Ester Kristiansen hevur stovukonsert mikukvøldið


Hvør hevur ikki hoyrt hesa regluna: "Sig mær, sig mær, góði… “ í útvarpinum. Mikukvøldið 29. oktober kl. 20.00 fer unga sangskrivaratalentið handan sangin “Einsamøll", Ester Kristiansen, at spæla í stovuni í Stoffalág 18 í Havn á 25’ndu stovukonsertini við heitinum F’LJÓÐ. 

Triðja konsertin í hesum umfarinum av vælumtóktu F'LJÓÐ tiltøkunum verður mikukvøldið við nýggja sangara- og sangskrivaratalentinum Ester Kristiansen, sum hevur verið rættiliga nógv at hoyra í útvarpinum seinastu tíðina. 

 

Hevur tað ikki frá fremmandum

Ester er rættiliga nýggj á føroyska tónleikapallinum, men hevur longu gjørt rættiliga vart við seg við sínum heilt serstaka tónleiki - og rødd, ikki minst. Hevur tú hoyrt røddina hjá Ester einaferð, kennir tú hana beinanvegin aftur. Ester hevur eitt heilt serligt úttrykk, sum hon dyrkar málrættað.

Ester hevur ikki tónleikatalentið frá fremmandum. Hon er nevniliga dóttir Birgir Nónsgjógv, sála, sum eisini var tónleikari og kendur, serliga í Sundalagnum og á Skálafjørðinum. Systir hennara, Døgg Nónsgjógv, hevur eisini gjørt vart við seg tónleikaliga. 

 

Fekk eina harða byrjan 

Ester fekk ikki nakra lætta byrjan á tónleikapallinum. Fyrsta staklagið hjá Ester "Elska teg" fekk harða móttøku. Á sosialu miðlunum fekk hon nógvar ábreiðslur og persónligar atfinningar fyri at hava stolið heimskenda lagið, Halo, sum er kent frá sendirøðini One Tree Hill. Sjálv sigur hon, at tað var eingin loyna, at bæði lag og uppbygnaður av "Elska teg" var ógvuliga íblást av One Tree Hill lagnum. Hetta hevði hon eisini sagt í samrøðuni í útvarpinum, men ikki nóg týðiliga, so tað var ikki komið við.

Ágangurin var so mikil, at hon mátti fáa sær loyniligt nummar, men við góðari familju og vinum, sum veruliga stuðlaðu henni, er hon komin víðari. Útvarp Føroya var eisini stuðlandi og bjóðaði henni aftur í studio at greiða frá øllum. 

 

Spælir egin løg og okkurt hjá pápanum

Harða byrjanin hevur ikki fingið Ester at steðga við tónleikinum, tvørturímóti. Hon hevur givið fleiri stakløg út síðani, sum eru heilt hennara egnu, m.a. lagið "Einsamøll", sum eisini hevur verið nógv at hoyra.

Ester fer at upptraðka á fleiri festivalum næsta summar, men vit kunnu nú fáa ein forsmakk á F'LJÓÐ stovukonsertini við henni, sum verður 29. oktober. Hon hevur gjørt teir flestu sangirnar, sum hon syngur, sjálv, men hevur eisini tveir sangir við á skránni, sum pápi hennara hevur skrivað.

- Vit gleða okkum almikið til at hoyra Ester framføra í hugnaligu stovuni í Stoffalág 18, sigur fyrireikarin Elin Brimheim Heinesen, og leggur aftrat:

- Einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss. Vinaliga skriva boðklivan hjá mær, Elin Brimheim Heinesen, á Facebook at tryggja tær sess - ella við t-posti til elin@heinesen.fo ella editor@music.fo

 

STOVUKONSERTNØVN Á F'LJÓÐ

Higartil hava hesar F'LJÓÐ stovukonsertir verið:

1. Lív Næs og Tróndur Enni

2. GuðrunSólja

3. Jens Marni

4. roWan (Róin Siggertson)

5. MonkeyRat

6. Guðrið Hansdóttir

7. Hans Marius Ziska og Allan Tausen

8. Eivør

9. Eivør

10. Greta Svabo Bech

11. Lena Anderssen og Niclas Johannesen

12. Maria Guttesen

13. Benjamin Petersen

14. Vágaverk (Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttensen)

15. Dánjal á Neystabø

16. Debess Blues Station

17. Bárður Johannesen

18. KATA

19. KATA

20. Tuxedo Rebels

21. Stanley Samuelsen

22. Stanley Samuelsen

23. Holgar Jacobsen v/ fleiri

24. Martin Joensen

… og komandi mikukvøld verður tað so:

25. Ester Kristiansen 

Barbara endurvitjað


 Hygg eftir hesari bókini. Minnir permumyndin ikki einamest um eina illustratión til onkra saftiga knallroman í Familiejournal? Í veruleikanum er hetta ein mynd, sum háttvirda forlagið Gyldendal í fleiri umførum valdi til at prýða permuna á skaldsøguni, Barbaru við, eitt nú á útgávuni í 1961 og í 1990. Tað snýr seg um eina lættisoppakenda portrettmynd av eini yndisligari kvinnu við turriklæði, sum hyggur álvarsliga fram fyri seg.

Í ár eru 75 ár liðin, síðani Barbara - ein av kendastu føroysku skaldsøgunum varð givin út í 1939 (á donskum). Skapari hennara, hin gávaði rithøvundurin og gløggi blaðmaðurin, Jørgen- Frantz Jacobsen doyði av tuberklum longu árið fyri, bert 37 ára gamal. Tað var vinmaðurin, Christian Matras, sum skipaði fyri at fáa handritið sent avstað til Gyldendal. Sum skilst ivaðist forlagsráðgevin Paul la Cour eitt sindur í hesum ólidna verki, men endin var, at ein annar góður vinmaður høvundans, William Heinesen greiddi bókina til útgávu. Móttøkan var ómetaliga positiv. Ummælararnir vóru sum heild hugtiknir, ja meira enn tað, teir vóru forelskaðir og løgdu seg víðopnar fyri Barbaru, teirri praktfullu, erotisku meginkvinnuni og kjakaðust hugtiknir í ummælum sínum um hon er sakleys sum ein náttúrumáttur ella um talan er um eina vandamikla kvinnu - eina føroyska femme fatale.

Ummælarasitatini á bókapermuni benda á sama bógv, at talan er um eitt kvinuportrett og eina erotiska kærleiksskaldsøgu. Tey stava frá teimum annars gløggu harrunum, Hakon Stangerup og Tom Kristensen, sum á permuni møsna um ta erotisku og deiligu Barbaru, so at lesarin má vænta sær eina nokk so ónæriliga bók. Sjálvt um eros er ein týdningarmikil drívmegi, snýr skaldsøgan seg í grundini rættiliga lítið um erotikk og tí rokni eg eisini við, at lesarar, sum gleða seg at lesa okkurt fúlt, verða vónbrotnir. Rithøvundurin hevði upprunaliga hugsað sær at kalla skaldsøguna fyri “Far verden farvel” eftir sálminum hjá danska barokksálmaskaldinum, Thomas Kingo, sum eitt týdningarmikið kapitul í bókini snýr seg um. Kanska skuldi Jørgen-Frantz Jacobsen hildið fast í hesi ætlan síni. Tá hevði Barbara møguliga verið bjargað undan sínari triviallittereru lagnu og reingjandi einfaldingini, sum bókin hevur verið útsett fyri síðani hon kom út heilt frá fyrstu ummælunum og fram til tann prúða og melodramatiska leikbúnafilmin hjá Niels Malmros, sum helst eisini var eitt sindur illa teimaður í mun til ta progressivu dogmebylgjuna, ið um somu tíð av álvara setti danskan film á heimskortið.

Um tú googlar “Barbara” og navnið á høvundanum, er eitt av uppsløgunum enska týðingin hjá W.Glyn Jones, sum verður presenterað við hesum orðum: “Barbara is a woman of insatiable sexual desire which leads her from one man to another in search of sexual gratification”. Jú meira eg lesi um bókina, jú betur skilji eg hugsanir sum hana hjá danska rithøvundinum, Naja Maria Aidt, sum í eini samrøðu við Information fyri nøkrum árum sigur seg hata bókina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen orsakað av hennara kvinnuáskoðan: “Jeg hader bøger, der gør kvinden til en stor naturkraft, der ingen bevidsthed har om sig selv” sigur Aidt og leggur aftrat, at Barbara er vánaligasta bókin, hon nakrantíð hevur lisið. - Gud viti hvussu hon hevur tað við Kópakonuni í Mikladali, hugsi eg við mær sjálvari, men eg haldi altso, at Naja Maria Aidt skuldi tikið og lisið bókina einaferð aftrat. Tað havi eg gjørt og tað við stórari fragd. Eg hevði gloymt hvussu stuttlig hon er. Sum eg lesi hana, snýr hon seg fyrst og fremst um menniskjaliga fáfongd, men hon snýr seg eisini í stóran mun um Føroyar. Skaldsøgan er øll sum hon er ein sonn kærleiksjáttan til føroysku náttúruna og ein ómetaliga skynsom lýsing av samfelagsbygnaði og av politiska sambandinum við Danmark, ikki minst. Donsku embætisfólkini verða støðugt lýst sum eitt sindur láturlig, snobbut, dovin, sjálvhátíðarlig, meðan føroyingarnir, t.d. føroyski sorinskrivarin verður lýstur sum ein gløggur maður av gamlari føroyskari ætt, ið av somu grund dugir at bera seg millum fólk.

Tað er í grundini danski presturin, harra Poul, sum er høvuðspersónur í bókini, tað er hann, ið setir ferð á frásøgnina og tað er gjøgnum hansara sjónarmið, vit uppliva søguna. Sinnalagið hjá honum er frá byrjan í tvíningum, róð verður framundir, at hann flýggjar undan einum ov støðugt áhugaðum konufólki í Keypmannahavn. Hann hevur ambitiónir, sum eru meira verðsligar enn religiøsar, tí fremst í huganum er hvussu prestavirki hansara skal spyrjast líka til bisp í Danmark. Hann er ærusjúkur og svikafullur og mest áhugaður í Barbara í løtum, tá hann varnast, at hon ikki er áhugað í honum. Tá hann endiliga heldur seg hava vunnið hana við giftarmáli, tykist hon honum slættliga keðilig, men bara inntil hon fjeppast uppi í onkrum øðrum. Tá vaknar áhugin aftur við fullari megi.

Í lýsingini av Barbaru verður ferð eftir ferð lagdur dentur á hvussu natúrlig hon er, heldur enn vøkur, og so verður hon eisini ofta beinleiðis samanborin við ymsar partar av føroysku náttúruni. Hon er sólin, sum lýsir á sítt umhvørvi, hennara eygu eru glitrandi grøn eins og havið og tá hon spákar á sandinum á veg yvir til harra Poul, síggjast eingi fótafet í sandinum, kanska tí hon sjálv er partur av náttúruni. Í skaldsøguni eru eisini nógvar tilsipingar til tey fornisku og Barbara er jú partvíst bygd á eina søgn. Skaldsøgan er søgulig og skal ganga fyri seg í 18.øld, men hugburðurin tykist nýggjari og í støðum ikki sørt tjóðskaparligur. Eg haldi, at bókin Barbara fyrst og fremst snýr seg um landið. Onkrastaðni er tað sum um, skaldsøgupersónurin Barbara gerst ímynd av føroysku tjóðini, t.d. tá hon rættir seg út gjøgnum vindeygað at gera vart við, at skipini, sum eru á veg inn á vánna ikki eru sjórænaraskip, men vinaliga sinnaði fronsk herskip: “Alle studsede. Barbaras arme hvilede i vindueskarmen, runde og rolige.. Hun var i blåt kjoleliv, hvid og rød og med varme i stemmen. Det var som en åbenbaring af hygge og skælmeri midt i den kolde rædsel”. Sum ein opinbering í litunum hjá Merkinum sissar og savnar hon fólkini. so at tey ikki longur eru bangin. -  Jú, Barbara er annað og meira enn ein leys teys og eg viðmæli hervið øllum at lesa ella endurlesa bókina.

 

500 orð um: Yrkingar 2014

 

Hon er prúð sum ein prosabók, hendan nýggja útgávan og til alla eydnu er hon á tremur av Jóanes-Nielsenskari poesi. Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av yrkingarsøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Verkið varð lagt fram týsdagin klokkan fimm – ikki eitt sekund ov tíðliga. Hetta hyldliga skaldaverkið fyllir ikki minni enn 425 síður, harav tær tíggju fyrstu síðurnar eru ognaðar eini innleiðslu í skaldskapin hjá Jóanesi Nielsen. Inngangin hevur høvundurin sjálvur skrivað, og hann er eins undirhaldandi at lesa, og hann er ítøkiligur og demonstrativt ósnobbutur. Útgangsstøðið er sjáldsama jarðbundið og tekur støði í nøkrum, sum bókmentafólk vanliga ikki skriva um, nevniliga sølutøl, Skaldið undrast á, at fyrsta savnið hjá honum, Trettandi mánaðin seldi í heili tvey túsund eintøkum og finnur sjálvur eina frágreiðing í sínum politiska umhvørvi í sjeytiárunum og í breiða politiska áhuganum í árunum, tá eingin stórvegis gjógv var ímillum yrkjaran og aktivistin, Jóanes Nielsen. Og rætt er, at hansara almenna yrkjarapersona hevur verið tætt knýttur at arbeiðaranum og gerandisdegnum, har yrkingarnar eru sum salt í døgverðapottum. Og sjálvt um maðurin er seint mentur (tað heldur hann sjálvur) og sjálvt um hann byrjaði í teimum politiseraðu sjeytiárunum og sjálvt um hann hevur skrivað yrkingar til flakakvinnur og sjómenn, so eru bæði hann og hansara yrkingar í grundini rættiliga sofistikeraðar. Varhugan hevur mann havt, men í samlaða verkinum, er sofistikeraða árininið týðiligt, hann nevnir eisini ta meistaraligu bókina Poetisk Modernisme hjá Poul Borum sum dømi um týdningarmiklan lestur, tað er ein tann mest raffineraða bókin, eg havi lisið um evnið. Jóanes Nielsen nevnir tvær høvuðsorsøkir til hví hann gjørdist yrkjari, tann fyrra snýr seg um árin og makt, hin hevur við virðing at gera, men undir og yvir øllum er pápin og viðurskiftini við hann. Eg má siga, at eg brádliga ivist eitt sindur í hesum hugtakinum, sum verður brúkt ”faðirstykni”, sum eg helt sipa til andstygd (stikni) mótvegis pápanum. Men av tí, at ”y” verður brúkt, hugsi eg hinvegin um ”tykni”, at hann er tykkin og erkvisin í mun til pápan. Hvussu er og ikki, hevur faðirmyndin alstóran týdning. Áhugavert er at lesa um tær fyrstu listaaktiónirnar, krossfestingina og leikin Trælalív, sum varð framførdur 1.mai í 1977 og sum forrestin man vera ein av fyrstu listaupplivingum, sum gjørdi undirritaðu mun.

 

Styrkin í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen býr í hansara lætta og natúrliga máli, men eisini í herligu skiftinum millum nær og fjar, sum tá hann í lýsingini av teirri felagsmenniskjaligu girndini staðfestir, at okkara undirlív eru tengd saman av einum heimsumfatandi brøðrarlagi og leggur aftrat: ”Sovorðnar løtur ber til at siga:/ Halló Claudia Cardinale./ How do you do Madame Nin./ Og drekka eitt glas av víni saman við Karini Kjølbro”. Yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen eru sum smáar tættar skaldsøgur um tilveruna millum ítøkiliga gerandisdagin, kærleikan, sexualitetin, arbeiði, altjóða, søguligar hendingar og eksistentiellar sannroyndir, men eg haldi við høvundinum, at yrkingarnar gerast betur frá og við savninum Kirkjurnar á havsins botni og hennara eftirfylgjarum Pentur og Brúgvar av svongum orðum.

Tað gevur eina ávísa perspektivforskjóting at lesa eina yrking frá hálvfjersunum og fýrsunum í einari útgávu frá 2014 og tað sigur seg sjálvt, at allar yrkingar ikki tola at verða beamaðar aftur til framtíðina á tílíkan hátt. At yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen allíkavæl klára túrin, kemst kanska av, at hann alla tíðina hevur hjartað við í sínum poetiska projekti. Men sjálvt um orðamyndir og yrkingarnar so líðandi fjølgast og fáa betur flog, er tíðin ikki serliga náðileysur dómari av ungdómligari passion. Hana skilja vit øll!

 

Liggja við knænum út av songarstokkinum.

Millum varrarnar ein stubbi og ein ljósur látur.

Nýkneptur bitin og kystur

tá er gott at liva.

 

Slíkar løtur eru fjaðrarnar í øllum heimsins klokkum

brostnar.

Kvinnan við tína lið ein eiggilig honapa

seinastu farvegurin av frumskóginum:

Dúnið undir nøsini

døggutu hárini undir hondini

lodna kynið bleytt og følið

ein sorgblíð heilsan frá Lascaux hellinum í Dordogne.

 

Tá eru menniskjuni vøkur.

Eitt heimsumfatandi brøðralag tengir

øll undirlív saman.

Sovorðnar løtur ber til at siga:

Halló Claudia Cardinale.

How do you do Madame Nin.

Og drekka eitt glas av víni saman við Karini Kjølbro…”

 

(Brot úr yrkingini Tá eru menniskjuni vøkur frá 1985, s.94-95 í Yrkingar 2014)

 

 

Menniskjan er ikki beri av blóði.

Tað sum bløðir

er váta tilfarið vit læntu frá døggini

úr støðuhyljunum

ið stóð sum guva av flógvari hellu.

 

Hjartað skal vera reint sum tann hvíta skjúrtan

róligt og kalt sum okkurt ið liggur í køliskápinum.

 

Eri troyttur av blóði

reydliga roykinum sum fossar undan dreymanna lampustøðum.

 

Sum barn

bløddi eg summarfuglasorg

fann tunnu rørini aftanfyri glansibíløt

tað stóru nervaskipanina sum fær hestar

stjørnuskot

og glóðheitu sekundini í glasklokkum at spreingjast í túsund pettir.

 

Ungdómsárini var eg jarnrotta og eg var ljósareyð fluga

helt til í rotaðum bygningum

angin av gentunum eg elskaði

og dirvið ið løddi mínar hetjur

eltir meg framvegis.

 

Kanska er mín regntíð lokin.

Eri tann rustaði kongurin í kletti

tann turri vindurin sum ber boð millum fjøll

 

(s.386-386 yrkingin er úr Tapet millum øldir frá 2012)

 

Lise Henriksen er deyð

Lise Henriksen doyði fyrradagin eftir at hava verið sjúk rúma tíð. Hon var forkvinna í Glostrup Kunsforening og ein eldsál við sterkum áhuga fyri myndlistini, eisini teirri føroysku. Nógv føroysk listafólk hava sýnt fram í Glostrup Kunstforening, sum orsakað av Lise Henriksen hevur verið eitt sjáldsama væl virkandi listafelag við høgum góðskustøði og festligum ferniseringum. Sjálv møtti eg henni uttan fyri Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, hon var ein ómetaliga opin og álítandi persónur, sum aftaná 10 minuttirs samrøðu fluttið hárið ein sentimetur við oyrað, meðan hon brosandi greiddi frá, at parúkkurin mest var fyri, at øll ikki skuldu blíva so kløkk um, at hárið var farið orsakað av viðgerð móti krabbamein. Steinprent hevur í mong ár samstarvað við Lise Henriksen, sum eitt nú hevur yvirtikið fleiri framsýningar frá Steinprenti, t.d. framsýningina við fotomyndum hjá pápa mínum, Ásmundi Poulsen. Lise Henriksen verður nógv saknað, her er minningarorð um hana:

 

Mindeord for Lise Henriksen

Lise Henriksen, medlem af Glostrup Kommunalbestyrelse i mere end 20 år, døde onsdag 22. oktober. 

Lise blev født i 1945 i Sverige, voksede op i Svendborg og flyttede til Glostrup i 1969. Lise har i mange år været en af de mest aktive, engagerede og inspirerende personer i Glostrup Kommune – både som kommunalbestyrelsesmedlem, som formand for Glostrup Kunstforening og i en lang række andre sammenhænge.

I kommunalbestyrelsen havde det sociale område og kulturen en særlig plads. Lise var fra 2010-2013 formand for kulturudvalget. Lise har haft stor indflydelse på valget af den kunst, som er placeret rundt omkring i kommunen, på institutioner, i parker og på rådhuset. I fem år var Lise tillige formand for Foreningsunionen i Glostrup og har været aktiv som bestyrelsesmedlem i både biograf og musikskole.

Også som formand for Glostrup Kunstforening, en af landets største, i 33 år har Lise ydet et stort bidrag til udbredelse af kunsten. I 2007 modtog Lise Glostrup Kommunes kulturpris som anerkendelse for sin mangeårige indsats.

Lise var på alle måder et aktivt menneske. Hun har igennem tiden bl.a. løbet 18 maratonløb og deltaget 30 gange i eremitageløbet. Trods sygdom er det ikke længe siden, at Lise vandrede den lange vej på El Camino i Spanien.

Lise stillede altid op, når der var brug for en hjælpende hånd, og hendes tilgang til livet og hendes medmennesker var altid positiv. Selv under det langvarige sygdomsforløb, som Lise så flot kæmpede sig igennem igen og igen, bevarede hun et imponerende engagement, og hun varetog sine forpligtelser til det sidste.

Lises bortgang er et stort tab for Glostrup, som har mistet en ildsjæl helt ud over det sædvanlige, og personligt har jeg mistet en kær ven og en god politisk kollega. I denne stund går tankerne til Lises mand, børn og børnebørn.

Æret være Lise Henriksens minde.

John Engelhardt
Borgmester

Gisp! Myndir frá upplatingini

Gisp! Heystframsýningin hjá Norðurlandahúsinum varð sjósett við maner haldi eg mann kann siga, tí umframt heilar tveir røðarar, stjóran í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir og Jákup Veyhe, diskaðu tey upp við bæði grønum smoothie og alskyns heilsugóðum snacks umframt søtar tónar frá gulljakkagekkaorkestrinum Konfekt.  

Kurator: Lotte Nishanthi Winther. Luttakandi listafólkini í Gisp! eru:


Tóroddur Poulsen (FO)
Bárður Oskarsson (FO)
Edward Fuglø (FO)
Silja Strøm (FO)
Sigrun Gunnarsdóttir (FO)
Tummas Jákup Thomsen (FO)
Ole Wich (FO/DK)
Katja Tukiainen (FI)
Mari Ahokoivu(FI)
Bjarni Hinriksson (IS)
Hugleikur Dagsson (IS)
Þorri Hringsson (IS)
Eeva Meltio (FI)
Malin Biller (SE)
Åsa Grennvall (SE)
HuskMitNavn (DK)
Nuka Konrad Godtfredsen (Gl/DK)
Peter Madsen (DK)

Her eru myndir frá upplatingini, ummælið kemur í Dimmalætting 31.okt.

gisp14.jpg

Dimmalætting við mentan aftur hesa vikuna

Aftur í dag er hópin av mentanartilfari í Dimmalætting. Kanska kunnu vit siga, at vit hava eitt mini-Vestmanna-tema, tí Martin Joensen svarar spurningum til mentanarbrúkaran og tað ger hann so tað verður áhugavert, og harumframt er tað Sissal Kampmann, ið eigur ta framúrskarandi vikuyrkingina. Tvey góð listafólk úr Vestmanna. Carl Jóhan Jensen er úr Havn og í einum brævi, skrivað í Brússel revitaliserar hann brævið sum meiningsfult greinaslag í einum svari til ein undrandi lesara. Júst ein grein at hugna sær við aftur við morgunmatinum leygarmorgun. Eg taki samanum kjakið um arkitektur, sum hevur verið í seinastuni og havi eisini spurt Eivør Pálsdóttir um hennara komandi útgávu. 

Máling sum náttúra - Guðrún Einarsdóttir á Norðurbryggjuni

Listaframsýning við verkum eftir Guðrun Einarsdóttur á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn letur upp fríggjadagin 24.oktober kl 16-18. Framsýningin heldur fram til 18.januuar 2015.

Framsýningin hevur verið at síggja á Listasavni Føroya. Guðrún Einarsdóttir nýtir eitt serligt kynstur, tá hon skapar sínar málningar. Hon blandar litir, olju og loysingarevni í ymiskum lutfalli á eitt lørift, sum liggur niðri. Síðan tekur turkingin yvir, og tað er hon, sum skapar tey ótrúligu organisku mynstrini og endurtøkurnar, sum gera myndirnar so serstakar.


"Í list minni vinn ég með grunnþætti náttúrunnar; hvernig orka færist til og umbreytist. Í sköpunarferlinu gegnir það mikilvægu hlutverki að kanna efnið og gera tilraunir.“
(Guðrún Einarsdóttir)

Guðrún Einarsdóttir er fædd 1957. Hún stundaði nám í málaradeild og fjöltæknideild Myndlista- og Handíðaskóla Íslands á 9. áratugnum, ásamt námskeiðum í efnafræði síðar á ferlinum. Verk Guðrúnar mætti kalla „náttúrumálverk“, en þau eru í grundvallaratriðum byggð á tilraunum hennar með olíumálningu, bindi- og leysiefni. Verkin skapast út frá skilyrðum náttúrunnar – þeas. efnanna – fremur en út frá hefðbundnum landslagsmálverkum, og það má því kannski segja að hún eigi meira sameiginlegt með rannsóknarmanni en listamanni.
 
Í sköpun verkanna kannar Guðrún undirliggjandi form efnanna með því að framkalla tilraunir með blöndun olíumálningu og bindi- og leysiefna. Af og til grípur hún inn í ferlið með því að bæta við lit, en er það eingöngu gert til að leggja áhersu á þá náttúrulegu mynd sem birtist – ekki til að láta listrænar hugmyndir breyta ferlinu.

Með þessu móti er hlutverk listamannsins eingöngu að skapa umgjörð fyrir efnabreytingar með það að leiðarljósi að kalla fram innra líf efnanna. Listamaðurinn stjórnar ekki ferlinu, en fylgir breytingunum eftir með því að stýra skömmtum og sjá til þess að efnin fái nægjanlega langan tíma til að þorna – en þessir tveir þættir eru mikilvægir hvað varðar mótun þess landslags sem efnið geymir.

Undanfarna tvo áratugi hefur Guðrún Einarsdóttir tekið þátt í fjölda samsýninga, en einnig sýnt einkasýningar bæði á Íslandi og erlendis. Hún er fulltrúi Íslands á alþjóðavettvangi, en verk hennar er að finna bæði á opinberum söfnum sem og í einkaeign.

 

Olaf Johannesen stórliga fagnaður

Nýggi leikurin hjá Adam Price, Samtale før døden, sum Peter Langdal hevur leikstjórnað fyri Betty Nansen Teatrið, Edison-pallin, hevur fingið framúrskarandi góð ummæli í donskum miðlum. Tað er ikki minst føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen, sum hevur høvuðsleiklutin sum Adolf EIchmann, ið fær rósurnar frá teimum annars kørgu sjónleikaummælarunum. Rikke Rottensten á Berlingske Tidende gevur leikinum fimm stjørnur og skrivar m.a. “Med Adam Prices tekst i Peter Langdals iscenesættelse bliver de svære problematikker lette at gå til – og det er vigtigt for et emne som dette. Men først og sidst bæres fascinationen i »Samtale før døden« oppe af Olaf Johannesens stærke Adolf Eichmann. Kristian Husted skrivar í Politiken, at leikurin hevur uppiborið fimm hjørtu m.a. fyri sterka spælið hjá Olaf Johannesen:Olaf Johannessen spiller Adolf Eichmann med en imponerende disponering af sit stof.” Leikurin fær fimm stjørnur frá Anmelderiet.dk, sum m.a. skriva: Peter Langdal har iscenesat med en fin fornemmelse for tekstens drive og flair for at være let genkendelig og kompleks på samme tid. Nogle gange bliver det måske en lille smule for effektjagende for min smag, men samtidig er høje bombeeksplosioner, knust glas og andre chokeffekter også med til at intensivere den knugende stemning, som fungerer så godt. Eichmann fremstilles helt exceptionelt af Olaf Johannesen. Det bliver virkelig et uhyggeligt almindeligt menneske, som en gang imellem afslører sprækker af den kynisme og ondskab, vi så gerne vil finde. Eller også gør han ikke. Måske gør han det kun, fordi han ved, vi gerne vil se det. Denne utilregnelige og diabolske almindelighed mestrer Johannesen til perfektion. Yvirskriftin í ummælinum í Jyllandsposten er: “Mesterlig massemorder”, so her kunnu vit næstan rokna út, at dómurin er positivur og tað er hann sanniliga; ummælarin Henrik Lyding heldur, at leikurin væl og virðiliga hevur uppiborið fimm stjørnur, hann skrivar m.a: ” Olaf Johannessen er fremragende som nazisten Adolf Eichmann i Adam Prices begavede og fascinerende skuespil.”. Leikurin verður framførdur inntil 9.november og skuldi verið upplagt mál hjá føroyskum mentanarturistum, sum hava hug at fara ein svipp til Keypmannahavn.

Brynjolfur fingið S.o.C. talentheiðursløn

Tað gongur støðugt framá hjá føroyska dj+lagasmiðinum Brynjolfi á Heygum, má sigast. Í summar hevði hann heiðurin at framføra á Roskilde Festival og leygarkvøldið fekk hann talentvirðislønina handaða, tá plátufelagið Sound of Copenhagen skipaði fyri konsert í DR konserthøllini í Keypmannahavn. Sound of Copenhagen er eitt plátufelag fyri nýggjan danskan elektroniskan tónleik. Hjartaliga til lukku, Brynjolfur! 

GISP! - fernisering fríggjadagin 24.okt

Fríggjadagin 24. oktober, kl. 17
Jákup Veyhe letur upp framsýningina, og Konfekt spælur nøkur løg.
Gisp! er ein framsýning, sum setir fokus á norðurlendskar myndir sum frásøgn. Luttakarar eru teknarar og myndlistafólk úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmark. 18 listafólk sýna fram.

 

Gisp! myndir ið siga søgur
Gisp! er ein framsýning, sum setir fokus á norðurlendskar myndir sum frásøgn. Luttakarar eru teknarar og myndlistafólk úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmark.


Luttakandi listafólkini eru:
Tóroddur Poulsen (FO)
Bárður Oskarsson (FO)
Edward Fuglø (FO)
Silja Strøm (FO)
Sigrun Gunnarsdóttir (FO)
Tummas Jákup Thomsen (FO)
Ole Wich (FO/DK)
Katja Tukiainen (FI)
Mari Ahokoivu(FI)
Bjarni Hinriksson (IS)
Hugleikur Dagsson (IS)
Þorri Hringsson (IS)
Eeva Meltio (FI)
Malin Biller (SE)
Åsa Grennvall (SE)
HuskMitNavn (DK)
Nuka Konrad Godtfredsen (Gl/DK)
Peter Madsen (DK)

GISP! Norðurlandahúsið sameinir hámentan og lágmentan

Ein av luttakarunum í GISP! er danski listamaðurin HuskMitNavn, sum hevur málað ymsar veggjamálningar fleiri staðni í Føroyum í sambandi við framsýningina. 

Fyri lesarar av teknirøðum er danska ljóðorðið Gisp neyvan ókent. Eg haldi, at tað man vera eitt tað fyrsta orðið, eg nakrantíð las - tað var í Anders And blaðnum, sum eg lærdi meg at lesa á donskum, tí tað fanst ikki á føroyskum tá, og líka visti eg hví Rip, Rap og Rup søgdu hetta Gisp! í heilum, Fedtemule segði sama løgna vana, men hann segði “Hydr” eisini, sum eg í mínum føroyska høvdi úttalaði á føroyskum við herdum og aspireraðum “dr” ljóði, men sum eg við barnsliga opnum lyndi allíkavæl góðtók sum eina av mongum løgnum sannroyndum í hesi verð.  Tað var ikki fyrr enn nógv seinni, at eg fann út av, at “gisp” verður nýtt til tess at eftirlíkna ljóðinum, sum kemur, tá fólk missa ondina av einum hvøkki ella tá tey eru bilsin.

GISP! er heitið á einum átaki og einari framsýning í Norðurlandahúsinum, har teknirøðir eru í fokus nú í heyst. Framsýningin, ið letur upp 24.oktober, er bygd á teknirøðir, tvs. at tað ikki einans snýr seg um teknirøðir í sær sjálvum, men eisini um myndlist, málningar, grafikk, tekningar og filmar hjá samtíðarlistafólkum og teknarum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki og Danmark. Framsýningin miðsavnast um norðurlendska tekning bæði sum mentanarligt fyribrigdi og í læringshøpi. Við framsýningini ynskir Norðurlandahúsið at miðsavnast um ta fabulerandi síðuna av føroyskari myndlist, samstundis sum ætlanin er at fáa skúlanæmingar at brúka Norðurlandahúsið í størri mun. Heili átjan listafólk eru umboðað á framsýningini. Kurator, Lotte Nishanthi Winther greiðir frá í áhugaverdum katalogteksti, at framsýningin er sett saman við støði í relieffinum/klippmyndini Marrur á ferð, sum William Heinesen gjørdi í 1977. Ein framsýning við teknirøðum og Williami Heinesen skuldi givið bestu útlit fyri einum áhugaverdum blandi millum há- og lágmentan, sum vit kunnu gleða okkum til.

Hesi listafólkini taka lut í GISP! William Heinesen. Hugleikur Dagsson. Tóroddur Poulsen. Bárður Oskarsson. Edward Fuglø. Silja Strøm. Tummas Jákup Thomsen. Sigrun Gunnarsdottir. Ole Wich. Bjarni Hinriksson. Þorri Hringsson. Nuka Konrad Gotfredsen. Mari Ahokoivu. Katja Tukianien. Eeva Meltio. Malin Biller Åsa Grenvall. Peter Madsen. HuskMitNavn.



Stovugenturnar hjá Jean Genet í Kommandørhúsunum

Foto: Høgni Heinesen

Mánadagin byrjar leikbólkurin Tvazz venjingarnar av leikinum Stovugenturnar í gomlu kommandørhúsunum úti við Strond í Havn.

 

Við Stovugentunum verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at vitja forkunnugu Kommandørhúsini, sum Føroyar fyri stuttum hava yvirtikið frá danska hernaðarvaldinum.

 

Men húsini verða nógv meira enn bara eitt hølið at framføra í, tí Kommandørhúsini og eftirkríggstíðin, tá húsini vórðu bygd, verða spunnin inn í søguna. Tey gerast premissin fyri allan leikin. Í síni nýtulking av leikritinum flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan hátt at skapa leikverk.

 

Leikurin Stovugentirnar eftir Jean Genet er ein ræðandi søga um tær báðar stovugenturnar Claire og Solange, sum tæna í húsinum hjá Madame. Leikurin snýr seg fyrst og fremst um teirra ófrættakenda rolluspæl.

 

Frumframførslan av Stovugentunum  verður leygardagin 22. november 2014. Sýningar verða í Kommandørhúsinum fram til 7. desember 2014.   

 

Hesi eru við í Stovugentunum:

Leikstórn: Christoffer Berdal (DK)

Scenografi/búnar: Magdalena Stenbeck (SV)

Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen

Framleiðsla: Rakul Thomsen

Týðing: Jette og Gunnar Hoydal

Leikarar:

Annika Johannessen í leiklutinum sum Madame

Beinta K. Clothier í leiklutinum sum Claire

Gunnvá Zachariasen í leiklutinum Solange

 

Tað er sum vant Egil Barclay Høgenni Hansen og Gunnvá Zachariasen, ið mynda kjarnan í Tvazz.

 

Tvazz hevur síðan 2006 avbjóða føroyska áskoðaran við leikverkum, ið hava gingið nýggjar leiðir ella tikið upp kontroversiell evni, nevnast kunnu Køksdrotningarnar eftir Werner Schwab og Fundamentalisturin eftir Juha Jokela. Men eisini 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane, ið Tvazz sýndi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

 

Seinasta leikverkið hjá Tvazz var leikurin Tey óndu, ið bólkurin framførdi tvímælt í Føroyum og á donskum í Grønlandi og í Danmark.

 

Aggi viðmælir listafólkum at vitja Listabýlið í Tjørnuvík

10641303_10204652166086789_214977104645704482_n.jpg

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur verið í Listabýlinum í Tjørnuvík í eina lítla viku og hon hevur fingið nógv burturúr. Fyrst og fremst hevur hon fingið frið at samla seg um tað listarliga arbeiðið, men vakra umhvørvið kring Tjørnuvík er eisini ómetaliga inspirerandi, sigur Aggi. Hon heldur, at uppihaldið hevur verið eitt satt vælsignilsi og viðmælir øllum øðrum listafólkum at nýta høvið. Tað kostar bert 500 krónur um vikuna, umframt 2000 krónur í depositum at læna skúlan í Tjørnuvík sum listabýli. Aggi kallar listabýlið í Tjørnuvík fyri ein sannan dýrgrip, sum øll listafólk skulu unna sær. Her eru nakrar myndir, sum listakvinnan sjálv hevur tikið í Tjørnuvík og eg haldi meg síggja, at uppihaldið í Tjørnuvík hevur verið inspirerandi. 

Teknisøguverksmiðja í Norðurlandahúsinum

Teknisøguverksmiðja í Norðurlandahúsinum við íslendska listamanninum Bjarna Hinrikssyni

24. oktober letur teknisøguframsýningin Gisp! upp í Norðurlandahúsinum við teknirøðum úr Danmark, Íslandi, Finnlandi, Svøríki og Føroyum.

Ein teirra, sum sýnir fram, er íslendski Bjarni Hinriksson. Bjarni er teknisøguhøvundur og stovnandi limur í íslendska listafólkakollektivinum Gisp! Bjarni hevur gingið í tekniseriulistaskúla í Frankaríki, gevur út egnar teknisøgur, undirvísir á listaháskúla í Reykjavík og ger grafiskar uppgávur fyri íslendska kringvarpið.

Leygardagin 25. oktober hava øll, sum hava hug at royna seg sum tekniseriuteknara høvi at luttaka í verksmiðju. Í fýra tímar verður arbeitt við egnum hugskotum kring felagsevnið dreymar. Tá dagurin endar, hava luttakararnir framleitt eina tekniseriu á A4 arki, har teir eiga søguna, og Bjarni hevur vegleitt og lagt lag á, hvussu tú fert frá hugskot til lidna søgu.

Royndir eru ikki kravdar, men verksmiðjan er ætlað vaksnum. Dreymin taka luttakararnir sum skrivaða søgu, við, áðrenn byrjað verður.

Tilmeldingar verða gjørdar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin fyri fýra tímar verksmiðju er einans 100 kr, men Norðurlandahúsið ger vart við, at talið av luttakarum er avmarkað.

Í sambandi við, at tekniseriuframsýningin Gisp! varpar ljós á teknisøgur sum listagrein, hevði Peter Madsen eina verksmiðju fyri listafólk í Norðurlandahúsinum í september. Verksmiðjan við Bjarna Hinrikssyni í oktober er næsta í røðini og er ætlað áhugalistafólkum. Í november verður verksmiðja við Barð Oskarssyni og Malin Biller (SE), sum er fyri børn og ung. Øll tekningarskjøl, skrá og frágreiðing liggja á nlh.fo.

Í vikuni uppundir fernisering og verksmiðju vitjar Bjarni Hindriksson framhaldsdeildir kring landið í verkætlanini Listaleypurin. Har arbeiða næmingarnir við evninum Dagdreymar.

Hópin av mentanartilfari í nýggju Dimmu

Í Dimmalættingini, sum kemur fríggjadagin 17.oktober, eru heili seks síður av mentanartilfari. Umframt eina vakra vikuyrking hjá Oddfríði Rasmussen og áhugaverdum svarum frá mentanarbrúkaranum, sum hesa ferð eitur Tróndur Bogason, verður Barbara endurvitjað og eisini ber til at lesa samrøðu millum Ivan Niclasen og Kim Simonsen um yrkingar. Tvey ummæli eru, eitt av sjónleikinum Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra og hitt ummæli er av samlaðu yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen. Restin av blaðnum sær í grundini eisini áhugaverd út, m.a. ein søga um eitt skip, sum er selt tríggjar ferðir í somu viku, og sjálvt um hetta av sonnum ljóðar sum eitt ævintýr er tað eyðsýniliga kaldur veruleiki í Føroyum. 

500 orð um: Anything is a Mirror

Síðstu ferð, eg ummældi eina serframsýning hjá Hansinu Iversen í Listasavni Føroya var í grein 23.oktober 2003 um framsýningina Strok í Fregnum. Ellivu ár seinni stendur nú hetta ummælið at lesa í hesum fyrsta blaðnum hjá nýggju Dimmu. Eg havi sjálvandi aðra orsøk til at nema við tíðina enn ta blaðsøguligu. Tí í teirri 11 ára gomlu greinini, hómast ein týðiligur didaktiskur tóni í eini roynd at greiða lesaranum frá hesum løgna fyribrigdinum, sum nonfigurativar myndir (eyðsýniliga) vóru í Føroyum tá. So mikið er hent í ellivu ára millumbilinum, at tað í dag ikki á nakran hátt tykist neyðugt at forklára Hansinu Iversen fyri føroyska listaáskoðaranum. Stóra undirtøkan í Listasavninum upplatingardagin prógvar í sær sjálvum, at Hansina Iversen er væl etablerað listakvinna, hvørs málningar, prent og prýði eftirhondini hanga í nógvum heimum og bygningum kring landið

Hansina Iversen er í listarligum undanvindi og hevur í fleiri ár sýnt suverent yvirskot, sum eisini sæst aftur í øllum teimum 23 myndunum, sum verða framsýndar í Listasavninum - onkra einstaka havi eg sæð fyrr á framsýning í fjør, men tær flestu eru nýggjar. Anything is a Mirror framsýningin er so óvanliga vøkur, at áskoðarin næstan missir ondina av øllum hesum undurvøkru fjálgu, skyggjandi appilsingulu, gráu, gulu, bláu, grønu, violettu og turkis málningunum og allur vakurleikin eigur at fáa ein og hvønn kritiskan ummælara at spyrja seg sjálva, hvørt framsýningin er ov vøkur, ov lekkur, ov samanhangandi, ov mótstøðuleys. Svarið er avgjørt nei. Sum altíð í listarligum høpi snýr tað seg um dugnaskap og ósvitaligan konsekvens, sum sett saman við listarligum kenslusemi úrslitar í eini dygdarframsýning, ið tykist ómetaliga nútíðarlig, samstundis sum okkurt afturljóð úr føroyskari listasøgu hómast. Stóra myndin á endavegginum, sum listakvinnan hevur málað á staðnum í framsýningarsalinum, er í sær sjálvum eitt bragd. Hon minnir um onkra av seinastu myndunum hjá Ingálvi av Reyni, og bæði litir og kompositiónir gera, at eg eina løtu fái surrealistiska tankan at hava smoygt mær inn í ein av ljósglitrandi málningunum hjá Zachariasi Heinesen, tí myndirnar hjá Hansinu Iversen snúgva seg í stóran mun um ljós.

Uppheingingin tykist merkt av einum ynski um fullkomna harmoni og reinleika, meðan myndirnar sjálvar eru fullar av spenningum og mótstøðu, t.d. ein lag omaná lag mynd við orange og myrkagráari bakgrundi, har uttasti grái formurin er settur omaná eina gulgráa grund eitt sindur skeivt, so at eitt sindur av tí gula kemur undan í erva og litar gráa kantin grønan útivið. Myndin er eitt gott dømi um nakrar litir, sum ganga aftur í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen. Formarnir eru rundleiddir sum áður, men myndarúmið tykist alsamt meira samansett hjá listakvinnuni, ið brúkar meira máling nú enn fyrr, so at myndarúmið í nógvum førum tykist stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini. Hansina Iversen er so væl fyri sum málari, at hon megnar at gera júst tað, sum hon setir sær fyri um tað er at mana fram eitt mjúkt lot við fonløttum strokum og elatunnum litløgum ella lagið er ógvisligari, so megnar hon eisini tað við veldugum ódnartøkum.

Hansina Iversen: Anything is a Mirror. Listasavn Føroya. Opið inntil 30.nov. Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00

Bjargið Havnini - hvat meina tey við?

Tórshavnar Kommuna hevur lagt ein filmsstubba á internetið við framtíðarætlanum hjá Zeta Architects fyri Havnar bý, sum teir vunnu arkitektakappingina hjá kommununi við í summar. Filmurin hevur fingið øði í nakrar borgarar, ið hava stovnað ein Facebookbólk, har tey heita á fólk um at bjarga Havnini. Tey greiða frá, at tey ynskja at mótmæla tí, sum verður gjørt mótvegis Havnini, at gamlir søguligir bygningar verða rivnir niður og kassar verða bygdir í staðin. Tey halda, at broyting skal til fyri at fáa lív í miðbýin, men meta, at arkitektonisk atlit mugu takast til føroyskan byggihátt, ið kann moderniserast, so at tað nøktar okkara tørvi. Ein av teimum mótmælandi er listamaðurin Heiðrik á Heygum, sum eg havi biðið um at konkretisera kritikkin. Hann tekur ætlanina um Steinatún sum dømi og sigur, at tað býarrúmið líkist einum flogvølli á framtíðarætlanini og at tað tykist honum óføroyskt og óhugnaligt. Longu nú eru fleiri gomul hús tikin niður og í staðin koma nýggir kassar upp, sum eru anonymir og sterilir og sum ikki á nakran hátt passa til okkara bý, heldur Heiðrik, hann nevnir húsið hjá Frelsunarherinum sum dømi, umframt bygningin hjá 1.flokki í Kommunuskúlanum. Har er einki føroyskt eyðkenni, heldur hann. Eg spyrji um hann meinar við flagtekjur og tílíkt og hann játtar og heldur, at gras, træ og grót eru tilfar, ið passa inn í føroyska landslagi. Harumframt heldur hann, at vit mugu taka atlit til gamlan føroyskan byggisið fyri eitt nú at yvirhalda nakrar dimensiónir, sum eru hóskandi til býin. 

http://vimeo.com/108766312

Zven Balslev í fokus

Hesa vikuna verður fokus sett á Zven Balslev á heimasíðuni www.kunsten.nu Hann er ein áhugaverdur listamaður, sum fleiri ferðir hevur sýnt fram í Føroyum prent, sum hann hevur gjørt í Steinprenti. Nøkur av prentunum hjá honum sum tað, ið eg havi sett í erva her, eru inspirerað av søguni um knívin hjá Williami Heinesen.

http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?ugens+kunstner+zven+balslev+gourmeat+marie+kirkegaard+gallery