahúsinum plaga at vera. Tað er kanska eitt sindur turrisligt at staðfesta, men Norðurlandahúsið er altso ein sera  krevjandi pallur, og tað merkist, tá amatørar fara á tann pallin. Tað er ógvuliga sympatiskt, og vit halda við teimum, men tað blívur ov drúgt, ov umstendiligt og fjasut, tó í støðum var dragshowið listarliga áhugavert og so hevur tað sum kunnugt fingið stóran kynspolitiskan týdning. Hattin av fyri Norðurlandahúsinum og leiðara tess, Sif Gunnarsdóttir, at hon tók ímóti showinum og allari Pride-vikuni sum heild við styrki til at standa ímóti Jenisi av Rana, Jógvani av Lakjuni og øðrum drag-forskrektum, fjølbroytnisfornoktandi moralskum uppstødum. Tað vóru tey bæði, Eiler Fagraklett og Sunneva Háberg Eysturstein, sum stóðu fyri at presentera luttakararnar og tað gjørdu tey væl, útklødd sum ávikavíst ljósareyður einhyrningur úr Sodoma og verðinsmaðurin Sunleif úr Gomorra. Fyrsta dragdrottningin, grønlendska Nuka var í grundini rørandi, - Nuka er slóðbrótari fyri Gay Pride í Nuuk, tað er í sær sjálvum eitt bragd., og filmsbrotini úr Grønlandi vóru vøkur, men fyri ein performara, hvørs evni fyrst og fremst ganga út uppá at mima afturvið Beyoncé, var tað innslagið heldur drúgt. Tær báðar íslendsku damurnar vóru herligar, Iwona Kok framførdi eina stuttliga og barmfagra versión av sanginum Trøllabundin hjá Eivør, og Dennis Agerblad Band vóru bæði stuttligir, hugtakandi, rørandi og eisini alt í verðini ov drúgvir. Teir fóru næstan ikki av pallinum aftur og tað var eitt sindur spell, tí eitt meira komprimerað show hevði bæði givið betri listarliga góðsku og fingið meira futt í okkum áskoðarar. Pallurin var einfaldur, effektivur og eyðkendur fyri Dennis Agerblad, tað vóru bara nakrir snórar og kjólar, sum hingu á snórunum. Búnarnir vóru sera originalir og herliga langt úti við stórum týdningi fyri ta ofta absurdu framførsluna. Tá Dennis Agerblad Band var gott, var tað ordiliga gott og fekk meg at hugsa um hvussu stóran týdning málið hevur. Fyrsta og síðsta innslagið hjá bólkinum vóru til dømis á føroyskum. Tað ber jú til, av tí, at Dennis Agerblad er føroyingur, hann var tann dugnaligi miðdepilin í framførsluni, ið byrjaði sum jokaraklæddur marsmaður, og eg haldi, at hann sum heild kundi tosa meira føroyskt á framførsluni í Norðurlandahúsinum. Tí málið hevur sera stóran týdning, tað er umráðandi at fáa føroysk orð inn í málið, sum eitt nú snúgva seg um gender bending - kynssnaring. Tað er áhugavert at eygleiða hvussu øðrvísi ymisk orð ljóða á føroyskum enn á enskum, vit eru nógv meira von við tær ensku og donsku orðingarnar, sum fara framvið, meðan tær føroysku standa stillar og raka, og tað er í grundini ordiliga gott at hoyra ramligt dragføroyskt. Síðsta innslag endaði við einum niðurlagi, har tikið verður upp í saman: ”Mogga Mogga Mogga meg í reyvarholið. Pula Pula Pula meg í høvdið”. Og, nei, tað er ikki øgiliga subtilur lyrikkur, og vinkonan helt, at ”Gilla” eisini var eitt gott orð, tá tað endiliga skal vera, men hetta var jú ein ítøkiliga provokerandi partur av einari stuttligari framførslu, sum í støðum nam tað vulgera, men sum eisini á neyðugan hátt setti fyribrigdið normalitet á breddan. Tað skal vera pláss fyri okkum øllum í samfelagnum og eg haldi, at tað hevur eydnast sera væl hjá LGBT at seta hetta málið á dagsskrá eina heila Pride-viku. Til lukku við tí. Og soleiðis væl og virðiliga upphitað kunnu vit gleða okkum til Pride mánadagin. Síggjast í Gundadali!

 

FRONTAL - fernisering 18.juli 2015

 

Røða: Kinna Poulsen

Myndir: Mikkjal Andersson og Rigmor Dam.

Meðan eg havi gingið hesa vikuna og hongt upp og rokast við framsýningina her, hevur fitt av fólki hugt inn. Steinprent er blivin ein týdningarmikil føroyskur mentanarstovnur og eitt miljø fyri listafólk og listaáhugað. Tey vitjandi hava reagerað sera ymiskt uppá framsýningina, og sjálvandi generaliseri eg eitt sindur, tá eg sigi, at ferðafólkini eru tey, ið hava verið mest bilsin og kløkk av framsýningini, meðan føroyingarnir hava virkað meira forvitnir og áhugaðir. Men hetta kemst sjálvandi eisini av, at tey føroysku vitjandi í nógvum førum eru eitt slag av "homies", sum hava upplivað hópin av teimum tilsamans 53 framsýningunum, sum hava verið her í Steinprenti – henda framsýningin, Summarframsýningin FRONTAL er hin fýroghálvtrýssinstjúgunda her á staðnum.

Hvørki list ella listafatan eru stationer fyribrigdi, tíbetur og tað er ómetaliga spennandi at fylgja við í stóru menningini á økinum. Í hesi menning eru tað listafólkini, sum ganga á odda og vit skulu sum samfelag gera teirra umstøður optimalar so at tey kunnu halda áfram við at ganga fremst.

Men skuldi onkur tykkara verið so heppin á hesari framsýningini at undrast, at ivast, at hugsa “hvat ER hatta fyri nakað?” ella "er hetta list?" um okkurt av verkunum, so er tað jú ikki so galið, tí tað kann vera eitt tekin um heilaaktivitet, um menning og framgongd. Tað haldi eg í hvussu er. Eg havi heilt einfalt valt verk til hesa framsýningina, sum mær dámar og sum eg haldi hava eitt altjóða støði. Støðan er so mikið góð í føroyskari list, at eg fyri tað kundi valt fýra onnur listafólk, sum eisini eru á sama høga støði.

Tey, sum mynda hesa framsýningina eru Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Rannvá Kunoy og Hanni Bjartalíð. Bara Hansina er til staðar  her í dag, hini eru langt av landi skotin, Tóroddur býr í Danmark, Hanni býr í Finnlandi, Rannvá býr í Onglandi og Hansina býr her í Havn.  Listafólkini eru sera ymisk, men formelt kunnu vit siga, at verkini hjá listakvinnunum eru nonfigurativ, meðan menninir arbeiða á øðrvísi hátt við einum slagi av figuratión og við akkumulerandi myndevnum, súkklum, skøltum ella gløsum. Myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru abstraktar við ríkum assosiatiónsmøguleikum. Summi halda hennara myndir vera eitt sindur torførar og afturlætnar, men í veruleikanum eru tær víðopnar fyri teimum assosiatiónum, sum móttakarin leggur niður í tær. Um tit halda, at tann eina myndin minnir um eina portrettmynd av onkrum slag, ja so er tað kanska meiningin hjá listakvinnuni. Tað er bara torført at halda myndevninum føstum, tað flytir seg undan fatanini. Onkur hevur nevnt myndirnar hjá Hansinu Iversen minimalar, kanska í týdninginum, at tað er lítið á løriftinum hjá henni, tað passar ikki heilt Sjónvarpsmaðurin, sum interviewaði meg helt, at myndirnar vóru heilt ómetaliga einfaldar, men í grundini er talan um sera kompleksar samansetingar av rundleittum skapum í alskyns litum. Í nýggjastu prentunum tykist myndarúmið at kalla stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini, men sum allíkavæl javnviga og prógva hvussu framúrskarandi koloristur, Hansina Iversen er.

Eg havi lagt nakrar bøkur í glasmontruna við denti á altjóða tekstir á enskum, donskum og fronskum, men har eru eisini nakrar yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, sum eg haldi undirbyggja og lýsa hugsunarháttin í hansara myndlist. Til dømis ein yrking sum “Hesar Frøknutu Nætur” – bara at finna uppá ein tílíkan setning... Hesar Frøknutu Nætur, har stóri alheimurin og myrka náttin verður umskapað til eina meira yvirskoðiliga frøknuta veru. Umframt trý grafisk høvuðsverk hevur Tóroddur Poulsen eisini 18 vatnlitamyndir við á framsýningini, sum eru dømi um tann einastandandi meldurin av hugskotum, sum hesin listamaðurin hevur, næstan óansæð hvørja listagrein talan er um. Í einari lítlari A4 tekning opinberar seg eitt heilt ríkidømi av hugskotum, sum var talan um eina stóra skaldsøgu, og hetta sama er galdandi fyri hinar akvarellurnar, ið eisini eru um at bresta av hugmyndum og hugsanum.

Sjálvt um myndirnar hjá Hanna Bjartalíð hava okkurt spontant og fittligt yvir sær, er talan um djúptøka list. Hanni Bjartalíð dugir so ómetaliga væl sjálvur at lýsa hvat tað er, sum hann ger listarliga. Eg tosaði við hann í telefon í gjár, eg spurdi um hvat fyri tøkni, hann hevur brúkt í myndunum og hann svaraði, at talan er um eitt slag av bygdum myndum. Og hyggja vit at myndunum, eru tær uppá fleiri mátar bygdar. Ítøkiliga eru byggilutir settar á løriftið, umframt avíspetti osfr. sum í einari kollasju. Men myndevnini sipa eisini til hansara trídimensionella verk. Har eru t.d. fleiri rúm í myndunum og ymisk opilsi, sum vit kunnu kaga inn í.

Við hesari framsýningini fagna listini og listafólkunum og tykkum listaáhugaðu. Vit hava nógv at gleðast um – í gjár læt Listafólkabústaðurin hjá Janusi Kamban upp, hetta kann t.d. gerast ein sannur fongur hjá teimum mongu fínu listafólkunum, sum búgva uttanlands, og harvið kann tað gerast ein fongur hjá okkum øllum, serliga um eitt legat verður stovnað í sambandi við húsið.

Ja, enn er nógv eftir at gera, men ikki í dag. Alt hevur sína stund og í dag er stund at feira. Vit feira summarið, listina, listafólkini og sjálvan listaáhugan, sum er grundleggjandi. Takk fyri hann og gott summar.


  

 

Ólavsøkukabarettin 2015

Halló, kæra harkalið!

Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í endanum av juli.

Henda stutta freist hevur tó havt við sær, at Løgtingið noyðist at koma saman í ótíð fyri at venja fetini til skrúðgonguna á Karlamagnusarbreyt, og at trappan hjá Lenu helst ikki verður liðug til tíðina.

Men fellið ei í fátt! Tí vit vita øll, at hetta eru bara smábagatellir, sum í síðsta enda eru týdningarleysar. Tað er jú bara eitt, sum ein verulig ólavsøka við virðing fyri sær sjálvari ikki kann vera fyri uttan, og tað er – ja, onkur hevur kanska longu lisið yvirskriftina – Ólavsøkukabarettin!

Aftur í ár fær tann vanligi føroyingurin nevniliga høvi at vera vitni til hesa fantastisku siðvenju, sum í mong Harrans ár hevur virkað sum ein samfelagskritisk rødd, og onkuntíð enntá eisini hevur fingið fólk at flent (les: OMG!).

Tað krevur sín mann og umleið annaðhvørt ár kvinnu at standa fyri einari ólavsøkukabarett. Og teir, sum í ár hava átikið sær hesa stóru uppgávu, eru vælkendu, vøkru og royndu leikararnir: Mike, Jákup Wardum, Petur Meinhard Ellebye Andersen og Búi Rouch, við hjálp frá Dáva Djurhuus og Prozac.

Tað kann væl vera, at Visjón 2015 ikki ordiliga bleiv til nakað, og at tað einasta, vit nú hava at síggja fram til, er ein nýggj ístíð. Men tað skal í øllum førum ikki forða okkum í at hátíðarhalda okkara tjóðardag, flenna saman og minnast buldruta árið, ið fór.

Verið øll hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið um ólavsøkuleitið!

 

Við kvøðu,

 

Ólavsøkukabarettin 2015

Det Ferösche Compagnie við nýggjum leiki: Operation Valentine

Føroyski    sjónleikarabólkurin    Det    Ferøsche    Compagnie    (DFC)    fer    í    summar    undir    eina    nýggja  forkunnuga    sjónleika-verkætlan  í  Sjónleikarahúsinum    í    Havn.  

Krígsárini 1940-45 undir lupp.

Allur    heimurin    broyttist    undir    II.    veraldarbardaga    og    okkara    lítlu    oyggjar    í    norðuratlantshavi    sluppu heldur    ikki    óskalaðar.    13.    apríl    í    ár    vóru    75    ár    liðin,    síðani    bretsku    hermenninir    stiðju  fótin á land í Føroyum.    Operation    Valentine,    sum    bretska    hersetingin    kallaðist,    setti    mong,    mong    spor  í føroysku    tilvitskuna    og    samleikan,    bæði    mentanarliga,    hugsjónarliga,    tjóðskaparliga,    kensluliga    og eisini    og    ikki    minst    á    kærleiks-víðvøllinum.   

Ongantíð    áður    hevur    hetta    so    týðandi    tíðarskeið    fingið    leiklistarliga    viðgerð    –    uttan    sjálvsagt skemtiligu    scenurnar    í    Havnarmyndum    í    80’unum    við    Kára    Petersen    sum    herovasta    og    munnu    fleiri  enn    minnast    replikkina    ”Eggs    for    choclate”.    Nú    fer        DFC    at    varpa    ljós    á    Operation    Valentine    og kunnu    vit    longu    byrja    at    gleða    okkum.    DFC    hevur    leitað    sær    heimildafólk,    sum    enn    liva    og    sum    hava greitt    frá    upplivingum    sínum    frá    krígsárunum.    Hesar    samrøður    og    hetta    drúgva    kanningararbeiði hevur    sett    nógvar    nýggjar    spurningar    fram    um    hetta    so    týðandi    tíðarskeið    í    føroyskari    søgu.

Nú    er    bólkurin    farin    inn    í    arbeiðsrúmið    og    sum    altíð    hjá    DFC    verður    arbeitt    við    tilfarinum    í    einum kollektivum    skapanar-anda, har  hvør einstakur lutur, hvørt tað eru tónar, tekstur,    ljós, ljóð, leikur, pallur    fáa    somu    tyngd.    Hesa    ferð    hevur    DFC    fingið    íslendska    leikstjóran    Egill    Pállson    at    seta leikin saman    í    eini    vallaragongd,    har    áskoðarin    fer    eina ógloymandi    ferð    aftur    í    tíð    inn    í    Sjónleikarahúsið í Havn,    sum    nettup    hevði    ein    serstakliga    týðandi    leiklut    í    hesi    herseting. Leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn í døgunum frá 21. august til 6.september 2015. Leikurin hevur 16 ára aldursmark.   

Det Ferösche Compagnie eru Kjartan Hansen, Kristina Sørensen Ougaard, Jens L. Thomsen, Kirsten    Helgadóttir og umframt    Egill    Pállsson er í hesu verkætlan ljóssniðgevin    Sonja    Lea    úr Danmark    við og Gunnvá Zachariasen, sum er samskipari.

 

KONSEPT: YRKING & LIST - Bókmentatiltak á G!

Forlagið Eksil skipar fyri yrkingaupplestri á G! í Tøting leygardagin klokkan 16-17.30.

Við eru yrkjarar frá Skotlandi, Danmark og Føroyum.

Tey sum lesa og upptraðka eru:

 

Eleanor Livingstone (Skotland).

 

Sebastian Cordes (Danmark).

 

Kim Simonsen  & Jóhan Martin Christiansen (Fo).

 

Sissal Kampmann (Fo).

 

Daniella Andreasen (Fo).

 

Rúni Weihe (Fo).

 

Eisini leggja Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen fram savnið og samstarvið innan konseptyrking og konseptlist, Desemburmorgun, ið er eitt savn, sum Kim Simonsen hevur skrivað, savnið tekur støði í mánaðinum desembur. Desemburmorgun er konseptuel yrking, ið verður flutt yvir í náttúruyrking, nakað, ið ikki er heilt vanligt í føroyskum bókmentahøpi.

Savnið er partvíst skrivað í Føroyum og uttanlands. Meðan Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt upprunalist til savnið. Savnið/fjølmiðlaverkið kemur út á Mentunargrunni Studentafelagsins í heyst

 Um høvundarnar:

 Eleanor Livingstone (Skotland) er ein skotskur yrkjari, ritstjóri. Hon er eisini stjóri fyri altjóða poesifestivalin StAnza – Scotlands International Poetry Festival, ið verður hildin árliga í St. Andrews í Skotlandi. Hon hevur útgivið Even the Sea (Red Squirrel Press, 2010), har hon var innstillað til London New Poetry award. Aðrar bøkur hjá henna eru m.a. The Last King of Fife (HappenStance, 2005), A Sampler (HappenStance, 2008) sum ritstjóri Skein of Geese (The Shed Press, 2008) and Migraasje: Versions in Scots and Shetlandic (Stravaigers, 2008).  

Kim Simonsen er yrkjari og granskari, hann er ph.d. í bókmentum og arbeiðir við Universitið í Amsterdam. Hann hevur skrivað fimm bókur og í 2014 vann hann M. A. Jacobsensa Virðisløn fyri fagrar bókmentir fyri. Hann er týddur og er við í antologium á  hálenskum, portugiskiskum, donskum og enskum m.a. Hann  hevur lisið við festivalar í Skotlandi, Makedonia, Danmark, Svøríki, Noreg og í Hollandi.  

Jóhan Martin Christiansen er listafólk, høvundi og yrkjari. Hann er BFA /MFA, Malmö Art_ Academy í Svøríki. Hann hevur haft framsýningar í nógvum londum, seinast í Danmark, Føroyum og í Svøríki. Seinastu útgávur eru m.a.:  DRESS Kinna Poulsen, Maria Bordorff, Jóhan Martin Christiansen & Rannvá Kunoy Documentation of exhibition (DRESS, Steinprent)/self-published artist book & In a Perpetuate Transformation Olga Zolin & Kell Johan Frimor, Printer’s Proof Edition.

Sissal Kampmann, er føroyskur yrkjari, ið hevur útgivið fýra yrkingasøvn síðani 2011. Í 2012 fekk hon Klaus Rifbjergsa Debutantvirðisløn frá Danska Akademinum. Hon hevur útgivið Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini (Forlagið Eksil 2011, Endurtøkur (Forlagið Eksil, 2012), 4D (Forlagið Eksil, 2013), Hyasintið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2014).

Sebastian Cordes (1988) er dani. Hann er BA í heimspeki. Í 2010 gjørdist hann viðurkendur fyri dokumentarfilmin Life and Times of Don Rosa. Hann debuteraði við yrkingasavninum En endnu uvidendes dagbog (Heart Planet 2013).

Daniella Andreasen er føroyskur yrkjari og bloggari. Daniella er kend fyri at hava lagt ógvusligar, ósensureraðar og øðrvisi søgur og yrkingar á sín blogg. Hon hevur eisini lisið upp ymisk støð, m.a. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Fyrsta bókin hjá henni Dilemma útkom í 2011. Í heyst útgevur hon næstu bókina Fragmentir (Forlagið Eksil 2015).

Rúni Weihe er lesandi í keypmannahavn, hann arbeiðir uppá sína fyrstu bók, eitt yrkingasavn sum vónandi kann koma út í heyst.

Summarframsýningin í Steinprenti: FRONTAL

 

-      Ein frammaná av samtíðarlist

Sjálvt um nøkur av verkunum á framsýningini ikki eru heilt spildurnýggj, er FRONTAL eitt gott og fjølbroytt boð uppá hvar føroyska samtíðarlistin er beint her og nú. Framsýningin fevnir um grafikk, akvarell og málarí hjá fýra av okkara sterkastu listafólkum:

Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð og Tóroddur Poulsen mynda ársins summarframsýning í Steinprent við heitinum FRONTAL, sum upprunaliga stavar frá einari grafiskari røð hjá Rannvá Kunoy frá 2009.

Myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru abstraktar við ríkum assosiatiónsmøguleikum. Tann eina myndin á framsýningini kundi verið ein bringumynd av onkrum slag, men tað er torført at halda myndevninum føstum, tað flytir seg undan fatanini. Sum heild er tað ringt at siga nágreiniliga hvat er hvat í hesum myndunum, ið eru bygdar upp av fleiri gjøgnumskygdum litløgum og í summum førum eisini orðum, sum leggja eitt eyka lag av týdningi niður yvir myndina. Somuleiðis er okkurt óítøkiligt yvir myndunum, tað er næstan sum um myndevnið er gandað niður á litografiska steinin uttan nakra beinleiðis kontakt millum listakvinnuna og hennara verk.

Kontaktin millum pensil og lørift ella millum pensil og stein hevur hinvegin avgerandi týdning fyri listina hjá Hansinu Iversen, sum av somu orsøk tykist sansalig við dynamiskum strokum. Í hennara myndum síggjast støðugt meira kompleksar samansetingar av rundleittum skapum í alskyns litum. Í nýggjastu prentunum tykist myndarúmið stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini, men sum allíkavæl javnviga og prógva hvussu framúrskarandi koloristur, Hansina Iversen er.

Vit hava áður bólkað føroyska list sum antin figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, sum í rættiliga stóran mun tykist miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Tað er sum skíggjar Tóroddur Poulsen tílíkar kategoriir. Hansara lýsingar av flúgvandi súkklum og sveimandi víngløsum eru fyrst og fremst hugskotsgrundaðar,  umframt at tær eru poetiskt surrealistiskar. Umframt trý grafisk høvuðsverk hevur Tóroddur Poulsen eisini 18 vatnlitamyndir við á framsýningini, sum eru dømi um tann einastandandi meldurin av hugskotum, sum hesin listamaðurin hevur, næstan óansæð hvørja listagrein talan er um. Í einari lítlari A4 tekning opinberar seg eitt heilt ríkidømi av hugskotum, sum var talan um eina stóra skaldsøgu, og hetta sama er galdandi fyri hinar akvarellurnar, ið eisini eru um at bresta av hugmyndum og hugsanum.

Myndirnar hjá Hanna Bjartalíð hava okkurt spontant yvir sær, tó at málingarnir t.d. ofta eru bygdir upp spakuliga og yvir drúgva tíð. Hann byggir løriftini upp av nógvum løgum av máling, so at tey verða mettað og fáa ein serstakan relieffkendan struktur. Av tí, at myndamálið tykist barnsligt, verða myndirnar ofta hildnar at vera elskuligar og naivar - tað eru tær ikki. Sjálvt um listin hjá Hanna Bjartalíð er tysjandi og spontan, er hon eisini djúptøk. Hansara listarligi framferðarháttur er spælandi og sansaligur, stýrdur av intuitión og eini støðugari tilfarsgransking við denti á sjálva ta listarligu prosessina í so mikið stóran mun, at tað minnir um eitt slag av dekonstruktión.

Summarframsýningin FRONTAL letur upp í Steinprenti fríggjadagin 17.juli klokkan 16.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Afturhvarv í svørtum og hvítum

Bæði viðskiftafólk og starvsfólk hjá politinum í Vágum hava eina forkunnuga uppliving til góðar, um tey vitja í hølunum hjá politinum Vágum í summar. Her hongur ein framsýning við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen. Tað er dóttirin, Halldis Poulsen, fyrisitingarleiðari, ið skipar fyri framsýningini. Fleiri av myndunum vóru í fjør við á einari framsýning í Steinprenti í Havn, ið varð skýrd at vera millum bestu framsýningarnar í kongaríkinum av listaheimasíðuni Kopenhagen. Umframt eyðsædda siðsøguliga virðið, hava fotomyndirnar eisini myndalig fagurfrøðiligt virði, sum gera tær áhugaverdar at hyggja at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss ár eftir, at tær eru tiknar. Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum eru unikkar, av tí at fotografurin sjálvur hevur framkallað tær. Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð saman við konuni, Esther. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men síðani gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, býarløg og um portrettmyndir.


Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál minnir í støðum um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Framsýningin fevnir um 14 fotomyndir og er tann fyrsta, ið verður sýnd í hølum hjá politinum. Øll eru hjartans vælkomin.


Skaldskapur í Sirkus leygarkvøldið!

 

Leygarkvøldið 11. juli skipar Føroya Rithøvundafelag fyri upplestri í Sirkus. Hetta er aðru ferð í ár, at skaldskapur verður at hoyra í hugnaligu hølunum í Vágsbotni.

Rithøvundarnir, sum lesa upp hesaferð, eru Oddfríður Marni Rasmussen, Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang og Daniella Louisa Andreasen.

Formaður Føroya Rithøvundafelags, Ludvík á Brekku, sigur hetta vera eitt heilt serligt høvi at hoyra skaldskap frá útisetum so væl sum her búgvandi rithøvundum alt undir sama taki sama kvøld.

Tiltakið byrjar kl. 21.00 og og er kostnaðarfrítt.

 

Øll eru vælkomin.  

 

Facebook leinkja til tiltakið er niðanfyri.

https://www.facebook.com/events/954386891290597/

Millum málaða flatan og djúpasta sannleikan

 

Peter Doig á Louisiana

Á Listasavninum Louisiana í Humlebæk er í løtuni stór framsýning við málningum og grafikki hjá Peter Doig, sum er ein listarligur tungvektari í samtíðarlistini. Hansara málningur “Swamped” frá 1996 við einari hvítari kano varð seldur í mai í ár fyri 26 milliónir dollarar og tað er rekordprísur fyri ein núlivandi listamann. Sjálvt um stórar peningaupphæddir als ikki veita trygd fyri listarliga góðsku, er talan um eina sera áhugaverda framsýning, sum í heilum fekk meg at hugsa um føroyska list og hví hon er so forfjónað sum hon í grundini er innan heimslistina.

eter Doig er føddur í 1959 í Edinburgh í Skotlandi, men er tjóðskaparliga ein blandingur av ymiskum, tí hann er uppvaksin í Trinidad og frá 1966 hevur hann búð í Canada og síðan hevur hann búð í London og aftur í Trinidad, New York osfr. Men nú eru myndirnar hjá honum altso í Humlebæk og eftirsum tað sigst, at hansara myndir skulu síggjast í veruleikanum heldur enn í bókum og katalogum, var tað við stórum spenningi, at farið var innar í framsýningina. Í fyrsta atliti tykjast málningarnir eitt sindur too much. Teir eru risastórir og so mikið fullir av máling, litum, av málingaløgum og málandi effektum, at teir næstan styggja áskoðaran, sjálvt tómleikin, ið er afturvendandi, tykist fullur av týdningi. Hansara málningar eru á tremur av tilsipingum bæði til modernaðar klassikarar í listasøguni og til poppmentan sum heild. Samanumtikið inniheldur ein einstakur málningur hjá Peter Doig so nógv, at áskoðarin hevur ilt við at yvirskoða ella at fata hann.

Uppruni

Eg haldi, at tann omanfyrinevndi kosmopolitiski blandingurin sæst aftur í landslagspartinum av myndunum, sum í støðum eru Caribiskur við pálmatrøum og turkisbláum himmali, meðan aðrar innihalda ísakøld kavalandsløg. Sjálvur sigur Doig, at tjóðskaparligur uppruni ikki hevur tað stóra at siga fyri hann og tað er áhugavert, tí uppruni er onkursvegna eitt høvuðsevni í hansara list. Hann var longu í 1994 í uppskoti at fáa Turner heiðurslønina, men í breiða almenninginum hevur hann verið kendur síðani miðskeiðis í nullunum, tá hansara verk byrjaðu at verða seld fyri sera høgan prís. Og orsøkin til hetta er sum ikki einaferð, at hann er øðrvísi. At hann málaði og legði dent á ekspressivar, málandi dygdir um ta tíðina, tá heimslistin vendi málarínum baki til frama fyri minimalari list og konseptlist.

Figurativar

Myndirnar eru figurativar og sum so eru tær lættar at lesa myndevnisliga. Málningarnir eru fullir av informatión, men tað, sum tú sum áskoðari skjótt varnast er, at tað er tann vantandi kunningin, sum gerst serliga áhugaverd. Í einari mynd síggja vit ein mann í appilsinreyðari kano, sum hyggur beinleiðis út móti áskoðaranum. Hví ger hann tað? Hvaðani kemur hann? Hvagar fer hann og hví er sjógvurin so løgið málaður næstan á sama hátt sum Paul Cézanne kundi mála himmalin í 1880´unum. Myndin er frá 2001 og eitur “100 years ago (Carrera)” - oyggin aftan fyri er Carrera, fongsulsoyggin í Caribia. Dentur verður lagdur á horisontala bygnaðin við tí heldur langa holubátinum og trimum greitt defineraðum, avlongum bláum flatum, sum mynda málningin. Tríbýtingin av flatuni er ein afturvendandi kompositiónsháttur hjá Doig. Hetta er málarí við denti á mótsetningslitir, blátt og orange og strok, sum undirstrika flatan og samstundis sipa til ymiskar málihættir, sum vit kenna frá listasøguni eins og einsamalla oyggin í bakgrundini beinavegin fær meg at hugsa um deyðaoynna hjá Böcklin. Huglagið tykist dapurt og samstundis er okkurt herliga flipparaligt og sansahvørvandi yvir lýsingini av manninum, sum rekur avstað uttan mál ella mið. Tað kundi verið ein LSD íblást lýsing av einum tónleikara á einum plátuhúsa frá seintrýssunum, sum er settur í eina alt ov langa kano og hetta sama er galdandi fyri nógvar av málningunum, at tær eru settar saman av myndaliðum, sum ikki ordiliga passa saman støddarliga. Í øðrum myndum er bylgjandi konturlinjan brúkt á sama hátt sum Paul Gauguin og Edvard Munch brúktu hana, eg kom eisini í tankar um James Whistler, Edvard Manet, Vincent Van Gogh, Barnett Newman og David Hockney á framsýningini, men allíkavæl er okkurt sera nútíðarligt yvir myndunum hjá Peter Doigt. Tær hava eitthvørt dreymakent yvir sær bæði í tí eitt sindur flótandi máliháttinum, sum hevur ávirkað fleiri samtíðarlistafólk, t.d. John Kørner, men eisini í teimum til tíðir frumkendu myndevnunum av einsamøllum menniskjum og náttúru.

Doig Stag.jpg

Kitsch?

Kitsch er eitt hugtak, ið krevur størsta varsemi m.a. tí tað ikki er einsháttað, men kann broytast alt eftir hvør tað er, sum brúkar tað. Vanliga brúka vit tað um list ella lutir, sum vit halda vera merktir av ringum smakki við skrólandi litum og plattum sentimentaliteti, og eg hugsi, at fotobaseraða og effektfulla málaríið hjá Peter Doig onkuntíð man hava verið hildið at vera eitt sindur kitschkent. Í einari samrøðu við skotska sjónvarpið greiðir hann frá, at eingin vildi hava síni verk hangandi í sama rúmi sum hann á einari bólkaframsýning í nítiárunum. Tað høvdu tey somu listafólkini neyvan havt nakað ímóti í dag. Og sjálvt um eg onkuntíð á framsýningini næstan bleiv illa við av teimum skyggjandi, glampandi og glitrandi effektunum og føldi meg tiknan aftur í tíð inn í eitt hálvfjersarakamar við sólseturstapeti og diskoljósi, var framsýningin til stóran íblástur av tveimum orsøkum ella trimum, tí sjálvandi er Peter Doig ein framúrskarandi málari. Men tað er serliga hansara evni til at fáa fram tað løgna, kensluna av fremmandgerð og av onkrum klombrutum inn í dugnaligt málaðu myndirnar. Eg kom í tankar um Steffan Danielsen fleiri ferðir, serliga í abstraktu viðgerðini av múrum og veggjum sum tað yðir av í myndaheiminum hjá Peter Doig. Eg kom eisini í tankar um Tórodd Poulsen av teimum sjálvstøðugt uppinningarsomu myndevnunum og av samansetingini millum abstraktar og veruleikakendir myndaliðir. Persónslýsingarnar minti meg í stíli um okkara egna eminenta portrettmálara, Tórbjørn Olsen, sum hava ta somu ekspressivu megina. Í tí sera áhugaverda grafiska partinum av stórslignu framsýningini fór eg at hugsa um Marius Olsen, tí fleiri av myndunum høvdu júst sama djúphugsna huglagið, sum minnir um norðurlendska list frá symbolistiska tíðarskeiðnum við dekorativt bylgjandi linjum, men við einum samtíðarligum brá, sum er eitt sindur ringt at lýsa út í æsir. Í grundini haldi eg ikki, at nevndui føroysku listafólkini eru verri fyri enn teirra skotski starvsfelagi, munurin er bara, at síðstnevndi hevur umstøður og netverk til at loypa heilt útí tað, sum ikki eru til í Føroyum. Peter Doig framsýningin er ein bæði hugtakandi, men eisini strævin samtíðarframsýning við nógvum ymishættaðum signalum. Framsýningin er at síggja á Louisiana inntil 16.august í ár.

Forvitnisligt tiltak í Sirkus við tónleiki og skaldskapi

- Í kvøld eru tvey tiltøk á skránni:

Kl 20: Samtíðarklassisk konsert við Jože Kotar (klarinett) og Luca Ferrini (klaver). Teir spæla trý føroysk verk: "Desert Island Music" eftir Teitur Lassen, "Dialogue n. 2" eftir Kristian Blak og frumframførslu av "Oyggjagleiv" eftir Knút Háberg Eysturstein. Konsertin er ókeypis, byrjar stundisliga og er 25 minuttir til longdar.

Kl 21: Rakul Jónheðinsdóttir Tróndheim hevur júst givið yrkingasavnið "Ringrás í mjørka" út og hevur í hesum sambandi útgávutiltak í Sirkus í kvøld. Rakul lesur úr yrkingasavninum, umframt at Óli Olsen og Heðin Ziska Davidsen spæla nøkur løg. Tiltakið byrjar kl 21 og er ókeypis.

Aftaná hesi tvey diskar Anaconda inntil midnátt.

BEINT NÚ! Samrøða við sjónleikaran Olaf Johannesen

 

Sunnukvøldið fekk Olaf Johannesen ta stóru donsku leiklistarvirðislønina, ársins Reumert fyri sín leiklistarliga innsats hetta síðsta árið. Av tí, at hann framum hinar báðar tilnevndu var innstillaður fyri tríggjar leikir ístaðin fyri ein, so tóktist tað sannlíkt, at dómsnevndin fór at útnevna hann sum besta danska sjónleikara. Her er eitt spildurnýtt viðtal við Olaf Johannesen, sum snýr seg um sjónleik, arbeiðshættir og eitt lítið sindur eisini um virðislønir, sum ikki hava tað stóra at týða. Tað er hinvegin listin, ið hevur alt at týða fyri sjónleikaran, sum ikki sigur nei, skuldi hann fingið eitt áhugavert leiklistarligt tilboð úr Føroyum.

Vit hittast ein mikudag í juni á Café Wilder á Christianshavn og mín fyrsti, haldi eg sjálv, rættiliga líkatil spurningur verður møttur av lammandi tøgn. Eg havi møtt honum áður í Rabarbukvarterinum í Havn, haðani hann er ættaður og har eg sjálv búgvi í dag. Hann er sonur Tove Jacobsen, sjónleikara og the grand old man innan føroyska leiklist, Eyðun Johannesen, og bróður Anniku Johannesen, sjónleikara. Kanska er hann mest kendur sum forsætisráðharrin Kristian Kamper í altjóða kendu donsku sjónvarpsrøðini “Forbrydelsen”, men sum sjónleikari hevur hann í serligan mun miðsavnað seg um sjónleik, tí hann er hugtikin av tí intensa og nútíðarliga, sum merkir júst hetta listaslagið. Sum sjónleikari skarar hann serliga framúr í persónsgerðini av truplaðum, ørkymlaðum menniskjum, sum eru stødd í onkrari lívskreppu, og her meistrar Olaf Johannesen serliga dupultleikan millum kalt gløggskygni uttaná við smáum glottum inn í eitt brennandi undirdýpi av ótálmaðum kenslum.

 

Spurningurin, ið varð settur áðrenn tøgnin líkasum steðgaði øllum fyritaksemi á Christianshavn var, hvønn týdning ein Reumert-virðisløn hevur fyri hann sjálvan. Olaf Johannesen setur knyklar í brýr, tey ljósabláu eyguni í væl dæmda andlitinum gerast smøl av konsentratión, men so bítur hann avgjørdur í ein croissant og sigur: - “Eg veit fanin ikki hvat eg skal svara uppá hatta har. Handan virðislønin er nógv hypað, fólk koma til handanina í fínasta stási og showið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum. Jú, jú, tað er helst feitt og fínt fyri fáfongdina. Men heilt erligt, so haldi eg ikki, at virðislønin hevur nakran ítøkiligan týdning fyri meg. Børsen gjørdi eitt viðtal við meg og tann blaðmaðurin legði stóran dent á hetta, at eg ikki eri so kendur millum fólk og eg greiddi honum frá, at hetta er eitt lutfalsliga tilvitað val. Eg eri í grundini ikki áhugaður í at verða avmyndaður millum tey kendu í Billedbladet ella Se og Hør. At vera kendur er eitt tvíeggjað svørð. Á ein hátt kann tað hava við sær, at tú fært fleiri uppgávur. Hinvegin haldi eg, at tað avmarkar sjónleikaran í fatanini hjá áskoðarunum. Um ein sjónleikari er ov kendur, skal hann ella hon í grundini berjast nokk so leingi at koma burtur frá sínum egna kenda privatpersóni, tá hann framførir ein leik.

 

Modus operandi

 

KP: Tá tú fært ein leiklut, hvør er tín arbeiðsháttur? Um vit t.d. taka “Samtale før døden” hjá Adam Price sum dømi – hvussu gert tú ?

 

OJ: Tað gongur øgiliga nógv fyri seg uppi í høvdinum í byrjanini við, at eg leiti fram alt møguligt tilfar - Um vit taka høvuðspersónin í leikinum, Eichmann sum dømi, so lesi eg alt tað, sum eg kann fáa fatur á um tann ávísa søguliga persónin. Og so tosi eg við leikstjóran og rithøvund um persónin og tíðina osfr, so at eg føli meg væl rustaðan, tá vit fara í gongd. Og so fer arbeiðið í gongd og tað er ymiskt alt eftir hvussu leikstjórin er og hvussu arbeitt verður, men í “Samtale før døden” var handritið ikki liðugt, tá vit byrjaðu, leikurin varð liðugt skrivaður meðan vit vandu í fyrstani, so vit sótu nógv rundan um borð og tosaðu um tíðina. Tá tað er sagt, so er talan jú um eitt listaverk. Adam Price hevur ikki skrivað ein søguligan leik, men hann er upptikin av onkrum ávísum, sum hann sær í hansara lívssøgu og brúkar  t.d. okkurt av tí, sum hendi á einum ráðstevnufundi í Wannsee í sambandi við “Endløsung”, endaligu loysnina um at týna allar jødar í Europa. Og meðan vit samskifta, vaksur leikurin spakuliga fram, vit spæla onkra ávísa søgu, royna pallin osfr. Næsta fasa hjá mær er, at alt tað teoretiska verður tveitt burtur, meðan persónurin, eg skal spæla, spakuliga traðkar fram og har valdast tað hvat leikstjórin vil. Tað listarliga avger hvussu tulkingin verður og í sambandi við “Samtale før døden” var tað sera kollektivt, øll luttóku í skapanini av leikinum, leikstjóri, leikarar, ljósfólk osfr.

 

Klassiskir leiklutir í mun til nýggjar

 

Olaf Johannesen hevur eitt sera umfatandi CV og hevur spælt nógvar leiklutir hjá sera ymiskum høvundum sum Shakespeare, Moliére og Ibsen til samtíðarhøvundar sum Claus Beck Nielsen/ Das Beckwerk umframt Adam Price og aðrar. Eg spyrji hann um ikki stórur munur er millum at spæla gamalt tilfar og so at framføra nýskrivaðan samtíðarleik?

OJ: Í grundini er munurin ikki so stórur. Tá mann fer í gongd við ein klassikara, so veitst tú sjálvandi, at tilfarið er í ordan, tað er gott og roynt áður. Men fyri at tað ikki skal bíva ein endurtøka av einum klassikara, so verður mann jú noyddur óansæð at opna dósina av nýggjum og spreingja karmarnar. Vit mugu finna út av hví júst hesin leikurin, Per Gynt ella Hamlet ella King Lear skal spælast beint nú. Hví hava vit tørv á júst hesum leikinum? Hetta er listarliga neyðugt. Tað er keðiligt at spæla klassikaran fyri klassikarans skyld, musealt teater sigur mær einki. Tað kann vera flott, men sjónleikur skal raka tíðina beint nú. Pólski kritikarin Jan Kott skrivaði fyri fleiri árum síðani bókina Shakespeare our contemporary, har tað snýr seg um júst tað sama. Orðini hjá Shakespeare eru framúrskarandi, men vit mugu vita hví hann er áhugaverdur beint her, beint nú, skal framførslan vera listarliga relevant.

 

KP: Góð list ber í sær møguleikan fyri at vera æviga viðkomandi, men eg hugsi allíkavæl, at tað er meira vágið at spæla nýskrivað verk; tá tað snýr seg um ein spildurnýggjan leik, ert tú meira bundin og treytaður av tínari egnu bókmentaligu meting.

OJ: Ja, tað er ómetaliga stuttligt og avbjóðandi at kasta seg út í nakað, sum verður skapt her og nú. Við Claus Beck Nielsen gjørdi eg eina verkætlan á Dramaten, har 10 leikhús í Evropa samstarvaðu. Øll høvdu fingið til uppgávu at framleiða okkurt leiklistarligt yvir sigursrøðuna hjá Barack Obama, tað var heilt frítt, onkur gjørdi performance, onkur arbeiddi á onkran annan hátt og tað bleiv so alt at enda sett saman til eitt stórt event. Tað var ordiliga spennandi at arbeiða við einari tílíkari verkætlan, og uppliva hvussu røðan kundi relatera til Europa í dag.

 

Beint nú!

 

KP: Hevur tú havt ávísar leiklutir, sum hava verið serliga spennandi ella torførir ella er tað sum tað so ofta er hjá listafólkum, at tað er núverandi støðan, tað sum er beint her og beint nú, sum er mest spennandi?

OJ: Ja, júst soleiðis haldi eg tað er, beint nú er tað spennandi. Men yvirhøvur gangi eg ikki og droymi um at sleppa at spæla ein ávísan leiklut í einum ávísum leiki. Tað er í so ómetaliga stóran mun treytað av høpinum. Sjónleikur er eitt kollektivt fyribrigdi, sum verður framt saman við øðrum, hvat leggja tey í leikin, hvør er høvundur, leikstjóri, hvar er tað, nær er tað osfr. Alt hetta hevur týdning. Og jú meira opin og óbangin mann torir at vera saman og skapa tað rúmið, har tað er loyvt, og har pláss er fyri øllum, eisini frustratiónum, so kann henda okkurt, sum vit ikki vistu frammanundan fór at henda og tað haldi eg vera áhugavert. Tað er kanska eisini tað sama hjá einum málara, at hann byrjar við at hava eitt ávíst hugskot, men endar onkra aðra staðni enn hann hevði ætlað sær. List snýr seg um samskifti. At koma í eina samrøðu við løriftið. Fyri meg snýr sjónleikur seg um at koma í samrøðu við tilfarið, við hini, sum eru partur av leikinum, og at enda at koma í samrøðu við áskoðararnar.

KP: Í einari rósandi portrettgrein, sum Berlingske Tidende hevði um teg, metti leiklistaritstjórin, Jacob Steen Olsen, sum eisini er partur av Reumert-dómsnevndini, at tú ikki av álvara forloysti tínar skapandi gávur tey fyrstu árini, tá tú vart í føstum starvi í Århus og Keypmannahavn, hann heldur, at tað er hesi seinnu árini sum fríyrkisleikari, at tú blómar listarliga. Hvat heldur tú sjálvur um hetta uppáhaldið ert tú við uppá tað, sum hann meinar ?

OJ: Jú, eg skilji væl hvat hann meinar og eri partvíst samdur. Heilt frá byrjanini var tað óvissan, ið var avbjóðingin og tað stuttliga, at mann ikki akkurát visti hvat og hvussu. Eg haldi, at eg misti hetta tey síðstu árini á Kongaliga Teatrinum. Tá tú ert fast settur á einum tílíkum risastórum stovni, er vandi fyri, at títt egna initiativ hvørvur. Á kongliga leikhúsinum spælir tú teir leiklutir tú verður biðin at spæla í teimum leikum, sum verða settir upp, tað er ógvuliga avmarkað hvat tú sjálvur sleppur at avgera, tú ert bara ein finna, ið verður flutt í einum stórum spæli.  Sjálvandi er ein fjálgur tryggleiki í tí at fáa fasta løn, men tryggleikin hóskar ikki so væl saman við listini, í øllum førum ikki fyri meg.

KP: Sami ummælari sær eitt ávíst lyndi til, at leikarar vaksa fastir saman við ávísum leiklutum, og heldur at tú hevur ment teg nógv mótsett øðrum leikarum, sum bara endurtaka ávísar leiklutir.

OJ: Ja, tað tosaðu vit um í áðni og tað er ein trupulleiki fyri summar leikarar. Eitt syrgiligt dømi er Dirch Passer, sum hevði eitt brennandi ynski um at spæla meira álvarsligir leiklutir, men tað bar ikki til. Bara hann trein inn á pallin t.d. í leikinum “Mýs og menn”, vóru fólk um at koppa sum tey flentu.

 

Núið er bara til í núinum

KP: Nær og hvussu kom áhugin fyri leiklistini

OJ: Leiklistin hevur altíð verið har. Men upprunaliga hevði eg ikki stóran áhuga fyri sjónleiki. Listarligi áhugin kyknaði innan tónleikin. Eg var í sjeytiárunum við í einum tónleikabólki, Cactus, saman við Herluf Sørensen, Dánjali Højgaard, Marius Müller og Herluf Lützen og vit vórðu bidnir um at taka lut í leikinum “Beiggin, blóman, diddan og dukkan” sum Gríma framførdi og tá byrjaði tað spakuliga, eg varð síðan biðin um at spæla ein lítlan leiklut í leikinum Hatursfuglar og so vaks áhugin og eg fór til Odense at ganga í sjónleikaraskúla og eitt ár eftir, at eg var liðugur, fekk eg arbeiði í Århus Teater.

KP: Ummælarar rósa tær fyri eina serstaka sálarliga nærveru, ert tú tilvitaður um hetta?

OJ: Eg veit tað ikki sjálvur, men eg kann siga hvat tað er, sum eg royni. Rainer Werner Fassbinder byrjaði jú innan leiklistina áðrenn hann fór inn í filmsheimin, og hann hevur sagt um sjónleik, at tað er einasta listin har núið bara er til í núinum. Har er einki áðrenn og einki aftaná. Tað ljóðar kanska ørkymlandi, men tað er tað, sum eg royni, tá eg spæli, altso ikki at hugsa fram ella aftur, ikki hugsa um ta vitan eg havi ognað mær, men bara vera til staðar í núinum. Sjálvandi er alt lagt til rættis áðrenn, men hugsar mann um tað, meðan mann ger tað, so doyr tað.

KP: Ja, so kemur onkur frástøða uppí leikin. Men handan hjáveran í núinum má krevja, at mann dugir tilfarið serstakliga væl bæði intellektuelt og venjingarliga og so krevur tað ein ekstreman opinleika?

OJ: Kanska kann hendan støðan berast saman við tónleikin hjá amerikanska tónleikaranum, John Scofield, eg eri stórur fjeppari av honum. Hann eigur nógv løg, har eg haldi, at núið er til staðar. Tað snýr seg um samspæli í einari kvartett, hann hevur sololeiklutin, men tú merkir tað ikki ordiliga. Hvør leikari hevur stóran týdning og tað samspælið hevur týdning, alt hevur sítt pláss í einum nátturligum samanhangi. Tónleikurin og samspælið eru merkt av stórum opinleika og tilvit um hvussu alt skal vera.

KP: Tað snýr seg eisini um improvisatión?

OJ: Ja, men improvisatión hevur eisini stóran leiklut í sjónleiki. Sjálvt um orðaskiftið er skrivað niður frammanundan, so kanst tú ofta sum sjónleikari variera eitt sindur, um ikki talan er um onkra ávísa metriska skipan til dømis. Men eg haldi eisini tað sama er galdandi hjá klassiskum tónleikarum. Í tí løtu tú sleppur tíni vitan, tá noyðist tú at improvisera í ein ávísan mun. Men fyri at kunna gera hetta, krevst venjing, venjing og meira venjing og lat meg í hesum sambandi ikki gloyma at nevna tann týdning, sum Marita Dalsgaard, unnusta mín hevur. Hon er själv sjónleikari og veit alt um hvat gongur fyri seg í einari process. Men hetta at hava onkran hjá sær, sum man kann venda øllum saman við, er sera týdningarmikið fyri meg, ikki minst tá talan er um eitt menniskja, sum er so opið, vitandi og forvitið sum hon, og sum dugir at seta orð og kenslur á akkurát rætta stað í røttu tíð. Tað kann jú ikki virðismetast nóg høgt at hava eitt menniskja at ivast saman við at leita og finna, tað er einastandandi. Men tað er ikki bara nakað sum kemur av sær sjálvum. Tað krevur tíð, arbeiði, virðing og ikki minst so krevur tað kærleika.

 

Til Týsklands og kanska til Føroya at spæla?

 

KP: Tú hevur verið í Týsklandi og framført - hvussu kom tað í lag?

OJ: Tá eg fekk tilboðið úr Týsklandi, var fyrsti leikurin ein Michel Houellebecq dramatisering við heitinum Karte und Gebiet, síðani ein leikur við tekstum av Georg Büchner (Büchner Project) og so Peer Gynt. Eg mátti sjálvandi finna mær intensiva undirvísing í týskum, eg møttist og prátaði við eina kvinnu í Goethestovninum og harumframt fekk eg málundirvísing og so lurtaði eg eftir týskum tónleiki, teldan varð innstillað til týskt, og so hevði eg ein málvenjara á leikhúsinum.

 

Og tað gekk eftir øllum at døma ómetaliga væl hjá Olaf Johannesen í Týsklandi. Hann varð tilnevndur stóru Faust-virðislønina og hann er longu biðin aftur til Týsklands at spæla. Vit tosa eina løtu um føroyska leiklist og eg spyrji varisliga um føroyska leiklistin ikki longur er á nóg høgum støði til hann. Fyrst skilir hann ikki ordiliga hvat eg meini við og eg greiði frá orsøkini til spurningin, at hann hevur spælt fáar leiklutir í Føroyum, hann var við í “Glataðu Spælimonnunum” og so hava hann og Marita Dalsgarð saman framleitt og framført leikin “Eg taki tína hond í mína” í 2012, men annars hevur verið heldur langt millum snapsarnar frá honum. Hann hevur ongan hug at finnast at, men eg fái ein varhuga av, at hann neyvan hevur verið undirdýktur av tilboðum frá føroyskari síðu. Hann letur meg kurteisliga vita, at tað als ikki snýr seg um vantandi áhuga ella vantandi støði. Hann nevnir aftur tað kollektiva, at leiklistin er felags avrik. Vit práta um føroyska leiklist og vantandi fígging og um útisetalistafólk og fyrimunirnar við at fáa tey aftur til Føroya í sambandi við leikir, framsýningar, konsertir osfr., at tey saman við okkum fastbúgvandi kunnu hjálpa við at lyfta støðið enn hægri. At enda í hesum prátinum spyrji eg eitt lítið sindur meira ítøkiliga enn eg havi mandat til: 

 

KP: Um nú ein skaldsøga sum t.d. “Glansbílætasamlararnir” hjá Jóanesi Nielsen varð dramatiserað og leikstjórnað av Christoffer Berdal á Tjóðpalli Føroya við scenografi eftir Sámal Blak, og tú vart ringdur upp og var biðin um at spæla ein høvuðsleiklut, hevði tú funnið uppá at játta?

OJ: Ja!

KP: Tú ert 53 ár, hevur verið fast settur í størstu leikhúsum í Danmark, tú hvur fingið Lauritsen-virðislønina, verið innstillaður til ta stóru týsku Faust-virðislønina og hevur nú vunnið Reumert. Er yvirhøvur nakað eftir at gera hjá Olaf Johannesen?

OJ: Sjálvandi! Eg  havi so nógv eftir at læra, eg havi nógv eftir at gera, nógv fólk eftir at hitta og nógv sum eg vónandi skal útsetast fyri. Heiðurslønirnar eru ikki tað, sum tað snýr seg um. Heiðurslønirnar eru bara óvæntaða sukrið omaná. Júst tá eg byrjaði sum sjónleikari, hevði tað stóran týdning fyri meg at blíva virðismettur fyri tað, eg dugdi, men soleiðis er tað ikki longur. Tað, sum hevur týdning fyri meg nú, er at kunna skapa nakað, sum hevur týdning, sum eg haldi vera spennandi, sum kanska kann broyta okkurt.

KP: Er tín núverandi aldur ikki perfektur í so máta? Altso at vera vaksin og hava sjálvsálit uttan at skula taka sær so nógv av hvat onnur halda um ein?

OJ: Ja. Tað er beint nú, at tað kann henda sera nógv. Eg skal til Týsklands at spæla ein høvuðsleiklut í leikinum “Rose Bernd” hjá framúrskarandi týska rithøvundinum Gerhart Hauptman og so havi eg eisini høvuðsleiklutin í verkinum “Herr Puntila” á Kongaliga Teatrinum, tað er ein leikur hjá Bertholt Brecht.

Og Keypmannahavn er eisini eitt sindur sum Havnin - ein lítil bygd, tí brádliga kemur ein vinkona framvið okkara borði, sum hann ikki hevur sæð leingi og tey práta saman. Eg takki fyri samrøðuna, biði farvæl og gangi spent móti metroini við mínum upptøkutóli í taskuni og kensluni av, at tað er beint nú og í nærmastu framtíð, at nógv kann henda fyri føroyska leiklist.

Barokkmeistarin Velazquez

Í Grand Palais í París er hetta til hálvan juli ein stórfingin framsýning við verkum hjá barokkmálaranum Diego Velazquez, sum eru lænt úr listasøvnum og gallaríum víða um í Orleans, Rouen, Madrid, Wien, Chicago og Boston.

Diego Velazquez er ein serstakliga týdningarmikil listamaður ikki bara í teirri gomlu listini, hann var eisini ein stór fyrimynd hjá Picasso, sum í 1957 málaði 58 parafrasur av kenda verkinum Las Meninas, ið Velazquez málaði í 1656. Tann yvir tríggjar metrar høgi málningurin frá spanska hovinum, Las Meninas / Hovdamurnar er tíverri við á framsýningini í Grand Palais, men hongur har hann plagar í Prado Listasavninum í Madrid. Framsýningin í Grand Palais er tó á tremur í týdningarmiklum verkum hjá Velazquez, sum eisini eru høvuðverk í evropiskari listasøgu. Listamálarin Diego Velázquez var borin í heim í 1599 í Sevilla. Hann var føddur inn í eitt samfelag í handilsligari framgongd, har myndaskaparar áttu virðing millum manna. Velazquez var heilt ungur, tá hann avgjørdi at gerast listamálari, tað var longu í 1611, tá hann var bara 12 ára gamal, at hann byrjaði sum lærlingur hjá málaranum Fransisco Pacheco og seks ár seinni var hann útlærdur.

Framsøkin listamaður

Velazquez hevði stórar ætlanir og droymdi um at gerast málari hjá kongi og í 1622 fór hann til Madrid og hóast hansara ætlan um starv miseydnaðist, fekk hann heilt nógv burturúr. Eitt nú upplivdi hann í Madrid eitt nýtt listarák úr Italia, sum kom frá italska málaranum Caravaggio. Myndirnar hjá Caravaggio eru um somu tíð sera veruleikakendar og ógvuliga dramatiskt uppsettar. Hansara halgimenni eru veruleikakendir veðurbardir menn við rukkum og lýtum, sum ofta eru settir inn í eitt bølamyrkt myndarúm, har ein ljósglæma upplýsir teir, eins og stóðu teir á einum palli. Hetta modernaða ljósárinið, sum fleiri barokkmálarar brúka, kallast chirascuro ella clair obscur, ið merkir ljós í myrkri. Í 1623 málaði Velazquz fyrsta portrettið av Filip IV kongi og stutta tíð eftir varð Velazquez settur í starv sum hovmálari. Velazquez var fremst av øllum portrettmálari, hansara myndir av spanska hovinum tykjast næstan kollveltandi í mun til eldri myndir, bæði myndevnisliga og í mátanum tær eru málaðar. Har er øgiliga nógv meira lív í myndunum hjá Velazquez enn í hovmyndunum áðrenn hann.

Modernað fyrimynd og einari

Tað er kanska ikki løgið, at modernað listafólk sum t.d. impressionistarnir dámdu Velazquez. Har er okkurt, sum líkist í máliháttinum í teimum sjónligu, títtu pensilsstrokunum, sum fanga ljósárinið og gera tilfarið í tí, sum lýst, ítøkiligt. Kenda myndin av Innocent páva, sum Francis Bacon parafraseraði í 1953, er dømi um framúrskarandi evnini, sum Velazquez hevði til at mála ymisk tilfar sum silki og línklæði, men eisini evnini hjá spanska málaranum at ganda fram eitt livandi menniskja úr kjøti og blóð í einari portrettmynd, sum enn í dag tykist ógvuliga veruleikakend, næstan nútíðarlig. Velazquez málaði realistiskt, men tann eitt lítið sindur stívi mátin, sum fólkini eru uppstillað í myndarúminum hoyrir gomlu hevdini til. Sjálvt um Velazquez var víðagitin málari í sínari egnu tíð myndaði hann ikki nakran skúla ella nakað rák av málarum, sum hermdi eftir honum. Tað var ikki fyrr enn nógv senni í tíðini, at hann varð enduruppdagaður av Goya, Manet og øðrum listafólkum. Kanska var Velazquez ov torførur og ov egin at herma eftir. Kanska var hann framman fyri sína egnu tíð. Myndirnar, sum eg eri serliga hugtikin av hjá Velazquez, eru tær, sum innihalda speglingar ella myndir í myndunum, hetta er galdandi fyri myndir sum Las Meninas, Venus, Køksgentuna í Emmaus og Jesus hjá Mariu og Martu.

Venus

Myndin av rómversku kærleiksgudinnuni, ið er við á framsýningini í Grand Palais, er tann einasta nakna kvinnulýsingin, sum vit vita um, at Velazquez hevur gjørt. Nakinmyndir eru orsakað av leiðreglum hjá kirkjuni og inkvisitiónini í tátíðar Spania rættiliga sjáldsamar innan málningalistina har um leiðir í 17.øld og hildið verður eisini, at Velazquez hevur málað sína Venusmynd í Italia onkuntíð millum 1647 og 1651. Á myndini síggja vit eina unga vakra kvinnu, sum speglar sær. Ein rundleittur smádrongur við veingjum - tað man vera Amor - heldur í speglinum ella í spegilsmyndini. Myndin varð flensað í 1914, tá ein av sonevndu suffragettunum, Mary Richardson, sum stríddust fyri m.a. valrætti til kvinnur royndi at oyðileggja myndina sum mótmæli móti viðferðini hjá bretska stýrinum av leiðaranum av suffragetturørsluni, Emily Pankhurst. Mary Richardson er ikki tann einasta, sum hevur øst seg um naknar sexualiseraðar kvinnulýsingar í listini. Men hendan myndin hjá Velazquez er annað og meira enn bara ein mynd av kvinnuligum vakurleika, Venus verður ikki bara lýst sum eitt sexobjekt. Vegna ósamsvar í myndini, bæði myndevnisliga og viðvíkjandi málihátti er hetta ein mynd, sum setur spurningar. Málihátturin er nógv meira óslættur í spegilsmyndini og andlitið er bæði ov stórt og ov gamalt í mun til tann kroppin og vangan, sum vit síggja aftanífrá. Hetta er ein av fleiri myndum hjá Velazquez, sum listfrøðingar kjakast um. Onkur heldur, at myndin snýr seg um vandarnar í sjálvsdyrkan. Eg ivist í um tað ber til at lesa tílíkan moral inn í myndini, men eri óansæð hugtikin av sjálvum muninum millum tann strálandi sera likamliga, trídimensionella kroppin og so veikt málaða, burturfánaða andlitið, sum eg eisini haldi kann brúkast sum ein hóskandi viðmerking til nútíðarinnar kropsdyrkan.

Myndir í myndini

Í myndini av Las Meninas er veggurin aftast í avmyndaða rúminum fullur av myndum, ein av hesum myndum er øðrvísi ljós enn hinar og líkist einum spegli. Tað kundi til dømis hugsast, at vit í speglinum síggja myndevnið, sum Velazquez er við at mála í speglinum aftast. Í myndini sæst eisini ein sjálvsmynd av málaranum við eitt sera stórt lørift júst sum Las Meninas. Tí kann eisini hugsast, at málarin hevur málað eina mynd av tá Las Meninas varð málað, men á mátanum, sum øll á myndini hyggja upp á áskoðaran kann eisini hugsast, at tað er áskoðarin, sum er við at vera málaður. Hetta sama evnið við ivasomum speglum, sum antin eru myndir ella útsýni inn í eitt annað rúm, er eisini á skránni í tveimum myndum av einari køksgentu, sum tykist steðga á við arbeiðinum, hon stendur við hondunum niður á køksborðið við høvdinum á skák sum um hon gáar eftir onkrum. Vinstrumegin køksgentuna gongur okkurt fyri seg. Tað kundi verið ein mynd ella ein spegil, men er helst ein veggjaopningur úr køkinum inn í stovuna. Og á myndaheitinum skilst, at tað ikki er hvat sum helst, sum gongur fyri seg. Myndin eitur Køksgenta til døgurðan í Emmaus, og tað er eftir øllum at døma júst tann døgurðin, tá tann endurrisni Jesus vísti seg aftur fyri fólki. Hin myndin líkist við sama denti á kyrrlutalýsingina í køkinum í forgrundini men við tveimum kvinnum, einari køksgentu og einari eldri kvinnu, sum peikar móti stovuni. Hetta eru hugtakandi myndir, ikki bert tí tær eru framúr væl málaðar, men tí tær støðugt elva til iva um myndarúmið og til hugsanir um avmyndingar og um myndina sum miðil.

Tað er neyvan nøkur list, sum kennist so fjar frá teirri føroysku sum tann  centralevropiska barokklistin, jú kanska italska endurburðarlistin, sum eisini hevur hetta sama sofistikeraða og ovurmentaða bráið. Samstundis rýkur henda listin av ítastu førleikum og av makt, av hovlívi, har tey høvdu jól og góðar dagar á einum støði, sum vit ongantíð hava upplivað í Føroyum. Men hetta er ikki einasta orsøk til, at vit ikki hava listafólk, sum mála á sama hátt sum Diego Velazquez. Høvuðsorsøkin er sjálvsagt tann, at føroysk list avmarkar seg til at vera modernað. Tað finst bara ein føroyskur málari, sum kemur mær til hugs í hesum sambandi og tað er Tórbjørn Olsen, sum er framúrskarandi portrettmálari eins og Velazquez, hann er eisini hugtikin av spanska barokkmálaranum og hevur eisini arbeitt við somu myndevnum, t.d. Døgverðin í Emmaus, sum Tórbjørn Olsen málaði til altartalvuna í kirkjuni í Thorum í 2011. 



Flott framsýning um móta í Norðurlandahúsinum

 

Upplatingin av Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum fríggjadagin var grandios, men tað sømdi seg fyri framsýningina, The Weather Diaries, ið av sonnum er stórsligin.

Í staðin fyri sum vant at ganga fyri seg í forhøllini, var móttøkan í stóru konserthøllini í Norðurlandahúsinum. Har vóru rund borð sett upp við stólum, har fólk kundu seta seg og so nógv vóru komin til fernisering, at tað skjótt gjørdist fult rundan um borðini. Eg stóð uppi undir allari seansuni, ið kanska av teirri orsøk kendist heldur drúgv. Fyrst beyð stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir vælkomin og greiddi frá hvussu framsýningin var komin í lag. Síðani røddi Heðin Mortensen og fegnaðist millum annað um stóran týdningin, sum list og sniðgeving hevur fyri okkara samfelag. Inn í millum røðurnar framførdi kvinnubólkurin KATA til mikla fragd fyri áhoyrararnar, sum kvitteraðu við ljódligum lógvabrestum. Kuratorarnir hildu ein lítlan fyrilestur, har tær við orðum og myndum greiddu frá hvørjir tankar liggja aftan fyri verkætlanina og at enda trein føroyska avantgarde drottningin, Barbara í Gongini á pallin og lýsti framsýningina at vera opna.

Ein ferðaframsýning

Talan er um eina ferðaframsýning. Stigtakari til Summarframsýningina er verkætlanin The Nordic Fashion Biennale í samstarvi millum Ísland, Grønland og Føroyar. Kuratorar eru myndakvinnurnar Sarah Cooper (USA) og Nina Gorfer (Eysturríki). Tær báðar Cooper & Gorfer búgva í Gøteborg, har tær samstrava. Tá tær í 2012 vitjaðu norðurlond fyri at hitta sniðgevarar í sambandi við framsýningina, varnaðust tær hvussu stóran leiklut veðrið hevur her um leiðir. Tessvegna valdu tær at kalla framsýningina fyri Veðurdagbøkurnar. Tær valdu út nakrar av sniðgevunum, sum tær hittu, og føroysku luttakararnir eru Guðrun & Guðrun, Barbara í Gongini og Rammatik (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre). Úr Íslandi koma Mundi, STEiNUNN, JÖR by Guðmundur Jörundsson, Kría, Hrafnhildur Arnardóttir a.k.a. Shoplifter, og grønlendsku luttakararnir eru Bibi Chemnitz, Najannguaq Lennert, Nikolaj Kristensen og Jessie Kleemann.

Fotomyndir


Við framsýningini vísa Cooper & Gorfer á tann týdning, sum móti og nútímans sniðgeving hava fyri mentanarsamleikan. Framsýningin varð fyrstu ferð at síggja í Frankurt, síðan varð hon framsýnd í Keypmannahavn og nú í Havn. Sjálvt um fotomyndir fylla stóran part av framsyningini, halda kuratorarnir ikki, at talan beinleiðis er um eina fotoframsýning í orðsins rætta týdningi. Í einari samrøðu greiðir Sarah Cooper frá, at tær royna at siga søgur við myndunum og at teimum dámar um myndirnar ikki eru so tøkniliga eintýddar, at tær í summum minna um málningar og at tær í støðum eru grafiskar meðan aðrir staklutir tykjast næstan ítøkiligir.

Munagóð myrkalegging

Framsýningin breiðir seg um alt Norðurlandahúsið og tað er ein sonn fragd at síggja, at eisini Athøll er tikin í brúk. Eg haldi eisini, at tann parturin av framsýningini riggar best. Hølini eru myrkaløgd og fotomyndirnar í stórari stødd eru upplýstar, hetta er sera effektivt og gevur framsýningini eitt serstakt dramatiskt huglag. Myndirnar eru ómetaliga yndisligar, estetikkurin í onkrum av hesum lýsingunum av bleikum ungmoyum við rosalittum kjálkum minna næstan um portrettmyndir hjá Raphael og Renoir, tó uttan ta dýpdina, sum listaverkini innihalda. Ítøkilig dýpd hómast hinvegin í installatiónsverkinum hjá Steinunn Sigurðardóttir, sum nógv vóru sera hugtikin av. Verkið er sett saman av einum hvítum kjóla í ovurstødd, sum hongur niður úr loftinum miðskeiðis í eini ørgrynnu av túllpettum, sum sveimu og kasta skugga og skapa iva um hvat er ítøkiligt.


Summarmótaframsýning

Hetta er ein framsýning um móta, og móti er nakað annað enn list, tó at nøkur av verkunum nærkast einum listarligum úttrykki. Óansæð, so er tað hugtakandi at síggja eina tílíka norðurlendska presentatión av sniðgeving av hægstu góðsku – ikki minst er tað gott at varnast hvussu væl føroysku ískoytini standa seg í heildini. Myndin Kristin Against Black av einari gamlari kvinnu, sum er vavd inn í svart klæði hjá Barbaru í Gongin er framúrskarandi og eisini eitt dømi um eitt verk, sum siktar hægri enn at vísa lekrar myndir av vakurleika.

 

Valplakatir uttan veiggj

 

Hesa brátt farnu vikuna hava alsamt fleiri valplakatir verið at sæð í sambandi við fólkatingsvalið. Valplakatir hava kanska ikki sama stóra leiklut í valstríðnum í dag sum tær høvdu fyrr í tíðini, áðrenn sjónvarpið og síðan internetið broytti alt. Sjálvt um miðlaumhvørvið er øðrvísi, satsa tey flestu valevnini uppá plakatirnar enn, men tað er synd at siga, at henda satsingin er nakað serliga kreativ.

Sum heild hava valplakatirnar verið heldur enn ikki slættligar hesi seinastu árini – tær eru at kalla reinsaðar fyri alt, sum bara minnir um politiskan boðskap og kreativitet og tað er spell. Plakatin er eitt serligt myndaslag, sum í grundini hevur eina drúgva og stolta politiska hevd. Plakatir hava í meira enn eina øld verið brúktar bæði í almenna rúminum sum áheitan og í reklamuhøpi, men tær verða eisini brúktar til at prýða heim sum eitt bíligari alternativ til eitt nú oljumálningar. Men upprunaliga vóru tær mótmæli móti makthavarunum.

Og ofta eru hesar gomlu plakatirnar merktar av listarligum og estetiskum virði, sum tær nýggju valplakatirnar ikki náa til kníggja. Vit kunnu t.d. illa ímynda okkum, at fólk í framtíðini fara at brúka valplakatir frá nútíðini á sama hátt sum gamlar plakatir verða brúktar í dag eins og prýði í heimunum.

Ræðast boðskap

Søgan hevur lært okkum at ræðast propagandaplakatir, men vit mugu ikki vera bangin fyri at hava eina meining og at føra hana fram. Politikkur er fullur av sannførdum fólkum. Hví ikki brúka hesa sannføringina, eisini í plakatunum? Til tess at fáa politiska boðskapin fram á besta hátt, er tað ein fyrimunur at hugsa kreativt og øðrvísi bæði innihaldsliga og grafiskt og hetta er nakað, sum listafólk duga. Gamlar valplakatir eru stuttligar og hugtakandi at hyggja at, og so siga tær eina fólkaræðisliga søgu um hvørji evni hava verið áleikandi í sambandi við tey ymisku tíðarskeiðini. Í Evropa hevur politiska plakatin sína stórheitstíð aftaná fyrsta verðaldarbardaga og inntil 1950-60´ini, tá sjónvarpið kom. Frá byrjan av høvdu listafólk sum Toulouse-Lautrec stóra ávirkan á plakatmótan í Evropa, men eisini russiskar plakatir ávirkaðu serliga plakatirnar hjá sosialistisku oppositiónini í byrjanini av 20.øld. Tær gomlu plakatirnar vórðu teknaðar og málaðar av listafólkum, grafikarum og karikaturteknarum, sum eisini kundu finna uppá at gera politisk mótstøðufólk til gjøldur. Hetta er vorðið óhugsandi í okkara meira politiskt korrekta nútíðarsamfelag. Prentitøknin hevur sjálvandi eisini havt ávirkan á plakatframleiðsluna og her hevur steinprentið, men eisini linoleumsprentið verið útbreitt. Seinni varð eisini offsettprent og fotokopi brúkt. Ein onnur grundleggjandi treyt, sum skal nevnast í sambandi við plakatframleiðslu er pengar, tí tað kostar at fáa plakatir settar upp og prentaðar við røttum grafiskum samleika ella hvat tað nú er, tey kalla tað – reklamufólkini. Sum heild haldi eg, at kreativiteturin tykist størri í plakatum, sum verða framleiddar av t.d. luttakarum í Faroe Pride. Men í grundini eru fleiri dømi um væl eydnaðar valplakatir, sum eru bílagdar frá listafólkum, t.d. Hope-plakatin, sum gjørdist púra grundleggjandi partur av valstríðnum hjá Barack Obama í 2008. Tað var gøtulistamaðurin Shepard Fairy, ið gjørdi ta plakatina við støði í fotomyndum hjá Associated Press.

Valplakatirnar líkjast

Eg var mær ein túr í vikuni uppi í rundkoyringina við Norðara Ringveg í Havn. Har stóð ein stór plakat av Anniku Olsen uttan nakað annað enn hennara ásjón, navn og navnið á Fólkaflokkinum. Tey hava kanska valt at satsa uppá útsjóndina hjá valevninum og tað skilji eg væl, tí Annika Olsen sær gott út og er frískliga avmyndað uttandura í føroyskum landslagi við vindi í hárinum og bókstavirnir eru eisini frískir og grønir. Eg haldi bara ikki, at tað hevði gjørt nakað um onkur boðskapur slapp við í myndina. Eg meini so við; í einum lutfalsliga lítlum samfelagi sum okkara átti tað ikki at verið neyðugt at framleiða plakatir uttan vit, sum bara eru meir og minni væl eydnaðar portrettmyndir við einum stórum bókstavi, sum vísur hvønn flokk og lista valevnið hoyrir til. Vit vita fyri tað mesta hvørji tey eru og hvørjum flokki tey eru í. Vit vita eisini hvussu tey síggja út og  hvussu tey eita - eisini tá tey ikki eru so væl friseraði ella fotoshoppaði.

Kreativ uppheinging

Plakatin av Høgna Hoydal í somu rundkoyring var átøk plakatini av Anniku Olsen - heldur ikki her hómaðist nakar boðskapur. Hansara plakat var á sama hátt sum í áðurnevnda føri sett saman av einari góðari portrettmynd av honum sjálvum, brosandi við navni og flokki og tað var altso ein keðilig plakat og tað skilji eg ikki. Høgni Hoydal er ikki keðiligur, hann er á tremur í politiskari indignatión og vilja. Tað var ein lítil uggi í, at vantandi kreativiteturin í sjálvari plakatsniðgevingini varð kompenseraður av mátanum, plakatirnar vóru staðsettar. Plakatin av Høgna Hoydal hekk nokk so væl mitt í einari strípu av plakatum hjá Edmund Joensen báðumegin, sum onkursvegna tóktust peika fagnandi yvir á Høgna Hoydal og tað var eitt sindur stuttligt. So frægur var Edmund Joensen, at hann hevði eitt slogan á sínari plakat, men ikki var talan um eitt serliga hvasst ella neyvt slogan:  “ÁLIT/ÚRSLIT” – kann hetta ikki brúkast sum PR um allar flokkar? Boðskapurin má ikki blíva ov breiður, so verður hann útvatnaður.

Plakatin hjá Rigmor Dam, sum eg sá í fleiri eintøkum uttan fyri eini hús í Varðargøtu - ein teirra var helst á veg niðan í rundkoyringina - var áhugaverd í so máta. Her var aftur talan um eina snøgga portrettmynd av valevninum, men henda plakatin var horisontal og helvtin av myndaflatanum var rósureyður við einari javnaðarrósu og sloganinum “Kom víðari!” Hetta er sanniliga eisini ein breið orðing, men hon rakar allíkavæl inn í ein viðkomandi kontekst, sum hevur verið eitt høvuðsevni í sambandi við fólkatingsvalið í Føroyum. Ein afturvendandi spurningur hevur nevniliga verið hvørt vit yvirhøvur hoyra heima í donskum politikki. Tað er fyri mong ein eitt sindur troyttandi tvístøða, eisini tí føroyskir veljarar neyvan kenna sær ábyrgd av tí, sum gongur fyri seg í donskum politikki. Um vit leggja aftrat, at summi valevni ljóða sum um tey ikki ætla at blanda seg, meðan onnur primert ætla sær niður at skaffa fleiri pengar, ja so hevur valið ikki verið lætt val hjá føroyskum veljarum og í hesum høpi tykist áheitanin frá Rigmor Dam viðkomandi og pragmatisk.

 

Jacob stýrir

Grundleggjandi kann eg ikki ordiliga ímynda mær, at allar tær snøggu passmyndirnar í ovurstødd flyta nakra atkvøðu. Og tað sama benda útlendskar kanningar á, t.d. staðfestu danskir granskarar við seinasta val, at plakatirnar í sær sjálvum ikki hava nakra ávirkan á veljararnar, men at arbeiðið kring plakatirnar, framleiðsla og uppseting av teimum osfr. hava eitt ávíst mobiliserandi árin. Men um varhugin av, at plakatirnar hjá teimum ymisku flokkunum primert venda sær til veljararnar hjá somu flokkum nú vísir seg at vera rættur, kundi tað ikki verið meira hóskandi at fingið greiðan politiskan boðskap í plakatirnar? Tað hevði verið nógv stuttligari, tað kundi virka savnandi í mun til kjarnuveljararnar, undirhaldandi og gott fyri fólkaræði við tað, at tílíkar plakatir høvdu elvt til kjak og økt tankavirksemi hjá okkum øllum? Hví ikki av álvara lata valplakatirnar spegla tann stóra eldhuga, ídni, vitan og áhuga, ið fyllir hesi fólkini, valevnini, sum fáa plakatirnar gjørdar? Og kanska skuldi mann eisini gjørt sær betur ómak bæði innihaldsliga, men eisini fagurfrøðiliga. Eg havi ikki sæð allar valplakatirnar í sambandi við hetta fólkatingsvalið, men sum heild eru tær ógvuliga eins og minna um plakatirnar til løgtingsvalið. Í teirri keðiligu heildini má mann bara fegnast um undantøkini. Eitt nú var plakatin hjá Jacob Vestergaard til síðsta løgtingsval fyrimyndarliga kreativ. Tað var ein tekning hjá Óla Petersen av fiskimálaráðharranum, sum klemmaði ein stóran makrel. Niðri undir stóðu nøkur kvæðaørindi, annað ørindi ljóðaði “Jacob stýrir makrelinum yvir tann salta sjógv/ Letur hann allar hinar vita/ Eg vil hava nógv”. Eg gangi út frá, at hetta upprunaliga var ein keiputekning í Sosialinum, sum gjørdi gjøldur við grammleikanum hjá fiskimálaráðharranum, men tað er ikki vist, at fólkafloksveljarin heldur líka illa um grammleika sum javnaðarveljarin. Eg haldi, at tað er stuttligt og vísir virðingarvert yvirskot, at Vestergaard tordi at brúka eina tílíka tekning í einari valplakat. Niðri undir tekningini stóð viðmerkt við appilsingulum stavum uppi yvir einari fotomynd av Jacob Vestergaard: “Søtur er sjálvgivin biti” og hervið verður skemtið vent við.